{"id":41019,"date":"2025-11-23T17:38:32","date_gmt":"2025-11-23T17:38:32","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=41019"},"modified":"2025-11-23T17:38:33","modified_gmt":"2025-11-23T17:38:33","slug":"sandoy-og-suduroy-gerast-kappingarneytar","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=41019","title":{"rendered":"Sandoy og Su\u00f0uroy gerast kappingarneytar"},"content":{"rendered":"\n<p><em>Sandoyartunnilin bjargar Sandoynni\u201d<\/em>. Solei\u00f0is skrivar Dennis Holm, l\u00f8gtingsma\u00f0ur og fyrrverandi landsst\u00fdrisma\u00f0ur \u00ed samfer\u00f0slum\u00e1lum \u00ed&nbsp;<a href=\"https:\/\/www.in.fo\/news-detail\/sandoyartunnilin-bjargar-sandoynni\" target=\"_blank\" rel=\"noreferrer noopener\">stuttum lesarabr\u00e6vi 18. nov<\/a>. Hann undirbyggir hetta vi\u00f0 at v\u00edsa til f\u00f3lkatalsv\u00f8ksturin \u00ed Sandoynni, s\u00ed\u00f0ani Sandoyartunnilin kom.<\/p>\n\n\n\n<p>Tankin er, at eftir sum Sandoyartunnilin hevur elvt til (f\u00f3lkatals)v\u00f8kstur \u00ed Sandoynni, fer Su\u00f0uroyartunnilin eisini at elva til v\u00f8kstur \u00ed Su\u00f0uroynni. Hetta kann tykjast \u201clogiskt\u201d, men er ein \u00f3fullf\u00edggja\u00f0 ni\u00f0urst\u00f8\u00f0a.<\/p>\n\n\n\n<p>Fyri ta\u00f0 fyrsta hevur fr\u00e1st\u00f8\u00f0an \u00f8giliga n\u00f3gv at siga. Lei\u00f0in \u00far T\u00f3rshavn til Sands er g\u00f3\u00f0ar 20 minuttir, me\u00f0an lei\u00f0in til Su\u00f0uroyar umvegis Dj\u00fapadal er fr\u00e1 kn\u00f8ppum 50 minuttum (Sandv\u00edk) upp til g\u00f3\u00f0ar 80 minuttir (Sumba). Til Tv\u00f8royrar er talan um ein t\u00edma &#8211; hv\u00f8nn veg; til V\u00e1gs g\u00f3\u00f0ar 10 min. longri. Harumframt er vert at v\u00edsa \u00e1, at n\u00f3gv st\u00f3rbila- og trailarakoyring gj\u00f8gnum b\u00e6\u00f0i Su\u00f0uroyar- og Sandoyartunnilin kann gera effektivu fart\u00ed\u00f0ina v\u00e6l dr\u00fagvari. Eg skriva\u00f0i fyrr \u00ed heyst t\u00ed\u00f0argreinina&nbsp;<a href=\"https:\/\/dimma.fo\/index.php\/grein\/suduroyartunnilin-vendir-suduroynna-a-hovdid\" target=\"_blank\" rel=\"noreferrer noopener\">\u201cSu\u00f0uroyartunnilin vendir Su\u00f0uroynna \u00e1 h\u00f8vdi\u00f0\u201d<\/a>&nbsp;um t\u00fddningin av fer\u00f0at\u00ed\u00f0um til og fr\u00e1 T\u00f3rshavn.<\/p>\n\n\n\n<p>Umframt hetta er ney\u00f0ugt at v\u00edsa \u00e1, at Su\u00f0uroy og Sandoy beinlei\u00f0is ver\u00f0a kappingarneytar um b\u00faseting framyvir. B\u00e1\u00f0ar oyggjar hava havt n\u00f3gv t\u00f3m h\u00fas, og ein h\u00f8vu\u00f0sors\u00f8k til br\u00e1\u00f0feingis v\u00f8ksturin \u00ed Sandoynni hevur veri\u00f0 aktivering av b\u00fast\u00f8\u00f0um \u00ed oynni. Hetta fer eisini partv\u00edst at henda \u00ed Su\u00f0uroynni, t\u00e1 ein tunnil kemur &#8211;&nbsp;<a href=\"https:\/\/in.fo\/news-detail\/hvalba-hoevudsstadur-i-suduroy\" target=\"_blank\" rel=\"noreferrer noopener\">helst serliga \u00ed Sandv\u00edk og Hvalba<\/a>.<\/p>\n\n\n\n<p>Trupulleikin er framt\u00ed\u00f0ar menningin. Eingin ivi er um, at vinnul\u00edvi\u00f0 \u00ed Su\u00f0uroynni fer at f\u00e1a ta\u00f0 munandi l\u00e6ttari, men fer hetta at elva til tilfyting? Um vit s\u00edggja eina alsamt st\u00f8rri sentralisering av attraktivum arbei\u00f0spl\u00e1ssum \u00ed megin\u00f8kinum, fer ta\u00f0 at elva til eina framhaldandi mi\u00f0savning av b\u00fasetingini \u00ed F\u00f8royum &#8211; vi\u00f0 ella uttan Su\u00f0uroyartunli. Her fer Sandoyggin at ver\u00f0a upplagdur forsta\u00f0ur til Havnina, \u00edme\u00f0an Su\u00f0uroyggin sn\u00f8gt sagt ver\u00f0ur ov fjarskotin.<\/p>\n\n\n\n<p>Fyri at illustrera hetta, vil eg v\u00edsa \u00e1 effektina av Sk\u00e1lafjar\u00f0artunlinum, i\u00f0 elvir til st\u00f3ran v\u00f8kstur \u00ed sunnara parti av Eysturoynni. Mesta av hesum v\u00f8kstri er centrifugalm\u00e1ttur \u00far T\u00f3rshavn, men partur av hesum stavar fr\u00e1 minkandi tilflyting til nor\u00f0ara part av Eysturoy og Streymoy. Sundalagi\u00f0 hevur leingi havt st\u00f3ra tilflyting, men vi\u00f0 Eysuroyar- og Sandoyartunlinum dragnar Sundalagi\u00f0 \u00ed \u00f8kjakappingini.<\/p>\n\n\n\n<p>Legg til merkis, at Sundalagi\u00f0 liggur munandi betri fyri enn Su\u00f0uroyggin, b\u00e6\u00f0i \u00ed kilometratali og kostna\u00f0i. H\u00f3ast hetta megnar Sundalagi\u00f0 ikki kappingina \u00edm\u00f3ti Sk\u00e1lafj\u00f8r\u00f0inum og Sandoynni, hetta h\u00f3ast Nor\u00f0sk\u00e1la\/Oyrarbakki eru l\u00edti\u00f0 longur burtur fr\u00e1 Havnini enn Sandur er. Nakrir f\u00e1ir kilometrar\/minuttir tykjast gera allan munin.<\/p>\n\n\n\n<p>Spurningurin m\u00e1 t\u00ed vera: hvussu skal Su\u00f0uroyggin kl\u00e1ra hesa kapping, t\u00e1 i\u00f0 Sundalagi\u00f0 ikki megnar hana? Er Su\u00f0uroyggin so n\u00f3gv meiri attraktiv enn Sundalagi\u00f0? Eins og Sundalagi\u00f0 er Su\u00f0uroyggin sera n\u00e1tt\u00faruv\u00f8kur, men j\u00fast hetta kann gerast vandin: at f\u00f3lk heldur vilja br\u00faka \u00f8ki\u00f0 sum fr\u00edt\u00ed\u00f0ar\u00f8ki heldur enn eitt sta\u00f0 at b\u00fagva fast.<\/p>\n\n\n\n<p>Og j\u00fast ta\u00f0 kann sannl\u00edkt henda Su\u00f0uroynni eisini. Fyri at r\u00f8kja s\u00edtt starv \u00ed megin\u00f8kinum, ver\u00f0ur flutt nor\u00f0ureftir, og t\u00e1 ver\u00f0ur lagaligt at vitja s\u00ednar ognir \u00ed Su\u00f0uroynni \u00ed vikuskiftum og ferium.<\/p>\n\n\n\n<p>Ni\u00f0urst\u00f8\u00f0an (herr\u00f3pi\u00f0?) um at \u201ctunnil skapar v\u00f8kstur\u201d er ikki einv\u00edst sonn. Veruleikin er n\u00f3gv meiri kompleksur enn so.&nbsp;<a href=\"https:\/\/dimma.fo\/grein\/suduroyartunnilin-fer-neyvan-at-hava-vonada-virknadin\" target=\"_blank\" rel=\"noreferrer noopener\">Onkrir undirsj\u00f3vartunlar hava skapt v\u00f8kstur, a\u00f0rir ikki<\/a>, eins og summir vegir hava skapt v\u00f8kstur, me\u00f0an a\u00f0rir hava elvt til beinlei\u00f0is avf\u00f3lkan.<\/p>\n\n\n\n<p>Tv\u00f8royri f\u00e6r vi\u00f0 Dj\u00fapadalsfarlei\u00f0ini eina effektiva fr\u00e1st\u00f8\u00f0u fr\u00e1 Havnini \u00e1 umlei\u00f0 ein t\u00edma (fr\u00e1rokna\u00f0 trailara-proppar). Nor\u00f0sk\u00e1la hevur eina effektiva fr\u00e1st\u00f8\u00f0u fr\u00e1 Havnini \u00e1 g\u00f3\u00f0an h\u00e1lvan t\u00edma &#8211; umframt lagaliga atgongd til Sk\u00e1lafj\u00f8r\u00f0in og V\u00e1garnar. Um Sundalagi\u00f0 ikki megnar kappingina &#8211; ennt\u00e1 uttan gjaldstunlar, hvussu skal Su\u00f0uroyggin so megna kappingina?<\/p>\n\n\n\n<p>N\u00fa vali\u00f0 stendur millum tvey tunnilsuppskot, m\u00e1 vali\u00f0 t\u00ed falla \u00e1 ta effektivt stytru farlei\u00f0ina, t\u00ed hv\u00f8r kilometur og minuttur ger mun fyri hv\u00f8rja effektiva nyttu Su\u00f0uroyggin f\u00e6r av tunlinum.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>S\u00e1mal Matras Kristiansen,<\/strong><br>Samfelagsfr\u00f8\u00f0ingur vi\u00f0 sergrein \u00ed b\u00fdarskipan<\/p>\n\n\n\n<ul class=\"wp-block-list\">\n<li>Les eisini:\u00a0<a href=\"https:\/\/dimma.fo\/grein\/suduroyartunnilin-fer-neyvan-at-hava-vonada-virknadin\" target=\"_blank\" rel=\"noreferrer noopener\">Su\u00f0uroyartunnilin fer neyvan at hava v\u00f3na\u00f0a virkna\u00f0in<\/a><\/li>\n\n\n\n<li>Les eisini:\u00a0<a href=\"https:\/\/dimma.fo\/index.php\/grein\/suduroyartunnilin-vendir-suduroynna-a-hovdid\" target=\"_blank\" rel=\"noreferrer noopener\">Su\u00f0uroyartunnilin vendir Su\u00f0uroynna \u00e1 h\u00f8vdi\u00f0<\/a><\/li>\n\n\n\n<li>Les eisini:\u00a0<a href=\"https:\/\/in.fo\/news-detail\/hvalba-hoevudsstadur-i-suduroy\" target=\"_blank\" rel=\"noreferrer noopener\">Hvalba h\u00f8vu\u00f0ssta\u00f0ur \u00ed Su\u00f0uroynni<\/a><\/li>\n<\/ul>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Sandoyartunnilin bjargar Sandoynni\u201d. Solei\u00f0is skrivar Dennis Holm, l\u00f8gtingsma\u00f0ur og fyrrverandi landsst\u00fdrisma\u00f0ur \u00ed samfer\u00f0slum\u00e1lum \u00ed&nbsp;stuttum lesarabr\u00e6vi 18. nov. Hann undirbyggir hetta vi\u00f0 at v\u00edsa til f\u00f3lkatalsv\u00f8ksturin \u00ed Sandoynni, s\u00ed\u00f0ani Sandoyartunnilin kom. Tankin er, at eftir sum Sandoyartunnilin hevur elvt til (f\u00f3lkatals)v\u00f8kstur \u00ed Sandoynni, fer Su\u00f0uroyartunnilin eisini at elva til v\u00f8kstur \u00ed Su\u00f0uroynni. Hetta kann tykjast \u201clogiskt\u201d, [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":18988,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[3],"tags":[],"class_list":["post-41019","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-lesarin-skrivar"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-04-29 11:45:30","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/41019","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=41019"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/41019\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":41020,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/41019\/revisions\/41020"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/18988"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=41019"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=41019"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=41019"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}