{"id":40695,"date":"2025-11-02T20:53:43","date_gmt":"2025-11-02T20:53:43","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=40695"},"modified":"2025-11-02T20:53:43","modified_gmt":"2025-11-02T20:53:43","slug":"kunning-um-suduroyartunnilin","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=40695","title":{"rendered":"Kunning um\u00a0Su\u00f0uroyartunnilin"},"content":{"rendered":"\n<p>Fyri at sleppa undan fleiri misskiljingum \u00ed sambandi vi\u00f0 samanberingarnar av linjuf\u00f8ring 1 \u00far Dj\u00fapadali til Sandv\u00edkar og linjuf\u00f8ring 2 \u00far Tra\u00f0ardali til Sandv\u00edkar, ver\u00f0ur hetta kunningarskriv sent \u00fat.<\/p>\n\n\n\n<p>Linjuf\u00f8ringin \u00far Tra\u00f0ardali til Sandv\u00edkar er v\u00e6l longri, og ta\u00f0 vi\u00f0f\u00f8rir, at ta\u00f0 m\u00e1 borast \u00far Sk\u00favoy eisini. Metingarnar siga, at ta\u00f0 kostar 700-1.000 mi\u00f3.kr. meira enn ein tunnil \u00far Dj\u00fapadali.<\/p>\n\n\n\n<p>M\u00f8guleiki er at spara upp\u00e1 havn og byggipl\u00e1ss \u00ed Sk\u00favoy, men vi\u00f0 t\u00ed \u00f8kist v\u00e1\u00f0in \u00ed verk\u00e6tlanini, og ta\u00f0 kann ikki vi\u00f0m\u00e6last \u00ed eini so st\u00f3rari verk\u00e6tlan.<\/p>\n\n\n\n<p>Vi\u00f0 vegager\u00f0ini \u00e1 Sandi vil fer\u00f0slutrygdina gerast betri, og verk\u00e6tlanin kemur ikki at \u00e1virka veltuna, t\u00ed vegurin eftir Sandarfl\u00f8tti ver\u00f0ur var\u00f0veittur, sum hann er.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>Avger\u00f0arskjali\u00f0<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>P\/F Su\u00f0uroyartunnilin fekk \u00ed juli 2025 eina uppg\u00e1vu fr\u00e1 \u00f8llum politisku flokkunum. Uppg\u00e1van var at kanna tv\u00e6r tunnilslinjur til politiska st\u00f8\u00f0utakan<\/p>\n\n\n\n<p>1. Sandv\u00edk \u2013 Dj\u00fapadalur, vi\u00f0 vegaf\u00f8ring til Sands L\u00ed\u00f0, tunnil gj\u00f8gnum Sands L\u00ed\u00f0 og vegaf\u00f8ring gj\u00f8gnum Sands bygd, sum ver\u00f0ur bundin \u00ed landsvegin nor\u00f0anfyri Meginsk\u00falan.<\/p>\n\n\n\n<p>2. Sandv\u00edk \u2013 Tra\u00f0ardalur, vi\u00f0 vegaf\u00f8ring til landsvegin vi\u00f0 Meginsk\u00falan.<\/p>\n\n\n\n<p>B\u00e1\u00f0ar linjuf\u00f8ringar skulu hava samband til Sk\u00favoynna, og mett var, at ta\u00f0 fyri linjuf\u00f8ring 2 er ein fyritreyt at arbei\u00f0a \u00far Sk\u00favoy.<\/p>\n\n\n\n<p>P\/F Su\u00f0uroyartunnilin hevur \u00fat fr\u00e1 hesum, saman vi\u00f0 serfr\u00f8\u00f0ingum, tekna\u00f0 uppskotini upp, so tey bera til geometriskt, m.a. at tunnilin kemur n\u00f3g langt ni\u00f0ur undir havbotnin og samstundis ikki er brattari enn myndugleikakr\u00f8vini loyva. Hartil er mett um kostna\u00f0, umhv\u00f8rvi og trygd v.m. uttan at tilm\u00e6la naka\u00f0 av uppskotunum.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>3. Parts dygdarmeting<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>Fyri at dygdartryggja arbei\u00f0i\u00f0 hevur P\/F Su\u00f0uroyartunnilin, eftir avtalu vi\u00f0 politisku flokkarnar, fingi\u00f0 tveir 3. Parts serfr\u00f8\u00f0ingar\/fel\u00f8g at vi\u00f0merkja tilfari\u00f0, og s\u00ed\u00f0ani hevur P\/F Su\u00f0uroyartunnilin innarbeitt st\u00f3ran part av vi\u00f0merkingunum \u00ed avger\u00f0arnotati\u00f0 til politisku flokkarnar og annars notera\u00f0 s\u00e6r a\u00f0rar vi\u00f0merkingar, sum fokus\u00f8ki \u00ed li\u00f0ugtprosjekteringini, sum er n\u00e6sta fasa \u00ed fyrireikingini av verk\u00e6tlanini. Dygdarskj\u00f8lini eru almannakunngj\u00f8rd vi\u00f0 \u00f8llum vi\u00f0merkingum, h\u00f3ast h\u00e6dd er tikin fyri hesum \u00ed avger\u00f0arnotatinum, sum er li\u00f0ugt skriva\u00f0 eftir at dygdarmetingin er gj\u00f8rd.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>Arbei\u00f0i \u00far Sk\u00favoy<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>Arbei\u00f0ast kann \u00far Sk\u00favoy \u00ed b\u00e1\u00f0um linjuf\u00f8ringunum 1 og 2. Tvs, at m\u00f8guligar t\u00ed\u00f0arsparingar kunnu f\u00e1ast \u00ed b\u00e1\u00f0um linjuf\u00f8ringum, um ta\u00f0 ver\u00f0ur mett skilagott vi\u00f0 byggipl\u00e1ssi og havn \u00ed Sk\u00favoy.<\/p>\n\n\n\n<p>Uppskoti\u00f0 um at arbei\u00f0a \u00far Sk\u00favoy ver\u00f0ur mett av P\/F Su\u00f0uroyartunlinum og tess r\u00e1\u00f0gevum at vera avbj\u00f3\u00f0andi vi\u00f0 st\u00f3rum v\u00e1\u00f0um um spart ver\u00f0ur upp\u00e1 fyrireiking av havn og byggipl\u00e1ssi. Hetta orsaka\u00f0 av farvatni og at oyggin er ein \u00fatoyggj uttan vegasamband, streymveiting, tilb\u00fagving v.m.<\/p>\n\n\n\n<p><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/dimmafo.ams3.digitaloceanspaces.com\/production\/screenshot-2025-11-02-at-18.52.54.jpg\"><em>Sk\u00favoy<\/em><\/p>\n\n\n\n<p>Roynd fakf\u00f3lk hava gj\u00f8rt uppskot til ney\u00f0ugt byggipl\u00e1ss og fyribils havn, sum gerst r\u00edmiliga umfatandi, um loysnin skal vera forsvarlig til eina so st\u00f3ra og avbj\u00f3\u00f0andi verk\u00e6tlan. Hetta tilfari\u00f0 er eisini gj\u00f8gnumgingi\u00f0 av f\u00f3lkum vi\u00f0 dr\u00fagvum royndum innan tunnilsger\u00f0 og st\u00f3rum byggiverk\u00e6tlanum.<\/p>\n\n\n\n<p><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/dimmafo.ams3.digitaloceanspaces.com\/production\/screenshot-2025-11-02-at-18.52.37.jpg\"><em>Uppskot til fyribilskai og byggipl\u00e1ss \u00ed Sk\u00favoy<\/em><\/p>\n\n\n\n<p>Loysnin er eisini vi\u00f0kvom t\u00ed \u00f3vist er n\u00e6r ta\u00f0 slepst \u00ed gongd \u00ed oynni, t\u00ed havnabyggingin ver\u00f0ur mett at taka tvey summur. Um ta\u00f0 t.d. ikki slepst \u00ed gongd fyrsta summari\u00f0, ver\u00f0ur atkoman til byggingina \u00far Sk\u00favoy \u00fatsett, og t\u00ed\u00f0arfyrimunurin gerst minni ella dettur burtur.<\/p>\n\n\n\n<p>Tann eini 3. parturin metir, at eykakostna\u00f0urin vi\u00f0 at bora \u00far Sk\u00favoy kann minkast \u00far umlei\u00f0 600 mi\u00f3. kr. ni\u00f0ur \u00ed 500 mi\u00f3. kr. og at ta\u00f0 kann optimerast enn meira vi\u00f0 t.d.:<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; at gera gr\u00f3tbrot til havnabygging<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; at lata fyribils havnina liggja, eftir at arbei\u00f0i\u00f0 er li\u00f0ugt.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd avger\u00f0arnotatinum er lagt til grund, at loyvi f\u00e6st fr\u00e1 myndugleikunum til inntrivi\u00f0 \u00ed Sk\u00favoy.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>Vegaf\u00f8ring \u00e1 Sandi vi\u00f0 linjuf\u00f8ring 1<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>Uppskoti til vegaloysnina \u00e1 Sandi ver\u00f0ur mett v\u00e6l tryggari enn verandi vegur, har fer\u00f0slan annars fer at \u00f8kjast vi\u00f0 t\u00ed\u00f0ini, n\u00fa fast samband er til Sandoynna. Fer\u00f0slan \u00ed Su\u00f0uroyartunlinum er mett til umlei\u00f0 1400 bilar um d\u00f8gni\u00f0. Til samanberingar koyra umlei\u00f0 4.500 bilar framvi\u00f0 Nor\u00f0asta Horni\u00f0 gerandisdagar. N\u00fdggja vegaf\u00f8ringin beinir fer\u00f0sluna burtur fr\u00e1 h\u00fasum \u00ed mun til \u00ed dag.<\/p>\n\n\n\n<p><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/dimmafo.ams3.digitaloceanspaces.com\/production\/screenshot-2025-11-02-at-18.52.11.jpg\"><em>Uppskot til vegaf\u00f8ring millum b\u00fdlingarnar \u00e1 Sandi<\/em><\/p>\n\n\n\n<p>Verandi vegur fr\u00e1 bygdini til Meginsk\u00falan ver\u00f0ur broyttur til 50 km\/t bygdarveg uttan gj\u00f8gnumkoyrandi fer\u00f0slu, so b\u00f8rn kunnu ganga\/s\u00fakkla \u00ed sk\u00fala uttan at skula \u00fat \u00e1 landsveg. \u00cd dag er \u00f8ll fer\u00f0slan fr\u00e1 Sandoyatunlinum til Sands og eysturbygdirnar eftir hesum vegi.<\/p>\n\n\n\n<p>Vegurin fr\u00e1 vestaru rundkoyringini nor\u00f0ur um meginsk\u00falan ver\u00f0ur lagdur \u00ed ein geira, sum \u00e1\u00f0ur er lagdur av til endam\u00e1li\u00f0 av Landsverki.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd sambandi vi\u00f0 vegaf\u00f8ringina \u00e1 Sandi, er \u00ed h\u00f8vu\u00f0sheitum talan um tv\u00e6r rundkoyringar hv\u00f8rjumegin sandin.<\/p>\n\n\n\n<p>Vegurin fram vi\u00f0 veltunum ver\u00f0ur \u00f3r\u00f8rdur 50 km\/t vegur, men skoti\u00f0 er upp, at gera eina gongu\/s\u00fakklubreyt millum b\u00fdlingarnar \u00ed samr\u00e1\u00f0 vi\u00f0 kommununa.<\/p>\n\n\n\n<p>Bygdarvegirnir ver\u00f0a allir f\u00f8rdir \u00ed rundkoyringarnar, og gj\u00f8gnumkoyrandi fer\u00f0sla ver\u00f0ur ikki millum h\u00fas, sum partv\u00eds er galdandi \u00ed dag.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>Gr\u00f3tkoyring<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>\u00c6tlanin er ikki at koyra gr\u00f3t fr\u00e1 tunlinum gj\u00f8gnum Sands bygd \u00ed linjuf\u00f8ring 1 (Dj\u00fapadalur- Sandv\u00edk).<\/p>\n\n\n\n<p>Um linjuf\u00f8ring 2 ver\u00f0ur vald, ver\u00f0ur mett ney\u00f0ugt at sigla gr\u00f3t av Sandi til havnabygging \u00ed Sk\u00favoy, og t\u00e1 er ney\u00f0ugt at koyra munandi n\u00f8gdir oman til havnina \u00e1 Sandi. Alternativt m\u00e1 gerast eitt gr\u00f3tbrot \u00ed Sk\u00favoy.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>Umhv\u00f8rvi\u00f0<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd linjuf\u00f8ring 1 (Dj\u00fapadalur-Sandv\u00edk) ver\u00f0ur byggipl\u00e1ssi\u00f0 \u00ed Dj\u00fapadali uml. 0,5km fr\u00e1 St\u00f3ravatni og t\u00e6tt vi\u00f0 streymasj\u00f3gv. Dj\u00fapidalur er \u00ed dag landb\u00fana\u00f0ar\u00f8ki.<\/p>\n\n\n\n<p>Vegurin fr\u00e1 Dj\u00fapadali ni\u00f0an til L\u00ed\u00f0arenda m\u00e1 dagf\u00f8rast, men ver\u00f0ur \u00ed h\u00f8vu\u00f0sheitum lagdur \u00ed \u00f8ki\u00f0, sum frammanundan er \u00e1virka\u00f0 av verandi vegi.<\/p>\n\n\n\n<p>Vegurin eftir Sandarfl\u00f8tti ver\u00f0ur so gott sum \u00f3broyttur.<\/p>\n\n\n\n<p>Vegurin ni\u00f0anfyri Todnes ver\u00f0ur lagdur \u00ed ein geira, sum \u00e1\u00f0ur er lagdur av til landsveg av Landsverki.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd linjuf\u00f8ring 2 (Tra\u00f0ardalur-Sandv\u00edk) ver\u00f0ur talan um eitt byggipl\u00e1ss millum M\u00falan og Meginsk\u00falan, beint vi\u00f0 s\u00ed\u00f0una av Sandsvatni, og eitt byggipl\u00e1ss \u00ed Sk\u00favoy millum \u00e1nna \u00ed bygdini og kirkjugar\u00f0in.<\/p>\n\n\n\n<p>Umhv\u00f8rvis\u00e1rinskanning ver\u00f0ur gj\u00f8rd \u00ed l\u00f8tuni, so atlit so v\u00edtt gj\u00f8rligt kunnu takast til umhv\u00f8rvi\u00f0, l\u00edkamiki\u00f0 hv\u00f8rja loysn talan er um.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>Kostna\u00f0ur og t\u00ed\u00f0<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>S\u00ed\u00f0ani forprosjekti\u00f0 var li\u00f0ugt \u00ed desember \u00ed 2023, er samla\u00f0a verk\u00e6tlanin \u00f8kt \u00ed vavi. Talan er um \u00edbinding \u00ed Sk\u00favoy, vegaloysn \u00e1 Sandoynni og trygdarr\u00famum. Harafturat er kostna\u00f0urin pr\u00edstalsvi\u00f0gj\u00f8rdur, so talan er um dagsins pening.<\/p>\n\n\n\n<p>Metingarnar hj\u00e1 P\/F Su\u00f0uroyartunlinum og teirra serfr\u00f8\u00f0ingum fyri kostna\u00f0, byggit\u00ed\u00f0 og longd \u00ed avger\u00f0arnotatinum eftir at 3. part vi\u00f0merkingar eru vi\u00f0gj\u00f8rdar, eru:<\/p>\n\n\n\n<p>&nbsp;<img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/dimmafo.ams3.digitaloceanspaces.com\/production\/screenshot-2025-11-02-at-18.53.34.jpg\">Talvan v\u00edsir, at samla\u00f0i meirkostna\u00f0urin \u00ed avger\u00f0arnotatinum millum linjuf\u00f8ring 1 og 2 er 1.070 mi\u00f3.kr. Ein ors\u00f8k er, at linjuf\u00f8ring 2B (Tra\u00f0ardalur-Sandv\u00edk) er umlei\u00f0 3,6 km longur ennlinjuf\u00f8ring 1 A (Dj\u00fapadalur-Sandv\u00edk). Til samanberingar kann nevnast, at V\u00e1gatunnilin er 4,9 km langur.<\/p>\n\n\n\n<p>Um linjuf\u00f8ring 2B ver\u00f0ur vald og um<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; landsvegurin til eysturbygdirnar ikki ver\u00f0ur gj\u00f8rdur, ver\u00f0ur meirkostna\u00f0urin 840 mi\u00f3.kr.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; og um fyribils havnin \u00ed Sk\u00favoy ikki ver\u00f0ur burturbeind, ver\u00f0ur meirkostna\u00f0urin 712 mi\u00f3.ckr<\/p>\n\n\n\n<p><strong>3. Parts meting av kostna\u00f0inum<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>Samanbori\u00f0 vi\u00f0 kostna\u00f0armetingina hj\u00e1 P\/F Su\u00f0uroyartunlinum omanfyri, hevur 3.partur eisini mett um kostna\u00f0in.<\/p>\n\n\n\n<p><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/dimmafo.ams3.digitaloceanspaces.com\/production\/screenshot-2025-11-02-at-18.53.43.jpg\">Fyri linjuf\u00f8ring 1A (Dj\u00fapadalur-Sandv\u00edk) er metingin 4,914 mi\u00f3. kr., sum er 39 mi\u00f3. kr. meir enn metingin hj\u00e1 P\/F Su\u00f0uroyartunlinum. Metingin hj\u00e1 3 parti fyri linjuf\u00f8ring 2B (Tra\u00f0ardalur- Sandv\u00edk) er 6,072 mi\u00f3. kr., sum er 127 mi\u00f3 kr. meiri, \u00ed mun til metingina hj\u00e1 P\/F Su\u00f0uroyartunlinum.<\/p>\n\n\n\n<p>Sostatt liggja metingarnar 1-2% omanfyri metingarnar hj\u00e1 P\/F Su\u00f0uroyartunlinum.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>Samanumtiki\u00f0<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>Ta\u00f0 er upp til politisku skipanina at taka st\u00f8\u00f0u til linjuf\u00f8ring.<\/p>\n\n\n\n<p>Byggit\u00ed\u00f0 ver\u00f0ur spard vi\u00f0 at byggja \u00far Sk\u00favoy, fyri b\u00e6\u00f0i linjuf\u00f8ring 1B (Sandv\u00edk- Dj\u00fapidalur og linjuf\u00f8ring 2B (Tra\u00f0ardalur- Sandv\u00edk). T\u00f3 er \u00f3vist, hvussu langa t\u00ed\u00f0 ta\u00f0 tekur, at f\u00e1a \u00f8ll umhv\u00f8rvis loyvir til vega fyri at gera eitt byggipl\u00e1ss \u00ed einum Ramsar \u00f8ki, sum Sk\u00favoy er, og um loyvi f\u00e6st \u00ed heila tiki\u00f0. T\u00ed kann v\u00e6nta\u00f0a sparda t\u00ed\u00f0in, \u00f8ll sum hon er, fella burtur um illa vil til.<\/p>\n\n\n\n<p>Meirkostna\u00f0urin fyri 2B \u00ed mun til 1A ver\u00f0ur mettur til millum 700 -1.000 mio.kr alt eftir, hvussu n\u00f3gv ver\u00f0ur tiki\u00f0 vi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>Ein umhv\u00f8rvis\u00e1rinskanning ver\u00f0ur gj\u00f8rd \u00ed l\u00f8tuni. Linjuf\u00f8ring 1 hevur byggpl\u00e1ss \u00ed Dj\u00fapadali og \u00ed Sandv\u00edk, me\u00f0an linjuf\u00f8ring 2 hevur byggipl\u00e1ss vi\u00f0 M\u00falan \u00ed Tra\u00f0ardali, \u00ed Sk\u00favoy og \u00ed Sandv\u00edk.<\/p>\n\n\n\n<p>Mint ver\u00f0ur \u00e1, at \u00f8ll verk\u00e6tlanin avhongur av, at sj\u00e1lvur Su\u00f0uroyartunnilin ver\u00f0ur skotin trygt \u00edgj\u00f8gnum.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>Vinarliga<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p><strong>vegna P\/F Su\u00f0uroyartunnilin:<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p><strong>Bergur Poulsen, nevndarforma\u00f0ur<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p><strong>Teitur Samuelsen, stj\u00f3ri<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p><strong>Einar Brimnes, verk\u00e6tlanarlei\u00f0ari<\/strong><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Fyri at sleppa undan fleiri misskiljingum \u00ed sambandi vi\u00f0 samanberingarnar av linjuf\u00f8ring 1 \u00far Dj\u00fapadali til Sandv\u00edkar og linjuf\u00f8ring 2 \u00far Tra\u00f0ardali til Sandv\u00edkar, ver\u00f0ur hetta kunningarskriv sent \u00fat. Linjuf\u00f8ringin \u00far Tra\u00f0ardali til Sandv\u00edkar er v\u00e6l longri, og ta\u00f0 vi\u00f0f\u00f8rir, at ta\u00f0 m\u00e1 borast \u00far Sk\u00favoy eisini. Metingarnar siga, at ta\u00f0 kostar 700-1.000 mi\u00f3.kr. meira [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":4143,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[105,1],"tags":[],"class_list":["post-40695","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-suduroyartunnil","category-tidindi"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-05-13 13:09:07","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/40695","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=40695"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/40695\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":40696,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/40695\/revisions\/40696"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/4143"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=40695"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=40695"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=40695"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}