{"id":40512,"date":"2025-10-17T14:13:11","date_gmt":"2025-10-17T13:13:11","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=40512"},"modified":"2025-10-17T14:13:11","modified_gmt":"2025-10-17T13:13:11","slug":"stanley-sigur-sina-sogu","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=40512","title":{"rendered":"Stanley sigur s\u00edna s\u00f8gu"},"content":{"rendered":"\n<p>Spennandi \u00e6vis\u00f8gan hj\u00e1 Stanley Samuelsen er \u00ed vikuni komin \u00fat \u00ed b\u00f3k, har hann fortelur um l\u00edvi\u00f0, t\u00f3nleikin og tilveruna, sum n\u00fa eisini er merkt av, at hann hevur fingi\u00f0 Alzheimers sj\u00faku.<\/p>\n\n\n\n<p>Hilmar Jan Hansen, i\u00f0 skriva\u00f0i \u00e6vis\u00f8guna hj\u00e1 Robert Mc.Birnie fyri tveimum \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani, hevur enn einafer\u00f0 sett seg vi\u00f0 knappabor\u00f0i\u00f0, so vit kunnu f\u00e1a n\u00f3gv meira at vita um unga fuglfir\u00f0ingin, i\u00f0 19 \u00e1ra gamal setti k\u00f3s av landinum og ikki enn er afturkomin.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00datlongsulin fekk hann at leita heiman\u00edfr\u00e1 \u00ed 1970, men hann var n\u00f3g illa komin ni\u00f0ur til Danmarkar, so gj\u00f8rdist heimlongsulin ein dr\u00edvmegi, i\u00f0 bara vant upp \u00e1 seg. Vi\u00f0 \u00e1runum hevur alskur og longsul til f\u00f8\u00f0ilandi\u00f0 givi\u00f0 okkum eina perlu fyri og a\u00f0ra eftir, t\u00e1 i\u00f0 Stanley hevur givi\u00f0 klassikarum n\u00fdggjan lagb\u00fana.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd b\u00f3kini ver\u00f0ur fortalt um barna- og ungd\u00f3ms\u00e1rini \u00ed Fuglafir\u00f0i, fyrstu t\u00f3nleika\u00e1rini vi\u00f0 Silly Boys, flytingina til Danmarkar og alsamt vaksandi t\u00f3nleikal\u00edv hansara ni\u00f0ri, har hann kom at liva av t\u00f3nleikinum og hevur sp\u00e6lt saman vi\u00f0 n\u00f3gvum av fr\u00e6gastu donsku t\u00f3nleikarunum. Eisini ver\u00f0ur fortalt um pers\u00f3nliga l\u00edv hansara \u00ed gle\u00f0i og sorg.<\/p>\n\n\n\n<p>D\u00fagliga hevur Stanley vitja\u00f0 heimaftur, og serliga tey s\u00ed\u00f0stu 25-30 \u00e1rini hevur hann veri\u00f0 n\u00f3gv at hoyrt vi\u00f0 s\u00ednum fr\u00e1l\u00edku tulkingum av Janusi Djurhuus og \u00f8\u00f0rum klassikarum, umframt at fleiri g\u00f3\u00f0ir sangir eru komnir fr\u00e1 Stanleysa egnu hond.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>Framvegis aktuellur<\/strong><br>Seinnu \u00e1rini hevur Alzheimers sj\u00fakan merkt l\u00edvi\u00f0 og gerandisdagin hj\u00e1 Stanley, sum t\u00f3 framvegis javnan er \u00e1 palli vi\u00f0 sangi og sp\u00e6li. Ta\u00f0 ger hann eisini n\u00fa, t\u00ed samstundis sum b\u00f3kin \u201cStanley\u201d er komin \u00fat, er hann aktuellur vi\u00f0 eini n\u00fdggjari t\u00f3nleika\u00fatg\u00e1vu, \u201cS\u00f3lskin\u201d.<\/p>\n\n\n\n<p>Henda \u00fatg\u00e1va ver\u00f0ur l\u00f8gd fram \u00e1 trimum \u00fatg\u00e1vukonsertum vi\u00f0 b\u00f3lki um vikuskifti\u00f0, sum eru \u00ed kv\u00f8ld kl. 20 \u00ed Nor\u00f0urlandah\u00fasinum, leygarkv\u00f8ldi\u00f0 kl. 20 \u00ed Mentanarh\u00fasinum \u00ed Fuglafir\u00f0i, sunnudagin kl. 15 \u00ed SALT \u00e1 Drelnesi, umframt einum b\u00f3ka\u00fatg\u00e1vutiltaki \u00ed B\u00f3kasavninum vi\u00f0 L\u00f8kin m\u00e1nakv\u00f8ldi\u00f0 kl. 19, har Stanley eisini er til sta\u00f0ar.<\/p>\n\n\n\n<p>B\u00f3kin er eisini vi\u00f0 til at f\u00e1a pengar til vega til Alzheimerfelagi\u00f0, t\u00ed av hv\u00f8rjari seldari b\u00f3k ver\u00f0a 20 kr\u00f3nur latnar felagnum. B\u00f3kin telur 264 bla\u00f0s\u00ed\u00f0ur og hevur yvir 120 myndir, f\u00e6st til keyps \u00ed b\u00f3kas\u00f8lum kring landi\u00f0 og beinlei\u00f0is fr\u00e1 forlagnum Einslistir vi\u00f0 Hilmar Jan Hansen.<\/p>\n\n\n\n<p><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Spennandi \u00e6vis\u00f8gan hj\u00e1 Stanley Samuelsen er \u00ed vikuni komin \u00fat \u00ed b\u00f3k, har hann fortelur um l\u00edvi\u00f0, t\u00f3nleikin og tilveruna, sum n\u00fa eisini er merkt av, at hann hevur fingi\u00f0 Alzheimers sj\u00faku. Hilmar Jan Hansen, i\u00f0 skriva\u00f0i \u00e6vis\u00f8guna hj\u00e1 Robert Mc.Birnie fyri tveimum \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani, hevur enn einafer\u00f0 sett seg vi\u00f0 knappabor\u00f0i\u00f0, so vit kunnu [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":40513,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[1],"tags":[],"class_list":["post-40512","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-tidindi"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-05-03 18:56:54","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/40512","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=40512"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/40512\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":40514,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/40512\/revisions\/40514"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/40513"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=40512"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=40512"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=40512"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}