{"id":41238,"date":"2025-12-12T13:44:50","date_gmt":"2025-12-12T13:44:50","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=41238"},"modified":"2025-12-12T13:44:51","modified_gmt":"2025-12-12T13:44:51","slug":"itrottur-er-hjartad-i-einum-sterkum-samfelag","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=41238","title":{"rendered":"\u00cdtr\u00f3ttur er hjarta\u00f0 \u00ed einum sterkum samfelag"},"content":{"rendered":"\n<p>\u2026 men \u00ed Su\u00f0uroynni str\u00ed\u00f0ast vit dagliga vi\u00f0 avbj\u00f3\u00f0ingar, sum eingi onnur \u00edtr\u00f3ttarfel\u00f8g \u00ed landinum beh\u00f8vast at hugsa um. Hetta hevur avlei\u00f0ingar fyri okkara b\u00f8rn, okkara ungd\u00f3m og okkara framt\u00ed\u00f0ar m\u00f8guleikar \u2013 b\u00e6\u00f0i \u00ed \u00edtr\u00f3ttinum og \u00ed \u00f8\u00f0rum vi\u00f0urskiftum.<\/p>\n\n\n\n<p>T\u00e1 FC Su\u00f0uroy \u2013 og onnur \u00edtr\u00f3ttarfel\u00f8g \u00ed oynni \u2013 skulu til dyst nor\u00f0anfj\u00f8r\u00f0s, er ta\u00f0 ikki bara ein t\u00farur \u2013 ta\u00f0 er ein heilur dagur \u2013 og teir eru sera n\u00f3gvir dagar gj\u00f8gnum eitt kappingar\u00e1r. Hetta er veruleikin fyri \u00f8ll okkara li\u00f0, alt \u00e1ri\u00f0. Ta\u00f0, sum hj\u00e1 \u00f8\u00f0rum er ein t\u00farur \u00e1 nakrar t\u00edmar ella kanska ein fyrrapart, er hj\u00e1 okkum ofta upp \u00ed 12\u201315 t\u00edmar. Ta\u00f0 merkir eisini, at \u00fatili\u00f0 til t\u00ed\u00f0ir ikki m\u00f8ta upp til dystir \u00ed Su\u00f0uroynni \u2013 eisini h\u00f3ast tey bert skulu 1-2 fer\u00f0 su\u00f0ur um \u00e1ri\u00f0 \u2013 og gongur ta\u00f0 bara \u00fat yvir okkara ungu \u00ed\u00f0karar.<br>Umframt okkara ungd\u00f3m, er hetta eisini vi\u00f0urskifti, i\u00f0 eru vi\u00f0 til, at okkara vaksnu gevast vi\u00f0 \u00edtr\u00f3tti fyrr enn a\u00f0rasta\u00f0ni \u00ed landinum. Heilt einfalt t\u00ed, at hv\u00f8r einasti \u00fatidystur, sum tekur 90 minuttir, skal taka 12-15 t\u00edmar av vikuskiftinum, sum \u00ed einum hektiskum gerandisdegi vi\u00f0 familju og b\u00f8rnum, kunnu br\u00fakast til anna\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>T\u00e1 landsli\u00f0svenjingar og \u00farvalsvenjingar eru mitt \u00ed viku, er \u00f3metaliga trupult hj\u00e1 okkara leikarum at luttaka. \u00cdtr\u00f3ttur hevur so n\u00f3gv at siga fyri trivna\u00f0in og okkara menning, at foreldur og sk\u00falar at gera s\u00edtt fyri, at ta\u00f0 letur seg gera, h\u00f3ast ta\u00f0 tekur n\u00f3gva t\u00ed\u00f0 og gongur \u00fat yvir sk\u00falagongd og anna\u00f0. Vit hava d\u00f8mi um ein 15 \u00e1ra gamlan FC Su\u00f0uroy-leikara, sum skuldi \u00e1 tr\u00edggjar landsli\u00f0svenjingar \u00ed oktobur. P\u00e1pin setur solei\u00f0is or\u00f0 \u00e1 ta\u00f0:<\/p>\n\n\n\n<p>\u201c\u00cd samband vi\u00f0 \u00fatt\u00f8kuvenjingar \u00ed oktober, har venjingarnar v\u00f3ru sunnudag, mikudag og leygardag, var sonurin burtur heimanifr\u00e1 \u00ed 104 t\u00edmar \u2013 yvir 4 dagar!<br>Javnaldrar hansara nor\u00f0anfj\u00f8r\u00f0s v\u00f3ru burturi maks 11\u201312 t\u00edmar, og teir sum b\u00fagva \u00ed Havn 7 t\u00edmar. Hetta er veruleikin fyri ein 15 \u00e1ra gamlan drong \u00far Su\u00f0uroynni! Er ta\u00f0 so l\u00f8gi\u00f0, at hann hugsar: \u201cHetta fari eg ikki at bj\u00f3\u00f0a m\u00ednum b\u00f8rnum, t\u00e1 eg einafer\u00f0 skal velja, hvar eg skal b\u00faseta meg?\u201d<br>Hetta tali\u00f0 upp \u00e1 104 t\u00edmar kundi veri\u00f0 14 t\u00edmar, um koyrandi var til Su\u00f0uroynna.\u201d<\/p>\n\n\n\n<p>Hetta er ikki bara ein pers\u00f3nlig s\u00f8ga. Hetta er veruleikin sum okkara b\u00f8rn og ungd\u00f3mur liva vi\u00f0 hv\u00f8nn dag. Vit vita, at fer\u00f0at\u00ed\u00f0in og v\u00e6ntandi atgongd til venjingar ger, at ungd\u00f3mar geva seg undan \u2013 ikki t\u00ed evnini ikki eru har, men t\u00ed m\u00f8guleikarnir ikki eru til ta\u00f0.<br>Vit tosa ofta um, at F\u00f8royar skulu hava bestu karmar til \u00edtr\u00f3tt og ungd\u00f3m. Men ta\u00f0 f\u00e6r ongant\u00ed\u00f0 eydnast, fyrr enn \u00f8ll b\u00f8rn hava somu atgongd til venjingar, kappingar og menning \u2013 eisini tey \u00ed Su\u00f0uroynni. Su\u00f0uroyartunnilin er lykilin til javnbj\u00f3\u00f0is m\u00f8guleikar. Su\u00f0uroyartunnilin er ikki bara eitt samfer\u00f0sluverk\u00e6tlan. Hann er ein samfelags\u00edl\u00f8ga, sum gevur okkara b\u00f8rnum og ungum javnbj\u00f3\u00f0is \u00edtr\u00f3ttarligar m\u00f8guleikar, styrkir landsli\u00f0sarbei\u00f0i og tryggjar samanumtiki\u00f0 st\u00f8rri felagskap \u00ed landinum, sum vit \u00f8ll vilja liva og virka \u00ed.<\/p>\n\n\n\n<p>Vit eru kl\u00e1r. B\u00f8rnini eru kl\u00e1r. N\u00fa er ta\u00f0 F\u00f8roya land, sum skal taka n\u00e6sta stig.<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>\u2026 men \u00ed Su\u00f0uroynni str\u00ed\u00f0ast vit dagliga vi\u00f0 avbj\u00f3\u00f0ingar, sum eingi onnur \u00edtr\u00f3ttarfel\u00f8g \u00ed landinum beh\u00f8vast at hugsa um. Hetta hevur avlei\u00f0ingar fyri okkara b\u00f8rn, okkara ungd\u00f3m og okkara framt\u00ed\u00f0ar m\u00f8guleikar \u2013 b\u00e6\u00f0i \u00ed \u00edtr\u00f3ttinum og \u00ed \u00f8\u00f0rum vi\u00f0urskiftum. T\u00e1 FC Su\u00f0uroy \u2013 og onnur \u00edtr\u00f3ttarfel\u00f8g \u00ed oynni \u2013 skulu til dyst nor\u00f0anfj\u00f8r\u00f0s, er ta\u00f0 [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":3996,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[2,105],"tags":[],"class_list":["post-41238","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-itrottur","category-suduroyartunnil"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-05-18 06:06:17","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/41238","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=41238"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/41238\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":41239,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/41238\/revisions\/41239"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/3996"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=41238"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=41238"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=41238"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}