{"id":40706,"date":"2025-11-03T17:45:44","date_gmt":"2025-11-03T17:45:44","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=40706"},"modified":"2025-11-03T17:45:44","modified_gmt":"2025-11-03T17:45:44","slug":"ein-burdardygg-ferdavinna-sum-vit-skipa-saman","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=40706","title":{"rendered":"Ein bur\u00f0ardygg fer\u00f0avinna, sum vit skipa saman"},"content":{"rendered":"\n<h3 class=\"wp-block-heading\">Um gj\u00f8ld og t\u00e6nastur \u00ed l\u00f8gtingsl\u00f3g um bur\u00f0ardygga fer\u00f0avinnu (fer\u00f0avinnul\u00f3gin)<\/h3>\n\n\n\n<p>\u00cd F\u00f8royum skal alt f\u00f3lki\u00f0 hava beinlei\u00f0is \u00e1virkan \u00e1, hvussu fer\u00f0avinnan ver\u00f0ur skipa\u00f0. \u00d8ll skulu t\u00ed f\u00e1a h\u00f8vi at geva s\u00edtt \u00edkast til kommunalu fer\u00f0avinnu\u00e6tlanirnar, og vi\u00f0 hesum at skipa fer\u00f0avinnuna \u00ed s\u00ednum \u00f8ki, \u00ed bygdini og \u00ed haganum, solei\u00f0is at b\u00e6\u00f0i fastb\u00fagvandi og fer\u00f0af\u00f3lk kenna seg v\u00e6lkomin.<\/p>\n\n\n\n<p>Fleiri kommunur eru longu farnar undir at gera fer\u00f0avinnu\u00e6tlanirnar og hava eitt n\u00fa skipa\u00f0 fyri borgarafundum, so at \u00f8ll, sum b\u00fagva \u00ed kommununi, kunnu koma til or\u00f0anna.<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/landsstyri.cdn.fo\/savn\/zzol4vbe\/image.png?rmode=max&amp;width=412&amp;height=672&amp;bgcolor=fff&amp;format=jpg&amp;s=bI7FtK9DEq5jufm0urHXBQmEz7U\" alt=\"\"\/><\/figure>\n\n\n\n<p>Spurningarnir um gj\u00f8ld og t\u00e6nastur fara, sum vera man, at ver\u00f0a havdir \u00e1 lofti \u00ed sambandi vi\u00f0 hesar \u00e6tlanirnar. T\u00ed ver\u00f0ur her greitt n\u00e6rri fr\u00e1, hvussu t\u00e6r \u00e1setingarnar \u00ed fer\u00f0avinnul\u00f3gini, sum hava elvt til st\u00f8rst iva, skulu skiljast. Eru ivam\u00e1l um hesi ella onnur fer\u00f0avinnuvi\u00f0urskifti, eru b\u00e6\u00f0i Visit Faroe Islands og umbo\u00f0 fyri Uttanr\u00edkis- og vinnum\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0 f\u00fas at svara og eisini at koma \u00fat um landi\u00f0 at umr\u00f8\u00f0a spurningarnar.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p>Endam\u00e1li\u00f0 vi\u00f0 fer\u00f0avinnul\u00f3gini er at skapa karmar um eina vinnu, i\u00f0 ver\u00f0ur n\u00e1tt\u00faruni, f\u00f3lkinum, sum her b\u00fdr, og vinnuni, eisini landb\u00fana\u00f0inum, til st\u00f8rst m\u00f8guligt gagn.<\/p>\n\n\n\n<p>Fremsta ambo\u00f0i\u00f0 til at r\u00f8kka endam\u00e1li l\u00f3garinnar eru sta\u00f0bundnu fer\u00f0avinnu\u00e6tlanirnar. Ta\u00f0 liggur t\u00ed ein st\u00f3r \u00e1byrgd \u00e1 kommununum at taka allar partar vi\u00f0 \u00ed arbei\u00f0i\u00f0 at skipa fer\u00f0avinnuna \u00e1 sta\u00f0num.<\/p>\n\n\n\n<p>Fer\u00f0avinnan gevur n\u00f3gvar m\u00f8guleikar at \u00f8kja um tilbo\u00f0ini til f\u00f3lk \u00ed \u00f8llum landinum, t\u00ed hon kann geva grundarlag fyri n\u00fdggjum arbei\u00f0spl\u00e1ssum, \u00f8ktum virksemi og st\u00f8rri trivna\u00f0i. Fer\u00f0avinnan kann t\u00ed ver\u00f0a eitt gott ambo\u00f0 til at var\u00f0veita b\u00faseting um alt landi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>Har sum st\u00f8rstur v\u00f8kstur er \u00ed fer\u00f0avinnuni, kann \u00e1virkanin t\u00f3 eisini kennast st\u00f3r. \u00c1 mest vitja\u00f0u st\u00f8\u00f0unum kunnu heimaf\u00f3lk kenna, at fer\u00f0avinnan ger seg inn \u00e1 trivna\u00f0in.<\/p>\n\n\n\n<p>Ta\u00f0 er ikki \u00e6tlanin. Fer\u00f0avinnu\u00e6tlanirnar skulu vera meginambo\u00f0i\u00f0&nbsp; at byrgja fyri avlei\u00f0ingum, sum sleppast vil undan. Eitt n\u00fa kunnu borgarar, jar\u00f0areigarar og vinnan \u00e1 sta\u00f0num saman leggja \u00e6tlanir fyri, hvussu fer\u00f0af\u00f3lk skulu fer\u00f0ast \u00ed \u00f8kinum, b\u00e6\u00f0i innan- og uttangar\u00f0s, og gera uppskot til \u00e1t\u00f8k, i\u00f0 t\u00e1lma fer\u00f0af\u00f3lkafer\u00f0sluni.<\/p>\n\n\n\n<p>Fer\u00f0avinnan er ein n\u00fdggj vinna, og \u00ed fer\u00f0avinnul\u00f3gini eru fleiri t\u00e6ttir, sum skuldu roynast \u00ed verki og har n\u00fdggjar loysnir og semjur skulu finnast.<\/p>\n\n\n\n<p>Serliga er ta\u00f0 \u00ed spurninginum um gjald fyri handilsliga fer\u00f0avinnu, at sj\u00f3narmi\u00f0ini hava veri\u00f0 ymisk, og ivi hevur veri\u00f0 um, hvat hugtaki\u00f0 \u201ct\u00e6nasta\u201d fevnir um, hvussu st\u00f3rt eitt \u201cr\u00edmiligt\u201d gjald kann vera, og fr\u00e1 hv\u00f8rjum hetta gjaldi\u00f0 kann ver\u00f0a kravt.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd fer\u00f0avinnul\u00f3gini er lagt upp til skynsemi og at partarnir sj\u00e1lvir finna h\u00f3skandi loysnir. \u00cd summum st\u00f8\u00f0um s\u00e6r \u00fat til at ganga v\u00e6l, men a\u00f0ra sta\u00f0ni eru trupulleikarnir eins st\u00f3rir, sum \u00e1\u00f0renn fer\u00f0avinnul\u00f3gin var\u00f0 samtykt.<\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\">Fer\u00f0avinnul\u00f3gin er ikki galdandi fyri f\u00f3lk, sum b\u00fagva \u00ed F\u00f8royum<\/h3>\n\n\n\n<p>Fyrst av \u00f8llum skal gerast greitt, at fer\u00f0avinnul\u00f3gin einans er galdandi fyri fer\u00f0af\u00f3lk. Hesi eru \u00ed l\u00f3gini all\u00fdst sum f\u00f3lk, i\u00f0 ikki eru b\u00fasitandi \u00ed F\u00f8royum, men sum vitja \u00ed fr\u00edt\u00ed\u00f0ar- ella arbei\u00f0s\u00f8rindum, og sum eru burturi fr\u00e1 s\u00ednum heimsta\u00f0i \u00ed meira enn 24 t\u00edmar.<\/p>\n\n\n\n<p>Ta\u00f0 er ikki loyvt at krevja gjald fyri atgongd at n\u00e1tt\u00faruni fr\u00e1 f\u00f3lki, sum b\u00fagva \u00ed F\u00f8royum. Ta\u00f0 er heldur ikki loyvt at s\u00fdta f\u00f3lki, sum b\u00fagva \u00ed F\u00f8royum, atgongd at n\u00e1tt\u00faruni, ella at krevja, at tey taka lut \u00ed skipa\u00f0um t\u00farum m\u00f3ti gjaldi.<\/p>\n\n\n\n<p>Ta\u00f0 er einans um rakstur, haruvei\u00f0a ella anna\u00f0 landb\u00fana\u00f0arvirksemi ger ta\u00f0 ney\u00f0ugt at steingja atgongdina at einum haga, at f\u00f3lk, sum b\u00fagva \u00ed F\u00f8royum, kunnu ver\u00f0a s\u00fdtt atgongd, og t\u00e1 ikki longur enn ney\u00f0ugt, fyri at r\u00f8kja nevnda landb\u00fana\u00f0arvirksemi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>Undantaki\u00f0 fr\u00e1 hesi regluni er, um eitt \u00f8ki er stongt fyri \u00f8llum av trygdar\u00e1vum, ella t\u00ed ta\u00f0 er fri\u00f0a\u00f0. Sl\u00edkar for\u00f0ingar kunnu bert gerast av \u00e1vikavist politinum og n\u00e1tt\u00farufyrisitingini \u00e1 Umhv\u00f8rvisstovuni.<\/p>\n\n\n\n<p>H\u00f3ast f\u00f3lk, sum b\u00fagva \u00ed F\u00f8royum, sum meginregla ikki eru fevnd av l\u00f3gini, kunnu f\u00f8royskir h\u00f3par \u00ed summum f\u00f8rum koma undir \u00e1setingarnar fyri handilsliga fer\u00f0avinnu. Ta\u00f0 kann t.d. vera um eitt f\u00f8royskt arbei\u00f0spl\u00e1ss ger eina \u00fatfer\u00f0, har tey keypa ymsar t\u00e6nastur, eitt n\u00fa fer\u00f0alei\u00f0ara, matpakka ella upplivingar.<\/p>\n\n\n\n<p>Haraftur\u00edm\u00f3ti er ta\u00f0 ikki handilslig fer\u00f0avinna, um starvsf\u00f3lk \u00e1 einum arbei\u00f0spl\u00e1ssi gera av at fara ein t\u00far saman \u00ed n\u00e1tt\u00faruni, har tey skipa fyri \u00f8llum sj\u00e1lv.<\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\">Hugtaki\u00f0 \u201ct\u00e6nasta\u201d<\/h3>\n\n\n\n<p>Ein t\u00e6nasta \u00ed fer\u00f0avinnul\u00f3gini er ein veiting, sum fer\u00f0af\u00f3lk gjalda fyri. Ta\u00f0 kann t.d. vera ein skipa\u00f0ur t\u00farur vi\u00f0 fer\u00f0alei\u00f0ara, matpakka, upplivingum o.t\u00edl.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p>&nbsp;Fer\u00f0af\u00f3lk mugu sj\u00e1lv gera av, um tey vilja keypa eina t\u00e6nastu. \u00c1 \u00e1v\u00edsum st\u00f8\u00f0um kann kortini vera krav um sta\u00f0kendan fer\u00f0alei\u00f0ara. \u00cd sl\u00edkum f\u00f8rum skal hetta kravi\u00f0 vera partur av kommunalu fer\u00f0avinnu\u00e6tlanini, og serk\u00f8n skulu meta um, hv\u00f8rt kravi\u00f0 um fer\u00f0alei\u00f0ara er ney\u00f0ugt. Ver\u00f0ur fer\u00f0alei\u00f0ari kravdur av trygdar\u00e1vum, skulu serk\u00f8n f\u00f3lk meta um umst\u00f8\u00f0urnar \u00e1 sta\u00f0num. Ver\u00f0ur fer\u00f0alei\u00f0ari kravdur fyri at verja n\u00e1tt\u00faruna, eitt n\u00fa fugl ella v\u00f8kstur, skal n\u00e1tt\u00farumyndugleikin meta um, hv\u00f8rt hetta er ney\u00f0ugt ella ikki.<\/p>\n\n\n\n<p>M\u00f8guligt krav um fer\u00f0alei\u00f0ara er bert galdandi fyri fer\u00f0af\u00f3lk. F\u00f3lk, sum b\u00fagva \u00ed F\u00f8royum, kunnu eins og frammanundan fer\u00f0ast fr\u00edtt undir egnari \u00e1byrgd.<\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\">Farlei\u00f0ir og hugtaki\u00f0 \u201cr\u00edmiligt gjald\u201d<\/h3>\n\n\n\n<p>Fer\u00f0avinnul\u00f3gin leggur upp til, at ta\u00f0 eru kommunurnar, sum merkja upp og gera farlei\u00f0ir vi\u00f0 loyvi fr\u00e1 n\u00e1tt\u00farufyristingini.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd summum f\u00f8rum hava b\u00f8ndur sj\u00e1lvir gj\u00f8rt g\u00f8tur fyri at menna fer\u00f0avinnutilbo\u00f0 \u00ed \u00f8kinum. Um b\u00f8ndur skulu gera sl\u00edkar lei\u00f0ir, skal ta\u00f0 vera vi\u00f0 loyvi fr\u00e1 kommununi og n\u00e1tt\u00farufyrisitingini. B\u00f8ndurnir kunnu t\u00e1 taka gjald fr\u00e1 fer\u00f0af\u00f3lki, sum ganga g\u00f8turnar, men gjaldi\u00f0 skal standa m\u00e1t vi\u00f0 \u00fatrei\u00f0slurnar, sum standast av at gera, ansa og r\u00f8kja g\u00f8turnar. Endam\u00e1li\u00f0 vi\u00f0 at gera g\u00f8tur er sostatt ikki at vinna pening upp \u00e1 sj\u00e1lva farlei\u00f0ina, men at n\u00fdggju lei\u00f0irnar skulu skipa fer\u00f0af\u00f3lkafer\u00f0sluna, so at hon hevur minst m\u00f8gulig neilig \u00e1rin \u00e1 n\u00e1tt\u00faruna, lokalsamfelagi\u00f0 og landb\u00fana\u00f0in.<\/p>\n\n\n\n<p>B\u00f3ndin kann alt\u00ed\u00f0 bj\u00f3\u00f0a fer\u00f0af\u00f3lkum at keypa a\u00f0rar t\u00e6nastur afturat. Somulei\u00f0is hava a\u00f0rir fer\u00f0avinnuveitarar m\u00f8guleika at bj\u00f3\u00f0a seg fram \u00e1 lei\u00f0ini. B\u00f3ndin kann krevja, at avtala ver\u00f0ur gj\u00f8rd um virksemi\u00f0, men hann kann ikki s\u00fdta \u00f8\u00f0rum veitarum at virka \u00e1 lendinum, sum hann var\u00f0ar av. B\u00f3ndin kann t\u00ed ikki \u00e1leggja fer\u00f0af\u00f3lki ella \u00f8\u00f0rum t\u00e6nastuveitarum eitt gjald fyri atgongd, sum er munandi h\u00e6gri enn kostna\u00f0urin av at gera, ansa og r\u00f8kja g\u00f8tuna.<\/p>\n\n\n\n<p>Nakrar farlei\u00f0ir eru serliga n\u00f3gv vitja\u00f0ar, t\u00ed at t\u00e6r eru serliga vakrar ella serliga kendar og fer\u00f0af\u00f3lk t\u00ed vilja uppliva hesi st\u00f8\u00f0. T\u00f8rvur kann t\u00e1 vera \u00e1 at skipa fer\u00f0sluna, og g\u00f3\u00f0ir m\u00f8guleikar kunnu vera fyri at veita fer\u00f0af\u00f3lkum t\u00e6nastur, men&nbsp;n\u00e1tt\u00faran, n\u00e1tt\u00faruupplivingarnar og \u00fats\u00fdni\u00f0 eru ikki t\u00e6nastur, og skulu ikki gjaldast fyri.<\/p>\n\n\n\n<p>Ta\u00f0 skal t\u00ed ikki vera d\u00fdrari at ganga eina g\u00f8tu, i\u00f0 er serliga n\u00f3gv vitja\u00f0, heldur enn at ganga eina samsvarandi lei\u00f0, i\u00f0 er minni vitja\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00c1 teimum st\u00f8\u00f0um, har gjald ver\u00f0ur tiki\u00f0 fyri at ganga \u00e1v\u00edsa lei\u00f0, skal kommunan eisini v\u00edsa \u00e1 a\u00f0rar lei\u00f0ir \u00ed sama \u00f8ki, har einki gjald ver\u00f0ur tiki\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>Kanningar v\u00edsa greitt, at f\u00f3lk flest velja at ganga, har g\u00f8ta er gj\u00f8rd, ella ein farlei\u00f0 er merkt upp. T\u00ed eru g\u00f8tur og merktar lei\u00f0ir eisini eitt ta\u00f0 fremsta ambo\u00f0i\u00f0 til at st\u00fdra fer\u00f0af\u00f3lkafer\u00f0sluni. \u00d3r\u00f3gv og slit av fer\u00f0avinnuni er samstundis minni, t\u00e1 ikki ov n\u00f3gv ganga somu lei\u00f0 \u00ed senn. T\u00ed r\u00e6\u00f0ur um, at farlei\u00f0irnar til vitjanarverd st\u00f8\u00f0 eru n\u00f3g n\u00f3gvar, og t\u00ed skulu kommunurnar v\u00edsa \u00e1 n\u00fdggjar farlei\u00f0ir afturat almennu bygdag\u00f8tunum og \u00f8\u00f0rum gomlum farlei\u00f0um.<\/p>\n\n\n\n<p>Gevi\u00f0 g\u00e6tur, at kommunala fer\u00f0avinnu\u00e6tlanin kann broytast. Er t\u00f8rvur \u00e1 at endursko\u00f0a farlei\u00f0ir seinni, t\u00ed t\u00e6r ikki liggja r\u00e6tt, ella t\u00ed at fer\u00f0slan \u00f3r\u00f3gvar f\u00f3lk og f\u00e6, ber v\u00e6l til at broyta t\u00e6r aftur.<\/p>\n\n\n\n<p>Eru ivam\u00e1l um hesi ella onnur fer\u00f0avinnuvi\u00f0urskifti, eru b\u00e6\u00f0i Visit Faroe Islands og umbo\u00f0 fyri Uttanr\u00edkis- og vinnum\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0 f\u00fas at svara og eisini at koma \u00fat at umr\u00f8\u00f0a spurningarnar. &nbsp;<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Um gj\u00f8ld og t\u00e6nastur \u00ed l\u00f8gtingsl\u00f3g um bur\u00f0ardygga fer\u00f0avinnu (fer\u00f0avinnul\u00f3gin) \u00cd F\u00f8royum skal alt f\u00f3lki\u00f0 hava beinlei\u00f0is \u00e1virkan \u00e1, hvussu fer\u00f0avinnan ver\u00f0ur skipa\u00f0. \u00d8ll skulu t\u00ed f\u00e1a h\u00f8vi at geva s\u00edtt \u00edkast til kommunalu fer\u00f0avinnu\u00e6tlanirnar, og vi\u00f0 hesum at skipa fer\u00f0avinnuna \u00ed s\u00ednum \u00f8ki, \u00ed bygdini og \u00ed haganum, solei\u00f0is at b\u00e6\u00f0i fastb\u00fagvandi og fer\u00f0af\u00f3lk [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":40707,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[1],"tags":[],"class_list":["post-40706","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-tidindi"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-05-13 13:59:06","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/40706","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=40706"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/40706\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":40708,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/40706\/revisions\/40708"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/40707"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=40706"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=40706"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=40706"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}