{"id":3880,"date":"2018-05-15T14:10:03","date_gmt":"2018-05-15T13:10:03","guid":{"rendered":"http:\/\/sudurras.fo\/?p=3880"},"modified":"2018-05-15T14:10:03","modified_gmt":"2018-05-15T13:10:03","slug":"landsverk-nyggjur-hvalbiartunnil-naerkast","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=3880","title":{"rendered":"Landsverk: N\u00fdggjur Hvalbiartunnil n\u00e6rkast"},"content":{"rendered":"<div class=\"snnewsintro\">H\u00c1T\u00cd\u00d0ARL\u00d8TA: Ta\u00f0 var h\u00e1t\u00ed\u00f0ard\u00e1mur \u00ed Hvalba \u00ed gj\u00e1r, t\u00e1 tveir eldri borgarar \u00ed kommununi settu spakan \u00ed fyri arbei\u00f0svegnum, sum skal gerast \u00ed sambandi vi\u00f0, at ta\u00f0 skj\u00f3tt ver\u00f0ur fari\u00f0 undir at bora n\u00fdggjan tunnil millum Hvalba og Trongisv\u00e1g. S\u00ed\u00f0ani f\u00f3r fyrsta gravimaskinan \u00ed gongd vi\u00f0 arbei\u00f0i\u00f0.<\/div>\n<div>&nbsp;<\/div>\n<p><!--more--><\/p>\n<div class=\"snnewstext editor\">\n<p>Seinnapartin m\u00e1nadagin var\u00f0 spaki settur \u00ed fyri n\u00fdggju farlei\u00f0ini til \u00edb\u00fagvarnar \u00ed Hvalbiar kommunu. Hetta hendi, t\u00e1 tveir eldri borgarar \u00far \u00e1vikavist Nesi og Trongisv\u00e1gi, sum b\u00e1\u00f0ir eru farnir v\u00e6l upp um n\u00edti \u00e1ra aldur, settu fyrsta spakan \u00ed fyri arbei\u00f0svegnum m\u00f3ti komandi tunnilsmunnanum hvalbiarmegin.<\/p>\n<p>Ve\u00f0ri\u00f0 var av t\u00ed fr\u00e6ga vi\u00f0 eitt sindur av vindi, men helt s\u00e6r turt, til alt var li\u00f0ugt. Almenna tiltaki\u00f0 hev\u00f0i savna\u00f0 n\u00f8kur hundra\u00f0 f\u00f3lk inni \u00ed dalinum, har arbei\u00f0svegurin byrjar.<\/p>\n<p>Ewald Kj\u00f8lbro, stj\u00f3ri \u00e1 Landsverki, leg\u00f0i vegna byggiharran fyri vi\u00f0 at bj\u00f3\u00f0a v\u00e6lkomin. Hann fegna\u00f0ist um, at ta\u00f0 ums\u00ed\u00f0ir er komi\u00f0 hartil, at skj\u00f8til kann setast \u00e1 hesa leingi eftirl\u00fdstu verk\u00e6tlanina vi\u00f0 eini n\u00fdggjari farlei\u00f0 millum Hvalba og Trongisv\u00e1g.<\/p>\n<p>S\u00ed\u00f0ani fekk Hendrik Old, landsst\u00fdrisma\u00f0ur \u00ed samfer\u00f0slum\u00e1lum, or\u00f0i\u00f0, og hann seg\u00f0i millum anna\u00f0:<\/p>\n<p>&#8211; Leingi er ta\u00f0, i\u00f0 v\u00e6l skal vera, og hetta hevur veruliga veri\u00f0 dr\u00fagt at b\u00ed\u00f0a eftir. \u00cd F\u00f8royum tekur ta\u00f0 oftani langa t\u00ed\u00f0 at tosa um tingini, \u00e1\u00f0renn mann handlar. Tosa\u00f0 hevur veri\u00f0 \u00ed mong \u00e1r um Kolavegin, um hvussu v\u00e1naligur hann er, og hvussu smalur tunnilin er. Hetta er t\u00ed ein st\u00f3r l\u00f8ta fyri b\u00e6\u00f0i hvalbingar, sandv\u00edkskingar og allar su\u00f0ringar, at vit ums\u00ed\u00f0ir kunnu seta spakan \u00ed.<\/p>\n<p><strong>St\u00f3rhending fyri hvalbingar<\/strong><br \/>\nSum vera mann var eisini fr\u00f8i \u00e1 borgarstj\u00f3ranum \u00ed Hvalba, t\u00e1 hann l\u00fdsti t\u00fddningin av eini betri farlei\u00f0 fyri b\u00e6\u00f0i borgarar og vinnul\u00edv \u00ed Hvalbiar kommunu.<\/p>\n<p>&#8211; Hetta er einki minni enn ein st\u00f3rhending, t\u00ed eins og v\u00e1ri\u00f0 bo\u00f0ar fr\u00e1 sumri og l\u00fd\u00f0ku, bo\u00f0ar n\u00fdggi Hvalbiartunnilin fr\u00e1, at vit fara inn \u00ed n\u00fdggjar t\u00ed\u00f0ir, har avbj\u00f3\u00f0ingar, sum liggja fyri framman, ikki eru darva\u00f0ar av eini \u00f3t\u00ed\u00f0arh\u00f3skandi farlei\u00f0, seg\u00f0i Janus Vang.<\/p>\n<p>Tv\u00f8royrar kommuna var undir h\u00e1t\u00ed\u00f0arhaldinum umbo\u00f0a\u00f0 av varaborgarstj\u00f3ranuum.<\/p>\n<p>&#8211; \u00cd dag taka vit eitt n\u00fdtt og trygt fet inn \u00ed framt\u00ed\u00f0ina. Ta\u00f0 er m\u00e6r ein st\u00f3r gle\u00f0i vegna Tv\u00f8royrar kommunu at standa her saman vi\u00f0 tykkum og h\u00e1t\u00ed\u00f0arhalda, at spakin n\u00fa ver\u00f0ur settur \u00ed fyri atkomuvegnum, seg\u00f0i Anita Vibergsd\u00f3ttir, varaborgarstj\u00f3ri, \u00ed s\u00edni talu.<\/p>\n<p>S\u00ed\u00f0ani var gj\u00f8rt kl\u00e1rt til at loysa fyrsta flagi\u00f0 vi\u00f0 einum spaka, sum vi\u00f0 dagsins h\u00e1t\u00ed\u00f0arliga h\u00f8vi var silvurgyltur. Landsst\u00fdrisma\u00f0urin hev\u00f0i bi\u00f0i\u00f0 tveir eldri borgarar \u00ed Hvalbiar- og Tv\u00f8royrar kommunum, Allon N\u00e6s \u00far Nesi, og D\u00e1njal av Rana \u00far Trongisv\u00e1gi, at loysa fyrsta flagi\u00f0. S\u00ed\u00f0stnevndi var sum maskinf\u00f8rari vi\u00f0 til at gera verandi tunnil fyri umlei\u00f0 55 \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani.<\/p>\n<p>Eftir hetta og n\u00f3gvar l\u00f3gvabrestir bj\u00f3\u00f0a\u00f0u Hvalbiar kommuna og Landsverk til kaffi og tunnilsk\u00f8kur \u00ed Roynh\u00f8llini.<\/p>\n<p><strong>H\u00e6dd tikin fyri su\u00f0uroyarlei\u00f0<\/strong><br \/>\n\u00cd l\u00f3garuppskotinum til n\u00fdggjan Hvalbiartunnil vi\u00f0 tilhoyrandi vegum stendur, at ta\u00f0 leingi hevur ligi\u00f0 \u00ed kortunum, at n\u00fdggjur Hvalbiartunnil skal gerast.<\/p>\n<p>Verandi tunnil var sum tann fyrsti og harvi\u00f0 elsti tunnilin \u00ed landinum li\u00f0ugur \u00ed 1963. S\u00ed\u00f0ani eru nakrar dagf\u00f8ringar gj\u00f8rdar, men tunnilin er l\u00e1gur og einbreyta\u00f0ur. Farlei\u00f0in liggur h\u00f8gt, og vegurin er b\u00e6\u00f0i smalur og brattur.<\/p>\n<p>Hvalbiartunnilin l\u00fdkur ikki dagsins kr\u00f8v til trygd, dygd og fer\u00f0slu, og verandi farlei\u00f0 er ein for\u00f0ing fyri vinnumenning og \u00fatbyggingum nor\u00f0an fyri tunnilin, ver\u00f0ur sagt \u00ed vi\u00f0merkingunum til l\u00f3garuppskoti\u00f0. Ta\u00f0 er t\u00ed st\u00f3rur t\u00f8rvur \u00e1 at f\u00e1a eina t\u00ed\u00f0arh\u00f3skandi farlei\u00f0 millum Hvalba og Trongisv\u00e1g.<\/p>\n<p>Sagt ver\u00f0ur eisini, at verk\u00e6tlanin er framt\u00ed\u00f0artryggja\u00f0, solei\u00f0is at h\u00e6dd ver\u00f0ur tikin fyri eini framt\u00ed\u00f0ar su\u00f0uroyarfarlei\u00f0.<\/p>\n<p>Tunnilin ver\u00f0ur umlei\u00f0 2,5 kilometrar langur og fer at ganga fr\u00e1 Ni\u00f0astabotni \u00ed Hvalba til Gj\u00e1nhamar \u00ed Trongdisv\u00e1gi . Tilkoyringarvegirnir ver\u00f0a tilsamans 3,3 kilometrar. Umlei\u00f0 2,3 kilometrar hvalbiarmegin og 1,0 kilometur trongisv\u00e1gsmegin.<\/p>\n<p>Tunnilsmunnarnir fara at liggja \u00ed \u00e1vikavist 70 metra h\u00e6dd m\u00f3ti Hvalba og umlei\u00f0 100 metrar m\u00f3ti Trongisv\u00e1gi.<\/p>\n<p>Samb\u00e6rt verklagsl\u00f3gini eru byggi\u00fatrei\u00f0slunar \u00e1settar til \u00ed mesta lagi 272 mi\u00f3. kr\u00f3nur.<br \/>\n&nbsp;<br \/>\n<em><strong>Fleiri myndir eru <a href=\"http:\/\/www.landsverk.fo\/fo-fo\/nyggjur-hvalbiartunnil-naerkast\">her<\/a><\/strong><br \/>\n<\/em><\/p>\n<\/div>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>H\u00c1T\u00cd\u00d0ARL\u00d8TA: Ta\u00f0 var h\u00e1t\u00ed\u00f0ard\u00e1mur \u00ed Hvalba \u00ed gj\u00e1r, t\u00e1 tveir eldri borgarar \u00ed kommununi settu spakan \u00ed fyri arbei\u00f0svegnum, sum skal gerast \u00ed sambandi vi\u00f0, at ta\u00f0 skj\u00f3tt ver\u00f0ur fari\u00f0 undir at bora n\u00fdggjan tunnil millum Hvalba og Trongisv\u00e1g. S\u00ed\u00f0ani f\u00f3r fyrsta gravimaskinan \u00ed gongd vi\u00f0 arbei\u00f0i\u00f0. &nbsp;<\/p>\n","protected":false},"author":3,"featured_media":3881,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[1],"tags":[],"class_list":["post-3880","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-tidindi"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-05-07 07:13:22","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/3880","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/3"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=3880"}],"version-history":[{"count":0,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/3880\/revisions"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/3881"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=3880"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=3880"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=3880"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}