{"id":40312,"date":"2025-10-01T11:34:09","date_gmt":"2025-10-01T10:34:09","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=40312"},"modified":"2025-10-01T11:34:10","modified_gmt":"2025-10-01T10:34:10","slug":"landsstyrid-veitir-mali-og-mentan-neydugan-styrk","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=40312","title":{"rendered":"Landsst\u00fdri\u00f0 veitir m\u00e1li og mentan ney\u00f0ugan styrk"},"content":{"rendered":"\n<p>AMMR: \u00cd f\u00edggjarl\u00f3garuppskotinum hesafer\u00f0 hevur landsst\u00fdri\u00f0 lagt upp til at styrkja m\u00e1l og mentan vi\u00f0 umlei\u00f0 23 milli\u00f3num afturat vanligu framskrivingunum. Av hesum er umlei\u00f0 helmingurin \u00e6tla\u00f0 sum eitt lyft \u00e1 verandi stu\u00f0lum og rakstri til mentastovnar, me\u00f0an hin helvtin er til l\u00f8gur.<\/p>\n\n\n\n<p>Hetta samsvarar v\u00e6l vi\u00f0 samgonguskjali\u00f0, har ta\u00f0 er \u00e1sett, at j\u00e1ttanirnar til mentan og list ver\u00f0a \u00f8ktar munandi, umframt at stu\u00f0ulin til t\u00f3nlist, myndlist, ritlist, leiklist, film, dans og skapandi list sum heild ver\u00f0ur h\u00e6kka\u00f0ur.<\/p>\n\n\n\n<p>Hesar \u00e1setingar hava veri\u00f0 fylgdar \u00e1rini higartil, men \u00ed \u00e1r er meira lagt afturat.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00dar r\u00fagvuni kann nevnast, at eitt serligt \u00e1tak ver\u00f0ur gj\u00f8rt, so Kringvarp F\u00f8roya f\u00e6r m\u00f8guleika at skapa ein veruligan talgildan pall til barnatilfari\u00f0, umframt at kunna keypa r\u00e6ttindi, so tilfar \u00ed n\u00f3gv st\u00f8rri mun ver\u00f0ur atkomuligt \u00ed longri t\u00ed\u00f0. Hartil ver\u00f0ur j\u00e1ttanin til Savnsgull h\u00e6kka\u00f0, so farast kann undir arbei\u00f0i\u00f0 at lata savni\u00f0 upp fyri almenninginum.<\/p>\n\n\n\n<p>Fyri at styrkja um st\u00f8\u00f0una hj\u00e1 f\u00f8royska m\u00e1linum ver\u00f0a j\u00e1ttanirnar til M\u00e1lr\u00e1\u00f0i\u00f0 og T\u00fd\u00f0aragrunnin h\u00e6kka\u00f0ar.<\/p>\n\n\n\n<p>Harumframt ver\u00f0ur j\u00e1ttanin til f\u00f8royskan film h\u00e6kka\u00f0 munandi. Umframt at j\u00e1ttanin til Tj\u00f3\u00f0pallin og harvi\u00f0 f\u00f8royska palllist h\u00e6kka\u00f0, solei\u00f0is at vit \u00ed enn st\u00f8rri mun fara at s\u00edggja st\u00f3r palllistarlig verk \u00e1 f\u00f8royskum m\u00e1li.<\/p>\n\n\n\n<p>Til tess at styrkja privatu f\u00f8roysku mi\u00f0larnar ver\u00f0ur j\u00e1ttanin til mi\u00f0lastu\u00f0ul h\u00e6kka\u00f0 n\u00f3gv, samstundis sum \u00e6tlanin er at leggja n\u00fdggja mi\u00f0lastu\u00f0ulsl\u00f3g fyri L\u00f8gtingi\u00f0 \u00ed n\u00e6stum. Mi\u00f0lastu\u00f0ulin skal eitt n\u00fa styrkja vi\u00f0ger\u00f0ina av aktuellum t\u00ed\u00f0indatilfari, sum er laga\u00f0 til f\u00f3lki\u00f0 \u00ed F\u00f8royum \u00far einum f\u00f8royskum sj\u00f3narhorni \u00e1 f\u00f8royskum m\u00e1li.<\/p>\n\n\n\n<p>Millum mongu ra\u00f0festingarnar ver\u00f0a j\u00e1ttanirnar til f\u00f8royska mentanararvin \u00f8ktar munandi, eitt n\u00fa til var\u00f0veiting av fornminnum, mentanars\u00f8guligum skipum, og eisini til f\u00f8royska b\u00e1tin til tess at gera \u00e1t\u00f8k at stimbra sm\u00ed\u00f0i\u00e1huga og n\u00fdtslu av f\u00f8royska b\u00e1tinum, sum fyrr \u00ed hesum samgonguskei\u00f0i kom \u00e1 listan hj\u00e1 UNESCO yvir umbo\u00f0andi si\u00f0aarv.<\/p>\n\n\n\n<p>Afturat hesum ver\u00f0a n\u00fdggja og \u00f8ktar j\u00e1ttanir til t\u00f3nlist, ritlist og livandi s\u00f8vn.<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>AMMR: \u00cd f\u00edggjarl\u00f3garuppskotinum hesafer\u00f0 hevur landsst\u00fdri\u00f0 lagt upp til at styrkja m\u00e1l og mentan vi\u00f0 umlei\u00f0 23 milli\u00f3num afturat vanligu framskrivingunum. Av hesum er umlei\u00f0 helmingurin \u00e6tla\u00f0 sum eitt lyft \u00e1 verandi stu\u00f0lum og rakstri til mentastovnar, me\u00f0an hin helvtin er til l\u00f8gur. Hetta samsvarar v\u00e6l vi\u00f0 samgonguskjali\u00f0, har ta\u00f0 er \u00e1sett, at j\u00e1ttanirnar til [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":40313,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[1],"tags":[],"class_list":["post-40312","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-tidindi"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-04-22 00:53:43","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/40312","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=40312"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/40312\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":40314,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/40312\/revisions\/40314"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/40313"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=40312"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=40312"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=40312"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}