{"id":27021,"date":"2023-09-12T11:10:51","date_gmt":"2023-09-12T10:10:51","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=27021"},"modified":"2023-09-12T11:10:52","modified_gmt":"2023-09-12T10:10:52","slug":"sirid-stenberg-a-umberingardegnum","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=27021","title":{"rendered":"Siri\u00f0 Stenberg \u00e1 umberingardegnum"},"content":{"rendered":"\n<p>G\u00f3\u00f0an dagin \u00f8ll somul og hjartaliga v\u00e6lkomin<\/p>\n\n\n\n<p>Dagurin \u00ed dag er s\u00f8guligur. Hann er serstakur. Hann er t\u00fddningarmikil. Lat hann ver\u00f0a okkum b\u00e6\u00f0i til \u00e1minningar og eisini til reflekti\u00f3n um, hvussu vit saman skapa g\u00f3\u00f0a framt\u00ed\u00f0. Hvussu vit saman skapa eitt samfelag, har \u00f8ll ver\u00f0a s\u00e6dd, hoyrd og vird sum ta\u00f0 \u00f3missandi vir\u00f0i hv\u00f8rt einstakt menniskja hevur. \u00d8ll eru serst\u00f8k og vir\u00f0ismikil.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8212;<\/p>\n\n\n\n<p>T\u00e1 i\u00f0 ta\u00f0 fr\u00e6ttist, at danska stj\u00f3rnin hev\u00f0i gj\u00f8rt eina dr\u00fagva \u00fatf\u00f8rliga s\u00f8guliga greining av umst\u00f8\u00f0unum hj\u00e1 f\u00f3lki, sum h\u00f8vdu veri\u00f0 \u00e1 donskum stovnum \u00e1rini 1933 til 1980, setti Javni seg \u00ed samband vi\u00f0 okkum \u00ed r\u00e1\u00f0num. Vit hava s\u00ed\u00f0an vi\u00f0gj\u00f8rt hetta \u00ed felag, MEGD, Javni og AMMR og eru komin til ta ni\u00f0urst\u00f8\u00f0u, at ta\u00f0 eisini hevur t\u00fddning hj\u00e1 okkum at markera dagin. T\u00ed eru vit her \u00ed dag.<\/p>\n\n\n\n<p>Greiningin nevnist \u201cHistorisk udredning vedr\u00f8rende b\u00f8rn, unge og voksne anbragt i s\u00e6rforsorgens institutioner 1933-1980\u201d. Ta\u00f0 sn\u00fdr seg um stovnar, sum hava h\u00fdst f\u00f3lki vi\u00f0 menningartarni, epilepsi, ni\u00f0ursettari hoyrn og deyvum, talitarni og fj\u00f8lbreki. B\u00f3lkurin av f\u00f3lki vi\u00f0 menningartarni er n\u00f3gv tann st\u00f8rsti b\u00f3lkurin, so n\u00f3gv tekur t\u00ed st\u00f8\u00f0i \u00ed t\u00ed. Men ta\u00f0 er als ongin ivi \u00ed greiningini um, at ta\u00f0 eisini hevur veri\u00f0 trupult hj\u00e1 f\u00f3lkunum \u00ed hinum b\u00f3lkunum. Og vit vita eisini um f\u00f3lk \u00far heilt \u00f8\u00f0rum b\u00f3lkum, sum meira hava vi\u00f0 sj\u00fakuvi\u00f0ger\u00f0 at gera, og t\u00ed ikki eru partur av hesi \u00fatgreining, hvussu trupult ta\u00f0 hevur veri\u00f0 hj\u00e1 teimum. Mjadnab\u00f8rnini til d\u00f8mis.<\/p>\n\n\n\n<p>H\u00f3ast ymisk l\u00edv og ymiskar lagnur hj\u00e1 \u00f8llum hesum ymisku f\u00f3lkunum vi\u00f0 sera ymiskum brekum, so deila tey l\u00edvss\u00f8gu, t\u00ed tey hava deilt l\u00edvskor. Trupul l\u00edvskor. Tey eru t\u00ed \u00e1 mangan h\u00e1tt \u00ed lagnufelagsskapi.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8212;<\/p>\n\n\n\n<p>Danskir myndugleikar eru komnir til ta ni\u00f0urst\u00f8\u00f0u, at f\u00f3lk, sum hava veri\u00f0 \u00e1 stovni \u00ed t\u00ed\u00f0arskei\u00f0num fr\u00e1 1933 til 1980 hava veri\u00f0 fyri sviki og \u00e1gangi.<\/p>\n\n\n\n<p>Fyri hetta f\u00e1a tey \u00ed dag eina umbering. Vit fara saman at fylgja vi\u00f0 stroymingini t\u00e1 i\u00f0 umberingin ver\u00f0ur givin.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8212;<\/p>\n\n\n\n<p>Ein umbering. Hvussu skal man fyrihalda seg til ta\u00f0?<\/p>\n\n\n\n<p>Ta\u00f0 er eitt st\u00f3rt stig at bi\u00f0ja um eina umbering, og ta\u00f0 er eitt enn st\u00f8rri stig at taka \u00edm\u00f3ti eini umbering. Umberingin kann ikki viska ta\u00f0 burtur, sum er hent. Ta\u00f0 er ta\u00f0 onki sum kann. Men vi\u00f0 umberingini ver\u00f0a svikini vi\u00f0urkend og ta\u00f0 kann vera lekjandi, ella stu\u00f0la undir gr\u00f8\u00f0ing. \u00cd umberingini liggur vi\u00f0urkenningin av, at ta\u00f0 er farin ein \u00f3r\u00e6ttur fram.<\/p>\n\n\n\n<p>T\u00ed\u00f0ini lekir ikki \u00f8ll s\u00e1r, men vit kunnu l\u00e6ra av henni, fyrigeva og royna at gera okkara til at skapa eina betri framt\u00ed\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8212;<\/p>\n\n\n\n<p>S\u00f8guliga greiningin vi\u00f0ger ikki F\u00f8royar og heldur ikki Gr\u00f8nland. Vit innganga allarhelst \u00ed greiningini sum danir. Ta\u00f0 er als ongin ors\u00f8k at halda, at f\u00f8royingar ikki hava veri\u00f0 fyri somu vi\u00f0fer\u00f0 sum danir. Heldur er ors\u00f8k at halda, at f\u00f8royingarnar hava veri\u00f0 fyri enn st\u00f8rri l\u00ed\u00f0ing.<\/p>\n\n\n\n<p>F\u00f8royingar eru ikki bara sendir \u00e1 stovn, men eru sendir \u00far heimlandinum til eitt fremmant m\u00e1l, eina fremmanda mentan, eitt fremmant umhv\u00f8rvi, langt burtur fr\u00e1 familju og avskorin fr\u00e1 vitjan. Sendir til eina fremmanda tilveru \u00ed \u00fatlegd. Eina tilveru, sum fyri mong var merkt av sorg, sakni og brot \u00e1 grundleggjandi r\u00e6ttindi.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8212;<\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd greiningini ver\u00f0ur m.a. v\u00edst \u00e1 likamligan og s\u00e1larliga har\u00f0skap, \u00e1 kynslig brotsverk, tvingsil, fikseringar og isoleringar, steriliseringar og kastrati\u00f3nir og a\u00f0rar l\u00ed\u00f0ingar, sum f\u00f3lkini hava veri\u00f0 fyri. Eisini ver\u00f0ur sta\u00f0fest inntriv, sum ta\u00f0 at taka samleikan fr\u00e1 f\u00f3lki, at \u00f8ll f\u00f3ru \u00ed sama uniform, fingu hv\u00f8r s\u00edtt<\/p>\n\n\n\n<p>nummar, sum n\u00f8kur eisini blivu kalla\u00f0 vi\u00f0, fingu klipt h\u00e1ri\u00f0 av o.s.fr. \u00cd st\u00f3ru sovisalunum var l\u00edti\u00f0 og onki privatl\u00edv, 18 cm millum sengurnar og ein spann vi\u00f0 endan. Ta\u00f0 er eisini r\u00e6\u00f0andi at lesa um hugsanirnar aftan fyri ta\u00f0, at gera alt fyri; at hesi menniskju ikki fingu b\u00f8rn.<\/p>\n\n\n\n<p>Vit kenna s\u00f8guna fr\u00e1 r\u00f8randi dokumentarsendingunum \u00ed Kvf hj\u00e1 Karolinu Thostrup &#8220;Send \u00e1 R\u00f8dbygaard&#8221;. Vit kenna eisini fr\u00e1l\u00edku b\u00f3kina hj\u00e1 Doris Hansen &#8220;S\u00f8gan um hini&#8221;. Eisini hevur Enna Gar\u00f0shorn Mikkelsen skriva\u00f0 og granska\u00f0 um hendingarnar. Hetta er gull vert fyri okkum.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8212;<\/p>\n\n\n\n<p>Ta\u00f0 var eisini st\u00f8\u00f0una hj\u00e1 teimum, sum ikki passa\u00f0u inn \u00ed samfelagi\u00f0, og sum blivu send ni\u00f0ur, sum einastandandi sj\u00f3nleikurin &#8220;Lykkenborg&#8221; l\u00fdsti.<\/p>\n\n\n\n<p>\u201dHall\u00f3, hall\u00f3 P\u00f3l Johannes vil sleppa \u00fat\u201d r\u00f3pti hann \u00e1haldandi, t\u00e1 i\u00f0 hann hev\u00f0i veri\u00f0 fleiri dagar \u00ed isolati\u00f3n. Gloymdur. R\u00f3pini s\u00f3tu \u00ed m\u00e6r fleiri dagar<\/p>\n\n\n\n<p>aftan\u00e1 leikin. Hj\u00e1 onkrum sita tey kanska alt l\u00edvi\u00f0. Hj\u00e1 \u00f8llum er hetta ikki ein leikur, men veruleikin.<\/p>\n\n\n\n<p>Og so m\u00e1tin fr\u00fa Bonnevie var\u00f0 lyst. Sum umbo\u00f0 fyri yvirv\u00f8ldina og sum t\u00f3k avger\u00f0 um at senda f\u00f3lk av landinum. F\u00f3lk h\u00f8vdu onki val.<\/p>\n\n\n\n<p>Undranarvert er ta\u00f0 t\u00f3, at eitt so st\u00f3rt inntriv \u00ed l\u00edv og lagnu hj\u00e1 so n\u00f3gvum av okkara medmenniskjum ikki hevur fylt meira \u00ed samfelagskjakinum og \u00ed granskingarh\u00f8pi. Og ta\u00f0 er enn so. Og undurnarvert, at f\u00f8royska samfelagi\u00f0 ikki gj\u00f8rdi meira fyri at b\u00f8ta um st\u00f8\u00f0una fyrr. Ikki fyrr enn \u00ed 1980 fingu vit fult r\u00e6\u00f0i \u00e1 \u00f8kinum. N\u00f8kur f\u00e1 \u00e1r frammanundan h\u00f8vdu vit fingi\u00f0 r\u00e6\u00f0i \u00e1 umsitingini \u00e1 almannam\u00e1lum.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8212;<\/p>\n\n\n\n<p>Vit, sum hava fingi\u00f0 s\u00f8guna l\u00fdsta, ver\u00f0a r\u00f8rd av henni og kunnu bert \u00edmynda okkum, hvussu trupult ta\u00f0 hevur veri\u00f0 b\u00e6\u00f0i fyri avvar\u00f0andi og tey, sum f\u00f3ru<\/p>\n\n\n\n<p>av landinum. Men vit kunnu als ikki gera okkum begreb um, hvussu trupult ta\u00f0 man hava veri\u00f0 \u2013 p\u00ednan og einsemi\u00f0 \u2013 ta\u00f0 hevur veri\u00f0 r\u00e6\u00f0uligt.<\/p>\n\n\n\n<p>T\u00f3 so vita vit eisini fr\u00e1 onkrum, sum hev\u00f0i ta\u00f0 gott. Stovnarnir hava veri\u00f0 sera ymiskir.<\/p>\n\n\n\n<p>Vit vita eisini, at ta\u00f0 so at siga er \u00f3gj\u00f8rligt at d\u00f8ma f\u00f3lk \u00fat \u00far s\u00edni samt\u00ed\u00f0. T\u00ed\u00f0in \u00ed dag er ein onnur &#8211; t\u00edbetur. Normar eru broyttir. Hugbur\u00f0ur er broyttur o.s.fr. Men greiningin v\u00edsir, at eisini \u00fatfr\u00e1 t\u00e1t\u00ed\u00f0ar l\u00f3gum er \u00f3r\u00e6ttur farin fram. Ein annar st\u00f3rur feilur er, at onki eftirlit hevur veri\u00f0 vi\u00f0 stovnunum.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8212;<\/p>\n\n\n\n<p>Ta\u00f0 hevur veri\u00f0 ringt at vera avvar\u00f0andi. Avvar\u00f0andi h\u00f8vdu t\u00e1 \u00ed t\u00ed\u00f0ini so at siga ongi r\u00e6ttindi, og gj\u00f8rdu einans ta\u00f0, sum tey fingu at vita var ta\u00f0 besta fyri teirra. Ta\u00f0 v\u00f3ru ongi tilbo\u00f0 \u00ed F\u00f8royum og ta\u00f0 var lagt upp til, at f\u00f3r barni\u00f0 av landinum, so kundi ta\u00f0 f\u00e1a m\u00f8guleikar, l\u00e6ra og mennast. Og hv\u00f8r vil ikki<\/p>\n\n\n\n<p>s\u00ednum ta\u00f0 besta. Ta\u00f0 vilja \u00f8ll. Avvar\u00f0andi mugu ongant\u00ed\u00f0 halda tey hava gj\u00f8rt naka\u00f0 skeivt. Tey h\u00f8vdu onki val.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8212;<\/p>\n\n\n\n<p>Ein umbering kann virka lekjandi. Ein umbering er eisini ein vi\u00f0urkenning av, at man gj\u00f8rdi naka\u00f0 skeivt og kann f\u00e1a eina gr\u00f8\u00f0ing at eydnast. Fyri n\u00f3gvar f\u00f8royingar hevur hetta pers\u00f3nligan t\u00fddning. Ja, ta\u00f0 hevur ta\u00f0 fyri okkum \u00f8ll.<\/p>\n\n\n\n<p>Menniskju eru \u00ed relati\u00f3num samanbundnar ver\u00f0ur og partur av n\u00f8krum st\u00f8rri enn vit sj\u00e1lvi. Hevur ein ta\u00f0 ikki gott, so rakar ta\u00f0 okkum \u00f8ll &#8211; felagsskapin og samfelagi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>Longu \u00ed 1624 yrkti John Donne um hesa samanrenning. Hann skriva\u00f0i um at hv\u00f8rja fer\u00f0 eitt menniskja doy\u00f0i, so doy\u00f0i naka\u00f0 av honum. Hetta kann gott br\u00fakast \u00ed fluttari merking, um hvussu t\u00fddningarmikil vit eru fyri hv\u00f8nn annan;<\/p>\n\n\n\n<p>Onki menniskja er ein oyggj \u00ed s\u00e6r sj\u00e1lvum.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00d8ll eru partur av kontinentinum, eitt stykki av fastlandinum<\/p>\n\n\n\n<p>Um ein klumpur av mold skolar \u00fat \u00e1 sj\u00f3gv<\/p>\n\n\n\n<p>ver\u00f0ur Europa minni,<\/p>\n\n\n\n<p>sum t\u00e1 eitt fjall, ella h\u00fasini hj\u00e1 vini t\u00ednum ella t\u00edtt egna skolar burtur.<\/p>\n\n\n\n<p>Hv\u00f8rjafer\u00f0 ein doyr ver\u00f0i eg minni.<\/p>\n\n\n\n<p>T\u00ed eg eri samanrunnin vi\u00f0 menniskja\u00e6ttina<\/p>\n\n\n\n<p>Spyr t\u00ed ongant\u00ed\u00f0 hv\u00f8rjum klokkurnar ringja fyri<\/p>\n\n\n\n<p>T\u00e6r ringja fyri t\u00e6r.<\/p>\n\n\n\n<p>Solei\u00f0is s\u00edggi eg \u00ed dag umberingina til okkum \u00f8ll, h\u00f3ast sera pers\u00f3nlig til n\u00f8kur. Og umberingin r\u00f8kkur eisini teimum, sum ikki longur eru \u00edmillum okkum.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8212;<\/p>\n\n\n\n<p>Ta\u00f0 eru n\u00fa 50 \u00e1r s\u00ed\u00f0an, vit t\u00f3ku tey fyrstu f\u00f3lkini heimaftur av donskum stovnum. \u00cd so m\u00e1ta er hetta eitt lutfalsliga n\u00fdtt \u00f8ki, h\u00f3ast vit alt\u00ed\u00f0 hava havt f\u00f3lk vi\u00f0 avbj\u00f3\u00f0ingum. Sj\u00e1lv eri av t\u00ed fatan, at ta\u00f0, at vit t\u00f3ku f\u00f3lkini heimaftur til F\u00f8royar, heilt grundleggjandi hevur broytt okkara land og gj\u00f8rt ta\u00f0 til eitt n\u00f3gv betri land at b\u00fagva \u00ed. Vit eru blivin n\u00f3gv meira inkluderandi. Okkara felags s\u00f8ga er blivin sterkari og menniskjaligari. \u00d8llum t\u00ed hevur Javni og \u00f8ll fel\u00f8g og einstaklingar, sum har hava virka\u00f0, st\u00f8rstu t\u00f8kkina uppiborna fyri. Tit hava v\u00edst \u00ed verki, hvussu man byggir samfelag. Vit hava n\u00fa fleiri samb\u00fdli, b\u00fafelagsskapir, verkst\u00f8\u00f0, dagtilbo\u00f0, fr\u00edt\u00ed\u00f0artilbo\u00f0, Almannastovu, Hj\u00e1lpart\u00f3lami\u00f0st\u00f8\u00f0, psykiatriskan depil og mangt mangt anna\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8212;<\/p>\n\n\n\n<p>Samanlagt ver\u00f0ur mett, at \u00e1lei\u00f0 160 blivu send av landinum hetta t\u00ed\u00f0arskei\u00f0i\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>Ta\u00f0 eru enn 5 f\u00f3lk eftir \u00e1 stovni \u00ed Danmark. Og 31 f\u00f3lk, sum hava veri\u00f0 \u00e1 donskum stovni, sum \u00ed dag b\u00fagva \u00ed vardum heimum hj\u00e1 Almannaverkinum. Eg havi m\u00f8tt fleiri og ta\u00f0 er ongin ivi um, at ta\u00f0 situr \u00ed teimum enn. Kroppurin minnist &#8211; sama vi\u00f0 hjartanum og kenslunum. Upplivingar seta spor.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8212;<\/p>\n\n\n\n<p>Framt\u00ed\u00f0ina og \u00e1byrgdina eiga vit. Lat okkum br\u00faka s\u00f8guna til at hj\u00e1lpa okkum enn longri fram \u00e1 lei\u00f0 solei\u00f0is, at vit saman taka tey t\u00f8k, sum enn eru eftir at taka til frama fyri tey menniskju, sum enn t\u00f8rva hj\u00e1lp. T\u00ed vit eru ikki komin \u00e1 m\u00e1l h\u00f3ast vit eru \u00e1 r\u00e6ttari k\u00f3s.<\/p>\n\n\n\n<p><\/p>\n\n\n\n<p><em>Siri\u00f0 Stenberg, 11.09.2023<\/em><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>G\u00f3\u00f0an dagin \u00f8ll somul og hjartaliga v\u00e6lkomin Dagurin \u00ed dag er s\u00f8guligur. Hann er serstakur. Hann er t\u00fddningarmikil. Lat hann ver\u00f0a okkum b\u00e6\u00f0i til \u00e1minningar og eisini til reflekti\u00f3n um, hvussu vit saman skapa g\u00f3\u00f0a framt\u00ed\u00f0. Hvussu vit saman skapa eitt samfelag, har \u00f8ll ver\u00f0a s\u00e6dd, hoyrd og vird sum ta\u00f0 \u00f3missandi vir\u00f0i hv\u00f8rt einstakt [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":24,"featured_media":25273,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[40],"tags":[],"class_list":["post-27021","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-politikkur"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-05-23 00:43:27","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/27021","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/24"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=27021"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/27021\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":27022,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/27021\/revisions\/27022"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/25273"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=27021"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=27021"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=27021"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}