{"id":40689,"date":"2025-11-02T13:42:26","date_gmt":"2025-11-02T13:42:26","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=40689"},"modified":"2025-11-02T13:42:26","modified_gmt":"2025-11-02T13:42:26","slug":"landsbankastjorin-hava-ikki-rad-til-suduroyarleidina-og-suduroynna","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=40689","title":{"rendered":"Landsbankastj\u00f3rin: Hava ikki r\u00e1\u00f0 til Su\u00f0uroyarlei\u00f0ina og Su\u00f0uroynna!?"},"content":{"rendered":"\n
Leygardagin var landsbankastj\u00f3rin \u00ed Kringvarpinum og greiddi fr\u00e1, at \u201cvit hava ikki r\u00e1\u00f0 til Su\u00f0uroyartunnilin\u201d. \u00cd samr\u00f8\u00f0uni sigur stj\u00f3rin eisini: \u201cFara vit undir Su\u00f0uroyartunnilin, so fer ta\u00f0 at ganga \u00fat yvir v\u00e6lfer\u00f0ina \u00ed F\u00f8royum.\u201d<\/p>\n\n\n\n
\u00cd samr\u00f8\u00f0uni var\u00f0 landsbankastj\u00f3rin ikki spurd um, hv\u00f8rt F\u00f8royar hava r\u00e1\u00f0 til siglandi Su\u00f0uroyarlei\u00f0ina ella r\u00e1\u00f0 til ein n\u00fdggjan Smyril \u2013 ein spurningur, sum sj\u00e1lvandi hev\u00f0i veri\u00f0 relevantur at sett landsbankastj\u00f3ranum.<\/p>\n\n\n\n
<\/p>\n\n\n\n
Su\u00f0uroyarlei\u00f0in krevur milliarda-upph\u00e6dd l\u00edkamiki\u00f0 hvat !<\/strong>
T\u00ed t\u00e1 ta\u00f0 kemur til Su\u00f0uroyarlei\u00f0ina, so er veruleikin nokk so einfaldur.<\/p>\n\n\n\n
a) Vit kunnu velja at br\u00faka pengar upp\u00e1 ein Su\u00f0uroyartunnil, har \u00e6tlanin er at br\u00faka 100 mi\u00f3. kr. um \u00e1ri\u00f0 \u00ed 10 \u00e1r av \u00edl\u00f8gunum \u00e1 F\u00edggjarl\u00f3gini \u2013 tvs. 1 milliard kr. yvir 10 \u00e1r. -Og s\u00ed\u00f0ani flyta rakstrarj\u00e1ttanina hj\u00e1 Smyrli (Su\u00f0uroyarlei\u00f0ina) og Sildberanum (Sk\u00favoyarlei\u00f0ina) til Su\u00f0uroyartunnilin.<\/p>\n\n\n\n
b) Ella vit kunnu velja at br\u00faka pengar upp\u00e1 ein n\u00fdggjan Smyril, sum sannl\u00edkt fer at kosta \u00fatvi\u00f0 1,5 mia. kr. \u2013 ein \u00edl\u00f8ga, sum er ney\u00f0ug at fremja komandi 5 \u00e1rini \u2013 tvs. 1,5 milliard kr. yvir 5 \u00e1r. Og br\u00faka pengar upp\u00e1 n\u00fdggjan Sildbera innan 10 \u00e1r \u2013 umlei\u00f0 80 mi\u00f3. kr. -Og s\u00ed\u00f0ani halda \u00e1fram at br\u00faka pengar upp\u00e1 rakstur av Smyrli og Sildberanum \u201c\u00ed alla framt\u00ed\u00f0\u201d.<\/p>\n\n\n\n
<\/p>\n\n\n\n
Er vali\u00f0 einfalt?<\/strong>
Loysn a), vi\u00f0 koyrandi farlei\u00f0 gevur fullan flexibilitet og krevur (um metingarnar halda) minni pengar enn loysn b), sum er ein framhaldandi siglandi farlei\u00f0 vi\u00f0 avmarka\u00f0um t\u00faratali til Su\u00f0uroynna og Sk\u00favoynna.<\/p>\n\n\n\n
Fyri tey flestu, er vali\u00f0 r\u00e6ttiliga einfalt: Ta\u00f0 gevur meining at br\u00faka minni pengar upp\u00e1 eina betri loysn enn \u00ed dag \u2013 enn at br\u00faka meiri pengar upp\u00e1 eina loysn, sum ikki er betri enn \u00ed dag.<\/p>\n\n\n\n
<\/p>\n\n\n\n
Landsbankastj\u00f3rin vil hv\u00f8rgan av loysnunum<\/strong>
Fylgja vit argumentati\u00f3nin hj\u00e1 landsbankastj\u00f3ranum, sum sigur, at \u201cvit ikki hava r\u00e1\u00f0 til Su\u00f0uroyartunnilin\u201d \u2013 so sigur stj\u00f3rin onkursvegna eisini, at vit hava ikki r\u00e1\u00f0 til ein n\u00fdggjan Smyril.<\/p>\n\n\n\n
Hava vit ikki r\u00e1\u00f0 til ein n\u00fdggjan Smyril, so hava vit ikki r\u00e1\u00f0 til Su\u00f0uroynna. Spurningurin er so, um ta\u00f0 ver\u00f0ur r\u00e1\u00f0 til ein n\u00fdggjan Sildbera, sum er mettur at kosta umlei\u00f0 80 mi\u00f3. kr., og r\u00e1\u00f0 til Sk\u00favoynna?<\/p>\n\n\n\n
<\/p>\n\n\n\n
Hava sta\u00f0i\u00f0 saman um at menna F\u00f8royar<\/strong>
T\u00e1 ta\u00f0 er sagt, so hevur ta\u00f0 hinvegin landspolitiskt \u00ed meiri enn 25 \u00e1r veri\u00f0 ein grei\u00f0 politisk \u00e6tlan um (\u00ed tann mun ta\u00f0 er gj\u00f8rligt) at binda F\u00f8royar saman, fyri at skapa javnbj\u00f3\u00f0is m\u00f8guleikar fyri menning kring alt landi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n
Hetta er gj\u00f8rt vi\u00f0 V\u00e1gatunlinum, Nor\u00f0oyatunlinum, Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum \u2013 og n\u00fa er Su\u00f0uroyartunnilin \u00e1 skr\u00e1. Eins og hinir undirsj\u00f3vartunlarnir fer Su\u00f0uroyartunnilin eisini at skapa frambur\u00f0, b\u00e6\u00f0i \u00ed Su\u00f0uroynni og \u00f8llum F\u00f8royum.<\/p>\n\n\n\n
<\/p>\n\n\n\n
Su\u00f0uroyartunnilin aftur \u00ed L\u00f8gtingi\u00f0<\/strong>
Um nakrar vikur ver\u00f0ur 1. vi\u00f0ger\u00f0 av l\u00f3garuppskotinum um Su\u00f0uroyartunnilin, sum f\u00f3r til hoyringar fr\u00edggjadagin.<\/p>\n\n\n\n
Hetta uppskoti\u00f0 sn\u00fdr seg um:<\/p>\n\n\n\n
\u2013 Projektering av Su\u00f0uroyartunlinum, solei\u00f0is at kl\u00e1rt er at bj\u00f3\u00f0a Su\u00f0uroyartunnilin \u00fat.<\/p>\n\n\n\n
\u2013 \u00datbo\u00f0 av Su\u00f0uroyartunlinum, solei\u00f0is at ta\u00f0 ver\u00f0ur greitt hv\u00f8r kostna\u00f0urin ver\u00f0ur.<\/p>\n\n\n\n
Uppskoti\u00f0 sn\u00fdr seg ikki um at byrja at bora Su\u00f0uroyartunnilin ella um at taka upp milliarda-l\u00e1n. Men ein partur av politiska kjakinum fer sj\u00e1lvandi at nema vi\u00f0 f\u00edggjarliga partin.<\/p>\n\n\n\n
Fyri meg er ta\u00f0 r\u00e6ttiliga einfalt.<\/p>\n\n\n\n
Ta\u00f0 gevur betri meining at br\u00faka 100 mi\u00f3. um \u00e1ri\u00f0 komandi 9 \u00e1rini (100 mi\u00f3. kr. eru j\u00e1tta\u00f0ar \u00ed 2025) upp\u00e1 fast samband um Su\u00f0uroyarfj\u00f8r\u00f0, heldur enn at br\u00faka 1,5 mia. kr. innan 5 \u00e1r upp\u00e1 framhaldandi siglandi farlei\u00f0 um Su\u00f0uroyarfj\u00f8r\u00f0 og Sk\u00favoyarfj\u00f8r\u00f0, vi\u00f0 \u00f8llum teimum avmarkingum, sum har eru.<\/p>\n\n\n\n
<\/p>\n\n\n\n
Dennis Holm, l\u00f8gtingslimur fyri Tj\u00f3\u00f0veldi<\/em><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"
Leygardagin var landsbankastj\u00f3rin \u00ed Kringvarpinum og greiddi fr\u00e1, at \u201cvit hava ikki r\u00e1\u00f0 til Su\u00f0uroyartunnilin\u201d. \u00cd samr\u00f8\u00f0uni sigur stj\u00f3rin eisini: \u201cFara vit undir Su\u00f0uroyartunnilin, so fer ta\u00f0 at ganga \u00fat yvir v\u00e6lfer\u00f0ina \u00ed F\u00f8royum.\u201d \u00cd samr\u00f8\u00f0uni var\u00f0 landsbankastj\u00f3rin ikki spurd um, hv\u00f8rt F\u00f8royar hava r\u00e1\u00f0 til siglandi Su\u00f0uroyarlei\u00f0ina ella r\u00e1\u00f0 til ein n\u00fdggjan Smyril \u2013 […]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":33039,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[40,105],"tags":[],"class_list":["post-40689","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-politikkur","category-suduroyartunnil"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-05-13 13:05:27","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/40689","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=40689"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/40689\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":40690,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/40689\/revisions\/40690"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/33039"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=40689"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=40689"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=40689"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}