{"id":40290,"date":"2025-09-29T14:37:26","date_gmt":"2025-09-29T13:37:26","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=40290"},"modified":"2025-09-29T14:37:27","modified_gmt":"2025-09-29T13:37:27","slug":"svar-til-bjarna-prior-i-uf-27-09-25","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=40290","title":{"rendered":"Svar til Bjarna Prior \u00ed \u00daF 27.09.25"},"content":{"rendered":"\n<p>G\u00f3\u00f0i Bjarni, fyrst nakrar r\u00e6ttingar til t\u00edn. N\u00fa er ta\u00f0 so langt s\u00ed\u00f0ani at t\u00fa vart \u00e1 vitjan her hj\u00e1 okkum, at eg ikki mintist n\u00e6r ta\u00f0 var, so eg var noydd til at sl\u00e1a ta\u00f0 upp. Tit v\u00f3ru \u00e1 fundi \u00e1 Heilsusk\u00falanum tann 13. oktober 2021. S\u00ed\u00f0ani havi eg ikki tosa\u00f0 vi\u00f0 teg.<\/p>\n\n\n\n<p>Eg minnist einki til, at t\u00fa hevur sagt teg vilja gjalda fyri ein sj\u00fakrar\u00f8ktarfr\u00f8\u00f0ing, og ta\u00f0 er fyri sov\u00edtt heldur ikki t\u00edn uppg\u00e1va. Men ta\u00f0 er heldur ikki n\u00f8ktandi, t\u00ed ta\u00f0 er t\u00f8rvur \u00e1 \u00f8\u00f0rum starvsf\u00f3lkum enn sj\u00fakrar\u00f8ktarfr\u00f8\u00f0ingum.<\/p>\n\n\n\n<p>At leggja Heilsusk\u00falan undir ikki at megna at hava fjarundirv\u00edsing, er \u00f3gvuliga grovt, ikki minst \u00ed l\u00f8tuni, har fjarundirv\u00edsing er okkara \u00e1lit. L\u00e6rararnir \u00e1 Heilsusk\u00falanum liggja \u00ed l\u00f8tuni flatir \u00ed luftini, t\u00ed teirra t\u00edmatalva \u00ed st\u00f3ran mun er fjarundirv\u00edsing, vegna flottu ferjuna, sum \u00ed l\u00f8tuni siglir til Su\u00f0uroynna.<\/p>\n\n\n\n<p>Annars haldi eg, at t\u00fa skalt vita, at allar tr\u00edggjar \u00fatb\u00fagvingarnar hava fasta fjarundirv\u00edsing. \u00cd l\u00f8tuni hava heilsur\u00f8ktarar fjarundirv\u00edsing m\u00e1nadag og t\u00fdsdag, heilsuhj\u00e1lparar hava fjarundirv\u00edsing, a\u00f0ru hv\u00f8rja viku og n\u00e1msfr\u00f8\u00f0ihj\u00e1lparar hava fjarundirv\u00edsing h\u00f3sdag og fr\u00edggjadag. \u00datyvir hetta, hava vit n\u00f3gva fjarundirv\u00edsing afturat, fyri at yvirliva Galaxy. Ta\u00f0 finnast ikki fleksiblari starvsf\u00f3lk \u00ed F\u00f8royum, enn l\u00e6rararnir \u00e1 Heilsusk\u00fala F\u00f8roya (ikki Heilsusk\u00falanum \u00ed su\u00f0ri!).<\/p>\n\n\n\n<p>Vit eru fullgrei\u00f0 kl\u00e1r yvir, at st\u00f8\u00f0an er \u00e1lvarsom \u00ed fleiri st\u00f8\u00f0um \u00ed landinum, og hava t\u00ed eisini longu lagt eitt uppskot fram, ein leist sum gj\u00f8rdi heilsur\u00f8ktara\u00fatb\u00fagvingina meira fleksibla. Leisturin var g\u00f3\u00f0kendur, eisini hj\u00e1 Styrelsen for Patientsikkerhed, sum stendur fyri autorisati\u00f3nini til \u00fatb\u00fagvingina. Men har v\u00f3ru onnur vi\u00f0urskiftir at finnast at. Vi\u00f0urskiftir sum gera, at \u00fatb\u00fagvingin n\u00fa er longd, \u00ed upp til eitt \u00e1r. Hetta er ikki vi\u00f0urskiftir, sum Heilsusk\u00falin eigur \u00e1byrgdina av.<\/p>\n\n\n\n<p>Hetta hevur gj\u00f8rt at tilr\u00e6ttaleggjast m\u00e1 av n\u00fdggjum. Samstundis er \u00abl\u00f8n undir \u00fatb\u00fagving\u00bb \u00ed gongd. Treytirnar, sum n\u00e6mingarnir koma undir, eru ikki grei\u00f0ar enn. T\u00edskil vita vit ikki neyvt hvat vit skulu tilr\u00e6ttaleggja \u00fat fr\u00e1. Vit hava eitt, so gott sum kl\u00e1rt uppskot, til n\u00e6mingar, sum hava arbei\u00f0sroyndir og hava tiki\u00f0 mi\u00f0n\u00e1ms\u00fatb\u00fagving ella heilsuhj\u00e1lpara. Men \u00f8ll uppskot sum eru galdandi fyri \u00fatb\u00fagvingarnar, skulu g\u00f3\u00f0kennast \u00ed \u00fatb\u00fagvingarr\u00e1\u00f0num, og ver\u00f0a \u00ed tr\u00e1\u00f0 vi\u00f0 n\u00e1mskipanina fyri \u00fatb\u00fagvingina. Vit skulu uppfylla eitt \u00e1v\u00edst tal av undirv\u00edsingart\u00edmum, vit skulu hava hetta at passa vi\u00f0 starvsvenjing \u00ed somatik, sum er eitt l\u00e6st t\u00ed\u00f0arskei\u00f0 og psykiatri, sum fyri n\u00f8kur er eitt l\u00e6st t\u00ed\u00f0arskei\u00f0, og sostatt ver\u00f0ur ta\u00f0 fyri allan flokkin. Hj\u00e1 okkum hevur kjaki\u00f0 \u00ed longri t\u00ed\u00f0, sn\u00fa\u00f0 seg um, hvussu vit kunnu gera hetta \u00e1byrgdarfult og vi\u00f0 n\u00f3g h\u00f8gari g\u00f3\u00f0sku. Her eru n\u00f3gv vi\u00f0urskiftir at taka atlit til. Hetta er ikki naka\u00f0, sum bara kann sleingjast \u00fat \u00far ermuni.<\/p>\n\n\n\n<p>T\u00e1 ta\u00f0 so er sagt, so finst neyvan nakar sk\u00fali \u00ed F\u00f8royum, sum er so sterkur til fjarundirv\u00edsing sum Heilsusk\u00fali F\u00f8roya, t\u00ed vit hava lagt orku \u00ed, at menna okkum \u00ed fleiri \u00e1r.<\/p>\n\n\n\n<p>Okkara fatan hevur veri\u00f0 at kommunur ikki eru \u00e1huga\u00f0ar \u00ed einari \u00abtraditionellari\u00bb \u00fatb\u00fagvingargongd, men heldur at n\u00e6mingarnir, skulu ver\u00f0a \u00ed sk\u00fala ein til tveir dagar um vikuna. Sostatt f\u00e1a vit blanda\u00f0a sk\u00falagongd og starvsvenjing samstundis. Hetta er eisini n\u00fdtt, \u00ed mun til gamla uppskoti\u00f0. Samb\u00e6rt n\u00e1mskipanini, hava n\u00e6mingarnir r\u00e6tt til ein n\u00e1msdag um vikuna, hetta skal eisini passa inn \u00ed samla\u00f0u tilr\u00e6ttaleggingina.<\/p>\n\n\n\n<p>Ta\u00f0 hev\u00f0i veri\u00f0 fantastiskt fyri okkum her \u00e1 Heilsusk\u00falanum, um l\u00f8n undir \u00fatb\u00fagving bleiv avgreitt, t\u00ed so kunnu vit arbei\u00f0a v\u00ed\u00f0ari. \u00cd l\u00f8tuni er fatanin ikki, at kommunurnar eru vi\u00f0sp\u00e6larar, fyri at f\u00e1a tingini at eydnast. Er st\u00f8\u00f0an tann, at partarnir ikki vilja semjast, vegna at man ikki ynskir at Heilsusk\u00falin skal eydnast \u00ed Su\u00f0uroy, er hetta sera \u00f3sakligt, t\u00ed ta\u00f0 er \u00f3sakligt at blanda\u00f0 ymisk m\u00e1l saman. Ta\u00f0 hev\u00f0i veri\u00f0 gott vi\u00f0 eitt sindur av \u00e1liti\u00f0 partarnar \u00edmillum, \u00edsta\u00f0in fyri at tra\u00f0ka hv\u00f8nn annan ni\u00f0ur \u00ed mi\u00f0lunum.<\/p>\n\n\n\n<p>Eg n\u00fdtist ikki at nevna, at b\u00e6\u00f0i \u00fatb\u00fagvingar til sj\u00fakrar\u00f8ktarfr\u00f8\u00f0ing og n\u00e1msfr\u00f8\u00f0ing liggja \u00ed megin\u00f8kinum, og at hesi f\u00f3lkini \u00e1l\u00edkav\u00e6l eru ein mangulv\u00f8ra.<\/p>\n\n\n\n<p>Eg vil gjarna ver\u00f0a vi\u00f0 til at finna eina loysn, og havi eisini sagt ja til at koma \u00e1 fund til samr\u00e1\u00f0ingarnar, fyri at grei\u00f0a fr\u00e1 \u00f3grei\u00f0um vi\u00f0urskiftum um ney\u00f0ugt, m.a. vi\u00f0 n\u00e1mst\u00ed\u00f0, men enn havi eg onga innbj\u00f3\u00f0ing fingi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>Vivie Davidsen<br>Sk\u00falastj\u00f3ri<br>Heilsusk\u00fali F\u00f8roya<\/strong><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>G\u00f3\u00f0i Bjarni, fyrst nakrar r\u00e6ttingar til t\u00edn. N\u00fa er ta\u00f0 so langt s\u00ed\u00f0ani at t\u00fa vart \u00e1 vitjan her hj\u00e1 okkum, at eg ikki mintist n\u00e6r ta\u00f0 var, so eg var noydd til at sl\u00e1a ta\u00f0 upp. Tit v\u00f3ru \u00e1 fundi \u00e1 Heilsusk\u00falanum tann 13. oktober 2021. S\u00ed\u00f0ani havi eg ikki tosa\u00f0 vi\u00f0 teg. Eg [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":40291,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[3],"tags":[],"class_list":["post-40290","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-lesarin-skrivar"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-04-30 20:06:09","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/40290","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=40290"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/40290\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":40292,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/40290\/revisions\/40292"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/40291"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=40290"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=40290"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=40290"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}