<\/p>\n\n\n\n
Ein tann mest t\u00fd\u00f0andi verk\u00e6tlanin fyri Su\u00f0uroynna – kanska nakrant\u00ed\u00f0 – og ein sera umr\u00e1\u00f0andi \u00edl\u00f8ga fyri F\u00f8royar – Su\u00f0uroyartunnilin – ver\u00f0ur n\u00fa l\u00f8gd fram \u00ed L\u00f8gtinginum fr\u00edggjadagin. Hetta er eitt avgerandi stig fyri at f\u00e1a kn\u00fdtt Su\u00f0uroynna upp \u00ed megin\u00f8ki\u00f0 vi\u00f0 f\u00f8stum sambandi.<\/p>\n\n\n\n
Gongdin \u00ed f\u00f3lkatalinum \u00ed F\u00f8royum hevur seinastu \u00e1rt\u00edggjuni veri\u00f0 r\u00e6ttliga grei\u00f0. Seinastu 10 \u00e1rini er f\u00f3lkatali\u00f0 \u00ed landinum vaksi\u00f0 vi\u00f0 umlei\u00f0 6.000 f\u00f3lkum ella vi\u00f0 umlei\u00f0 12,7%.<\/p>\n\n\n\n
\u00cd einum munandi parti av landinum hevur talan veri\u00f0 um st\u00f3ran f\u00f3lkav\u00f8kstur, me\u00f0an gongdin \u00ed f\u00f3lkatalinum \u00ed n\u00f8krum f\u00e1um p\u00f8rtum av landinum hevur veri\u00f0 skeiva vegin.<\/p>\n\n\n\n
Ey\u00f0kenni\u00f0 fyri \u00f8kini vi\u00f0 f\u00f3lkav\u00f8kstri er, at hesi \u00f8kini eru kn\u00fdtt saman vi\u00f0 f\u00f8stum sambandi vi\u00f0 megin\u00f8ki\u00f0 – og fyri oyggjarnar og \u00f8kini, sum hava fingi\u00f0 fast samband ella betri fast samband vi\u00f0 megin\u00f8ki\u00f0, er ta\u00f0 eisini sj\u00f3nligt, at fasta sambandi\u00f0 hevur skunda\u00f0 undir f\u00f3lkav\u00f8kstur.<\/p>\n\n\n\n
Hetta hava okur s\u00e6\u00f0 b\u00e6\u00f0i vi\u00f0 V\u00e1gatunlinum, Nor\u00f0oyatunlinum og Eysturoyartunlinum – og sum ta\u00f0 seinasta eisini vi\u00f0 Sandoyartunlinum.<\/p>\n\n\n\n
Fari\u00f0 var\u00f0 undir Sandoyartunnilin \u00ed 2018. Seinasta skoti\u00f0 var\u00f0 lati\u00f0 av \u00ed februar 2022 og koyrandi var gj\u00f8gnum Sandoyartunnilin \u00ed desember 2023.<\/p>\n\n\n\n
Gongdin \u00ed f\u00f3lkatalinum \u00ed Sandoynni og \u00ed Su\u00f0uroynni var frammanundan hetta \u00ed fleiri \u00e1rt\u00edggju \u00e1lei\u00f0 hin sama: Minkandi f\u00f3lkatal, h\u00e6kkandi mi\u00f0alaldur, f\u00e6rri ung og fleiri eldri.<\/p>\n\n\n\n
Vi\u00f0 Sandoyartunlinum er t\u00f3 farin fram ein broyting – og er f\u00f3lkatali\u00f0 \u00ed Sandoynni vaksi\u00f0 \u00far 1.257 \u00ed februar 2022 til 1.311 vi\u00f0 \u00e1rsbyrjan \u00ed \u00e1r, ein v\u00f8kstur \u00e1 4,3%. Sama t\u00ed\u00f0arskei\u00f0 er f\u00f3lkatali\u00f0 \u00ed Su\u00f0uroynni minka\u00f0 vi\u00f0 umlei\u00f0 100 f\u00f3lkum, ein minking \u00e1 2,1%.<\/p>\n\n\n\n
L\u00f8gtingi\u00f0 vi\u00f0gera Su\u00f0uroyartunnilin<\/strong>
\u00cd komandi viku ver\u00f0ur 1. vi\u00f0ger\u00f0 av l\u00f3gini um at projektering av Su\u00f0uroyartunlinum, og fer\u00f0 L\u00f8gtingi\u00f0 t\u00e1 at vi\u00f0ger\u00f0 uppskot um:
– Projektering av Su\u00f0uroyartunlinum, solei\u00f0is at kl\u00e1rt er at bj\u00f3\u00f0a Su\u00f0uroyartunnilin \u00fat.
– \u00datbo\u00f0 av Su\u00f0uroyartunlinum, solei\u00f0is at ta\u00f0 ver\u00f0ur greitt hv\u00f8r kostna\u00f0urin ver\u00f0ur.<\/p>\n\n\n\n
Ta\u00f0 eru settar av 200 mi\u00f3. kr. til hetta arbei\u00f0i\u00f0, 100 mi\u00f3. kr. \u00ed 2025 og 100 mi\u00f3. kr. ver\u00f0a \u00e1 f\u00edggjarl\u00f3gini fyri 2026.<\/p>\n\n\n\n
Samb\u00e6rt PF Su\u00f0uroyartunlinum kann hetta arbei\u00f0i\u00f0 ver\u00f0a komi\u00f0 \u00e1 m\u00e1l \u00e1 sumri \u00ed 2026 – og t\u00e1 skal L\u00f8gtingi\u00f0 aftur vi\u00f0gera m\u00e1li\u00f0 og taka st\u00f8\u00f0u til, um farast skal undir Su\u00f0uroyartunnilin vi\u00f0 t\u00ed kostna\u00f0inum, sum t\u00e1 fyriliggur.<\/p>\n\n\n\n
Grundarlag fyri v\u00f8kstri<\/strong>
Royndirnar seinastu 20-25 \u00e1rini – fr\u00e1 V\u00e1gatunlinum til Sandoyartunnilin – eru p\u00fara grei\u00f0ar: Fast samband hevur f\u00f8rt vi\u00f0 s\u00e6r betri m\u00f8guleikar fyri \u00f8kini og v\u00f8kstur \u00ed f\u00f3lkatalinum.<\/p>\n\n\n\n
Vi\u00f0 Su\u00f0uroyartunlinum f\u00e6r Su\u00f0uroyggin javnbj\u00f3\u00f0is m\u00f8guleikar vi\u00f0 restina av landinum – og hetta er alney\u00f0ugt grundarlag fyri v\u00f8kstri. Hetta f\u00e6r at t\u00e6na b\u00e6\u00f0i Su\u00f0uroynni og \u00f8llum F\u00f8royum – hetta er fult \u00ed tr\u00e1\u00f0 vi\u00f0 samgonguskjali\u00f0 – og hetta fer at ver\u00f0a gott.<\/p>\n\n\n\n
Komandi vikurnar fer\u00f0 L\u00f8gtingi\u00f0 at vi\u00f0gera l\u00f3garuppskoti\u00f0 um Su\u00f0uroyartunnilin. M\u00edn partur hevur higartil ikki ligi\u00f0 eftir og fer heldur ikki at liggja eftir, t\u00e1 uppskoti\u00f0 er samtykt seinni \u00ed v\u00e1r.<\/p>\n\n\n\n
<\/p>\n\n\n\n
Dennis Holm
L\u00f8gtingslimur fyri Tj\u00f3\u00f0veldi<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"
Ein tann mest t\u00fd\u00f0andi verk\u00e6tlanin fyri Su\u00f0uroynna – kanska nakrant\u00ed\u00f0 – og ein sera umr\u00e1\u00f0andi \u00edl\u00f8ga fyri F\u00f8royar – Su\u00f0uroyartunnilin – ver\u00f0ur n\u00fa l\u00f8gd fram \u00ed L\u00f8gtinginum fr\u00edggjadagin. Hetta er eitt avgerandi stig fyri at f\u00e1a kn\u00fdtt Su\u00f0uroynna upp \u00ed megin\u00f8ki\u00f0 vi\u00f0 f\u00f8stum sambandi. Gongdin \u00ed f\u00f3lkatalinum \u00ed F\u00f8royum hevur seinastu \u00e1rt\u00edggjuni veri\u00f0 r\u00e6ttliga grei\u00f0. […]<\/p>\n","protected":false},"author":24,"featured_media":32740,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[40],"tags":[],"class_list":["post-32739","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-politikkur"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-05-21 02:28:32","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/32739","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/24"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=32739"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/32739\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":32741,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/32739\/revisions\/32741"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/32740"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=32739"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=32739"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=32739"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}