{"id":41306,"date":"2025-12-16T18:55:35","date_gmt":"2025-12-16T18:55:35","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=41306"},"modified":"2025-12-16T18:55:36","modified_gmt":"2025-12-16T18:55:36","slug":"novembur-hevur-verid-skiftandi","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=41306","title":{"rendered":"Novembur hevur veri\u00f0 skiftandi"},"content":{"rendered":"\n<p><strong>Novembur m\u00e1na\u00f0urin \u00ed \u00e1r hevur veri\u00f0 skiftandi, men ikki so langt fr\u00e1 t\u00ed, sum v\u00e6nta\u00f0 er av seinasta heystarm\u00e1na\u00f0inum \u00ed \u00e1rinum.<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>Ve\u00f0ri\u00f0 henda novembur m\u00e1na\u00f0in&nbsp;hevur veri\u00f0 skiftandi, sum v\u00e6nta\u00f0 er av seinasta heystarm\u00e1na\u00f0inum \u00ed \u00e1rinum. Nakrir illf\u00fdsnir dagar hava veri\u00f0, og vit hava hoyrt onkran havt \u00e1 or\u00f0i\u00f0, at teir hava veri\u00f0 \u00ed meira lagi\u00f0. Ni\u00f0anfyri er hugt eitt sindur eftir m\u00e1tingunum henda m\u00e1na\u00f0in, sum eru fingnar til h\u00f8ldar fr\u00e1 ve\u00f0urst\u00f8\u00f0unum, i\u00f0 Ve\u00f0urstovan rekur. Hesi t\u00f8lini eru heinta\u00f0 \u00far skipanini, sum er undir kn\u00f8ttinum Ve\u00f0ursavn \u00e1 heimas\u00ed\u00f0uni vedur.fo, og eru sett eitt sindur \u00f8\u00f0rv\u00edsi saman \u00ed talvu 1 ni\u00f0anfyri.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>Hitin<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>Mi\u00f0al hitin \u00ed T\u00f3rshavn hendan novembur m\u00e1na\u00f0a var 5,3 stig, sum er eitt vet kaldari enn mi\u00f0al hitin fyri allar novembur aftur til og vi\u00f0 1990, sum er 5,7 stig (mynd 1). Heitasti novembur m\u00e1na\u00f0i, sum hevur veri\u00f0 s\u00ed\u00f0ani ve\u00f0urm\u00e1tingar byrja\u00f0u \u00ed T\u00f3rshavn \u00ed 1872, var \u00ed 2022 vi\u00f0 8,4 stigum. Tann kaldasti novembur undan hesum var \u00ed 2019, t\u00e1 i\u00f0 mi\u00f0alhitin var 4,4 stig. Samanbera vit vi\u00f0 hinar ve\u00f0urst\u00f8\u00f0irnar \u00ed talvu 1, so s\u00e6st, at vi\u00f0 undantaki av Ei\u00f0i var ta\u00f0 sum heild heitari \u00e1 hinum st\u00f8\u00f0unum, og \u00ed mi\u00f0al heitast \u00e1 Akrabergi vi\u00f0 6,1 stigum. M\u00e1tarin \u00e1 Ei\u00f0i stendur \u00ed 177 m h\u00e6dd, sum er v\u00e6l h\u00e6gri enn hinar st\u00f8\u00f0irnar, og er hetta partur av ors\u00f8kini til l\u00e6gra mi\u00f0alhitan har.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p>Teir fyrstu 11 dagarnar \u00ed novembur \u00ed \u00e1r var hitin \u00ed T\u00f3rshavn millum 6 stig og 11,3 stig. 3. novembur var heitasti dagurin \u00ed Havn. Yvirh\u00f8vur var ta\u00f0 r\u00e6ttiliga l\u00fdtt kring alt landi\u00f0 hesar fyrstu dagarnar \u00ed m\u00e1na\u00f0inum. M\u00e1tarin \u00ed Fugloy n\u00e6rt vi\u00f0 12,2 stig, og m\u00e1tarin \u00e1 Akrabergi n\u00e6rt vi\u00f0 12,1 stig, sum er r\u00e6ttiliga heitt fyri \u00e1rst\u00ed\u00f0ina, men t\u00f3 naka\u00f0 kaldari enn metm\u00e1tingin \u00e0 15,7 stig, sum s\u00e6st \u00ed m\u00e1tingunum \u00ed T\u00f3rshavn s\u00ed\u00f0ani 1872.<\/p>\n\n\n\n<p>Kaldasta m\u00e1tingin \u00ed T\u00f3rshavn farna m\u00e1na\u00f0in var 20. novembur. T\u00e1 v\u00f3r\u00f0u m\u00e1ld -2,8 stig, og var ta\u00f0 bert \u00e1 Ei\u00f0i at m\u00e1tarin kreyp eitt sindur l\u00e6gri til -2.9 stig hendan sama dag. Kuldameti\u00f0 \u00ed m\u00e1tingum \u00ed T\u00f3rshavn s\u00ed\u00f0ani 1872 er -8.4 stig.<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/vedur.cdn.fo\/savn\/p1fpbr3j\/11_2025_hiti_til_grein.png?rmode=max&amp;width=653&amp;height=153&amp;bgcolor=fff&amp;format=jpg&amp;s=MG138v5FNkySJ2Jm9OF9vG_MRlM\" alt=\"\"\/><figcaption class=\"wp-element-caption\">Mynd 1: Mi\u00f0alhitin fyri novembur m\u00e1na\u00f0ar aftur til \u00e1r 1990. Heila linjan v\u00edsir mi\u00f0alhitan fyri novembur \u00ed 2025, me\u00f0an brotna linjan v\u00edsir mi\u00f0alhitan fyri allar novembur m\u00e1na\u00f0ar aftur til og vi\u00f0 1990. T\u00f8lini eru heinta\u00f0 \u00far skipanini undir&nbsp;<a href=\"https:\/\/www.vedur.fo\/fo\/vedursavn\">vedur.fo\/vedursavn<\/a>.<\/figcaption><\/figure>\n\n\n\n<p><strong>Avfall<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd novembur v\u00edsir regnm\u00e1tarin \u00ed Havn tilsamans 119,4 mm, sum er v\u00e6l turrari enn b\u00e6\u00f0i \u00e1 Ei\u00f0i vi\u00f0 151.0 mm og \u00ed Fugloy vi\u00f0 209.4 mm. T\u00edverri hava regnam\u00e1taranir \u00e1 Akraberg og Mykinesi ikki veri\u00f0 virknir \u00ed st\u00f3ran part av hesum m\u00e1na\u00f0inum, og t\u00ed hava vit teir ikki vi\u00f0 her. T\u00f8lini fyri Havnina aftur til 1990 v\u00edsa eitt mi\u00f0alavfall \u00e0 145,3mm (mynd 2), og mi\u00f0al fyri \u00e1rini aftur til 1890 er 144,1 mm. Eftir hesum er novembur \u00ed \u00e1r naka\u00f0 turrari enn mi\u00f0al. Ta\u00f0 fullu einans 41.5 mm \u00ed turrasta novembur m\u00e1na\u00f0inum s\u00ed\u00f0ani \u00e1r 1890, men v\u00e1tasti m\u00e1na\u00f0in v\u00e6lsigna\u00f0i Havnina vi\u00f0 297,7mm, og hendi ta\u00f0 \u00ed 2011 (mynd 2).&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/vedur.cdn.fo\/savn\/u13lipsr\/11_2025_avfall_til_grein.png?rmode=max&amp;width=641&amp;height=150&amp;bgcolor=fff&amp;format=jpg&amp;s=yWpvLk8LRY4fWwUl4KczEKmEnBo\" alt=\"\"\/><figcaption class=\"wp-element-caption\">Mynd 2: Avfall fyri novembur aftur til \u00e1r 1990. Heila linjan v\u00edsir mi\u00f0alavfalli\u00f0 fyri novembur \u00ed 2025, me\u00f0an brotna linjan v\u00edsir mi\u00f0alavfalli\u00f0 fyri allar novembur m\u00e1na\u00f0ar aftur til og vi\u00f0 1990. T\u00f8lini eru heinta\u00f0 \u00far skipanini undir&nbsp;<a href=\"https:\/\/www.vedur.fo\/fo\/vedursavn\">vedur.fo\/vedursavn<\/a>.<\/figcaption><\/figure>\n\n\n\n<p><strong>Vindur<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd mi\u00f0al fyri m\u00e1na\u00f0in var vindurin millum lot og fr\u00edskt lot \u00e1 \u00f8llum ve\u00f0urst\u00f8\u00f0unum (talva 1). M\u00e1ti\u00f0, sum ve\u00f0urstovur br\u00faka \u00ed fr\u00e1bo\u00f0anum um vind, er mi\u00f0alvindur yvir 10 minuttir. Hyggja vit eftir hesum m\u00e1tingunum \u00ed talvu 1, so var ta\u00f0 bert \u00e1 Ei\u00f0i og \u00e1 Akrabergi, at vindurin var oman fyri 20 m\/s, men var ta\u00f0 bert \u00ed 1% ella minni av m\u00e1tingunum.&nbsp;\u00c1 hesum b\u00e1\u00f0um st\u00f8\u00f0unum var um fj\u00f3r\u00f0ingurin av m\u00e1tingunum millum 10 og 20 m\/s, me\u00f0an hesin vindurin bert var m\u00e1ldur \u00ed um 10% av m\u00e1tingunum ella minni \u00e1 hinum st\u00f8\u00f0unum. Ver\u00f0ur hugt eitt sindur n\u00e6rri eftir t\u00f8lunum, so s\u00e6st at hesin vindurin var serliga, me\u00f0an \u00e6ttin var \u00fatsynningur og nor\u00f0an. \u00datsynningurin s\u00e6st serliga aftur \u00ed m\u00e1tingunum \u00e1 Akrabergi, Mykinesi og T\u00f3rshavn, men orsaka\u00f0 av lendinum millum landsynning og sunnan \u00e1 Ei\u00f0i. Nor\u00f0ur\u00e6ttirnar eru ey\u00f0s\u00fdndar \u00e1 Ei\u00f0i, men eru meira eystarliga \u00e1 hinum st\u00f8\u00f0unum. Ver\u00f0a m\u00e1tingarnar \u00e1 Fugloy samanbornar vi\u00f0 t\u00e6r \u00e1 Ei\u00f0i, so s\u00e6st nor\u00f0anvindurin ikki aftur \u00ed Fugloy, og kemst hetta av sta\u00f0setingini av m\u00e1tist\u00f8\u00f0ini \u00ed brekkuni vi\u00f0 Kirkjar \u00ed l\u00edvd av nor\u00f0an\u00e6ttini. At d\u00f8ma eftir hesum m\u00e1tingunum, so royndist hesin novembur m\u00e1na\u00f0in v\u00e6l til vind vi\u00f0 Kirkjar.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p>Trey\u00f0ugt so, okkurt nosi\u00f0 var \u00ed farna novembur, har hvirlurnar rukku upp um hvassan storm, og var ta\u00f0 einahelst \u00ed landnyr\u00f0ingsve\u00f0rinum tann 11-12 novembur, at t\u00e6r har\u00f0astu hvirvlurnar v\u00f3r\u00f0u m\u00e1ldar, men eisini nor\u00f0an nosi\u00f0 27. og 28. novembur hev\u00f0i har\u00f0ar hvirvlur \u00e1 \u00f8llum st\u00f8\u00f0unum. Har\u00f0astu hvirvlurnar \u00ed Havn v\u00f3ru t\u00f3 \u00e1 landsynningi 4. novembur, og s\u00e1st hetta illve\u00f0ri\u00f0 eisini \u00e1 hinum st\u00f8\u00f0unum, men t\u00f3 ikki sum m\u00e1tingarnar vi\u00f0 har\u00f0astu hvirlunum.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>Ve\u00f0urkortini<\/strong><\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/vedur.cdn.fo\/savn\/ya5n0dvg\/11_2025_vedurkort.png?rmode=max&amp;width=678&amp;height=521&amp;bgcolor=fff&amp;format=jpg&amp;s=A1fLCEWyGKXOulMLV2-j5AB62X0\" alt=\"\"\/><\/figure>\n\n\n\n<p>Mynd 3: Ve\u00f0urkort fr\u00e1 f\u00fdra d\u00f8gum \u00ed novembur 2025 heinta\u00f0i fr\u00e1&nbsp;<a href=\"https:\/\/www.wetterzentrale.de\/reanalysis.php?jaar=2025&amp;maand=11&amp;dag=16&amp;uur=000&amp;var=45&amp;map=1&amp;model=dwd\">www.wetterzentrale.de<\/a><\/p>\n\n\n\n<p>Fyrstu dagarnir \u00ed m\u00e1na\u00f0inum l\u00e1g eitt l\u00e1gtr\u00fdst vestanfyri, sum gav heilt fitt av vindi Ta\u00f0 n\u00e6rka\u00f0ist fyrst av \u00fatsynningi og s\u00ed\u00f0ani av landnyr\u00f0ingi, t\u00e1 i\u00f0 ta\u00f0 f\u00f3r framvi\u00f0 5. novembur (mynd 3a) og sendi eitt br\u00fagvalag vi\u00f0 regni hendanvegin 7. novembur (mynd 3b). N\u00e6stu dagarnir var hetta l\u00e1gtr\u00fdsti\u00f0 liggjandi eystanfyri, me\u00f0an eitt n\u00fdtt l\u00e1gtr\u00fdst n\u00e6rka\u00f0ist vestaneftir, og F\u00f8royar komu at liggja \u00ed \u00f8kinum millum hesi b\u00e6\u00f0i l\u00e1gtr\u00fdstini vi\u00f0 l\u00edtlum vindi. Hesar fyrstu dagarnar \u00ed m\u00e1na\u00f0inum v\u00f3ru r\u00e6ttuliga l\u00fdggir, yvirh\u00f8vur millum 6 og 11 stig, t\u00ed l\u00e1gtr\u00fdsti\u00f0 vestanfyri \u00ed fleiri dagar dr\u00f3 l\u00fdggja luft sunnaneftir nor\u00f0ur \u00ed \u00f8ki\u00f0 fr\u00e1 F\u00f8royum og eystureftir (mynd 3b).&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p>L\u00e1gtr\u00fdsti\u00f0, sum f\u00f3r eysturum, leg\u00f0i seg eystarlaga \u00ed Barentshavi\u00f0 og d\u00fdptist har, me\u00f0an l\u00e1gtr\u00fdsti\u00f0 vestanfyri helt lei\u00f0ina su\u00f0ur um \u00cdrland og s\u00ed\u00f0ani \u00ed eystan yvir Nor\u00f0urevropa. Hetta hev\u00f0i vi\u00f0 s\u00e6r eitt h\u00e1tr\u00fdsts\u00f8ki\u00f0 yvir okkara lei\u00f0um sum var liggjandi vi\u00f0 k\u00f8ldum luftr\u00e1ki nor\u00f0aneftir vi\u00f0 fleiri stillum d\u00f8gum heilt fram til 21. nov. T\u00f3, stundum v\u00f3ru l\u00f8tur vi\u00f0 upp til fr\u00edskan vind orsaka\u00f0 av grunnum og minni l\u00e1gtr\u00fdstum, i\u00f0 mentust her \u00e1 lei\u00f0unum og f\u00f3ru framvi\u00f0 (mynd 3c). M\u00f3ti endanum av hesum t\u00ed\u00f0arskei\u00f0inum f\u00f8rka\u00f0i h\u00e1tr\u00fdsti\u00f0, sum vanliga liggur vi\u00f0 Asorunum, seg eystur m\u00f3ti Portugal, og dr\u00f3 heita luft nor\u00f0ur \u00ed Atlantshavi\u00f0. Hetta hev\u00f0i vi\u00f0 s\u00e6r heldur l\u00fdggjari r\u00e1k, h\u00f3ast hann framvegis yvirh\u00f8vur l\u00e1 nor\u00f0aneftir, t\u00f3 vi\u00f0 l\u00f8tum ni\u00f0ur \u00ed vestan.<\/p>\n\n\n\n<p>Tann 27. nov var st\u00f8\u00f0an r\u00e6ttuliga l\u00edk henni fyrst \u00ed m\u00e1na\u00f0inum vi\u00f0 tveimum l\u00e1gtr\u00fdstum liggjandi \u00e1vikavist eystan og vestanfyri, men hesafer\u00f0 d\u00fdptist l\u00e1gtr\u00fdsti\u00f0 vestanfyri, me\u00f0an ta\u00f0 hev\u00f0i beina k\u00f3s m\u00f3ti okkum. Hetta gav okkum fyrst heilt fitt av vindi og regni av landsynningi, og t\u00e1 ta\u00f0 var fari\u00f0 eystur um eitt heldur kaldari nos h\u00f8gt so fr\u00e6tt, at ta\u00f0 kendist, at veturin n\u00e6rka\u00f0ist. \u00cd kjallarv\u00f8rrinum av hesum l\u00e1gtr\u00fdstinum mentist enn eitt l\u00e1gtr\u00fdst \u00ed Nor\u00f0sj\u00f3num, sum gav eitt lot av landsynningi, i\u00f0 gaman\u00ed ikki kundi kallast l\u00fdtt, men hev\u00f0i so fr\u00e6tt av hita vi\u00f0 s\u00e6r, solei\u00f0is at vit ikki f\u00f3ru inn \u00ed fyrsta vetrarm\u00e1na\u00f0in \u00ed kuldastigum.<\/p>\n\n\n\n<p>So samumtiki\u00f0 ein novembur m\u00e1na\u00f0i ikki so langt fr\u00e1 mi\u00f0al av t\u00ed, sum vit finna \u00ed m\u00e1tingunum.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/vedur.cdn.fo\/savn\/4g1g0sjc\/11_2025_talva.png?rmode=max&amp;width=600&amp;height=750&amp;bgcolor=fff&amp;format=jpg&amp;s=J4UppNep1NivmlxzB0UMnzbxf4k\" alt=\"\"\/><figcaption class=\"wp-element-caption\">Talva 1: Mi\u00f0alt\u00f8l fyri m\u00e1tingarnar \u00ed novembur m\u00e1na\u00f0 \u00e1 ve\u00f0urst\u00f8\u00f0unum hj\u00e1 Ve\u00f0urstovuni. Talvan er grunda\u00f0 \u00e1 t\u00f8l, sum eru heinta\u00f0i \u00far skipanini undir&nbsp;<a href=\"https:\/\/www.vedur.fo\/fo\/vedursavn\">vedur.fo\/vedursavn<\/a>.<br><\/figcaption><\/figure>\n\n\n\n<p>Mynd ovast:&nbsp; Hvanndalur \u00ed V\u00e1gi, 18.11.2025. Myndatakari er Finn Johannessen.<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Novembur m\u00e1na\u00f0urin \u00ed \u00e1r hevur veri\u00f0 skiftandi, men ikki so langt fr\u00e1 t\u00ed, sum v\u00e6nta\u00f0 er av seinasta heystarm\u00e1na\u00f0inum \u00ed \u00e1rinum. Ve\u00f0ri\u00f0 henda novembur m\u00e1na\u00f0in&nbsp;hevur veri\u00f0 skiftandi, sum v\u00e6nta\u00f0 er av seinasta heystarm\u00e1na\u00f0inum \u00ed \u00e1rinum. Nakrir illf\u00fdsnir dagar hava veri\u00f0, og vit hava hoyrt onkran havt \u00e1 or\u00f0i\u00f0, at teir hava veri\u00f0 \u00ed meira lagi\u00f0. [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":41307,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[1],"tags":[],"class_list":["post-41306","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-tidindi"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-05-18 04:32:07","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/41306","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=41306"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/41306\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":41308,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/41306\/revisions\/41308"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/41307"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=41306"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=41306"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=41306"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}