{"id":41225,"date":"2025-12-11T19:04:17","date_gmt":"2025-12-11T19:04:17","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=41225"},"modified":"2025-12-11T19:04:18","modified_gmt":"2025-12-11T19:04:18","slug":"suduroyartunnilin-vit-mugu-velja-eina-loysn-sum-letur-seg-gera","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=41225","title":{"rendered":"Su\u00f0uroyartunnilin: Vit mugu velja eina loysn, sum letur seg gera"},"content":{"rendered":"\n<p>Seinastu h\u00e1lvu \u00f8ldina hava skiftandi landsst\u00fdri og l\u00f8gting gj\u00f8rt munandi \u00edl\u00f8gur \u00ed f\u00f8royska samfer\u00f0slukervi\u00f0 solei\u00f0is, at f\u00f8royingar kunna b\u00fagva, virka, arbei\u00f0a og fer\u00f0ast \u00ed \u00f8llum landinum.<\/p>\n\n\n\n<p>Vi\u00f0 Sandoyartunlinum hava 91% av f\u00f8royingum fingi\u00f0 henda m\u00f8guleika vi\u00f0 f\u00f8stum vegasambandi<\/p>\n\n\n\n<p>Vi\u00f0 einum m\u00f8guligum Su\u00f0uroyartunli ver\u00f0a 99% av f\u00f3lkinum \u00ed F\u00f8royum kn\u00fdtt saman vi\u00f0 f\u00f8stum vegasambandi.<\/p>\n\n\n\n<p>Su\u00f0uroyggin er tann einasta st\u00f3ra oyggin, sum eftir er, i\u00f0 ikki hevur fast samband, og fer\u00f0asambandi\u00f0 er til t\u00ed\u00f0ir heldur \u00f3st\u00f8\u00f0ugt. Harumframt v\u00edsa \u00f8ll t\u00f8l, at Su\u00f0uroyggin er \u00ed eini serst\u00f8\u00f0u, t\u00e1 ta\u00f0 sn\u00fdr seg um haldf\u00f8ristrupulleikar, sum bara gerast verri, um onki ver\u00f0ur gj\u00f8rt.<\/p>\n\n\n\n<p>H\u00f3ast f\u00f3lkav\u00f8ksturin hevur veri\u00f0 st\u00f3rur samanlagt \u00ed F\u00f8royum seinastu 10 \u00e1rini, er f\u00f3lkatali\u00f0 minka\u00f0 \u00ed Su\u00f0uroynni. Minkingin er grunda\u00f0 \u00e1 f\u00f3lkafr\u00e1flyting og l\u00e6gri bur\u00f0artal. Hetta merkir, at tey eldru eru ein lutfalsliga st\u00f8rri partur av f\u00f3lkinum, me\u00f0an tey \u00ed arbei\u00f0sf\u00f8rum aldri og b\u00f8rnini eru lutfalsliga f\u00e6rri \u00ed tali.<\/p>\n\n\n\n<p>Samstundis eru fleiri avbj\u00f3\u00f0ingar vi\u00f0v\u00edkjandi arbei\u00f0smarkna\u00f0inum \u00ed Su\u00f0uroynni &#8211; samanbori\u00f0 vi\u00f0 restina av landinum. Mi\u00f0alinnt\u00f8kan er l\u00e6gst \u00ed Su\u00f0uroynni, og ein minni partur av \u00edb\u00fagvunum eru \u00ed starvi ella starvss\u00f8kjandi.<\/p>\n\n\n\n<p>Su\u00f0uroyarfarlei\u00f0in kostar milliardir \u2013 eisini uttan ein Su\u00f0uroyartunnil<\/p>\n\n\n\n<p>Su\u00f0uroyartunnilin er ein ney\u00f0ug \u00edl\u00f8ga, um gongdin \u00ed Su\u00f0uroynni skal vendast. Samstundis kann talan gerast um eina skilag\u00f3\u00f0a f\u00edggjarliga \u00edl\u00f8gu, t\u00ed verandi sj\u00f3vegis farlei\u00f0 er kostna\u00f0armikil.<\/p>\n\n\n\n<p>Men \u00f3vissan um kostna\u00f0in av einum m\u00f8guligum Su\u00f0uroyartunli er framvegis st\u00f3r.<\/p>\n\n\n\n<p>Ta\u00f0 kann v\u00edsa seg, at kostna\u00f0urin av tunlinum gerst munandi h\u00e6gri enn v\u00e6nta\u00f0 ver\u00f0ur \u00ed l\u00f8tuni, og at kostna\u00f0urin eisini kann gerast ov h\u00f8gur og tyngjandi fyri f\u00edggjarl\u00f3gina, politiska r\u00e1sar\u00fami\u00f0 og haldf\u00f8ri\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>Men l\u00f3garuppskoti\u00f0, i\u00f0 ver\u00f0ur lagt fram \u00ed dag, sn\u00fdr seg ikki um at fara \u00ed gongd vi\u00f0 ein Su\u00f0uroyartunnil. Ta\u00f0 er ein heimild at n\u00fdta uml. 70 mi\u00f3. kr. til fyrireiking, prosjektering og \u00fatbj\u00f3\u00f0ing av verk\u00e6tlanini.<\/p>\n\n\n\n<p>T\u00e1 verk\u00e6tlanin hevur veri\u00f0 \u00ed \u00fatbo\u00f0i, og kostna\u00f0armetingin ver\u00f0ur neyvari, skal politisk st\u00f8\u00f0a takast til, um tunnilsverk\u00e6tlanin skal fremjast.<\/p>\n\n\n\n<p>V\u00edsir ta\u00f0 seg, at kostna\u00f0ar- og rentust\u00f8\u00f0i\u00f0 er r\u00edmiligt, kann talan gerast um eina g\u00f3\u00f0a \u00edl\u00f8gu. V\u00edsir ta\u00f0 seg hinvegin, at ta\u00f0 er ov h\u00f8gt, hevur politiska skipanin m\u00f8guleika at ste\u00f0ga \u00e1.<\/p>\n\n\n\n<p>Ein loysn, sum letur seg gera<\/p>\n\n\n\n<p>Ta\u00f0 eru bara n\u00f8kur f\u00e1 \u00e1r s\u00ed\u00f0an, at ivam\u00e1li\u00f0 var, um ta\u00f0 yvirh\u00f8vur ber til at fara \u00ed gongd vi\u00f0 eina verk\u00e6tlan sum Su\u00f0uroyartunnilin.<\/p>\n\n\n\n<p>N\u00fa hevur kjaki\u00f0 og vitanin flutt seg, t\u00edbetur, men atlitini eru blivin mong \u00ed tali. Tey eru b\u00e6\u00f0i politisk, umhv\u00f8rvislig, b\u00faskaparlig og pers\u00f3nlig. \u00d8ll atlit skulu takast vi\u00f0, t\u00e1 avger\u00f0 ver\u00f0ur tikin. Men fyri verk\u00e6tlanina er ta\u00f0 t\u00f3 avgerandi at halda fast \u00ed h\u00f8vu\u00f0satlitinum:<\/p>\n\n\n\n<p>Skulu vit hava ein Su\u00f0uroyartunnil, m\u00e1 ta\u00f0 vera ein loysn, sum letur seg gera.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd 2022 j\u00e1tta\u00f0i l\u00f8gtingi\u00f0 4 mi\u00f3. kr. til partapening at seta \u00ed P\/F Su\u00f0uroyartunnilin, sum t\u00e1 bleiv stovna\u00f0, t\u00ed farast skuldi undir at fyrireika ein Su\u00f0uroyartunnil.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd f\u00edggjarl\u00f3gunum 2023 og 2024 v\u00f3r\u00f0u j\u00e1tta\u00f0ar samanlagt 20 mi\u00f3. kr. til ney\u00f0ugar forkanningar, sum P\/F Su\u00f0uroyartunnilin hevur sta\u00f0i\u00f0 fyri.<\/p>\n\n\n\n<p>Eg vir\u00f0ismeti sj\u00e1lvsagt allar hugsanir, n\u00fdggja vitan og sj\u00f3narmi\u00f0, i\u00f0 koma fram \u00ed kjakinum um at koma v\u00ed\u00f0ari \u00ed fyrireikingunum av einum m\u00f8guligum Su\u00f0uroyartunli.<\/p>\n\n\n\n<p>Men eg havi eisini eina \u00e1byrgd at vir\u00f0a fakkunnleikan hj\u00e1 P\/F Su\u00f0uroyartunlinum og r\u00e1\u00f0gevum teirra \u2013 b\u00e6\u00f0i f\u00f8royskum og \u00fatlendskum &#8211; sum hava sta\u00f0i\u00f0 fyri \u00f8llum undirsj\u00f3vartunlum \u00ed F\u00f8royum.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p>H\u00f8vu\u00f0satliti\u00f0 m\u00e1 vera ein trygg og f\u00edggjarliga skynsom loysn. Su\u00f0uroyartunnilin ver\u00f0ur st\u00f8rsta \u00edl\u00f8ga, sum nakrant\u00ed\u00f0 ver\u00f0ur gj\u00f8rd \u00ed F\u00f8royum, um hon ver\u00f0ur til veruleika.<\/p>\n\n\n\n<p>T\u00ed er alney\u00f0ugt, at verk\u00e6tlanin fyrst og fremst kann lata seg gera og haraftrat, at hon ver\u00f0ur gj\u00f8rd uttan \u00f3ney\u00f0ugar v\u00e1\u00f0ar.<\/p>\n\n\n\n<p>Vit mugu lurta, men vit mugu eisini velja<\/p>\n\n\n\n<p>T\u00e1 vit taka st\u00f8\u00f0u til eina loysn, mugu vit sj\u00e1lvsagt lurta, men vit mugu eisini velja. Ta\u00f0 er okkara uppg\u00e1va sum politikarar.<\/p>\n\n\n\n<p>M\u00edn leiklutur sum l\u00f8gma\u00f0ur hevur veri\u00f0 at taka st\u00f8\u00f0i \u00ed t\u00ed, sum l\u00f8gtingi\u00f0 hevur samtykt. Og ta\u00f0 sigur seg sj\u00e1lvt: Ein og hv\u00f8r l\u00f8gma\u00f0ur m\u00e1 fyrihalda seg til ta\u00f0, sum eitt og hv\u00f8rt l\u00f8gting hevur samtykt. Solei\u00f0is er skipanin, vit arbei\u00f0a \u00ed.<\/p>\n\n\n\n<p>Eg haldi, at gongdin \u00ed arbei\u00f0inum l\u00fdsir hesa samansettu uppg\u00e1vuna v\u00e6l. T\u00e1 politiski viljin er broyttur, so eru fleiri kanningar gj\u00f8rdar, politiska skipanin hevur fingi\u00f0 kunning og havt m\u00f8guleika at gera eina samla\u00f0a meting.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00darsliti\u00f0 av hesari tilgongdini er l\u00f3garuppskoti\u00f0, sum n\u00fa skal vi\u00f0gerast &#8211; og avgerast &#8211; \u00ed l\u00f8gtinginum komandi t\u00ed\u00f0ina.<\/p>\n\n\n\n<p>Aksel V. Johannesen, l\u00f8gma\u00f0ur<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Seinastu h\u00e1lvu \u00f8ldina hava skiftandi landsst\u00fdri og l\u00f8gting gj\u00f8rt munandi \u00edl\u00f8gur \u00ed f\u00f8royska samfer\u00f0slukervi\u00f0 solei\u00f0is, at f\u00f8royingar kunna b\u00fagva, virka, arbei\u00f0a og fer\u00f0ast \u00ed \u00f8llum landinum. Vi\u00f0 Sandoyartunlinum hava 91% av f\u00f8royingum fingi\u00f0 henda m\u00f8guleika vi\u00f0 f\u00f8stum vegasambandi Vi\u00f0 einum m\u00f8guligum Su\u00f0uroyartunli ver\u00f0a 99% av f\u00f3lkinum \u00ed F\u00f8royum kn\u00fdtt saman vi\u00f0 f\u00f8stum vegasambandi. Su\u00f0uroyggin er [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":41226,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[105,1],"tags":[],"class_list":["post-41225","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-suduroyartunnil","category-tidindi"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-05-18 06:59:37","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/41225","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=41225"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/41225\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":41227,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/41225\/revisions\/41227"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/41226"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=41225"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=41225"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=41225"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}