{"id":41818,"date":"2026-01-29T13:57:07","date_gmt":"2026-01-29T13:57:07","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=41818"},"modified":"2026-01-29T13:57:08","modified_gmt":"2026-01-29T13:57:08","slug":"vedurlagslog-bygd-a-vitan-ikki-a-smart-populistisk-hugskot","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=41818","title":{"rendered":"Ve\u00f0urlagsl\u00f3g bygd \u00e1 vitan &#8211; ikki \u00e1 smart populistisk hugskot"},"content":{"rendered":"\n<p><strong>Svar til lesarabr\u00e6v hj\u00e1 Ben Arabo, sum hevur arbeitt \u00ed oljuvinnuni og er kendur forspr\u00e1kari fyri, at vit skulu halda fram at n\u00fdta olju.<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd lesarabr\u00e6vinum eru n\u00f3gv upp\u00e1hald, sum \u2013 fyri at siga ta\u00f0 milt \u2013 eru tikin \u00far leysum lofti.<\/p>\n\n\n\n<p>Taka vit upp\u00e1haldi\u00f0 um, at Bretland \u201cfer \u00ed n\u00e6stum at strika s\u00edna ve\u00f0urlagsl\u00f3g\u201d, so er ta\u00f0 sn\u00f8gt sagt ikki r\u00e6tt. Veruleikin er, at ta\u00f0 er ein andst\u00f8\u00f0upolitikari \u2013 forkvinnan \u00ed Konservativa flokkinum \u2013 sum hevur givi\u00f0 eitt politiskt lyfti til s\u00ednar veljarar um, at <strong>um<\/strong> hon kemur til valdi\u00f0, vil hon strika ve\u00f0urlagsl\u00f3gina.<\/p>\n\n\n\n<p>Men hon er ikki komin til valdi\u00f0. Ta\u00f0, sum \u00ed veruleikanum hendir, er, at sitandi stj\u00f3rn \u00ed Bretlandi j\u00fast n\u00fa hevur gj\u00f8rt eina risast\u00f3ra og s\u00f8guliga millumtj\u00f3\u00f0aavtalu vi\u00f0 fleiri onnur lond um gr\u00f8na orku, sum skal geva streym til milli\u00f3natal av h\u00faskjum \u00ed Evropa. Og \u00ed farnu viku fanst Trump hvassliga at Bretlandi fyri at vilja \u00fatfasa n\u00fdtsluna av olju og gassi.<\/p>\n\n\n\n<p>So her hevur Ben Arabo misskilt okkurt \u2013 ella roynir hann vi\u00f0 vilja at reingja veruleikan.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd sama vi\u00f0fangi nevnir Ben Arabo, at USA hevur tiki\u00f0 seg \u00far Par\u00edss\u00e1ttm\u00e1lanum, sum um ta\u00f0 skuldi veri\u00f0 ein eyka g\u00f3\u00f0 pr\u00f3vf\u00f8rsla. Men hetta sigur ikki so l\u00edti\u00f0 um Ben Arabo, t\u00ed hetta er bara eitt av mongu d\u00f8munum um \u00e1byrgdarleysu atfer\u00f0ina hj\u00e1 Donaldi Trump.<\/p>\n\n\n\n<p>Ben Arabo f\u00f8rir eisini fram, at ein f\u00f8royskur ve\u00f0urlagspolitikkur er skeivur, gagnleysur og ska\u00f0iligur, og at vit ikki hava eina ve\u00f0urlagskreppu.<\/p>\n\n\n\n<p>Hetta er ikki \u00ed tr\u00e1\u00f0 vi\u00f0 ta vitan, sum v\u00edsindin \u00ed dag hevur um ve\u00f0urlagi\u00f0 \u2013 nevniliga, at \u00fatl\u00e1t hj\u00e1 menniskjum av CO2 og \u00f8\u00f0rum ve\u00f0urlagsgassum er h\u00f8vu\u00f0sors\u00f8kin til ta upphiting, sum ver\u00f0ur sta\u00f0fest \u00ed dag. Ein og hv\u00f8r, sum fylgir vi\u00f0 \u00ed t\u00ed\u00f0indunum, kann sta\u00f0festa, at hitamet ver\u00f0a sett hv\u00f8rt \u00e1r og hv\u00f8nn m\u00e1na\u00f0a. \u00d8kti hitin elvir til ve\u00f0urlagsbroytingar, i\u00f0 fara at gera, at korini hj\u00e1 okkara eftirkomarum versna munandi.<\/p>\n\n\n\n<p>Og legg til merkis: Hetta er ikki ein politisk meining, hetta er v\u00edsindaliga grunda\u00f0 vitan.<\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\"><a><\/a><strong>Gr\u00f8nt orkuskifti er ein \u00edl\u00f8ga \u2013 ikki ein byr\u00f0a<\/strong><\/h3>\n\n\n\n<p>Ben Arabo l\u00fdsir gr\u00f8na orkuskifti\u00f0 sum eina vanlukku fyri b\u00faskapin. Men veruleikin er n\u00f3gv meira fj\u00f8lt\u00e1tta\u00f0ur.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd mongum londum er varandi ella gr\u00f8n orka longu b\u00edligari enn fossil orka. Vindur og s\u00f3l eru \u00ed dag millum t\u00e6r b\u00edligastu orkukeldurnar \u00ed heiminum. Ta\u00f0 er ein h\u00f8vu\u00f0sors\u00f8k til, at so n\u00f3gv lond leggja um til gr\u00f8na orku.<\/p>\n\n\n\n<p>Samstundis skapar gr\u00f8na orkuskifti\u00f0 n\u00fdggj st\u00f8rv, n\u00fdggja vitan og n\u00fdggjar vinnur. Hetta er ikki ein avindustrialisering \u2013 ta\u00f0 er ein umlegging av \u00eddna\u00f0inum, sum gagnar okkum \u00f8llum.<\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\"><a><\/a><strong>Oljan gav v\u00e6lfer\u00f0 \u2013 men hon er ikki framt\u00ed\u00f0in<\/strong><\/h3>\n\n\n\n<p>Ben Arabo hevur r\u00e6tt \u00ed, at fossil orka hevur veri\u00f0 grundarlagi\u00f0 undir okkara n\u00faverandi v\u00e6lfer\u00f0. Men vi\u00f0 teirri vitan, vit hava \u00ed dag um, hvussu CO2-\u00fatl\u00e1ti\u00f0 \u00e1virkar hitan og ve\u00f0urlagi\u00f0, mugu vit s\u00edggja \u00ed eyguni, at vit kunnu ikki halda fram at n\u00fdta olju og a\u00f0ra fossila orku sum n\u00fa.<\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\"><a><\/a><strong>Sm\u00e1 lond hava eisini \u00e1byrgd<\/strong><\/h3>\n\n\n\n<p>Eitt vanligt argument er, at F\u00f8royar eru ov sm\u00e1ar til at gera mun. Men um \u00f8ll sm\u00e1 lond hugsa\u00f0u solei\u00f0is, hev\u00f0i einki hent. Vit eru partur av einum altj\u00f3\u00f0a samfelagi. Vit nj\u00f3ta gott av samhandli, trygd og samstarvi \u2013 og t\u00ed hava vit eisini eina skyldu at taka okkara part.<\/p>\n\n\n\n<p>Harafturat er CO2-\u00fatl\u00e1ti\u00f0 hj\u00e1 F\u00f8royum fyri hv\u00f8nn \u00edb\u00fagva millum tey h\u00e6gstu \u00ed heiminum, og ta\u00f0 leggur eina serliga \u00e1byrgd \u00e1 okkum.<\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\"><a><\/a><strong>Sosial r\u00e6ttv\u00edsi m\u00e1 vera vi\u00f0 \u00ed politikkinum<\/strong><\/h3>\n\n\n\n<p>Ben Arabo hevur r\u00e6tt \u00ed einum: Gr\u00f8n \u00e1t\u00f8k mugu gerast sosialt r\u00e6ttv\u00eds. Ta\u00f0 skulu ikki vera tey l\u00e1gl\u00f8ntu, sum bera st\u00f8rstu byr\u00f0arnar. Men ta\u00f0 er ikki eitt argument \u00edm\u00f3ti ve\u00f0urlagspolitikki &#8211; t\u00ed vit kunnu eisini spyrja, um oljuvinnan og oljupengar raka so \u00f8giliga r\u00e6tt sosialt?<\/p>\n\n\n\n<p>Sj\u00e1lvandi skal ein skilag\u00f3\u00f0ur ve\u00f0urlagspolitikkur sameina gr\u00f8na umlegging vi\u00f0 sosialum atliti.<\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\"><a><\/a><strong>Ve\u00f0urlagsl\u00f3g er eitt ambo\u00f0 &#8211; ikki eitt m\u00e1l \u00ed s\u00e6r sj\u00e1lvum<\/strong><\/h3>\n\n\n\n<p>Ein ve\u00f0urlagsl\u00f3g er ikki ein \u201cgandastavur\u201d. Ve\u00f0urlagsl\u00f3gin er eitt ambo\u00f0, sum skal tryggja, at politiska arbei\u00f0i\u00f0 er langt\u00ed\u00f0arskygt, gj\u00f8gnumskygt og byggir \u00e1 vitan. Hon skal hj\u00e1lpa F\u00f8royum at taka \u00e1byrgd, men eisini at menna n\u00fdggjar m\u00f8guleikar.<\/p>\n\n\n\n<p>Her skal v\u00edsast \u00e1, at FNU \u00ed hoyringsskrivi hevur v\u00edst \u00e1 fleiri vi\u00f0urskifti, sum kunnu betrast \u00ed verandi uppskoti, i\u00f0 vit halda er ov veikt og ov l\u00edti\u00f0 \u00edt\u00f8kiligt.<\/p>\n\n\n\n<h3 class=\"wp-block-heading\"><a><\/a><strong>At velja vitan fram um einfaldar loysnir<\/strong><\/h3>\n\n\n\n<p>Ve\u00f0urlagsm\u00e1li\u00f0 er fl\u00f8kt. Ta\u00f0 hevur ongar einfaldar loysnir. T\u00ed er ta\u00f0 vandamiki\u00f0, t\u00e1 f\u00f3lk sum Ben Arabo vi\u00f0 populistiskum or\u00f0asnildni sk\u00fdra trupulleikan sum hysteri og propaganda.<\/p>\n\n\n\n<p>Vit eiga at lurta eftir og halda okkum til v\u00edsindina, sum hevur br\u00fakt \u00e1rat\u00edggju til at skilja ve\u00f0urlagi\u00f0 \u2013 heldur enn teimum, sum lova l\u00e6ttar loysnir her og n\u00fa og samstundis sleppa s\u00e6r undan \u00e1byrgd.<\/p>\n\n\n\n<p>T\u00ed eiga vit als ikki at koyra ve\u00f0urlagsl\u00f3gina \u00ed skrell, men tv\u00f8rtur\u00edm\u00f3ti f\u00e1a eina so skilag\u00f3\u00f0a ve\u00f0urlagsl\u00f3g sum til ber, i\u00f0 skal br\u00fakast r\u00e6ttv\u00edst og vi\u00f0 \u00e1byrgd fyri framt\u00ed\u00f0ini hj\u00e1 okkum \u00f8llum.<br><br>J\u00f3n Kragesteen<\/p>\n\n\n\n<p><strong>Forma\u00f0ur \u00ed F\u00f8roya N\u00e1tt\u00faru- og Umhv\u00f8rvisfelag<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>29. januar 2026<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Svar til lesarabr\u00e6v hj\u00e1 Ben Arabo, sum hevur arbeitt \u00ed oljuvinnuni og er kendur forspr\u00e1kari fyri, at vit skulu halda fram at n\u00fdta olju. \u00cd lesarabr\u00e6vinum eru n\u00f3gv upp\u00e1hald, sum \u2013 fyri at siga ta\u00f0 milt \u2013 eru tikin \u00far leysum lofti. Taka vit upp\u00e1haldi\u00f0 um, at Bretland \u201cfer \u00ed n\u00e6stum at strika s\u00edna ve\u00f0urlagsl\u00f3g\u201d, [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":41819,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[3],"tags":[],"class_list":["post-41818","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-lesarin-skrivar"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-05-07 18:26:33","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/41818","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=41818"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/41818\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":41820,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/41818\/revisions\/41820"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/41819"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=41818"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=41818"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=41818"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}