{"id":41005,"date":"2025-11-20T15:05:59","date_gmt":"2025-11-20T15:05:59","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=41005"},"modified":"2025-11-20T15:06:00","modified_gmt":"2025-11-20T15:06:00","slug":"barnaverkaetlanin-i-vags-kommunu-fyrstu-royndirnar-visa-jaliga-gongd","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=41005","title":{"rendered":"Barnaverk\u00e6tlanin \u00ed V\u00e1gs Kommunu \u2013 fyrstu royndirnar v\u00edsa jaliga gongd"},"content":{"rendered":"\n<p>Barnaverk\u00e6tlanin hj\u00e1 V\u00e1gs Kommunu byrja\u00f0i 1. mars, og h\u00f3ast stutt er li\u00f0i\u00f0, eru fyrstu gongdirnar b\u00e6\u00f0i jaligar og v\u00e6llukka\u00f0ar. Ta\u00f0 hevur veri\u00f0 greitt fr\u00e1 byrjan, at st\u00f3rur \u00e1hugi er fyri verk\u00e6tlanini \u2013 b\u00e6\u00f0i millum foreldur og fakf\u00f3lk \u2013 t\u00ed ynski\u00f0 er at l\u00e6tta um gerandisdagin hj\u00e1 b\u00f8rnunum og at fyribyrgja mistrivna so t\u00ed\u00f0liga sum gj\u00f8rligt.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>St\u00f3r v\u00e6lvild og \u00e1hugi<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>Verk\u00e6tlanin hevur fingi\u00f0 g\u00f3\u00f0a m\u00f3tt\u00f8ku fr\u00e1 fakf\u00f3lki \u00ed kommununi og fr\u00e1 \u00f8\u00f0rum samstarvsp\u00f8rtum uttan fyri kommununa \u2013 \u00ed ytri geirunum. Ta\u00f0 s\u00e6st eitt greitt forvitni eftir, hvat t\u00e6ttari samstarv, t\u00edttari uppfylging og felags \u00e1byrgd kann hava at siga fyri barni\u00f0 og familjuna. Fleiri hava v\u00edst \u00e1 t\u00fddningin av at arbei\u00f0a tv\u00f8rfakligt \u2013 at draga somu l\u00ednu og deila vitan, ambo\u00f0 og loysnir.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>Ein hugbur\u00f0sbroyting er \u00ed gongd<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>Eitt t\u00fd\u00f0andi stig \u00ed verk\u00e6tlanini er hugbur\u00f0sbroytingin fr\u00e1 \u201cstovn til stovn\u201d og yvir \u00ed eina heildarhugsan, har l\u00edvi\u00f0 og t\u00f8rvurin hj\u00e1 barninum stendur \u00ed mi\u00f0deplinum. Fakf\u00f3lk arbei\u00f0a n\u00fa meiri mi\u00f0v\u00edst eftir t\u00ed hugsan, at barni\u00f0 ikki er trupulleikin, men at barni\u00f0 hevur ein trupulleika og at vit vaksnu hava felags \u00e1byrgd av at finna bestu loysnirnar.<\/p>\n\n\n\n<p>Somulei\u00f0is arbei\u00f0ist ta\u00f0 n\u00fa n\u00f3gv meira vi\u00f0 at tryggja l\u00e6ttari og minni stirvnar yvirgongdir hj\u00e1 b\u00f8rnum \u2013 b\u00e6\u00f0i millum stovnar og fr\u00e1 stovni \u00ed sk\u00fala. Felags vitan og ambo\u00f0 fylgja barninum, so arbei\u00f0i\u00f0 ver\u00f0ur samanhangandi.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>Tv\u00e6r arbei\u00f0ss\u00f8jlur<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>Verk\u00e6tlanin byggir \u00e1 tv\u00e6r h\u00f8vu\u00f0ss\u00f8jlur:<\/p>\n\n\n\n<p><em>1. Fyribyrgjandi \u00e1t\u00f8k<\/em><\/p>\n\n\n\n<ul class=\"wp-block-list\">\n<li>At styrkja dagliga arbei\u00f0i\u00f0 \u00ed barnagar\u00f0i, innsk\u00faling og fr\u00edt\u00ed\u00f0arvirksemi.<\/li>\n\n\n\n<li>At br\u00faka felags ambo\u00f0 sum T\u00cdTT og Betri Vinir.<\/li>\n\n\n\n<li>At seta inn vi\u00f0 skj\u00f3tum og l\u00e6ttum fyribyrgjandi tilt\u00f8kum, \u00e1\u00f0renn trupulleikar vaksa seg st\u00f8rri.<\/li>\n<\/ul>\n\n\n\n<p>2. Samansett \u00e1t\u00f8k til b\u00f8rn vi\u00f0 st\u00f8rri t\u00f8rvi<\/p>\n\n\n\n<ul class=\"wp-block-list\">\n<li>At tryggja, at b\u00f8rn, sum yvir t\u00ed\u00f0 hava havt ta\u00f0 trupult, f\u00e1a r\u00e6ttan stu\u00f0ul.<\/li>\n\n\n\n<li>At arbei\u00f0a t\u00e6tt saman vi\u00f0 teimum, sum kenna barni\u00f0 best \u2013 foreldrini.<\/li>\n\n\n\n<li>At seta b\u00e6\u00f0i stuttt\u00ed\u00f0ar og langt\u00ed\u00f0ar \u00e1t\u00f8k \u00ed verk vi\u00f0 grei\u00f0um avtalum og uppfylging.<\/li>\n<\/ul>\n\n\n\n<p><strong>Sparring og fj\u00f8lbroytt samstarv<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>Starvsf\u00f3lk og lei\u00f0slur \u00e1 stovnunum f\u00e1a n\u00fa m\u00f8guleika fyri sparring \u00e1 sta\u00f0num. Hetta ger ta\u00f0 l\u00e6ttari at s\u00edggja t\u00f8rv og seta ney\u00f0ug tilt\u00f8k \u00ed verk \u2013 innan verandi karmar.<\/p>\n\n\n\n<p>Starvsf\u00f3lk, i\u00f0 eru vi\u00f0 \u00ed einum t\u00f8ttum netverkssamstarvi, v\u00edsa \u00e1, at tey har kenna s\u00edn leiklut, \u00e1byrgd og t\u00ed\u00f0arperspektivi\u00f0 er greitt. Ta\u00f0 hevur st\u00f3ran t\u00fddning, at ein \u00e1byrgdarpers\u00f3nur hevur \u201ctoghaldi\u00f0\u201d og tryggjar, at m\u00e1l og \u00e1t\u00f8k halda fram uttan avbrot. Hesin leikluturin fellir \u00e1 netsamskiparan \u00ed barnaverk\u00e6tlanini.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>Skj\u00f3tt hj\u00e1lp \u2013 ein hur\u00f0 inn<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>Foreldur og fakf\u00f3lk kunnu venda s\u00e6r beinlei\u00f0is til netsamskiparan \u00ed barnaverk\u00e6tlanini. \u00cd samband vi\u00f0 eina \u00e1heitan, so ver\u00f0ur t\u00f8rvurin l\u00fdstur skj\u00f3tt, netverki\u00f0 ver\u00f0ur savna\u00f0, og saman ver\u00f0ur arbeitt eftir at n\u00e1a eini felags fatan av st\u00f8\u00f0uni. S\u00ed\u00f0ani ver\u00f0a semjur gj\u00f8rdar um:<\/p>\n\n\n\n<ul class=\"wp-block-list\">\n<li>stuttt\u00ed\u00f0ar\u00e1t\u00f8k til at skapa r\u00f3 og stabilitet<\/li>\n\n\n\n<li>langt\u00ed\u00f0ar\u00e1t\u00f8k til at betra um trivna\u00f0 og menning<\/li>\n\n\n\n<li>grei\u00f0ar avtalur um leiklutir og uppfylging<\/li>\n<\/ul>\n\n\n\n<p>Eisini eru ung kunna\u00f0 um m\u00f8guleikan at f\u00e1a skj\u00f3ta hj\u00e1lp, m.a. \u00ed samstarvi vi\u00f0 heilsufr\u00f8\u00f0ingin hj\u00e1 Gigna. Sum meginregla er bara ein \u201chur\u00f0\u201d inn \u2013 og \u00f8ll fakf\u00f3lk arbei\u00f0a m\u00f3ti sama endam\u00e1li: at styrkja trivna\u00f0in hj\u00e1 barninum ella t\u00ed unga.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>Jaligar broytingar longu s\u00e6ddar<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>Fyrstu \u00farslitini eru longu at s\u00edggja:<\/p>\n\n\n\n<ul class=\"wp-block-list\">\n<li>b\u00f8rn m\u00f8ta st\u00f8\u00f0ugari \u00ed sk\u00fala<\/li>\n\n\n\n<li>t\u00e6ttari samstarv millum stovnar og foreldur<\/li>\n\n\n\n<li>st\u00f8rri sosialt og fakligt virkni hj\u00e1 fleiri b\u00f8rnum<\/li>\n\n\n\n<li>eygnasamband, n\u00e6rvera og tryggleiki hj\u00e1 barninum eru broytingar, sum fakf\u00f3lk meta sum serliga gevandi<\/li>\n<\/ul>\n\n\n\n<p><strong>Menning \u00ed tilvitan og fyribyrging<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>Alt fleiri starvsf\u00f3lk ynskja eitt t\u00e6ttari samstarv tv\u00f8rtur um fak\u00f8kir. Arbei\u00f0sgongdir eru n\u00fa meira fyribyrgjandi. Fokus er flutt fr\u00e1 \u201cokur plaga\u201d til \u201chvat er besta loysn \u00fat fr\u00e1 t\u00f8rvinum?\u201d. Hetta ger arbei\u00f0i\u00f0 b\u00e6\u00f0i meira mennandi og meira effektivt.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>Foreldur s\u00f8kja aktivt hj\u00e1lp<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>Fleiri foreldur hava longu upps\u00f8kt sparring vi\u00f0 ynski um at f\u00e1a skj\u00f3ta hj\u00e1lp til s\u00edtt barn.<br>Hetta v\u00edsir \u00e1 eitt st\u00f3rt \u00e1lit \u00e1 verk\u00e6tlanina \u2013 og \u00e1 ein felags vilja til at arbei\u00f0a fyri, at b\u00f8rn og ung \u00ed V\u00e1gs Kommunu hava bestu fortreytir fyri trivna\u00f0i og menning.<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Barnaverk\u00e6tlanin hj\u00e1 V\u00e1gs Kommunu byrja\u00f0i 1. mars, og h\u00f3ast stutt er li\u00f0i\u00f0, eru fyrstu gongdirnar b\u00e6\u00f0i jaligar og v\u00e6llukka\u00f0ar. Ta\u00f0 hevur veri\u00f0 greitt fr\u00e1 byrjan, at st\u00f3rur \u00e1hugi er fyri verk\u00e6tlanini \u2013 b\u00e6\u00f0i millum foreldur og fakf\u00f3lk \u2013 t\u00ed ynski\u00f0 er at l\u00e6tta um gerandisdagin hj\u00e1 b\u00f8rnunum og at fyribyrgja mistrivna so t\u00ed\u00f0liga sum gj\u00f8rligt. [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":41006,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[1],"tags":[],"class_list":["post-41005","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-tidindi"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-04-29 13:09:52","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/41005","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=41005"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/41005\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":41007,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/41005\/revisions\/41007"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/41006"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=41005"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=41005"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=41005"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}