{"id":41113,"date":"2025-11-30T19:09:49","date_gmt":"2025-11-30T19:09:49","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=41113"},"modified":"2025-11-30T19:09:50","modified_gmt":"2025-11-30T19:09:50","slug":"suduroyartunnilin-einar-savnadar-foroyar","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=41113","title":{"rendered":"Su\u00f0uroyartunnilin &#8211; einar savna\u00f0ar F\u00f8royar"},"content":{"rendered":"\n<p>T\u00e1 samgongulimir leggjast eftir l\u00f8gmanni og eisini skj\u00f3ta eftir egnum floksfelagum \u00ed L\u00f8gtinginum, er flestum greitt, at okur eru farin inn \u00ed eitt val-\u00e1r, og t\u00e1 sn\u00fdr ta\u00f0 seg um at skilja seg \u00far mongdini. Hesin leikur er kendur \u00ed politisku skipanini og ymiskt hevur veri\u00f0 gj\u00f8gnum t\u00ed\u00f0irnar hv\u00f8rji politisk m\u00e1l hava veri\u00f0 br\u00fakt \u00ed leikinum, hesafer\u00f0 var ta\u00f0 Su\u00f0uroyartunnilin.<\/p>\n\n\n\n<p>Su\u00f0uroyartunnilin er eisini eitt l\u00e6tt offur at br\u00faka \u00ed politiskari telving. St\u00f8rsta verk\u00e6tlan \u00ed F\u00f8roya s\u00f8gu \u2013 og ein verk\u00e6tlan, sum hevur havt n\u00f3gv fokus seinastu vikurnar. \u00cd almennu mi\u00f0lunum hevur vinkulin veri\u00f0 r\u00e6ttiliga eins\u00ed\u00f0ugt neiligur \u2013 og n\u00f3gv eru av somu ors\u00f8k ivasom um verk\u00e6tlanina.<\/p>\n\n\n\n<p>Ta\u00f0 er v\u00e6l skiljandi, at f\u00f3lk eru ivasom um eina milliarda-st\u00f3ra verk\u00e6tlan, t\u00ed mugu f\u00f3lk uppl\u00fdsast, heldur enn r\u00e6\u00f0ast. -Og ja, kunningin um verk\u00e6tlanina kundi veri\u00f0 betri fr\u00e1gingin, solei\u00f0is at f\u00f3lk skilja so n\u00f3gvar t\u00e6ttir \u00ed verk\u00e6tlanini sum gj\u00f8rligt.<\/p>\n\n\n\n<p><\/p>\n\n\n\n<p><strong>Tr\u00fd \u00e1r s\u00ed\u00f0ani PF Su\u00f0uroyartunnilin var\u00f0 stovna\u00f0ur<\/strong><br>\u00cd november 2022 var\u00f0 PF Su\u00f0uroyartunnilin stovna\u00f0ur. Gj\u00f8rt var\u00f0 av, at somu f\u00f3lk, sum vi\u00f0 g\u00f3\u00f0um \u00farslitum \u00ed 6-7 \u00e1r h\u00f8vdu sta\u00f0i\u00f0 fyri Eysturoyar- og Sandoyartunlum, n\u00fa f\u00f3ru \u00ed PF Su\u00f0uroyartunnilin.<\/p>\n\n\n\n<p>L\u00f8gtingsval var \u00ed desember 2022 og eftir vali\u00f0 gj\u00f8rdi n\u00fdggja samgongan av, at PF Su\u00f0uroyartunnilin, undir lei\u00f0slu av L\u00f8gmanni, skuldi standa fyri at fyrireika Su\u00f0uroyartunnilin.<\/p>\n\n\n\n<p><\/p>\n\n\n\n<p><strong>Politiskur fylgib\u00f3lkur fylt arbei\u00f0inum<\/strong><br>T\u00ed\u00f0liga \u00ed 2023 f\u00f3r PF Su\u00f0uroyartunnilin undir fyrireikandi arbei\u00f0i\u00f0 og ein fylgib\u00f3lkur vi\u00f0 umbo\u00f0um \u00far \u00f8llum flokkum \u00e1 L\u00f8gtingi var\u00f0 settur at fylgja arbei\u00f0inum.<\/p>\n\n\n\n<p>Hetta er p\u00fara vanligt \u00ed politisku skipanini, og eru ta\u00f0 fylgib\u00f3lkar kn\u00fdttir afturat til d\u00f8mis b\u00fasta\u00f0arpolitikkinum og afturat arbei\u00f0inum vi\u00f0 pensj\u00f3nsaldrinum \u2013 d\u00f8mir um tvey m\u00e1l, sum tvey ymisk landsst\u00fdrisf\u00f3lk arbei\u00f0a vi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>Fylgib\u00f3lkurin til Su\u00f0uroyartunnilin hevur fylgt verk\u00e6tlanini og hevur fingi\u00f0 javna kunning fr\u00e1 PF Su\u00f0uroyartunlinum. \u00cd summar var fylgib\u00f3lkurin v\u00ed\u00f0ka\u00f0ur til at ver\u00f0a tann st\u00f8rsti \u00ed politisku skipanini \u00ed l\u00f8tuni, solei\u00f0is at ta\u00f0 n\u00fa, umframt L\u00f8gmann, eru 12 politiskt vald umbo\u00f0 \u00ed fylgib\u00f3lkinum, m.a. \u00f8ll forf\u00f3lkini \u00ed flokkunum \u00e1 L\u00f8gtingi.<\/p>\n\n\n\n<p><\/p>\n\n\n\n<p><strong>St\u00f3r verk\u00e6tlan \u2013 n\u00f3gvar meiningar og n\u00f3gvar kenslur<\/strong><br>\u00cd st\u00f3rum verk\u00e6tlanum er ta\u00f0 ikki \u00f3kent, at ta\u00f0 eru n\u00f3gvar meiningar og n\u00f3gvar kenslur \u00ed sp\u00e6l. Ta\u00f0 hava okur s\u00e6\u00f0 \u00ed n\u00f3gvum \u00f8\u00f0rum st\u00f3rum verk\u00e6tlanum \u2013 heilt fr\u00e1 V\u00e1gatunlinum og Nor\u00f0oyatunlinum, til Sandoyartunnilin, Glasir, til n\u00fdggja ringvegin \u00ed Havn, n\u00fdggja Hvalbiartunnilin, Sk\u00faladepilin \u00ed Su\u00f0uroy \u2013 fyri at nevna n\u00f8kur d\u00f8mi og har eru j\u00fa ein r\u00f8\u00f0 av \u00f8\u00f0rum d\u00f8mum eisini.<\/p>\n\n\n\n<p>H\u00f3ast Su\u00f0uroyartunnilin hevur veri\u00f0 fyrireika\u00f0ur \u00ed 2\u00bd \u00e1r, so eru ta\u00f0 framvegis n\u00f3gvar meiningar og kenslur um verk\u00e6tlanina \u2013 ta\u00f0 fara ta\u00f0 at ver\u00f0a eisini eftir at tunnilin er li\u00f0ugur.<\/p>\n\n\n\n<p>Ymiskar meiningar eru um linju- og vegaf\u00f8ring.<\/p>\n\n\n\n<p>Onnur hava st\u00f3rt fokus \u00e1 \u00e1rini \u00e1 umhv\u00f8rvis og n\u00e1tt\u00farupartin \u2013 og har eru j\u00fa atlit, at hugsa um b\u00e6\u00f0i \u00ed Hvalba og \u00ed Sandv\u00edk, \u00ed Sk\u00fagvi, \u00ed Dj\u00fapadali, \u00ed Sandsbygd og framvi\u00f0 Sandsvatni.<\/p>\n\n\n\n<p>Flest allar verk\u00e6tlanir, sum byggja land, gera seg onkursvegna inn \u00e1 umhv\u00f8rvi\u00f0 og n\u00e1tt\u00faruna.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00datstykkingin hj\u00e1 T\u00f3rshavnar kommunu \u00e1 Argjahamri tekur j\u00f8r\u00f0 og haga, eins og Sk\u00faladepilin \u00ed Su\u00f0uroy t\u00f3k j\u00f8r\u00f0 og haga \u00ed Porkeri. N\u00fdggju seth\u00fasini heima \u00e1 Sandi taka j\u00f8r\u00f0, eins og n\u00fdggju \u00edb\u00fa\u00f0irnar \u00ed Hvalba fara at gera ta\u00f0. Vegaf\u00f8ringin fr\u00e1 n\u00fdggja Hvalbiartunlinum t\u00f3k j\u00f8r\u00f0 og \u00f3r\u00f3gva\u00f0i \u00ed eitt t\u00ed\u00f0arskei\u00f0 eisini Kj\u00f3gvavatn og v\u00e1tlendi vi\u00f0 vatni\u00f0. Innkomuvegurin og n\u00fdggi Havnavegurin t\u00f3ku eisini j\u00f8r\u00f0, eins vegir til og sj\u00e1lv vindmyllulundin \u00ed Porkerishaganum hava gj\u00f8rt ta\u00f0. Og eg kundi hildi\u00f0 \u00e1fram.<\/p>\n\n\n\n<p>Su\u00f0uroyartunnilin fer eisini at hava \u00e1rin \u00e1 umhv\u00f8rvi\u00f0 og n\u00e1tt\u00faruna, men eins og \u00ed \u00f8llum \u00f8\u00f0rum verk\u00e6tlanum seinastu n\u00f3gvu \u00e1rini, so ver\u00f0ur roynt at minka mest m\u00f8guligt um \u00e1rinini.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd Su\u00f0uroynni skulu n\u00fdggir vegir og ein n\u00fdggjur Sandv\u00edkartunnil gerast. \u00cd Dj\u00fapadali ver\u00f0ur vegaf\u00f8ringin lagd oman\u00e1 verandi veg, sum ver\u00f0ur brei\u00f0ka\u00f0ur 7-8 m. Vi\u00f0 Sandsbygd hava hoyringarnar f\u00f8rt til, at loysnin ver\u00f0ur tillaga\u00f0, fyri ikki at fara gj\u00f8gnum bygdin, so har koma eisini n\u00fdggir vegir.<\/p>\n\n\n\n<p>Har n\u00fdggir vegir skulu gerast, er talan um at taka lendi \u00e1 10-12 m. breidd, tvs. pr. 1.000 m. av n\u00fdggjum vegi eini 10-12.000 fermetur av lendi. Til samanberingar er n\u00fdggja \u00fatstykkingin omanfyri sk\u00falan \u00e1 Argjahamri v\u00e6l omanfyri 30.000 fermetrar.<\/p>\n\n\n\n<p>Loysnin vi\u00f0 at bora upp \u00ed Sk\u00fagvi hevur minni \u00e1rin \u00e1 umhv\u00f8rvi\u00f0 og n\u00e1tt\u00faruna, enn eitt byggipl\u00e1ss og ein havn \u00ed Sk\u00fagvi. Sk\u00favoyggin er eitt Ramsar\u00f8ki\u00f0 og fj\u00f8ran kring oynna er eisini eitt IBA-\u00f8ki\u00f0, so har krevst at hugsa\u00f0 ver\u00f0ur serliga n\u00f3gv um \u00e1rin \u00e1 umhv\u00f8rvi\u00f0 og n\u00e1tt\u00faru.<\/p>\n\n\n\n<p>Spurningurin um trygd \u00ed einum so longu undirsj\u00f3vartunli hevur eisini veri\u00f0 umr\u00f8dd. Undir lei\u00f0slu av bestu trygdarserfr\u00f8\u00f0ingum \u00ed Nor\u00f0urlondum ver\u00f0ur trygdin skipa\u00f0 \u2013 og sj\u00e1lvandi fer eingin \u00ed L\u00f8gtinginum at taka undir vi\u00f0 einum tunli, sum ikki er tryggur.<\/p>\n\n\n\n<p>Kostna\u00f0urin og f\u00edggingin er eisini \u00ed huganum hj\u00e1 n\u00f3gvum.<\/p>\n\n\n\n<p>Sj\u00e1lvur kostna\u00f0urin og st\u00f8ddin \u00e1 samla\u00f0u verk\u00e6tlanini hevur t\u00fddning fyri, um ta\u00f0 ber til at f\u00e1a verk\u00e6tlanina at hanga saman f\u00edggjarliga, t\u00ed m\u00e1 eisini hugsast um, at verk\u00e6tlanin ikki gerst ov st\u00f3r.<\/p>\n\n\n\n<p>F\u00edggingin fevnir um at j\u00e1tta 100 mi\u00f3. kr. um \u00e1ri\u00f0 \u00e1 F\u00edggjarl\u00f3gini \u00ed 10 \u00e1r til PF Su\u00f0uroyartunnilin og lata rentu og avdr\u00e1ttarfr\u00edtt l\u00e1n \u00e1 350 mi\u00f3. kr. fr\u00e1 \u00cdleggingargrunninum. Og t\u00e1 tunnilin letur upp, ver\u00f0a j\u00e1ttanirnar til siglandi Su\u00f0uroyarlei\u00f0ini og siglandi Sk\u00favoyarlei\u00f0ini (sum ver\u00f0a ni\u00f0urlagdar) fluttar til PF Su\u00f0uroyartunnilin. Samb\u00e6rt verandi metingum r\u00f8kkur hetta, saman vi\u00f0 innt\u00f8kum fr\u00e1 fer\u00f0sluni, til at bera verk\u00e6tlanina f\u00edggjarliga.<\/p>\n\n\n\n<p><\/p>\n\n\n\n<p><strong>Gera F\u00f8royar st\u00f8rri<\/strong><br>Vi\u00f0 Su\u00f0uroyartunlinum ver\u00f0ur Su\u00f0uroyggin kn\u00fdtt upp \u00ed restina av F\u00f8royum og 99% av f\u00f8roya f\u00f3lki kunnu t\u00e1 koyra runt landi\u00f0 \u00ed t\u00fani hv\u00f8r hj\u00e1 \u00f8\u00f0rum, t\u00e1 tey hava hug.<\/p>\n\n\n\n<p>Fyri Su\u00f0uroynna \u2013 og t\u00ed eisini fyri F\u00f8royar \u2013 er hetta eisini ein spurningur um at tryggja framt\u00ed\u00f0ina. Ein spurningur um at venda ni\u00f0urgongdini \u00ed Su\u00f0uroynni, um at skapa m\u00f8guleikar, tryggja v\u00e6lfer\u00f0 og geva Su\u00f0uroynni l\u00edv \u00ed n\u00f3gv \u00e6ttarli\u00f0 afturat. Hetta er ein \u00edl\u00f8ga \u00ed f\u00f3lk, \u00ed mentan, \u00fatb\u00fagving, arbei\u00f0spl\u00e1ss og javnv\u00e1g \u00ed landinum \u2013 ein \u00edl\u00f8ga til frama fyri alt landi\u00f0, til frama fyri okkum \u00f8ll \u2013 ein \u00edl\u00f8ga \u00ed einar savna\u00f0ar F\u00f8royar.<\/p>\n\n\n\n<p><\/p>\n\n\n\n<p><strong>Ein st\u00f3r spennandi verk\u00e6tlan<\/strong><br>Su\u00f0uroyartunnilin er ein st\u00f3r verk\u00e6tlan og hevur veri\u00f0 ein sera spennandi verk\u00e6tlan at ver\u00f0a partur av seinastu gott og v\u00e6l 2\u00bd \u00e1rini. Og ta\u00f0 ver\u00f0ur eisini spennandi at f\u00e1a l\u00f3garuppskoti\u00f0 til vi\u00f0ger\u00f0ar aftur \u00ed L\u00f8gtinginum og \u00ed F\u00edggjarnevndini, har okur \u2013 \u00ed framhaldi av vi\u00f0ger\u00f0ini \u00ed F\u00edggjarnevndini \u00ed v\u00e1r \u2013 fara at l\u00fdsa n\u00fdggju t\u00e6ttirnar \u00ed uppskotinum.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00d8ll kunnu fylgja vi\u00f0 \u00f8llum l\u00f8gtingsarbei\u00f0inum. Vi\u00f0 vi\u00f0ger\u00f0unum \u00ed L\u00f8gtingssalinum beinlei\u00f0is \u00e1 netinum, og vi\u00f0 ymiskum m\u00e1lunum \u00ed nevndunum, har alt tilfar eisini er t\u00f8kt \u00e1 heimas\u00ed\u00f0uni hj\u00e1 L\u00f8gtinginum \u2013 solei\u00f0is er eisini vi\u00f0 m\u00e1linum um Su\u00f0uroyartunnilin.<\/p>\n\n\n\n<p>Ta\u00f0 er kanska eitt sindur orkukrevjandi, men um \u00e1hugin er har, so er at fylgja vi\u00f0, solei\u00f0is at t\u00fa eisini f\u00e6r betri innlit \u00ed st\u00f3ru verk\u00e6tlanina Su\u00f0uroyartunnilin.<\/p>\n\n\n\n<p><\/p>\n\n\n\n<p>Dennis Holm, l\u00f8gtingslimur fyri Tj\u00f3\u00f0veldi<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>T\u00e1 samgongulimir leggjast eftir l\u00f8gmanni og eisini skj\u00f3ta eftir egnum floksfelagum \u00ed L\u00f8gtinginum, er flestum greitt, at okur eru farin inn \u00ed eitt val-\u00e1r, og t\u00e1 sn\u00fdr ta\u00f0 seg um at skilja seg \u00far mongdini. Hesin leikur er kendur \u00ed politisku skipanini og ymiskt hevur veri\u00f0 gj\u00f8gnum t\u00ed\u00f0irnar hv\u00f8rji politisk m\u00e1l hava veri\u00f0 br\u00fakt \u00ed [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":41114,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[3,105],"tags":[],"class_list":["post-41113","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-lesarin-skrivar","category-suduroyartunnil"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-04-29 07:31:01","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/41113","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=41113"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/41113\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":41115,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/41113\/revisions\/41115"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/41114"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=41113"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=41113"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=41113"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}