{"id":41875,"date":"2026-02-03T15:24:22","date_gmt":"2026-02-03T15:24:22","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=41875"},"modified":"2026-02-03T15:25:14","modified_gmt":"2026-02-03T15:25:14","slug":"minningarord-um-hannu-thomsen","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=41875","title":{"rendered":"Minningaror\u00f0 um Hannu Thomsen"},"content":{"rendered":"\n<p><strong>Minningaror\u00f0 um Hannu Thomsen f\u00f8dd Dahl\u00a0\u00a0 <br>* 14 apr. 1935\u00a0 \u00a0\u2020 22 . jan 2026<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>Ein v\u00f8kur kvinna og eitt serstakt menniskja sum r\u00edka\u00f0i l\u00edvi\u00f0 hj\u00e1 okkum vi\u00f0 s\u00ednum g\u00f3\u00f0sliga og bl\u00ed\u00f0a lyndi er n\u00fa farin til Jesusp\u00e1pan.<\/p>\n\n\n\n<p>Hanna var borin \u00ed heim \u00e1 Frederiksberg \u00ed Keypmannahavn. Foreldrini v\u00f3ru Rudolf Dahl og Else Eleonora Johanne Seitzberg. \u00cd 1938 kom hon til F\u00f8royar saman vi\u00f0 tveimum eldri systkjum, og tey vuksu upp \u00ed V\u00e1gi i heiminum hj\u00e1 Helenu og Magnus \u00e1 G\u00f8r\u00f0unum.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p>Je vitja\u00f0i Hannu av og \u00e1 &#8211; eisini t\u00e1 i\u00f0 hon b\u00fa\u00f0i \u00ed Avhaldsh\u00fasinum. Hannu d\u00e1mdi v\u00e6l at pr\u00e1ta, og hon m\u00f8tti \u00f8llum vi\u00f0 interessu og fekk \u00f8ll at kenna seg v\u00e6l. Eisini kundi hon fortelja \u00e1hugavert fr\u00e1 s\u00ednum uppv\u00f8kstri.<\/p>\n\n\n\n<p>Eitt kv\u00f8ldi \u00ed mai 2022 f\u00f3r je eftir Gar\u00f0abrekku, og je s\u00e5, at ta\u00f0 var lj\u00f3s \u00ed stovuvindeygunum \u00ed&nbsp; Avhaldsh\u00fasinum. Ta\u00f0 eru h\u00fas nummar 14, og tey liggja beint vestan fyri barnd\u00f3msheimi\u00f0 hj\u00e1 Hannu. Her hevur hon b\u00fa\u00f0 so leingi, je kan minnast. Je ringdi til&nbsp; hennara og spurdi, um ta\u00f0 bar til at koma og pr\u00e1ta eina l\u00f8tu.<\/p>\n\n\n\n<p>J\u00fa, g\u00f3\u00f0a, kom endiliga, seg\u00f0i hon, og leg\u00f0i aftrat&#8230;.. hur\u00f0in er opin.<\/p>\n\n\n\n<p>Je f\u00f3r \u00far sk\u00f3num og kom inn \u00ed hugnaligu stovuna. Hanna sat framman fyri sj\u00f3nvarpinum og bant. Frensurin, \u00d3li, l\u00e1 vi\u00f0 f\u00f8turnar \u00e1 henni. T\u00e1 i\u00f0 je kom inn hoppa\u00f0i hann upp \u00ed vindeygaskarmin og settist at hyggja \u00fat \u00ed myrkri\u00f0. Hanna skr\u00fava\u00f0i nidur fyri sj\u00f3nvarpinum og seg\u00f0i seg ikki d\u00e1ma at s\u00edggja myndir fr\u00e1 kr\u00edgnum \u00ed Ukraina.<\/p>\n\n\n\n<p>Men best er h\u00f3ast alt at fylgja vi\u00f0 \u00ed t\u00ed, sum hendir \u00fati \u00ed heimi, leg\u00f0i hon aftrat.<\/p>\n\n\n\n<p>Hon ba\u00f0 meg sessast.<\/p>\n\n\n\n<p>Okur pr\u00e1ta\u00f0u. Hon bj\u00f3\u00f0a\u00f0i m\u00e6r ein temunn og Cadbury k\u00f8kur afturvi\u00f0 &#8211; t\u00e6r g\u00f3\u00f0u vi\u00f0 sjokol\u00e1tupettum \u00ed. Okur hugdu at teimum mongu myndunum, sum pr\u00fdddu \u00ed stovuni. \u00c1 vegginum vestureftir uppi yvir klaverinum hev\u00f0i hon tv\u00e6r st\u00f3rar myndir \u00ed flottum rammum.<\/p>\n\n\n\n<p>Hatta eru myndir av abbanum, Magnus Dahl &#8211;&nbsp; og ommuni, Helenu Dahl, t\u00e1 tey v\u00f3ru ung, seg\u00f0i hon.<\/p>\n\n\n\n<p>V\u00f3ru tey so v\u00f8kur? spurdi je.<\/p>\n\n\n\n<p>Ja, tey v\u00f3ru v\u00f8kur\u2026..serliga omman, seg\u00f0i hon og sm\u00edltist. T\u00e1 i\u00f0 je og Magnus, br\u00f3\u00f0ur m\u00edn, og \u00c1sla, systir m\u00edn, mistu mammu okkara, komu okur til ommuna og abban at b\u00fagva. Tey t\u00f3ku okkum til s\u00edn sum s\u00edni egnu b\u00f8rn. T\u00e1 v\u00f3ru tey \u00ed seksti\u00e1runum.\u2026. Tey v\u00f3ru \u00f8giliga g\u00f3\u00f0 vi\u00f0 okkum.\u2026\u2026. Betri foreldur kundi man ikki hugsa s\u00e6r.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd 1939, \u00e1ri\u00f0 eftir at Hanna og systkin hennara komu til F\u00f8royar, breyt Seinni Heimsbardagi \u00fat. Og \u00ed 1940 t\u00e1 T\u00fdskland vi\u00f0 Hitler \u00e1 odda hersetti Danmark og Bretland t\u00f3k F\u00f8royar undir vernd, slitna\u00f0i samban\u00f0i\u00f0 til Danmark, og tey fr\u00e6ttu onki fr\u00e1 familjuni \u00ed Danmark.<\/p>\n\n\n\n<p>Hanna minntist at tyskarnir royndu at f\u00e1a herna\u00f0arligt vald \u00e1 F\u00f8royum. L\u00fa\u00f0urin f\u00f3r \u00ed gongd, t\u00e1 eitt bumbuflogfar hj\u00e1 t\u00fdskarunum s\u00e1st \u00ed havsbr\u00fanni og vildi seta k\u00f3sina inn yvir fj\u00f8r\u00f0in.<\/p>\n\n\n\n<p>Einafer\u00f0 st\u00f3\u00f0 je langt ni\u00f0ri \u00e1 vegnum, t\u00e1 l\u00fadurin f\u00f3r at \u00fdla, og millum \u00fdlini hoyrdi je tey r\u00f3pa: <em>Hanna ! Hanna !&nbsp; Skunda t\u00e6r !.<\/em>&#8230;.. Je var\u00f0 \u00f8giliga bangin og rann fyri l\u00edvinum ni\u00f0an \u00ed kjallarin hj\u00e1 abbanum. Har st\u00f3\u00f0u okur \u00ed skj\u00f3l til vandin var av.<\/p>\n\n\n\n<p>Hanna var bla\u00f0ung, t\u00e1 hon hitti Ejler Thomsen og bleiv gift vi\u00f0 honum. Ejler kom \u00far Kollafir\u00f0i og var musikalskur. Hann dugdi at sp\u00e6la \u00e1 harmoniku. Hanna og Ejler fingu f\u00fdra b\u00f8rn: Elsa, J\u00e1kup, Solgerd og Rudie. Tey eru \u00f8ll musikalsk. Og tey fyltu Avhaldsh\u00fasi\u00f0 vi\u00f0 sangi og sp\u00e6li \u00ed uppv\u00f8kstrinum.<\/p>\n\n\n\n<p>Er J\u00e1kup ikki sum skaptur til at sp\u00e6la \u00e1 klaver, spurdi je.<\/p>\n\n\n\n<p>J\u00fa, hann er sj\u00e1lvl\u00e6rdur. Je minnist, at hann f\u00f3r inn \u00ed daglistovuna hj\u00e1 ommuni at sp\u00e6la fyri henni, me\u00f0an hon l\u00e1 har \u00ed kistu,\u2026..T\u00e1 var hann n\u00edggju \u00e1ra gamal, seg\u00f0i hon.<\/p>\n\n\n\n<p>Hanna starva\u00f0ist \u00ed toystovuni hj\u00e1 A\/S J. Dahl. Toystovan l\u00e1 ni\u00f0an av vaskisk\u00far\u00f0inum \u00e1 G\u00f8r\u00f0inum.<\/p>\n\n\n\n<p>Kundarnir v\u00f3ru sum oftast n\u00f8gdir, t\u00e1 je hj\u00e1lpti teimum at finna kl\u00e6\u00f0ir, sum s\u00f3tu v\u00e6l, seg\u00f0i hon. Men je hev\u00f0i eisini Kaju, m\u00edn g\u00f3\u00f0a starvsfelaga. Hon hev\u00f0i veri\u00f0 har longri enn je og var g\u00f3\u00f0 at r\u00e1\u00f0f\u00f8ra seg vi\u00f0\u2026\u2026T\u00e1 i\u00f0 Kaja f\u00f2r \u00f9r starvi, f\u00f3r je eisini. Je vildi royna naka\u00f0 anna\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>Hanna starva\u00f0ist s\u00ed\u00f0an sum heimahj\u00e1lp, og hetta starvi l\u00e1 v\u00e6l fyri hj\u00e1 henni. Hon hev\u00f0i hjarta fyri teimum gomlu og r\u00f8kti s\u00edtt starv vi\u00f0 st\u00f3rari \u00e1byrgd.<\/p>\n\n\n\n<p>Einafer\u00f0\u2026.&nbsp; je hev\u00f0i fingi\u00f0 fr\u00ed,&#8230;..&nbsp; so f\u00f3r je aftur at hyggja til eina konu, sum hev\u00f0i diabetes\u2026. je st\u00fardi fyri, at hon ikki hev\u00f0i fingi\u00f0 tad insulini og tann matin, hon skuldi hava, \u00e1\u00f0renn hon leg\u00f0ist at sova.<\/p>\n\n\n\n<p>Fyri Hannu var starvi\u00f0 sum heimahj\u00e1lp eisini sera gevandi. Tey flestu gj\u00f8rdist so gla\u00f0 hv\u00f8rja fer hon kom.<\/p>\n\n\n\n<p>Ein eldri kona, sum var einsam\u00f8ll og t\u00ed ikki kom n\u00f3gv \u00fat millum f\u00f3lk, bj\u00f3\u00f0a\u00f0i m\u00e6r og manninum vi\u00f0 til eina hugnasamkomu, sum hon var bo\u00f0in til. Og hon var&nbsp; takksom fyri, at okur vildu fylgja henni.<\/p>\n\n\n\n<p>Tey seinnu \u00e1rini \u00ed s\u00ednum arbei\u00f0sl\u00edvi var Hanna reinger\u00f0arfolk. Og ta\u00f0 er Hannu okur kunnu takka fyri at ta\u00f0 var so sk\u00ednandi reint \u00ed Su\u00f0uroyar Sparikassa.<\/p>\n\n\n\n<p>T\u00e1 jeg fylti runt, fekk je eisini alt\u00ed\u00f0 eina flotta g\u00e1vu fr\u00e1 Sparikassanum, seg\u00f0i hon og v\u00edsti m\u00e6r sm\u00edlandi uri\u00f0, sum hon hev\u00f0i \u00e1 hondli\u00f0inum.<\/p>\n\n\n\n<p>T\u00e1 Ejler gj\u00f8rdist sj\u00fakur, passa\u00f0i Hanna hann gott; men ein leygarmorgun stutt \u00e1\u00f0renn hann fylti \u00e1ttati, m\u00e1tti hann geva upp andan.<\/p>\n\n\n\n<p>H\u00f3ast saknurin eftir Ejler var st\u00f3rur, kendi Hanna ikki til einsemi. Hon visti at Jesus var hj\u00e1 s\u00e6r og at hann eisini passa\u00f0i upp\u00e1 frensin hj\u00e1 henni; men hon visti eisini, at hon ein dag skuldi hitta Ejler aftur.<\/p>\n\n\n\n<p>Ta\u00f0 var vor\u00f0i\u00f0 seint, og je takka\u00f0i fyri hugnaligu l\u00f8tuna og seg\u00f0i Hannu farv\u00e6l.<\/p>\n\n\n\n<p>N\u00fa er ikki longur lj\u00f3s \u00ed stovuvindeygunum \u00ed Avhaldsh\u00fasinum. Hanna er ikki millum okkum meira; men lj\u00f3s hennara vil alt\u00edd l\u00fdsa \u00ed okkum, sum kendu hana.<\/p>\n\n\n\n<p>Takk fyri alt g\u00f3\u00f0a Hanna !<\/p>\n\n\n\n<p>Marlena Dahl Joensen&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp; <br>3. februar 2026<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Minningaror\u00f0 um Hannu Thomsen f\u00f8dd Dahl\u00a0\u00a0 * 14 apr. 1935\u00a0 \u00a0\u2020 22 . jan 2026 Ein v\u00f8kur kvinna og eitt serstakt menniskja sum r\u00edka\u00f0i l\u00edvi\u00f0 hj\u00e1 okkum vi\u00f0 s\u00ednum g\u00f3\u00f0sliga og bl\u00ed\u00f0a lyndi er n\u00fa farin til Jesusp\u00e1pan. Hanna var borin \u00ed heim \u00e1 Frederiksberg \u00ed Keypmannahavn. Foreldrini v\u00f3ru Rudolf Dahl og Else Eleonora Johanne [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":41876,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[3],"tags":[],"class_list":["post-41875","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-lesarin-skrivar"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-05-17 15:17:50","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/41875","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=41875"}],"version-history":[{"count":2,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/41875\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":41878,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/41875\/revisions\/41878"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/41876"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=41875"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=41875"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=41875"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}