{"id":41541,"date":"2026-01-02T20:00:54","date_gmt":"2026-01-02T20:00:54","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=41541"},"modified":"2026-01-02T20:00:55","modified_gmt":"2026-01-02T20:00:55","slug":"moske-moske-ikke","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=41541","title":{"rendered":"Mosk\u00e9? Mosk\u00e9 ikke"},"content":{"rendered":"\n<p><strong>Skulu vit hava ein muslimskan depil \u00ed F\u00f8royum? Fyri 59 \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani h\u00f8vdu danskarar m\u00f8guleika at spyrja sama spurning.<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>Ein av d\u00f8gunum stutt undan j\u00f3lum var frammi \u00ed mi\u00f0lunum, at \u00e6tlanir og ynski eru um at f\u00e1a sett \u00e1 stovn ein \u201cmuslimskan depil til dj\u00faphugsni \u00ed F\u00f8royum\u201d, sum skriva\u00f0 var\u00f0 \u00ed mi\u00f0lunum.<\/p>\n\n\n\n<p>Fyri ikki so langari t\u00ed\u00f0 s\u00ed\u00f0ani var\u00f0 eisini tosa\u00f0 um at f\u00e1a fyrsta muslimska depilin \u00ed Danmark. Fyrstu moskuna. T\u00ed, fara vit bara sm\u00e1 59 \u00e1r aftur \u00ed t\u00ed\u00f0ina, so var als eingin moska \u00ed Danmark \u2013 ja, \u00ed roynd og veru var eingin moska \u00ed Nor\u00f0urlondum yvirh\u00f8vur.<\/p>\n\n\n\n<p>Fyrsta moskan um okkara lei\u00f0ir s\u00e1 dagsins lj\u00f3s \u00ed Hvidovre 21. juli 1967 \u2013 Nusrat Djahan-moskan gj\u00f8rdi, at b\u00fdurin fekk eyknevni\u00f0 \u201cNordens Mekka\u201d \u00ed Hvidovre Avis eina viku seinni, har ta\u00f0 eisini samb\u00e6rt dr.dk st\u00f3\u00f0 skriva\u00f0&nbsp;<em>\u201c&#8230;at der var omkring &#8220;100 muhamedanere her i landet,&#8221; men med den nye mosk\u00e9 h\u00e5bede kaliffen, at tallet ville vokse.\u201d<\/em>&nbsp;T\u00e1verandi borgarstj\u00f3rin \u00ed Hvidovre, Svend Aagesen, heilsa\u00f0i moskuni og islam&nbsp;so hjartaliga v\u00e6lkomnum til b\u00fdin.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>EINKI POLITISKT KJAK UM MOSK\u00c9<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>J\u00fa, danskarar h\u00f8vdu m\u00f8guleika at spyrja sama spurning, og ta\u00f0 er ikki av tilvild, eg sigi m\u00f8guleika. T\u00ed, ta\u00f0 s\u00e6r \u00fat til, at st\u00f3rvegis politiskt kjak ikki st\u00f3\u00f0st av hesi fyrstu moskuni. \u00cd grein \u00e1 religion.dk sigur religi\u00f3nsforskarin, Brian Arly Jacobsen, solei\u00f0is:&nbsp;<em>\u201cByggeriet blev fulgt med nysgerrig opm\u00e6rksomhed i medierne, mens interessen for byggeriet var ikke-eksisterende blandt politikerne i Folketinget.\u201d<\/em>&nbsp;Hugvekjandi. Sera hugvekjandi, t\u00e1 vit hoyra og s\u00edggja alt politiska kjaki\u00f0, sum er um hesi vi\u00f0urskifti \u00ed Danmark \u00ed dag.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>KALIFFURIN FEKK YNSKI\u00d0 UPPFYLT<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>H\u00f3ast talan er um stutt t\u00ed\u00f0arbil, so er \u00f3metaliga n\u00f3gv hent og broytt hesi 59 \u00e1rini. Um vit bert taka Hvidovre-\u00f8ki\u00f0, so er ynski\u00f0 hj\u00e1 kaliffinum um&nbsp;<em>\u201cat tallet ville vokse\u201d<\/em>&nbsp;\u00ed hvussu er uppfylt.&nbsp;Tilflytarar vi\u00f0 muslimskari tr\u00fagv eru r\u00e6ttiliga n\u00f3gv fleiri enn hundra\u00f0, ja, um vit bert hyggja at moskutalinum, so liggur ta\u00f0 onkusta\u00f0ni millum 170 og 200 \u00ed Danmark. N\u00f3gvar, n\u00f3gvar hundra\u00f0tals sl\u00edkar munnu vera \u00ed Nor\u00f0urlondum tilsamans \u00ed dag.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>SHARIA-D\u00d3MST\u00d3LAR 50 \u00c1R SEINNI<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>Sum nevnt, so er kjaki\u00f0 eitt anna\u00f0 n\u00fa, enn t\u00e1 borgarstj\u00f3rin \u00ed Hvidovre tosa\u00f0i um toleransu og bey\u00f0 moskuni og islam v\u00e6lkomnum vi\u00f0 opnum favni. J\u00fast 50 \u00e1r seinni \u00ed 2017 seg\u00f0i Mette Frederiksen solei\u00f0is \u00ed kjaksending \u00e1r DR:&nbsp;<em>&#8220;I dag er der sharia-domstole. Der er i dag muslimer i Danmark, der ikke respekterer det danske restsystem. Som k\u00f8rer efter deres egne spilleregler. Det er jeg dybt i mod.&#8221;<\/em><\/p>\n\n\n\n<p>50 \u00e1r, simpulten.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>SOSIALT KONTROL OG KRIMINALITETUR<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>S\u00ed\u00f0ani t\u00e1 hevur Mette veri\u00f0 statsministari \u00ed eitt koyr, og so seint sum \u00ed september \u00ed 2025 er hon endurgivin \u00ed Kristeligt Dagblad, har hon gevur muslimsku lei\u00f0arunum \u00ed Danmark av grovf\u00edluni. Hon sigur teir ikki liva upp til ta \u00e1byrgd, teir hava \u00ed sambandi vi\u00f0 at for\u00f0a negativum sosialum kontrolli. Hon hartar teir eisini, t\u00e1 ta\u00f0 kemur til kriminellan ungd\u00f3m vi\u00f0 ikki-vesturlendskari bakgrund \u2013 ein b\u00f3lkur, sum toppar kriminalitetshagt\u00f8lini. Hon nevnir eisini fakta \u00far eini fr\u00e1grei\u00f0ing hj\u00e1 Fredrik Vad, sum v\u00edsir, at ta\u00f0 almenna Danmark ver\u00f0ur undirgrivi\u00f0 innan\u00edfr\u00e1 av borgarum vi\u00f0 muslimskari bakgrund \u2013 borgarar, sum at s\u00edggja til eru v\u00e6l fungerandi (l\u00e6knar, sj\u00fakrar\u00f8ktarfr\u00f8\u00f0ingar ella politistar t.d.) \u2013 men sum f\u00f8ra negativt sosialt kontrol vi\u00f0 \u00f8\u00f0rum muslimum.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>PARALELL-SAMFEL\u00d8G<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>F\u00f3lkar\u00e6\u00f0i\u00f0 \u00ed Danmark er undir tr\u00fdsti \u2013 ta\u00f0 er so sera ey\u00f0s\u00fdnt \u00ed t\u00ed, sum Mette sigur. Samanhangsmegin svinnur, samfelagi\u00f0 skr\u00e6dnar. Ta\u00f0 eru st\u00f3rar avbj\u00f3\u00f0ingar vi\u00f0 paralell-samfel\u00f8gum, m.a. \u00ed Gellerup parkini \u00ed \u00c5rhus, har samb\u00e6rt BT.dk<em>&nbsp; \u201cSharia-patruljer styrer Gellerup med h\u00e5rd h\u00e5nd,\u201d<\/em>&nbsp;og Tv2-dokumentarurin&nbsp;<em>\u201cGhetto\u201d<\/em>&nbsp;l\u00fdsir sama trupulleika sera v\u00e6l. Sv\u00f8r\u00edki, sum annars hevur veri\u00f0 eitt sera gott, trygt og demokratiskt land, hevur fingi\u00f0 \u00f3hugnaliga st\u00f3rar avbj\u00f3\u00f0ingar vi\u00f0 paralell-safel\u00f8gum, bandakriminaliteti, har\u00f0skapi og dr\u00e1pum eftir fyrilitarleysa tilflyting \u00far Mi\u00f0eystri og Nor\u00f0urafrika \u00ed longri t\u00ed\u00f0arskei\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>Man kann ikki anna\u00f0 enn hugsa, at politiska skipanin \u00ed Danmark \u00e1tti at havt tiki\u00f0 eitt dj\u00fapt\u00f8ki\u00f0&nbsp;kjak \u00e1\u00f0renn hin 21. juli 1967. \u00c1\u00f0renn ta fyrstu&nbsp;moskuna. \u00c1\u00f0renn fyrsta muslimska depilin til dj\u00faphugsni.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>MERGUR, MANNAR\u00c6TTINDI OG MULTIMENTAN<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd st\u00f3rts\u00e6\u00f0 gudleysa og humanistiska Evropa, Nor\u00f0urlondum og Danmark er pl\u00e1ssi\u00f0 og samanhangskraftin, sum kristna tr\u00fagvin og traditi\u00f3nirnar einafer\u00f0 h\u00f8vdu, so vi\u00f0 og vi\u00f0 \u00fatskift og er bert ein vi\u00f0f\u00e1ningur \u00ed multimentanini og mannar\u00e6ttindunum, sum man roynir at byggja \u00e1.<\/p>\n\n\n\n<p>Sannast m\u00e1 t\u00f3, at menniskja\u00f0 livir ikki av brey\u00f0i eina. Har ein so dj\u00fap samanhangskraft svinnur, ja, har kemur okkurt anna\u00f0 \u00ed sta\u00f0in. T\u00ed, t\u00e1 rey\u00f0ar pylsur, fleskasteik, f\u00f3tb\u00f3ltur, Paradise Hotel, klapphattar, multimentan&nbsp;og mannar\u00e6ttindi skulu vera mergurin \u00ed eini mentan, ja, so er skj\u00f3tt, at okkurt fastari og f\u00f8\u00f0slur\u00edkari tekur yvir og setur dagsskr\u00e1nna. Og ta\u00f0&nbsp;er j\u00fast ta\u00f0, sum hendir \u2013 ikki minst t\u00e1 man velur at taka n\u00f3gv f\u00f3lk vi\u00f0 heilt a\u00f0rari mentan, m\u00e1li, si\u00f0um, skikkum og klettafastari tr\u00fagv inn upp \u00e1 sera stutta t\u00ed\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>MOSK\u00c9. MOSK\u00c9 IKKE.<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>Hvar eru so l\u00edtlu F\u00f8royar \u00ed t\u00ed heila? \u00cd t\u00ed\u00f0argrein gamla\u00e1rskv\u00f8ld huglei\u00f0ir S\u00e1mal Matras Kristiansen, samfelagsfr\u00f8\u00f0ingur, so sera \u00e1hugavert og \u00e1lvarsamt um st\u00f8\u00f0u F\u00f8roya og f\u00f8royinga \u00ed globaliseringini, og ni\u00f0urst\u00f8\u00f0a hansara er ikki \u00e1lvulig: Vit s\u00f8pla fedranna arv burtur. \u00cd einum broti sigur hann: \u201cUm vit ikki vir\u00f0a okkara arv, um vit ikki seta m\u00f8rk, um vit ikki hava ein vilja, so vil f\u00f8royska tj\u00f3\u00f0in spakuliga f\u00fana burtur, til hon at enda ver\u00f0ur avloyst av r\u00e1kum uttaneftir: m\u00e1li, mentan, si\u00f0um, vir\u00f0um.\u201d Ta\u00f0 m\u00e1 ikki henda, og vit eiga at taka hetta \u00ed allarst\u00f8rsta \u00e1lvara.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>FR\u00c6LSI OG F\u00d3LKAR\u00c6\u00d0I \u00cd F\u00d8ROYUM<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd b\u00f3kini&nbsp;<em>\u201cHvat er demokrati\u201d<\/em>&nbsp;fr\u00e1 1945 sigur danski gudfr\u00f8\u00f0ingurin og s\u00f8gufr\u00f8\u00f0ingurin, Hal Koch<em>,<\/em>&nbsp;einasta\u00f0ni solei\u00f0is um fr\u00e6lsisr\u00e6ttindini:&nbsp;<em>\u201c\u00c1rini vi\u00f0 hersetingini hava til fulnar v\u00edst okkum, hvat ta\u00f0 merkir at missa r\u00e6ttin til fr\u00edtt at hugsa, tr\u00fagva og tala. Hesi fr\u00e6lsisr\u00e6ttindini, kalla\u00f0, hoyra sum heild til ta\u00f0 d\u00fdrabarasta, manna\u00e6ttin gj\u00f8gnum aldarinnar str\u00e6vna bardaga er rokkin fram til.\u201d&nbsp;&nbsp;<\/em>Hesi fr\u00e6lsisr\u00e6ttindi liva best \u00ed einum samfelagi, sum byggir \u00e1 kristnu l\u00edvs\u00e1sko\u00f0anina og vesturlendsku vir\u00f0ini \u2013 ta\u00f0 er sj\u00f3n fyri s\u00f8gn! Og hesi r\u00e6ttindi mugu verjast vi\u00f0 hond og f\u00f3t.<\/p>\n\n\n\n<p>Og ta\u00f0 gera vit m.a. vi\u00f0 ikki at&nbsp; loyva&nbsp; einum muslimskum depli til dj\u00faphugsan \u00ed sm\u00e1u og vi\u00f0breknu F\u00f8royum. Islam hevur ongant\u00ed\u00f0 \u00ed s\u00edni 1400 \u00e1ra gomlu s\u00f8gu megna\u00f0 at fingi\u00f0 fastat\u00f8kur \u00ed Evropa \u2013 fyrr enn n\u00fa \u00ed okkara t\u00ed\u00f0.&nbsp; Vit eiga at tora at taka a\u00f0rar avger\u00f0ir og l\u00e6ra av gongdini \u00ed okkara grannalondum \u2013 ikki minst \u00ed okkara egna kongar\u00edki. Vit skulu ikki gera, sum man gj\u00f8rdi \u00ed Hvidovre \u00ed juli \u00ed 1967, og sum man so s\u00ed\u00f0ani hevur gj\u00f8rt \u00ed ovurst\u00f3rt m\u00e1t \u00ed \u00f8llum Nor\u00f0urlondum. Av \u00e1v\u00f8ksti kennist tr\u00e6i\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>Vit eiga ein dj\u00fapan og sterkan j\u00f8dakristnan arv, hv\u00f8rs fr\u00e6lsisfruktir eru opinberar, og betri arvur&nbsp;at lata v\u00ed\u00f0ari finst ikki. Ta\u00f0 hv\u00edlir ein st\u00f3r \u00e1byrgd \u00e1 okkara her\u00f0um, og vit eiga at hugsa um komandi og \u00f3komin \u00e6ttarli\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>So. Mosk\u00e9? Mosk\u00e9 ikke.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>B\u00e1r\u00f0ur \u00e1 Lakjuni<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p><a href=\"https:\/\/www.kristeligt-dagblad.dk\/danmark\/mette-frederiksen-langer-ud-efter-muslimer-i-danmark-vi-ved-der-er-imamer-som-er-paa-den\">https:\/\/www.kristeligt-dagblad.dk\/danmark\/mette-frederiksen-langer-ud-efter-muslimer-i-danmark-vi-ved-der-er-imamer-som-er-paa-den<\/a><\/p>\n\n\n\n<p><a href=\"https:\/\/www.religion.dk\/2014-06-19\/religionsanalysen-da-mosk%C3%A9en-%C3%A5bnede-i-hvidovre-i-1967-og-i-dag-p%C3%A5-n%C3%B8rrebro\">https:\/\/www.religion.dk\/2014-06-19\/religionsanalysen-da-mosk%C3%A9en-%C3%A5bnede-i-hvidovre-i-1967-og-i-dag-p%C3%A5-n%C3%B8rrebro<\/a><\/p>\n\n\n\n<p><a href=\"https:\/\/www.dr.dk\/historie\/danmarkshistorien\/kom-med-til-indvielsen-af-danmarks-foerste-moske-i-1967\">https:\/\/www.dr.dk\/historie\/danmarkshistorien\/kom-med-til-indvielsen-af-danmarks-foerste-moske-i-1967<\/a><\/p>\n\n\n\n<p><a href=\"https:\/\/www.in.fo\/news-detail\/vilja-gera-muslimskan-depil-i-foeroyum\">https:\/\/www.in.fo\/news-detail\/vilja-gera-muslimskan-depil-i-foeroyum<\/a><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Skulu vit hava ein muslimskan depil \u00ed F\u00f8royum? Fyri 59 \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani h\u00f8vdu danskarar m\u00f8guleika at spyrja sama spurning. Ein av d\u00f8gunum stutt undan j\u00f3lum var frammi \u00ed mi\u00f0lunum, at \u00e6tlanir og ynski eru um at f\u00e1a sett \u00e1 stovn ein \u201cmuslimskan depil til dj\u00faphugsni \u00ed F\u00f8royum\u201d, sum skriva\u00f0 var\u00f0 \u00ed mi\u00f0lunum. Fyri ikki so [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":41542,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[40],"tags":[],"class_list":["post-41541","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-politikkur"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-04-12 03:14:43","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/41541","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=41541"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/41541\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":41543,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/41541\/revisions\/41543"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/41542"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=41541"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=41541"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=41541"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}