{"id":3678,"date":"2018-05-13T17:30:12","date_gmt":"2018-05-13T16:30:12","guid":{"rendered":"http:\/\/sudurras.fo\/?p=3678"},"modified":"2018-05-13T17:30:12","modified_gmt":"2018-05-13T16:30:12","slug":"sudringar-greidan-sigur-a-07-vestur","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=3678","title":{"rendered":"Su\u00f0ringar grei\u00f0an sigur \u00e1 07 Vestur"},"content":{"rendered":"<p>\u00cd oysandi regni t\u00f3k 07 Vestur seinnapartin \u00edm\u00f3ti Su\u00f0ringum \u00ed S\u00f8rv\u00e1gi. Ve\u00f0ri\u00f0 til f\u00f3tb\u00f3lt var t\u00f3 gott, t\u00ed ta\u00f0 var p\u00fara stilli \u00ed S\u00f8rv\u00e1gi.<\/p>\n<p><!--more--><\/p>\n<p>Su\u00f0ringar v\u00f3ru grei\u00f0ir um, at hetta var ein sera t\u00fddningarmikil dystur. Vi\u00f0 einum sigri kundu teir f\u00e1a eitt r\u00e6ttiligt hol ni\u00f0ur til botnin, samstundis sum 07 Vestur t\u00e1 helst eisini var\u00f0 fastl\u00e6st \u00ed botninum. 07 Vestur hev\u00f0i helst somu \u00e1sko\u00f0an &#8211; hetta var ein dystur, sum heimali\u00f0i\u00f0 m\u00e1tti vinna fyri at var\u00f0veita v\u00f3nina um framhald \u00ed Betrideildini (eisini h\u00f3ast ta\u00f0 eru 17 umf\u00f8r eftir).<\/p>\n<p>Su\u00f0ringar byrja\u00f0u dystin v\u00e6l og g\u00f3\u00f0a sp\u00e6li\u00f0, sum Su\u00f0ringar, hava v\u00edst \u00ed fleiri dystir, var sera sj\u00f3nligt \u00ed fyrra h\u00e1lvleiki, har Su\u00f0ringar v\u00f3ru v\u00e6l betur.<\/p>\n<p>Su\u00f0ringar skaptu fr\u00e1 byrjan fleiri sm\u00e1ar m\u00e1lm\u00f8guleikar, men tann fyrsti st\u00f3ri m\u00f8guleikin kom, t\u00e1 Su\u00f0ringar fingu fr\u00edspark \u00ed h\u00f8gru s\u00ed\u00f0u \u00e1 brotsteigar markinum. Ibra var\u00f0 settur at taka og t\u00e1 hann skj\u00fdtur og b\u00f3lturin er \u00e1vegis uppum verjuna, tekur ein 07 Vestur leikari hondina \u00ed br\u00fak, og d\u00f3marin d\u00f8mir brotsspark.<\/p>\n<p>Isaac Shaze var\u00f0 settur at skj\u00f3ta og skora\u00f0i trygt til 1-0. Hetta var \u00ed 24. minutti.<\/p>\n<p>Teir n\u00e6stu 10 minuttirnar h\u00f8vdu Su\u00f0ringar fleiri heilt st\u00f3rar m\u00e1lm\u00f8guleikar og vi\u00f0 eitt sindur av neyvleika, so var st\u00f8\u00f0an b\u00e6\u00f0i 2-0 og 3-0 hesa l\u00f8tuna, \u00e1\u00f0renn Su\u00f0ringar \u00f8ktum um lei\u00f0sluna.<\/p>\n<p>M\u00e1li\u00f0 til 2-0 kom eftir 33 minuttir, t\u00e1 Su\u00f0ringar vinna b\u00f3ltin \u00e1 egnari h\u00e1lvu, sp\u00e6la direkta upp gj\u00f8gnum mi\u00f0juna. B\u00fai f\u00e6r b\u00f3ltin og roynir at fara framvi\u00f0 einum verjuleikara, men sleppur ikki r\u00e6ttiliga \u00edgj\u00f8gnum. So kemur Eirikur Magnusarson, vinnur b\u00f3ltin og f\u00e6r sk\u00f8va b\u00f3ltin framvi\u00f0 m\u00e1lverjanum til 2-0.<\/p>\n<p>2-0 var eisini h\u00e1lvleiksst\u00f8\u00f0an og var hetta eisini greitt uppibori\u00f0, h\u00f3ast 07 Vestur hev\u00f0i nakrar m\u00e1lm\u00f8guleikar, sum teir ikki megna\u00f0u at umseta til m\u00e1l \u00ed fyrra h\u00e1lvleiki.<\/p>\n<p>\u00cd seinna h\u00e1lvleiki v\u00f3ru Su\u00f0ringar ikki so offensivir, sum teir v\u00f3ru \u00ed fyrra h\u00e1lvleiki. 07 Vestur kom eisini \u00fat til seinna h\u00e1lvleik fyri at str\u00ed\u00f0ast fyri l\u00edvinum. Heimali\u00f0i\u00f0 var eisini naka\u00f0 oman\u00e1 leikliga \u00ed seinna h\u00e1lvleiki, men megna\u00f0u t\u00f3 ongant\u00ed\u00f0 at skapa st\u00f3rar m\u00e1lm\u00f8guleikar.<\/p>\n<p>Su\u00f0ringar d\u00fava\u00f0u upp\u00e1 kontra &#8211; venjarin hev\u00f0i heilt greitt v\u00e6nta\u00f0, at 07 Vestur f\u00f3r at leggja meiri uppfyri \u00ed seinna h\u00e1lvleiki. Men t\u00e1 m\u00f8guleikarnir komu, t\u00e1 v\u00f3ru Su\u00f0ringar ikki n\u00f3g neyvir \u00ed uppsp\u00e6linum.<\/p>\n<p>Su\u00f0ringar str\u00edddist sera v\u00e6l og hv\u00f8rja fer\u00f0 m\u00f8guleikarnir v\u00f3ru har, so str\u00edddust teir fyri t\u00ed. T\u00e1 82 minuttir v\u00f3ru farnir eydna\u00f0ist ta\u00f0 eisini at f\u00e1a m\u00e1l burtur\u00far str\u00ed\u00f0num, t\u00e1 07 Vestur leikari var kroystur til at gera eina har\u00f0a afturlegging til m\u00e1lverjan, sum m\u00e1lverjin ikki megna\u00f0i at f\u00e1a fatur \u00ed. Sj\u00e1lvm\u00e1l og st\u00f8\u00f0an var 3-0 til Su\u00f0ringar.<\/p>\n<p>Dysturin enda\u00f0i eisini vi\u00f0 3-0 sigri til Su\u00f0ringar, sum aftur \u00ed dag sp\u00e6ldu ein g\u00f3\u00f0an dyst og vunnu uppibori\u00f0. Su\u00f0ringar hava n\u00fa ikki tapt \u00ed 4 dystir \u00e1 ra\u00f0, 3 sigrar og 1 javnleik er ta\u00f0 blivi til.<\/p>\n<p>\u00darsliti\u00f0 \u00ed dag f\u00f8rir vi\u00f0 s\u00e6r, at Su\u00f0ringar n\u00fa eru komnir upp \u00e1 10 stig, sama stigatal sum EB\/Streymur \u00e1 7. pl\u00e1ssi.<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>\u00cd oysandi regni t\u00f3k 07 Vestur seinnapartin \u00edm\u00f3ti Su\u00f0ringum \u00ed S\u00f8rv\u00e1gi. Ve\u00f0ri\u00f0 til f\u00f3tb\u00f3lt var t\u00f3 gott, t\u00ed ta\u00f0 var p\u00fara stilli \u00ed S\u00f8rv\u00e1gi.<\/p>\n","protected":false},"author":3,"featured_media":3679,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[2,1],"tags":[],"class_list":["post-3678","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-itrottur","category-tidindi"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-05-24 06:07:01","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/3678","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/3"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=3678"}],"version-history":[{"count":0,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/3678\/revisions"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/3679"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=3678"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=3678"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=3678"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}