{"id":27124,"date":"2023-09-26T13:15:42","date_gmt":"2023-09-26T12:15:42","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=27124"},"modified":"2023-09-26T13:15:42","modified_gmt":"2023-09-26T12:15:42","slug":"toskur-a-foroyabanka-hvar-er-hann-komin-fra","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=27124","title":{"rendered":"Toskur \u00e1 F\u00f8royabanka \u2013 hvar er hann komin fr\u00e1?"},"content":{"rendered":"\n<p><strong>Innlei\u00f0sla<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>F\u00f8royabanki er eitt \u00f8ki \u00ed ein \u00fatsynning (su\u00f0ur-vestur) \u00far F\u00f8royum, har d\u00fdpi\u00f0 er umlei\u00f0 100 m \u00e1 t\u00ed grynsta partinum. Toskurin \u00e1 F\u00f8royabanka er rokna\u00f0ur sum ein egin toskastovnur, t\u00ed merkingarroyndir v\u00edsa, at fiskur fer\u00f0ast n\u00e6rum ikki til ella fr\u00e1 \u00f8\u00f0rum hav\u00f8kjum.<\/p>\n\n\n\n<p>Ta\u00f0 er eisini munur \u00e1 arvatilfarinum hj\u00e1 toski \u00e1 F\u00f8royabanka samanbori\u00f0 vi\u00f0 a\u00f0rar toskastovnar. Toskur \u00e1 F\u00f8royabanka veksur sera skj\u00f3tt fyrstu \u00e1rini og er longu yvir 80 cm langur og vigar yvir 8 kg, t\u00e1 hann er f\u00fdra \u00e1ra gamal. Til samanberingar er ein toskur \u00e1 f\u00f8royska landgrunninum umlei\u00f0 60 cm langur og 2,3 kg, t\u00e1 hann er f\u00fdra \u00e1r (Mynd 1).<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image size-full\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" width=\"454\" height=\"550\" src=\"https:\/\/sudurras.fo\/wp-content\/uploads\/2023\/09\/Mynd-1-toskur-a-Foroya-Banka.png\" alt=\"\" class=\"wp-image-27125\" srcset=\"https:\/\/sudurras.fo\/wp-content\/uploads\/2023\/09\/Mynd-1-toskur-a-Foroya-Banka.png 454w, https:\/\/sudurras.fo\/wp-content\/uploads\/2023\/09\/Mynd-1-toskur-a-Foroya-Banka-248x300.png 248w\" sizes=\"auto, (max-width: 454px) 100vw, 454px\" \/><\/figure>\n\n\n\n<p><\/p>\n\n\n\n<p><strong>Mynd 1.<\/strong>&nbsp;Toskur \u00e1 F\u00f8royabanka og \u00e1 landgrunninum. Mi\u00f0allongd og mi\u00f0alvekt \u00ed mun til aldur hj\u00e1 toskinum.<\/p>\n\n\n\n<p>Toskurin kemur \u00ed yvirlitstroli\u00f0, t\u00e1 hann er 2 \u00e1ra gamal og eldri (Mynd 2). Mest er at f\u00e1a, t\u00e1 toskurin er f\u00fdra \u00e1ra gamal. F\u00e1ir toskar gerast eldri enn 10 \u00e1r. Ta\u00f0, at sm\u00e1ir fiskar ikki koma \u00ed vei\u00f0ina, er einki serstakt fyri tosk \u00e1 F\u00f8royabanka, men er vanligt fyri n\u00f3gv fiskasl\u00f8g \u00ed \u00f8\u00f0rum hav\u00f8kjum. Ta\u00f0 er torf\u00f8rt at vita, hv\u00ed so er, t\u00ed ta\u00f0 er so torf\u00f8rt at eyglei\u00f0a fisk og anna\u00f0 livandi tilfeingi \u00ed havinum. Eitt bo\u00f0 kundi veri\u00f0, at sm\u00e1fiskur m\u00e1 fjala seg fyri st\u00f8rri fiski solei\u00f0is, at hann ikki ver\u00f0ur etin. \u00c1 landgrunninum fjalir sm\u00e1fiskur seg \u00ed tarask\u00f3ginum. Tarask\u00f3gur er ikki \u00e1 F\u00f8royabanka og sm\u00e1fiskurin \u00e1 F\u00f8royabanka hevur helst f\u00e6rri m\u00f8guleikar at fjala seg og ver\u00f0ur helst oftari etin. At vaksa skj\u00f3tt fyrstu t\u00eddina er helst ein tillaging til hesar umst\u00f8\u00f0ur.<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image size-full\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" width=\"454\" height=\"273\" src=\"https:\/\/sudurras.fo\/wp-content\/uploads\/2023\/09\/Mynd-2-toskur.png\" alt=\"\" class=\"wp-image-27126\" srcset=\"https:\/\/sudurras.fo\/wp-content\/uploads\/2023\/09\/Mynd-2-toskur.png 454w, https:\/\/sudurras.fo\/wp-content\/uploads\/2023\/09\/Mynd-2-toskur-300x180.png 300w\" sizes=\"auto, (max-width: 454px) 100vw, 454px\" \/><\/figure>\n\n\n\n<p><\/p>\n\n\n\n<p><strong>Mynd 2.<\/strong>&nbsp;Tal av toski \u00ed yvirlitstrolingunum (v\u00edsital) \u00ed mun til aldur hj\u00e1 toskinum.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>N\u00f8gd av toski \u00e1 F\u00f8royabanka<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>N\u00f8gdin av toski \u00e1 F\u00f8royabanka gj\u00f8rdist sera l\u00edtil \u00ed 2004 eftir n\u00f3gva vinnuliga roynd og \u00ed 2008 var\u00f0 F\u00f8royabanki fri\u00f0a\u00f0ur fyri mest sum alla vinnuliga vei\u00f0u. \u00cd 2020 v\u00f3ru grei\u00f0 tekin um, at toskurin var \u00ed fer\u00f0 vi\u00f0 at koma fyri seg aftur (Mynd 3) og \u00ed 2021 var F\u00f8royabanki opna\u00f0ur fyri eina avmarka\u00f0a vinnuliga vei\u00f0u.<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image size-full\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" width=\"454\" height=\"273\" src=\"https:\/\/sudurras.fo\/wp-content\/uploads\/2023\/09\/Mynd-3-toskur.png\" alt=\"\" class=\"wp-image-27127\" srcset=\"https:\/\/sudurras.fo\/wp-content\/uploads\/2023\/09\/Mynd-3-toskur.png 454w, https:\/\/sudurras.fo\/wp-content\/uploads\/2023\/09\/Mynd-3-toskur-300x180.png 300w\" sizes=\"auto, (max-width: 454px) 100vw, 454px\" \/><\/figure>\n\n\n\n<p><\/p>\n\n\n\n<p><strong>Mynd 3.<\/strong>&nbsp;Toskur \u00e1 F\u00f8royabanka. N\u00f8gd av toski \u00ed yvirlitstrolingunum, mars og august undir einum.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>Hvar er toskurin komin fr\u00e1?<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>Ta\u00f0 hevur veri\u00f0 f\u00f8rt fram, at toskurin \u00e1 F\u00f8royabanka \u201cer komin aftur\u201d. \u00cd hesum liggur, at toskurin m\u00f8guliga er komin fr\u00e1 \u00f8\u00f0rum havlei\u00f0um. Merkingarroyndir hava veri\u00f0 gj\u00f8rdar \u00e1 f\u00f8royska landgrunninum (\u00f8ki\u00f0 kring F\u00f8royar) s\u00ed\u00f0an 1997 og higartil er eingin av merktu toskunum fingin aftur \u00e1 F\u00f8royabanka \u00ed t\u00ed\u00f0arskei\u00f0num fr\u00e1 2020. Hetta bendir \u00e1, at toskurin ikki er komin fr\u00e1 f\u00f8royska landgrunninum \u00fat \u00e1 F\u00f8royabanka. Hinvegin benda yngulkanningar \u00e1 F\u00f8royabanka \u00e1, at toskurin alla t\u00ed\u00f0ina hevur veri\u00f0 \u00e1 F\u00f8royabanka. Flestu av toskunum, sum eru fingnir eftir 2020 eru g\u00fdttir \u00ed 2015 til 2018. Hetta eru fyrstu \u00e1r, sum g\u00f3vu l\u00edkinda n\u00f8gd av toskayngli s\u00ed\u00f0an 2004. Ver\u00f0ur hugt at \u00f8llum \u00e1rgangum s\u00ed\u00f0an 1993 er gott samsvar millum n\u00f8gd av toskayngli og ta n\u00f8gd, sum ver\u00f0ur fiska\u00f0 av \u00e1rganginum seinni \u00ed l\u00edvinum. Ta\u00f0 er t\u00ed mest sannl\u00edkt, at toskurin \u00e1 F\u00f8royabanka hevur veri\u00f0 har alla t\u00ed\u00f0ina og ikki er komin fr\u00e1 \u00f8\u00f0rum havlei\u00f0um.<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image size-full\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" width=\"454\" height=\"272\" src=\"https:\/\/sudurras.fo\/wp-content\/uploads\/2023\/09\/Mynd-4-toskur.png\" alt=\"\" class=\"wp-image-27128\" srcset=\"https:\/\/sudurras.fo\/wp-content\/uploads\/2023\/09\/Mynd-4-toskur.png 454w, https:\/\/sudurras.fo\/wp-content\/uploads\/2023\/09\/Mynd-4-toskur-300x180.png 300w\" sizes=\"auto, (max-width: 454px) 100vw, 454px\" \/><\/figure>\n\n\n\n<p><\/p>\n\n\n\n<p><strong>Mynd 4.<\/strong>&nbsp;Toskur \u00e1 F\u00f8royabanka. Toskayngul \u00ed yngulkanningunum \u00ed juni\/juli samanbori\u00f0 vi\u00f0 n\u00f8gd av toski fr\u00e1 sama \u00e1rgangi, sum er fingin \u00ed yvirlitstrolingunum n\u00f8kur \u00e1r seinni (v\u00edsital).<\/p>\n\n\n\n<p><strong>Samanumt\u00f8ka<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>Tann br\u00e1dliga \u00f8kingin av toski \u00e1 F\u00f8royabanka \u00ed 2020 reisir spurningin, hvar hesin toskur er komin fr\u00e1. Ta\u00f0 er sj\u00e1ldsamt at f\u00e1a sm\u00e1an tosk \u00e1 F\u00f8royabanka vi\u00f0 l\u00ednu, snellu ella troli. Fr\u00e1sagnir fr\u00e1 fiskimonnum benda \u00e1, at solei\u00f0is hevur ta\u00f0 alt\u00ed\u00f0 veri\u00f0. Ein ors\u00f8k er, at toskurin veksur so skj\u00f3tt, men eisini, at sm\u00e1ur fiskur hj\u00e1 n\u00f3gvum fiskasl\u00f8gum \u00ed n\u00f3gvum hav\u00f8kjum er torf\u00f8rur at f\u00e1a \u00ed fiskireidskapi. Ta\u00f0 grei\u00f0a sambandi\u00f0 millum n\u00f8gd av toskayngli og n\u00f8gdina, sum seinni er fingin av hesum toski, er grei\u00f0 \u00e1bending um, at toskurin \u00e1 F\u00f8royabanka ikki er komin fr\u00e1 n\u00f8krum \u00f8\u00f0rum hav\u00f8ki, men hevur hildi\u00f0 seg \u00e1 F\u00f8royabanka.<\/p>\n\n\n\n<p><\/p>\n\n\n\n<p><em>Kelda: https:\/\/www.hav.fo\/index.php?option=com_content&amp;view=article&amp;id=1088%3Atoskur-a-foroyabanka-hvar-er-hann-komin-fra&amp;catid=7%3Atidhindi&amp;Itemid=180&amp;fbclid=IwAR1-_DL-7Yj-b6zG7xRcQyS6q6hDl-8Xs1FML2KhZm7c1ZlpQjywFQNEdbo<\/em><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Innlei\u00f0sla F\u00f8royabanki er eitt \u00f8ki \u00ed ein \u00fatsynning (su\u00f0ur-vestur) \u00far F\u00f8royum, har d\u00fdpi\u00f0 er umlei\u00f0 100 m \u00e1 t\u00ed grynsta partinum. Toskurin \u00e1 F\u00f8royabanka er rokna\u00f0ur sum ein egin toskastovnur, t\u00ed merkingarroyndir v\u00edsa, at fiskur fer\u00f0ast n\u00e6rum ikki til ella fr\u00e1 \u00f8\u00f0rum hav\u00f8kjum. Ta\u00f0 er eisini munur \u00e1 arvatilfarinum hj\u00e1 toski \u00e1 F\u00f8royabanka samanbori\u00f0 vi\u00f0 [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":24,"featured_media":27129,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[1],"tags":[],"class_list":["post-27124","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-tidindi"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-05-22 23:53:57","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/27124","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/24"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=27124"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/27124\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":27130,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/27124\/revisions\/27130"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/27129"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=27124"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=27124"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=27124"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}