{"id":41413,"date":"2025-12-23T07:46:02","date_gmt":"2025-12-23T07:46:02","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=41413"},"modified":"2025-12-23T12:18:38","modified_gmt":"2025-12-23T12:18:38","slug":"minningarord-um-ingibjorg-mork","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=41413","title":{"rendered":"Minningaror\u00f0 um Ingibj\u00f8rg M\u00f8rk"},"content":{"rendered":"\n<p>Okkara k\u00e6ra mamma, vermamma, omma og langomma Ingibj\u00f8rg M\u00f8rk \u00ed V\u00e1gi, er farin \u00ed annan heim, 81 \u00e1ra gomul.<\/p>\n\n\n\n<p>Ta\u00f0 var sera tung fyri okkum \u00f8ll systkin og fyri ommu og langommub\u00f8rnini, fleiri onnur vi\u00f0, n\u00fa okkara h\u00f8gt elska\u00f0a mamma Ingibj\u00f8rg M\u00f8rk anda\u00f0ist 3 novembur, 81 \u00e1ra gomul.<\/p>\n\n\n\n<p>Someilei\u00f0is er sera t\u00f3mligt her \u00ed grannalagnum, n\u00fa 4 av okkara n\u00e6ramstu eru farin heim til Harran, innan stutta t\u00ed\u00f0, ja, n\u00fa er t\u00f3mligt Vesturi \u00ed b\u00f8.<\/p>\n\n\n\n<p>Hetta merkist serliga n\u00fa j\u00f3lini eru teir komandi dagarnar. Hinvegin var stysti dagur \u00ed gj\u00e1r, &#8211; v\u00f3nandi fer ta\u00f0 eisini alt at s\u00edggja lj\u00f3sari \u00fat &#8211; eisini hj\u00e1 okkum avvarandi \u00ed sorgini, men minnini um teg, g\u00f3\u00f0a mamma, goyma okur v\u00e6l \u00ed okkara hj\u00f8rtum.<\/p>\n\n\n\n<p>Hesa j\u00f3lah\u00f8gt\u00ed\u00f0in, eins allar a\u00f0rar dagar, gleddi t\u00fa teg, serliga n\u00f3gv til j\u00f3lini. T\u00fa elska\u00f0i j\u00f3lini. T\u00fa gleddi teg eisini til, at sleppa heim av sj\u00fakrah\u00fasinum til hesu j\u00f3lini.<\/p>\n\n\n\n<p>Men, fyrst skuldi t\u00fa vera \u00fatskriva\u00f0 av sj\u00fakrah\u00fasinum, har t\u00fa longu \u00ed septembur og \u00ed oktobur leg\u00f0i \u00e6tlanir um hesu j\u00f3lini. T\u00fa elska\u00f0i j\u00fa, at hava \u00f8ll t\u00ednu k\u00e6ru rundan um teg, kanska mest um j\u00f3lah\u00f8gt\u00ed\u00f0ina.<\/p>\n\n\n\n<p>Soleidis skuldi ta\u00f0 t\u00edverri ikki vera hesufer\u00f0, g\u00f3\u00f0a mamma. Ta\u00f0 er ein st\u00f3r sorg hja okkum \u00f8llum, at t\u00fa ikki er her meira. Serliga hesa fyrstu j\u00f3lini uttan teg, ger\u00f0 alt meira kenslubori\u00f0 og saknurin er ikki ordligan gingin upp fyri okkum enn.<\/p>\n\n\n\n<p>Mamma, eg skal heilsa og siga t\u00e6r, at allar t\u00ednar elsak\u00f0u nissur eru settar upp og ikki at gloyma fram\u00far j\u00f3lapynti hj\u00e1 t\u00e6r, er eisini komi\u00f0 upp\u00e1 st\u00e1s, akkur\u00e1t sum t\u00fa hev\u00f0i gj\u00f8rt ta\u00f0, g\u00f3\u00f0a mamma.<\/p>\n\n\n\n<p>Tollasksmessudagur er eisini \u00ed morgin. Dagurin \u00ed morgin er fyri okkum, eisini ein serligur dagur. T\u00ed \u00ed morgin hevdi p\u00e1pi okkara Ey\u00f0finn M\u00f8rk fylt 80 \u00e1r. F\u00f8\u00f0ingardagurin hja honum hevur alt\u00ed\u00f0 veri\u00f0 h\u00e1t\u00ed\u00f0ardagur heima hja okkum Tollaksmessudag.<\/p>\n\n\n\n<p>Pabba elska\u00f0i, at halda f\u00f8\u00f0ingardagin hja s\u00e6r, har okur \u00f8ll \u00ed familjuni hava veri\u00f0 um hann og mammu, fyri at h\u00e1t\u00ed\u00f0arhalda f\u00f8\u00f0ingardagi hj\u00e1 honum. P\u00e1pi okkara Ey\u00f0finn M\u00f8rk, anda\u00f0ist 4 apr\u00edl 2023.<\/p>\n\n\n\n<p>N\u00fa er t\u00f3mligt \u00ed barnaheiminum hj\u00e1 okkum, h\u00f3ast ta\u00f0, so ver\u00f0ur onkur av okkum her um j\u00f3lini. Har okur eisini fara at minnast teg g\u00f3\u00f0i pabba \u00ed morgin, n\u00fa t\u00fa hev\u00f0i fylt 80 \u00e1r.<\/p>\n\n\n\n<p>Hesu j\u00f3lini, eru eisini tey seinastu hj\u00e1 m\u00e6r, nok eisini tey seinastu j\u00f3lini hj\u00e1 okkum \u00f8llum \u00ed familjuni, sum vera hildin her \u00ed barnaheiminum \u00ed V\u00e1gi.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd grannalagnum eru okkara k\u00e6ru grannar eisini farnir, t.e Adolf mammubeiggi okkara og konan Saloma. Ja, tey b\u00e6\u00f0i, pabba og n\u00fa mamma okkara. \u00d8ll eru farin innan fyri sera stutta t\u00ed\u00f0. Ta\u00f0 er tungt og merkist sera v\u00e6l.<\/p>\n\n\n\n<p>H\u00f3ast mamma var sj\u00fak, seinastu n\u00f3gvu \u00e1rini, so kom ta\u00f0 \u00f3vanta\u00f0 \u00e1 okkum \u00f8ll, at mamma okkara skuldi fara heim til Harran 3 novembur \u00ed \u00e1r.<\/p>\n\n\n\n<p>Hon var komin s\u00e6r nokso v\u00e6l eftir sj\u00fakralegu og var byrja, at venja seg uppaftur, eftir at hava siti\u00f0 koyrist\u00f3li, s\u00ed\u00f0ani \u00ed v\u00e1r. T\u00e1 var hon eisini komin naka\u00f0 fyri seg, eftir sera kritiska sj\u00fakralegu \u00e1 Landssj\u00fakrah\u00fasinum \u00ed v\u00e1r. H\u00f3ast hon hev\u00f0i n\u00f3gvar a\u00f0rar sj\u00fakur at dragast vi\u00f0, so v\u00f3na\u00f0i vit ta\u00f0 besta.<\/p>\n\n\n\n<p>Avgj\u00f8rt var seinast \u00ed oktobur, at mamma okkara skuldi fara til uppvenjingar \u00e1 Hamragar\u00f0i, t\u00ed hennara st\u00f8\u00f0a var somili\u00f0 v\u00e6l betri. Hon kundi n\u00fa sj\u00e1lv fara upp \u00far seingini vi\u00f0 hj\u00e1lp og br\u00fakti ikki koyrist\u00f3lin meira og heldur ikki lyftu, fyri at fara upp \u00far seingini.<\/p>\n\n\n\n<p>Hon gekk eisni aftur vi\u00f0 hj\u00e1lp. T\u00ed var m\u00e6lt til, at hon skuldi fara til uppvenjingar \u00ed eina t\u00ed\u00f0 \u00e1 Hamragar\u00f0i. Hon var bert eina g\u00f3\u00f0a viku \u00e1 Hamragar\u00f0i, har hon ikki meira var komin, so byrja\u00f0i heilsan alvorliga at bila aftur hj\u00e1 henni.<\/p>\n\n\n\n<p>Hon bara versna\u00f0i og gj\u00f8rdist verri fyri og ta\u00f0 gekk skj\u00f3tt ni\u00f0ur \u00e1 bakka. Seinastu fer hon s\u00e1 s\u00ednu egnu h\u00fas t.e okkara barnaheim. Sum hon og babba bygdu til okkum \u00ed 1968, var gj\u00f8gnum eitt vindeyga\u00f0 av Hamragar\u00f0i, hetta var dagin \u00e1\u00f0renn hon var innl\u00f8gd.<\/p>\n\n\n\n<p>Har vildi hon hava meg, at koyra seg ein t\u00far, h\u00f3ast hon var sera illani fyri. Hon vildi hendan seinasta t\u00farin \u00ed koyrist\u00f3linum \u00e1 Hamragar\u00f0i. Hettar var eisini seiansti t\u00farurin \u00ed koyrist\u00f3linum og seinasti koyrit\u00farurin vi\u00f0 sj\u00fakarbilinum, var dagin eftir hin 28 oktobur, har hon var koyrd aftur til Su\u00f0uroyar Sj\u00fakarh\u00fas.<\/p>\n\n\n\n<p>Mamma var innl\u00f8gd 28 okt, og st\u00f8\u00f0an bara gj\u00f8rdist verri og hon anda\u00f0ist hin 3 november \u00e1 Su\u00f0uroyar Sj\u00fakrah\u00fasi\u00f0, vi\u00f0 \u00f8llum s\u00ednu mongu k\u00e6ru vi\u00f0 s\u00edna li\u00f0. Hettar var ein sera tungur dagur at koma \u00edgj\u00f8gnum.<\/p>\n\n\n\n<p>H\u00f3ast mamma var 81 \u00e1r, n\u00fa hon doydi, so var hon ongant\u00ed\u00f0 gomul, \u00ed okkara hugaheimi\u00f0. Hon var so l\u00e6tt upp\u00e1 sinn og alti\u00f0 vi\u00f0 gott m\u00f3t og hev\u00f0i l\u00e6tt til eitt sm\u00edl.<\/p>\n\n\n\n<p>Hon t\u00f3k \u00f8ll onnur frammum seg sj\u00e1lva og setti okkum og onnur \u00ed h\u00e1s\u00e6ti fyrst, og har hon gav okkum \u00f8llum, k\u00e6rleika og umsorgan.<\/p>\n\n\n\n<p>Somulei\u00f0is var hon alt\u00ed\u00f0 ein fyrikomandi pers\u00f3nur \u00edm\u00f3ti \u00f8llum f\u00f3lkum og seg\u00f0i ongant\u00ed\u00f0 eitt skeivt or\u00f0 um nakran.<\/p>\n\n\n\n<p>Hon var eitt l\u00edvstykki\u00f0 av a\u00f0rari ver\u00f0. Hon var alt\u00ed\u00f0 \u00ed g\u00f3\u00f0um lag og elska\u00f0i at liva. Hon hugna\u00f0i um okkum \u00f8ll og var g\u00f3\u00f0 vi\u00f0 \u00f8ll menniskjur. Hon var eisini eitt sosialt og stuttligt menniskja.<\/p>\n\n\n\n<p>Hon dugdi v\u00e6l at siga fr\u00e1 og var hugnalig at vera saman vi\u00f0. Hon elska\u00f0i t\u00f3nleik og l\u00e1 seinastu t\u00ed\u00f0ina alt\u00ed\u00f0 vi\u00f0 ipaddinum og lurta\u00f0i eftir mest andaligum t\u00f3nleiki.<\/p>\n\n\n\n<p>So elska\u00f0i hon, at hyggja eftir andaligum sendingum og eftir filmun, serliga spenningsfilmar d\u00e1mdi henni v\u00e6l at hyggja eftir.<\/p>\n\n\n\n<p>Okur 8 systkin h\u00f8vdu ein sera g\u00f3\u00f0an og umsorgarligan uppv\u00f8kstur.<\/p>\n\n\n\n<p>Mamma var heimagangandi, t\u00e1 i\u00f0 okur \u00f8ll 8 systkin komu til ver\u00f0ina og har hon uppaldi og t\u00f3k s\u00e6r av okkum. Ta\u00f0 uppg\u00e1vuna megna\u00f0i hon til fulnar. Mamma dugdi sum eingin annar alt h\u00fasligt arbei\u00f0i og gera heimi\u00f0 hugnaligt og reint.<\/p>\n\n\n\n<p>Seinastu t\u00ed\u00f0ina, gj\u00f8rdi hon eisni n\u00f3gv bindiarbei\u00f0i, har hon gj\u00f8rdi teppir, til fleiri av teimun n\u00e6rmastu. Hettar var eisini naka\u00f0 hon gekk h\u00f8gt upp\u00ed.<\/p>\n\n\n\n<p>P\u00e1pi okkara, sum alti\u00f0 var n\u00f3gv burtur sum fiskima\u00f0ur og forsyrgdi okkum, og hann var sj\u00e1lvdan heima t\u00e1 i\u00f0 okur v\u00e1ru sm\u00e1b\u00f8rn.<\/p>\n\n\n\n<p>Sj\u00e1lvandi v\u00f3ru mangir munnar at metta og t\u00e6tt var \u00edmillum okkum 8 systkini. P\u00e1pi okkara, sum umframt, at vera fiskima\u00f0ur \u00ed mong harrans \u00e1r, so hev\u00f0i seinni hev\u00f0i lastbilavinnu o.a, syrgdi fyri at einki skuldi vanta \u00ed h\u00fasarhaldinum.<\/p>\n\n\n\n<p>Heima var mamma og st\u00e1ka\u00f0ist og hugna\u00f0i um okkum \u00f8ll. Har hon, eisini dugdi sera v\u00e6l at binda og har komu mong pl\u00f8ggini fr\u00e1 henni.<\/p>\n\n\n\n<p>Hinvegin var n\u00e6stan einki keypt inn, t\u00e1 okur v\u00f3ru minni og tann\u00e1ringar, t\u00ed okur v\u00f3ru sj\u00e1lvbjargin vi\u00f0 \u00f8llum f\u00f8royskum mati, sum b\u00e6\u00f0i serliga pabba syrgdi fyri, har mangla\u00f0i ongant\u00ed\u00f0 naka\u00f0,<\/p>\n\n\n\n<p>Men ta\u00f0 var eisini v\u00e6l ansa eftir, so at alt skuldi strekkja til gj\u00f8gnum \u00e1rini.<\/p>\n\n\n\n<p>Gle\u00f0isl\u00f8turnar v\u00f3ru sj\u00e1lvandi t\u00e1 p\u00e1pin kom heim \u00far New Foundlandi, har okur dreingirnar fingu n\u00fdggjar sp\u00e6libyrsur, bilar og genturnar fingu dukkur og smyrsl vm.<\/p>\n\n\n\n<p>Tv\u00e6r fer\u00f0ir um \u00e1ri\u00f0 var keypt f\u00ednt st\u00e1st til okkum 8 systkin. Ta\u00f0 var til j\u00f3lar og \u00e1 p\u00e1skum. Hinvegin vanta\u00f0i vit, sum nevnt einki sum b\u00f8rn.<\/p>\n\n\n\n<p>Alvilda, omma okkara var okkum ein sera g\u00f3\u00f0 hj\u00e1lp \u00ed okkara heimi\u00f0, ja gj\u00f8gnum okkara uppv\u00f8kstur og var hon eisini eitt v\u00e6lsigna\u00f0 gott og umsorgarligt menninskja.<\/p>\n\n\n\n<p>Eins mamma var Alvilda omman, alt\u00ed\u00f0 gla\u00f0 og gott tilpassar. Okur hava sannliga n\u00f3gv at takka henni fyri. Eisni v\u00f3ru l\u00f8turnar g\u00f3\u00f0ar og stuttligar, t\u00e1 Jens abbin var barnagenta her hj\u00e1 okkum.<\/p>\n\n\n\n<p>Mamma okkara var f\u00f8dd 08.12.1944 og hon er doypt Ingibj\u00f8rg Olivia Jonna Petrea Joensen (seinni keypti tey s\u00e6r sta\u00f0arnavni\u00f0 Ryggshamar \u00ed V\u00e1gi til eftirnavn).<\/p>\n\n\n\n<p>Mamma vaks upp vesturi\u00f0 vi\u00f0 Vatni\u00f0 \u00ed V\u00e1gi \u00e1 Vallaraj\u00f8r\u00f0. Hon er d\u00f3ttur Jens og Alvildu Ryggshamar \u00ed V\u00e1gi. Mamma er yngst av seks systkjum og er einasta genta.<\/p>\n\n\n\n<p>Eisini var mamma nevnd Diddan av teimun eldru \u00ed familjuni. Hetta kom ivaleyst av, at hon var einasta genta og yngst av \u00f8llum systkjunum. Hini systkini eru Leivur, Vilmund, Adolf, J\u00f3gvan og Bresti. Ta\u00f0 syrgiliga hendi, at Leivur drukna\u00f0i \u00ed Klaksv\u00edk, hann var bert 24 \u00e1ra gamal t\u00e1; hetta hendi mi\u00f0skei\u00f0is \u00ed 50 &#8211; \u00e1runum.<\/p>\n\n\n\n<p>B\u00e6\u00f0i Leivur systkinabarn m\u00edtt og eg eru uppkalla\u00f0ir eftir Leivuri, mammubeiggja. T\u00edverri eru eisini a\u00f0rir sorgarleikir \u00ed familjuni, n\u00fdggjari t\u00ed\u00f0, sum eisni hava sett s\u00ednu dj\u00fapu spor, fyri teg g\u00f3\u00f0a mamma, p\u00e1pa og fyri okkum \u00f8ll \u00ed familjuni.<\/p>\n\n\n\n<p>Mamma og p\u00e1pi m\u00f8ttu hv\u00f8rjum \u00f8\u00f0rum fyri fyrstu fer \u00e1 Bakkanum \u00ed V\u00e1gi, t\u00e1 var mamma bert 15 \u00e1ra gomul og p\u00e1pi var 14 \u00e1r. Um hetta mundi\u00f0 var Bakkin, sum Hans Jacob Hjelm s\u00e1li, \u00e1tti, eitt tilhaldssta\u00f0 fyri ungd\u00f3min \u00ed V\u00e1gi.<\/p>\n\n\n\n<p>Somulei\u00f0is plagdi p\u00e1pi okkara, at eyglei\u00f0a mammu, fr\u00e1 h\u00fasinum hj\u00e1 Helenu og Arnhold Hjelm, t\u00e1 i\u00f0 hon kom gangandi oman eftir Krossslabrekku.<\/p>\n\n\n\n<p>Hettar eftir ein arbei\u00f0sdag, sum h\u00fasgenta hj\u00e1 Petrur Dahl (Spar) vi\u00f0 familju. P\u00e1pi okkara var n\u00f3gv inni hj\u00e1 mostur s\u00ednari Helenu Hjelm, sum \u00f3tviti og ungur. Nok har, hann fyrst hevur fingi\u00f0 eyga\u00f0 \u00e1 hesa v\u00f8kru og fittu gentu, sum kom sp\u00e1kandi oman og ni\u00f0an gj\u00f8gnum Krosslabrekku.<\/p>\n\n\n\n<p>Mamma giftist vi\u00f0 p\u00e1pa okkara Ey\u00f0finn M\u00f8rk av Tv\u00f8royri, sum er sonur Hj\u00f8rdis M\u00f8rk og Martin Berg. Mamma og p\u00e1pi giftust 2. januar 1965.<\/p>\n\n\n\n<p>Tey fluttu \u00fat \u00ed Toftal\u00ed\u00f0 at b\u00fagva saman vi\u00f0 langommuni Julionnu Hovgaard (f\u00f8dd Larsen, \u00e6tta\u00f0 av Ei\u00f0i), sum var gift vi\u00f0 Adolf Hovgaard, langabba m\u00ednum sum var \u00e6tta\u00f0ur \u00far Hovi.<\/p>\n\n\n\n<p>Bert tr\u00edggjar m\u00e1na\u00f0ir eftir v\u00edgsluna, t.v.s. 2. apr\u00edl 1965, brendi heim teirra \u00ed grund. Tey mistu alt, sum h\u00f8vdu fingi\u00f0 \u00ed br\u00fa\u00f0arg\u00e1vu, men til Guds undur sluppu tey \u00f8ll fr\u00e1 t\u00ed vi\u00f0 l\u00edvinum. Jens br\u00f3\u00f0ur var bert 2 \u00e1r t\u00e1. \u00cd 1968 bygdu tey s\u00e6r egin h\u00fas vesturi \u00e1 Vallaraj\u00f8r\u00f0 \u00ed V\u00e1gi.<\/p>\n\n\n\n<p>Foreldrini fingu okkum 8 systkin; Jens, Anja, Levi, Ey\u00f0hild, Heidi, Mortan, Rini og Sonni. Ta\u00f0 er sera t\u00e6tt \u00edmillum okkum \u00f8ll, og her kann nevnast, at ta\u00f0 bert er 11 m\u00e1na\u00f0ir millum Heidi og Mortan. Vit gingu sjey av okkum \u00ed f\u00f3lkask\u00fala \u00ed senn. Ta\u00f0 var ofta str\u00e6vi\u00f0 hj\u00e1 foreldrinum, men hetta megna\u00f0i tey eisini til fulnar.<\/p>\n\n\n\n<p>P\u00e1pi f\u00f3r til sj\u00f3s sum a\u00f0rir f\u00f8royingar flest \u00e1 ungun aldri, p\u00e1pi var\u00f0 sj\u00f3ma\u00f0ur heilt fram til mi\u00f0skei\u00f0is \u00ed sjeyti\u00e1rinum. Seinni leg\u00f0ist hann upp \u00e1 land og arbeiddi sum arbei\u00f0sforma\u00f0ur \u00e1 Su\u00f0urfisk \u00ed V\u00e1gi.<\/p>\n\n\n\n<p>Eftir ta\u00f0 hev\u00f0i p\u00e1pi egna lastbilavinnu, avgrei\u00f0slu hj\u00e1 Restorfs Br\u00fdggjar\u00ed og seinastu \u00e1rini arbeiddi hann sum umsj\u00f3narma\u00f0ur hj\u00e1 V\u00e1gs kommunu, eitt skifti var p\u00e1pi bilf\u00f8rari hj\u00e1 N\u00e6rverkinum \u00e1 verksta\u00f0num inni \u00e1 Bakka, og hann sat \u00ed V\u00e1gs b\u00fdr\u00e1\u00f0 \u00ed 23 \u00e1r fr\u00e1 1985 til 2008.<\/p>\n\n\n\n<p>Mamma hevur mest sum alt l\u00edvi\u00f0 veri\u00f0 heimagangandi, ansa okkum, givi\u00f0 okkum, k\u00e6rleika, n\u00e6rleika, umsorgan og tryggleika, t\u00e1 i\u00f0 t\u00f8rvur var \u00e1 t\u00ed; me\u00f0an p\u00e1pi var tann sum syrgdi fyri at matur kom \u00e1 bori\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>Eg minnist n\u00f3gvar g\u00f3\u00f0ar s\u00f8gur gj\u00f8gnum barnd\u00f3min. Vit sp\u00e6ldu sum b\u00f8rn \u00bbVi\u00f0 Vatni\u00f0\u00ab, og p\u00e1p\u00ed sm\u00ed\u00f0a\u00f0u okkum \u00bbflakar\u00ab, me\u00f0an mamma syrgdi fyri at hava turr kl\u00e6\u00f0i til okkum, t\u00e1 i\u00f0 vit komu av vatninum aftur, oftani fleiri fer\u00f0ir um dagin.<\/p>\n\n\n\n<p>T\u00e1 v\u00f3ru ikki nakrir barnagar\u00f0ar ella pedagogar sum \u00ed dag, men okur h\u00f8vdu j\u00fa teg mamma og p\u00e1pa, t\u00e1 i\u00f0 hann var heima, og t\u00fa okkara k\u00e6ra mamma, megna\u00f0i sum eingin annar at halda h\u00fas, heim og b\u00f8rn.<\/p>\n\n\n\n<p>Vit h\u00f8vdu ein g\u00f3\u00f0an barnd\u00f3m, har var st\u00f3rur gle\u00f0i at vera heima og vit f\u00f8ldi okkum sera trygg og v\u00e6l, sum b\u00f8rn, Hetta var eisini galdandi, vi\u00f0 ommu og abbab\u00f8rninum. Sama var vi\u00f0 langaabbab\u00f8rninum, sum eisini eru fleiri \u00ed tali. Tey komu alt\u00ed\u00f0 inn \u00e1 g\u00f3lvi\u00f0 \u00ed barnaheiminum, ta\u00f0 fr\u00f8ddi teg g\u00f3\u00f0a mamma og pabba vi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>Ja, alt\u00ed\u00f0 hevur barnaheimi\u00f0 sta\u00f0i\u00f0 opi\u00f0, fyri \u00f8llum, har hevur veri\u00f0 hjartar\u00fam sum ta\u00f0 forsl\u00e6r.<\/p>\n\n\n\n<p>Hetta g\u00f3\u00f0a lyndi og umsorgan sum mamma hev\u00f0i haldi eg var, eftir mammu s\u00ednari Alvildu ommu, sum hev\u00f0i eitt heitt og st\u00f3rt hjarta til \u00f8ll onnur f\u00f3lk. Hetta sermerkti eisini teg og t\u00fa gav fyrst \u00f8\u00f0rum, \u00e1\u00f0renn t\u00fa hugsa\u00f0i um teg sj\u00e1lva.<\/p>\n\n\n\n<p>Einafer\u00f0 minnist eg, t\u00e1 \u00ed bindiklubbur var, at eg goymdi meg aftan fyri sofuna \u00ed stovuni hj\u00e1 okkum. Har hoyrdi eg alt ta\u00f0, sum eg ikki skuldi hoyra. Eg haldi, at Daniella \u00ed K\u00e1lhaganum leg\u00f0i merki til m\u00edn, og harvi\u00f0 gekk lei\u00f0in hj\u00e1 m\u00e6r skj\u00f3tt inn \u00ed kamari\u00f0 at sova. Ja, ta\u00f0 mangan stuttligur og g\u00f3\u00f0ir dagar.<\/p>\n\n\n\n<p>Mamma hevur eisini havt n\u00f3gvar vinkonur gj\u00f8gnum \u00f8ll \u00e1rini. \u00cd s\u00ednum ungum \u00e1rum var Anna hj\u00e1 Elsu, Marita hj\u00e1 Herdis \u00e1 Beytinum, J\u00f3run \u00ed Kalhaganum, hennara bestu vinkonur. Eisini v\u00f3ru Elisabeth hj\u00e1 Miu og Eliesar \u00e1 Oyri og mamma vinkonur.<\/p>\n\n\n\n<p>Hettar var um ta\u00f0 mundi, t\u00e1 i\u00f0 mamma og tey bygdu h\u00fasini \u00ed 1968, ta\u00f0 er t\u00ed heldur ikki l\u00f8gi\u00f0, at Elisabeth gj\u00f8rdist gumma m\u00edn \u00ed februar 1969. Seinni eru n\u00f3gvar a\u00f0ar vinkonur komnar gj\u00f8gnum \u00e1rini.<\/p>\n\n\n\n<p>Mamma elska\u00f0i at fara til og at hava bindiklubb, seinasti bindiklubburin vardi \u00ed 35 \u00e1r.<\/p>\n\n\n\n<p>Har vinkonunar Doretha, ,Gudrun, Margreth, Anna, J\u00f3na, Greta, Almona og Alfrida, og a\u00f0ar vi\u00f0 gj\u00f8gnum \u00e1rini, hugna\u00f0u s\u00e6r \u00f3f\u00f8rt \u00f8ll hesu \u00e1rini.<\/p>\n\n\n\n<p>Seinast \u00e1rini har heilsa bila\u00f0i hj\u00e1 mammu, syrgdi systrarnar fyri, at rigga til vi\u00f0 reinger\u00f0 og vi\u00f0 mati, so mamma kundi halda bindiklubb.<\/p>\n\n\n\n<p>Ta\u00f0 hava systrar m\u00ednar eisini gj\u00f8rt, n\u00fa \u00ed mong \u00e1r, me\u00f0an heilsan var farin at bila hj\u00e1 foreldrunum. Allar systrarnar hava somu eginleikar, sum mamma sj\u00e1lv, t\u00e6r eru sera raskar og dugnaligar innan n\u00f3gv \u00f8kir.<\/p>\n\n\n\n<p>Mamma hevur ikki bara veri\u00f0 heimagangandi. Hon var \u00ed s\u00ednum ungum \u00e1rum til arbei\u00f0is \u00e1 telefonst\u00f8\u00f0ini \u00ed V\u00e1gi, har hon var telefonbo\u00f0. Eftir hetta var hon arbei\u00f0sgenta \u00ed 2 \u00e1r \u00ed h\u00fasinum hj\u00e1 Elsebeth Helenu og J\u00f3gvan Dahl vi\u00f0 Krossli\u00f0 \u00ed V\u00e1gi. Eisini arbeiddi hon vi\u00f0 fisk hj\u00e1 A\/S J. Dahl \u00ed V\u00e1gi og \u00e1 Su\u00f0urfisk, og sum heimahj\u00e1lp \u00ed n\u00f8kur \u00e1r.<\/p>\n\n\n\n<p>Ta\u00f0 eru n\u00f3gvir barnad\u00f3pir, barnaf\u00f8\u00f0ingardagar og konfirimati\u00f3nir, sum eru hildnir \u00ed okkara barnaheimi. Her v\u00f3ru serliga svigarindurnar hj\u00e1 mammu, Hanna, Disan og Saloma, eisini v\u00f3ru ta\u00f0 vinkonurnar S\u00f3lva, Frida, Marsanna sum hj\u00e1lpti til t\u00e1. N\u00f3gv var j\u00fa um at gera og mangt krovi\u00f0 \u00far Hovi, hevur veri\u00f0 til matna \u00f8ll hesu \u00e1rini.<\/p>\n\n\n\n<p>Seinasta konfirmati\u00f3nin sum hildin var \u00ed barnaheiminum, var t\u00e1 d\u00f3ttur m\u00edn Lea var fermd \u00ed V\u00e1gs kirkju. Somulei\u00f0is var eisni barnad\u00f3purin hja Ingibj\u00f8rg d\u00f3ttur m\u00ednari, hildin her fyri g\u00f3\u00f0um 31 \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani.<\/p>\n\n\n\n<p>Eisini hava a\u00f0rir barnadopar og f\u00f8\u00f0ingardagar veri\u00f0 hildin her s\u00ed\u00f0ani t\u00e1. Her hevur sum nevnt alt\u00ed\u00f0 veri\u00f0 hjartar\u00fam og pl\u00e1ss fyri \u00f8llum.<\/p>\n\n\n\n<p>Sj\u00e1ldan var matur keyptur \u00fatifr\u00e1, nei d\u00f8gur\u00f0amatin syrgdi p\u00e1pi fyri, eisini t\u00e1 i\u00f0 naka\u00f0 st\u00f3rt skuldi haldast \u00ed h\u00fasinum hj\u00e1 okkum.<\/p>\n\n\n\n<p>Eisini hava p\u00e1pi og mamma havt sey\u00f0 og sey\u00f0ahald \u00ed Hovi. Hetta var eitt st\u00f3rt \u00edkast til okkum gj\u00f8gnum \u00e1rini, t\u00ed ta\u00f0 v\u00f3ru n\u00f3gvir munnar at metta.<\/p>\n\n\n\n<p>Eg minnist eisini \u00e1 sum sm\u00e1drongur, ta i\u00f0 vit \u00f8ll b\u00f8rnini f\u00f3ru at fer\u00f0ast \u00ed egnum landi. Vit v\u00f3ru b\u00e6\u00f0i \u00e1 Leynavatni, og \u00e1 Kirkjuvatni \u00ed Famjin, har setti mamma og p\u00e1pi eitt st\u00f3rt &#8220;vilt telt&#8221; upp, og vit hugna\u00f0u okkum \u00fati \u00ed natt\u00faruni. Ja, t\u00fa og p\u00e1pi h\u00f8vdu n\u00f3gv yvirskot, h\u00f3ast \u00e1tta b\u00f8rn.<\/p>\n\n\n\n<p>Eisini eitt skifti v\u00f3ru eisini arbei\u00f0sgentur her \u00ed h\u00fasinum, eg minnist serliga Helle Thomsen, Kirstin, Bodil, Heidi Andreasen og eisni var Solger\u00f0 Thomsen, h\u00fashj\u00e1lp. T\u00e6r v\u00f3ru allar stak fittar og raskar.<\/p>\n\n\n\n<p>Eg minnist, t\u00e1 i\u00f0 vit \u00f8ll blivu st\u00f8rri og byrja\u00f0i at ganga \u00ed dans. Mangan hevur t\u00fa siti\u00f0 uppi um n\u00e1ttina og b\u00ed\u00f0a\u00f0, inntil vit \u00f8ll komu aftur \u00ed \u00f8llum g\u00f3\u00f0um \u00far dansi. Eisni fingi\u00f0 vit loyvi\u00f0 til at sp\u00e6la t\u00f3nleik, bilti ikki so n\u00f3gv um ta\u00f0 var hart fr\u00e1. Bara tey vistu at vit v\u00f3ru inni, so var f\u00ednt. Hinvegin d\u00e1mdi teimun b\u00e1\u00f0um sera v\u00e6l t\u00f3nleik.<\/p>\n\n\n\n<p>T\u00fa og p\u00e1pi hava eisini havt b\u00f8rn \u00ed pleygu hj\u00e1 okkum, hesi b\u00f8rn eru eisini v\u00e6l fyri \u00ed dag, eg tr\u00fagvi eisini, at tey hava n\u00f3gv at takka t\u00e6r og p\u00e1pa fyri.<\/p>\n\n\n\n<p>T\u00e1 i\u00f0 eg var \u00ed Danmark \u00ed lestrar\u00f8rindum var ta\u00f0 sera k\u00e6rkomi\u00f0 at f\u00e1a b\u00e6\u00f0i f\u00f8royskan mat og anna\u00f0 gott fr\u00e1 tykkum, ta\u00f0 eri eg takksamur fyri.<\/p>\n\n\n\n<p>Vit eru \u00f8ll b\u00f8rnini komin v\u00e6l fr\u00e1 okkara uppv\u00f8kstri \u00e1 ymiskan h\u00e1tt. Eg haldi at vit hava n\u00f3gv at takka tykkum b\u00e1\u00f0um fyri. Eisini var ta\u00f0 fr\u00e1l\u00edkt, at koma heim aftur til V\u00e1gs, fyri n\u00f8krum \u00e1\u00f0rum s\u00ed\u00f0ani, t\u00e1 var heilsan hj\u00e1 tykkum b\u00e1\u00f0um eisini farin at bila, men okur hava kl\u00e1r sker\u00f0ini v\u00e6l h\u00f3ast ta\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>Mamma og p\u00e1pi hava alt\u00ed\u00f0 sera tr\u00fagv \u00edm\u00f3ti guds or\u00f0i, tey gingu n\u00f3g \u00ed Meiniheitsh\u00fasi\u00f0 \u00ed V\u00e1gi, t\u00ed har v\u00f3ru mamma og p\u00e1pi oftani at s\u00edggja. At mamma okkara var ein avhildin pers\u00f3nur, s\u00e6st eisini aftur \u00ed V\u00e1gs kirkju, har sera mong f\u00f3lk, s\u00f8gdu henni farv\u00e6l.<\/p>\n\n\n\n<p>At enda vil eg takka \u00f8llum innan heilsuverki og \u00f8ll sum eru komin inn \u00e1 g\u00e1tt fr\u00e1 heilsuverkinum, hesu mongu seinastu \u00e1rini og st\u00f3ra hjartans takk fyri tykkara heilsufremjandi arbei\u00f0i.<\/p>\n\n\n\n<p>Somulei\u00f0is vilja vit takka b\u00e6\u00f0i starvsf\u00f3lkunum \u00e1 Hamragar\u00f0 og Landssj\u00fakarh\u00fasinum fyri fram\u00far heilsufremjandi arbei\u00f0i b\u00e6\u00f0i vi\u00f0 mammu og p\u00e1pa, n\u00fa heilsan f\u00f3r at bila hj\u00e1 teimun, hesu seinastu \u00e1rini. Vit eru tykkum \u00f8llum sera takksom.<\/p>\n\n\n\n<p>Til seinast vilja vit takka \u00f8llum sum hj\u00e1lpti til vi\u00f0 jar\u00f0arfer\u00f0ini. Takk til Hanus P\u00e1l presti fyri fram\u00far vakra jar\u00f0arfer\u00f0 og fyri g\u00f3\u00f0 og r\u00f8randi or\u00f0 um mammu okkara. Eisini takk sangarnar vi\u00f0 gr\u00f8vina, hon f\u00f3r til s\u00edna seinasta hv\u00edldarsta\u00f0..<\/p>\n\n\n\n<p>Takk fyri alt g\u00f3\u00f0a mamma og v\u00f3nandi halda tit saman f\u00f8\u00f0ingardagin \u00ed Himmir\u00edki, n\u00fa pabba fyllur 80 \u00e1r \u00ed morgin.<\/p>\n\n\n\n<p>T\u00fa fer heilt vist at forkela hann aftur \u00ed morgin.<\/p>\n\n\n\n<p>Sakni teg vi\u00f0 m\u00edna l\u00ed\u00f0<br>F\u00e1i ikki fyrrenn t\u00e1 fri\u00f0<br>T\u00fa vart m\u00edtt alt<br>Gud hev\u00f0i teg valt<\/p>\n\n\n\n<p>So k\u00e6rlig og hjarta g\u00f3\u00f0<br>Gav ta\u00f0 til okkara sl\u00f3\u00f0<br>Av Gudi t\u00fa eitt undirverk<br>T\u00fa gj\u00f8rdi okkum \u00f8ll l\u00edka sterk<\/p>\n\n\n\n<p>Sum t\u00fa ert n\u00f3gv sakna\u00f0<br>T\u00edverri ert t\u00fa, n\u00fa sl\u00f3kna\u00f0<br>Eins patos er \u00ed kn\u00fas<br>T\u00fa ert n\u00fa \u00ed Harrans h\u00fas<\/p>\n\n\n\n<p>Hoyri enn t\u00edna v\u00f8kru r\u00f8dd<br>Her eru fj\u00f8llini n\u00fa kavakl\u00f8dd<br>Vakra Gj\u00f3gvarfjall<br>Gevur \u00ed kv\u00f8ld okkum eitt kall<\/p>\n\n\n\n<p>N\u00fa dagar eru uttan t\u00edtt sm\u00edl<br>Fallandi stj\u00f8rnur detta av himl<br>Vi\u00f0 Vatni\u00f0 vakurt er at sj\u00e1<br>Ta\u00f0 t\u00edtt hjartanum n\u00e6r l\u00e1<br>T\u00fa fr\u00e1 altaninum, vi\u00f0 gle\u00f0i ta\u00f0 s\u00e1<\/p>\n\n\n\n<p>Minnini g\u00f3\u00f0, um bard\u00f3msdagar<br>Vil t\u00f3 fegin hava teg aftur higar<br>N\u00fa er myrkur er og ein skal \u00ed song<br>\u00cd hjartanum minnir um teg v\u00e6l goymd<br>J\u00f3lini eru n\u00fa \u00ed n\u00e1nd<\/p>\n\n\n\n<p>Har okur \u00f8ll minnast teg vi\u00f0 gle\u00f0i<br>T\u00fa l\u00e6rdi okkum um Jesubarni\u00f0<br>Hann sum t\u00e6r n\u00fa gav kalli\u00f0<\/p>\n\n\n\n<p>Barnaheimi\u00f0 n\u00fa er t\u00f3mt<br>Vildi so fegin, teg aftur l\u00e1nt<br>J\u00f3lini elska\u00f0i t\u00fa yvir alt anna\u00f0<br>J\u00f3lagle\u00f0in er ringur at sanna<\/p>\n\n\n\n<p>Sum t\u00fa elska\u00f0i j\u00f3last\u00e1s<br>T\u00f3 ikki sj\u00e1lvur, at eta g\u00e1s<br>Her var j\u00f3la og n\u00fdssupr\u00fd\u00f0i<br>N\u00fa er eisini st\u00f3rur l\u00fd\u00f0i<\/p>\n\n\n\n<p>T\u00fa ert m\u00edn verndareingil<br>L\u00edka so leingi\u00f0 er eri til<br>T\u00fa ert m\u00edtt lj\u00f3s<br>Har ein enn m\u00e1 halda k\u00f3s<\/p>\n\n\n\n<p>Saknurin fyllur n\u00f3gv<br>N\u00fa t\u00fa og pabba r\u00f3\u00f0u seinasta sj\u00f3gv<br>Takksemi fyri tykkum b\u00e6\u00f0i<br>Gle\u00f0isminnur heilt aftur til m\u00f3\u00f0urkn\u00e6\u00f0i<\/p>\n\n\n\n<p>S\u00edggjast aftur g\u00f3\u00f0a mamma og hv\u00edl \u00ed fri\u00f0i<\/p>\n\n\n\n<p>Levi<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Okkara k\u00e6ra mamma, vermamma, omma og langomma Ingibj\u00f8rg M\u00f8rk \u00ed V\u00e1gi, er farin \u00ed annan heim, 81 \u00e1ra gomul. Ta\u00f0 var sera tung fyri okkum \u00f8ll systkin og fyri ommu og langommub\u00f8rnini, fleiri onnur vi\u00f0, n\u00fa okkara h\u00f8gt elska\u00f0a mamma Ingibj\u00f8rg M\u00f8rk anda\u00f0ist 3 novembur, 81 \u00e1ra gomul. Someilei\u00f0is er sera t\u00f3mligt her \u00ed grannalagnum, [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":24,"featured_media":41414,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[3],"tags":[],"class_list":["post-41413","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-lesarin-skrivar"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-05-18 01:35:05","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/41413","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/24"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=41413"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/41413\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":41415,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/41413\/revisions\/41415"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/41414"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=41413"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=41413"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=41413"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}