{"id":41643,"date":"2026-01-15T21:13:54","date_gmt":"2026-01-15T21:13:54","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=41643"},"modified":"2026-01-15T21:13:55","modified_gmt":"2026-01-15T21:13:55","slug":"jardfeingi-kaert-kvf-fyri-misvisandi-tidindaflutningi-um-suduroyartunnilin","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=41643","title":{"rendered":"Jar\u00f0feingi k\u00e6rt KVF fyri misv\u00edsandi t\u00ed\u00f0indaflutningi um Su\u00f0uroyartunnilin"},"content":{"rendered":"\n<p>K\u00e6ran hj\u00e1 Jar\u00f0feingi kann lesast her:<\/p>\n\n\n\n<p><\/p>\n\n\n\n<p>G\u00f3\u00f0i Magnus<\/p>\n\n\n\n<p>Vi\u00f0ger\u00f0in hj\u00e1 Kringvarpinum tann 8. og 9. januar av jar\u00f0fr\u00f8\u00f0iliga arbei\u00f0inum vi\u00f0v\u00edkjandi su\u00f0uroy\u00f0atunnilinum, b\u00e6\u00f0i \u00ed \u00fatvarpinum og \u00e1 heimas\u00ed\u00f0uni, var so misv\u00edsandi, at vit vi\u00f0 hesum vilja heita \u00e1 Kringvarpi\u00f0 um at koma vi\u00f0 eini r\u00e6ttlei\u00f0ing.<\/p>\n\n\n\n<p>Tann 8. januar \u00e1 middegi er eitt innslag \u00ed \u00fatvarpinum, har byrja var\u00f0 vi\u00f0 at siga, at \u201cJar\u00f0feingi m\u00e6lir til, at \u00f8ki vi\u00f0 Skarvanes ver\u00f0ur jar\u00f0fr\u00f8\u00f0iliga kanna\u00f0 n\u00e6rri, \u00e1\u00f0renn linjuf\u00f8ringin til su\u00f0uroy\u00f0atunnilin ver\u00f0ur l\u00f8gd endaliga\u201d.<\/p>\n\n\n\n<p>Ta\u00f0 er r\u00e6tt, at vit m\u00e6la til at kanna \u00f8ki vi\u00f0 Skarvanes n\u00e6rri, men vit hava hv\u00f8rki skriva ella sagt, at hetta m\u00e1 gerast \u00e1\u00f0renn linjuf\u00f8ringin til su\u00f0uroy\u00f0atunnilin ver\u00f0ur l\u00f8gd endaliga. Hetta m\u00e1 vera naka\u00f0 sum journalisturin sj\u00e1lvur er komin fram til.<\/p>\n\n\n\n<p>Seinni \u00ed somu sending var\u00f0 sagt, at \u201cFr\u00e1grei\u00f0ingin sta\u00f0festir nevniliga eina st\u00f3ra asymetriska fold,(\u2026) sum liggur \u00ed t\u00ed \u00f8kinum. Jar\u00f0feingi sigur \u00ed ni\u00f0urst\u00f8\u00f0uni, at \u00f8ki m\u00e1 kannast n\u00e6rri, t\u00ed tunnilin, samb\u00e6rt linjuf\u00f8ring 1A, fer gj\u00f8gnum hetta sama \u00f8ki tr\u00edggjar fer\u00f0ir. Og t\u00ed er st\u00f3r \u00f3vissa um jar\u00f0fr\u00f8\u00f0ina, enn \u00e1\u00f0ur hildi\u00f0\u201d.<\/p>\n\n\n\n<p>Vit hava ongant\u00ed\u00f0 sagt, at ta\u00f0 er st\u00f3r \u00f3vissa um jar\u00f0fr\u00f8\u00f0ina \u00ed \u00f8kinum vi\u00f0 Skarvanes. Tv\u00f8rtur\u00edm\u00f3ti, so er \u00f3vissan l\u00edtil, t\u00ed hetta \u00f8ki eftirhondini er n\u00e1greiniliga kanna\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>Faldin \u00fat fyri Skarvanes er v\u00e6l kortlagdur og Jar\u00f0feingi veit hvar hann er. Ors\u00f8kin til at Jar\u00f0feingi hevur m\u00e6lt til at gera nakrar boringar afturat, er fyri at f\u00e1a enn meira vitan um faldin. \u00cdt\u00f8kiliga merkir hetta, at tann \u00f3vissan, sum alt\u00ed\u00f0 eru vi\u00f0 jar\u00f0fr\u00f8\u00f0iligum fors\u00f8gnum, ver\u00f0ur eitt vet minni.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd \u00fatvarpst\u00ed\u00f0indunum kl 18:00 var ta\u00f0 so m.a. sagt, at \u201cHeri Ziska sigur, at (\u2026) jar\u00f0fr\u00f8\u00f0iliga kann stovnurin sta\u00f0festa, at \u00f3vissan er st\u00f8rri undir Skarvanesi, enn \u00ed \u00f8ki har ongin faldur er\u201d.<\/p>\n\n\n\n<p>Hetta hevur Heri Ziska ikki sagt og ta\u00f0 er heldur ikki r\u00e6tt. \u00d3vissan er minst undir Skarvanesi, t\u00ed onnur \u00f8ki eru ikki blivin kanna\u00f0i \u00ed sama mun sum \u00f8ki vi\u00f0 Skarvanes.<\/p>\n\n\n\n<p>Ta\u00f0 er t\u00fddningarmiki\u00f0 fyri tann, sum byggir tunnilin, at vita, at ta\u00f0 er ein fold j\u00fast har, so fyrilit kunnu takast fyri t\u00ed, t\u00e1 tunnilin ver\u00f0ur bygdur. Men Jar\u00f0feingi hevur onki sagt um hvussu trupult ella l\u00e6tt ta\u00f0 er at byggja ein tunnil gj\u00f8gnum ein sl\u00edkan fold. Ta\u00f0 er uppg\u00e1van hj\u00e1 tunnilsverkfr\u00f8\u00f0ingum, og ikki jar\u00f0fr\u00f8\u00f0ingum, at meta um.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8211;0&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8212;&#8211;<\/p>\n\n\n\n<p>Samanumtiki\u00f0 er \u00ed h\u00f8vu\u00f0sheitum talan um tveir skeivar p\u00e1standir hj\u00e1 Kringvarpinum \u00ed hesum b\u00e1\u00f0um t\u00ed\u00f0indasendingunum:<\/p>\n\n\n\n<ol class=\"wp-block-list\">\n<li>At endaliga linjuf\u00f8ringin kann ikki ver\u00f0a l\u00f8gd fyrr enn eyka kanningar, vi\u00f0m\u00e6ltar av Jar\u00f0feingi, eru lidnar. Hetta hava vit ongant\u00ed\u00f0 sagt og ta\u00f0 er heldur ikki r\u00e6tt.<\/li>\n\n\n\n<li>Jar\u00f0fr\u00f8\u00f0iliga \u00f3vissan er st\u00f8rri undir Skarvanesi, enn \u00ed \u00f8ki har ongin faldur er. Hetta er j\u00fast \u00f8vugt av sannleikanum, t\u00ed \u00f8ki vi\u00f0 Skarvanes er n\u00e1greiniliga kanna\u00f0.<\/li>\n<\/ol>\n\n\n\n<p>Hartil kemur ein p\u00e1standur \u00ed grein \u00e1 heimas\u00ed\u00f0uni hj\u00e1 Kringvarpinum tann 9. Januar vi\u00f0 yvirskriftini \u201cL\u00f8gma\u00f0ur og Jar\u00f0feingi siga hv\u00f8r s\u00edtt um Dj\u00fapadal\u201d og undiryvirskriftini \u201cAksel V. Johannesen sigur, at ongar rey\u00f0ar lampur l\u00fdsa, men Jar\u00f0feingi m\u00e6lir til fleiri jar\u00f0fr\u00f8\u00f0iligar boringar\u201d.<\/p>\n\n\n\n<p>Ta\u00f0 er uppg\u00e1van hj\u00e1 Jar\u00f0feingi uttanvelta\u00f0 at l\u00fdsa jar\u00f0fr\u00f8\u00f0ina eftir eini \u00e1v\u00edsari tunnilslinju. At Jar\u00f0feingi m\u00e6lir til fleiri kanningar er p\u00fara vanligt \u00ed tunnilverk\u00e6tlanum og ikki \u00ed ands\u00f8gn vi\u00f0 p\u00e1standin hj\u00e1 l\u00f8gmanni um at ongar rey\u00f0ar lampur l\u00fdsa.<\/p>\n\n\n\n<p>Vinalig heilsan<\/p>\n\n\n\n<p>Niels Chr. Nols\u00f8e<br>Jar\u00f0feingi<\/p>\n\n\n\n<p><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>K\u00e6ran hj\u00e1 Jar\u00f0feingi kann lesast her: G\u00f3\u00f0i Magnus Vi\u00f0ger\u00f0in hj\u00e1 Kringvarpinum tann 8. og 9. januar av jar\u00f0fr\u00f8\u00f0iliga arbei\u00f0inum vi\u00f0v\u00edkjandi su\u00f0uroy\u00f0atunnilinum, b\u00e6\u00f0i \u00ed \u00fatvarpinum og \u00e1 heimas\u00ed\u00f0uni, var so misv\u00edsandi, at vit vi\u00f0 hesum vilja heita \u00e1 Kringvarpi\u00f0 um at koma vi\u00f0 eini r\u00e6ttlei\u00f0ing. Tann 8. januar \u00e1 middegi er eitt innslag \u00ed \u00fatvarpinum, har [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":41644,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[105,1],"tags":[],"class_list":["post-41643","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-suduroyartunnil","category-tidindi"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-04-28 23:21:49","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/41643","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=41643"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/41643\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":41645,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/41643\/revisions\/41645"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/41644"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=41643"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=41643"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=41643"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}