{"id":42062,"date":"2026-02-21T08:49:12","date_gmt":"2026-02-21T08:49:12","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=42062"},"modified":"2026-02-21T08:49:13","modified_gmt":"2026-02-21T08:49:13","slug":"vanaligt-lonarlag-kann-leggja-strandfaraskipini","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=42062","title":{"rendered":"V\u00e1naligt l\u00f8narlag kann leggja strandfaraskipini"},"content":{"rendered":"\n<p>Tali\u00f0 av avl\u00fdsingum \u00e1 norku strandfararutunum meira enn f\u00fdrafalda\u00f0ist \u00ed fj\u00f8r, og h\u00f8vu\u00f0sors\u00f8kin er manningartrot, t\u00ed l\u00f8nirnar eru ov l\u00e1gar og arbei\u00f0ss\u00f8mdirnar ov v\u00e1naligar. Hetta kann skj\u00f3tt eisini gerast st\u00f8\u00f0an \u00ed F\u00f8royum, um politikararnir ikki vakna, sigur forma\u00f0urin \u00ed Maskinmeistarafelagnum<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; Eg veit, at ta\u00f0 onkunt\u00ed\u00f0 hevur veri\u00f0 um reppi\u00f0, at Strandfer\u00f0slan hevur veri\u00f0 noydd at avl\u00fdst t\u00farar, t\u00ed ta\u00f0 hevur sta\u00f0i\u00f0 so n\u00f3gv \u00e1 at manna okkurt skip \u00ed samsvari vi\u00f0 trygdarkr\u00f8vini. Ta\u00f0 er bara ein spurningur um t\u00ed\u00f0, til ta\u00f0 hendir, og at ta\u00f0 eisini gerst gerandiskostur her, eins og ta\u00f0 er blivi\u00f0 \u00ed Norra.<\/p>\n\n\n\n<p>Ta\u00f0 sigur Arnfinn Bech, forma\u00f0ur \u00ed Maskinmeistarafelagnum, n\u00fa n\u00fdggjastu hagt\u00f8lini fyri avl\u00fdsingar \u00ed norsku strandfarasiglingini hava loypt hv\u00f8kk \u00e1 politikarar har. T\u00ed t\u00f8lini v\u00edsa, at \u00ed rutusiglingini, sum norski staturin hevur \u00e1byrgdina av, \u00f8ktist tali\u00f0 av avl\u00fdsingum vi\u00f0 ikki minni enn 420 prosentum \u00ed fj\u00f8r \u00ed mun til \u00ed fyrra\u00e1ri\u00f0. Norsku fylkini var\u00f0a eisini av ferjusambondum, og har gerst somulei\u00f0is alsamt t\u00edttari millum avl\u00fdsingarnar.<\/p>\n\n\n\n<p>Manningartroti\u00f0 og tess ors\u00f8kir var eitt h\u00f8vu\u00f0sevni \u00ed morgunsendingini \u201cHelgemorgen\u201d hj\u00e1 norsku r\u00e1sini NRK sunnumorgunin, og leinki til sendingina er&nbsp;<a href=\"https:\/\/tv.nrk.no\/serie\/helgemorgen-tv\/sesong\/202602\/episode\/DNRR62001426\">HER.<\/a><\/p>\n\n\n\n<p><strong><a href=\"https:\/\/www.mf.fo\/uploads\/tinymce\/d34d204289f379af597d749481d21c72ba7917fe.jpg\"><\/a><em><\/em><\/strong><em>\u00cd<\/em><em>&nbsp;Maskinmeistarafelagnum halda tey ta\u00f0 bara vera ein spurning um t\u00ed\u00f0, at strandfaraskip mugu avl\u00fdsa t\u00farar vegna manningatrot<\/em><\/p>\n\n\n\n<p><strong>Aftur\u00farsigldar l\u00f8nir<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>Ta\u00f0 er manningartrot, sum er ors\u00f8kin til n\u00f3gv t\u00e6r flestu avl\u00fdsingarnar.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; Norra er sj\u00e1lvandi \u00f8\u00f0rv\u00edsi\u00f0 samanskr\u00fava\u00f0 enn F\u00f8royar, og sj\u00f3vegis fer\u00f0af\u00f3lkaflutningurin har er \u00ed h\u00f8vu\u00f0sheitum veittur \u00fat til privat fel\u00f8g at taka s\u00e6r av, men ors\u00f8kin til manningartroti\u00f0 \u00ed teirra rutusigling er grundleggjandi tann sama sum her, nevniliga at l\u00f8nir og arbei\u00f0ss\u00f8mdir eru fullkomiliga aftur\u00farsigld \u00ed mun til tey starvs\u00f8kini, sum kappast vi\u00f0 ferjurnar um manningarnar, leggur Arnfinn Bech dent \u00e1.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd Norra velja maskinmeistarar og navigat\u00f8rar serliga v\u00e6ll\u00f8nt st\u00f8rv \u00ed fr\u00e1landavinnuni og \u00ed fiskivinnuni fram um st\u00f8rvini \u00ed strandfarasiglingini. Ta\u00f0 gera f\u00f8royskir yvirmenn eisini, men harafturat eru heilt n\u00f3gvir f\u00f8royskir yvirmenn at finna \u00ed maskinr\u00faminum ella \u00e1 br\u00fanni \u00ed altj\u00f3\u00f0a skipafer\u00f0sluni.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd Norsk Sj\u00f8offisersforbund f\u00e6r kravi\u00f0 um alment \u00fatbo\u00f0 av fer\u00f0af\u00f3lkafarlei\u00f0unum ein st\u00f3ran part av skyldini fyri, at ta\u00f0 gongst so illa at manna ferjurnar, t\u00ed \u00ed h\u00f8r\u00f0u kappingini millum rei\u00f0ar\u00edini um at vinna \u00fatbo\u00f0ini, ver\u00f0ur skori\u00f0 inn \u00e1 bein og meira enn ta\u00f0 \u00ed l\u00f8num og arbei\u00f0ss\u00f8mdum.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>Alment starv ongin fyrimunur<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>Onkur f\u00f8roysk farlei\u00f0 er eisini bo\u00f0in \u00fat, men yvirskipa\u00f0 er f\u00f8royska strandfarasiglingin enn almenn og st\u00f8rvini skipa\u00f0 eftir s\u00e1ttm\u00e1lum vi\u00f0 F\u00edggjarm\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; Ein skuldi tr\u00fa\u00f0, at ta\u00f0 var ein fyrimunur, t\u00ed politiska skipanin \u00e1tti at s\u00e6\u00f0 t\u00fddningin av, at fer\u00f0af\u00f3lkaflutningurin er kappingarf\u00f8rur \u00ed l\u00f8num og arbei\u00f0sumst\u00f8\u00f0um, so trygd er fyri, at skipini kunnu mannast og ikki knappliga mugu avl\u00fdsa vegna manningartrot. Men veruleikin er, at ta\u00f0 \u00ed so m\u00e1ta yvirh\u00f8vur ongan mun ger, at landi\u00f0 umvegis Strandfer\u00f0sluna eigur skipini og var\u00f0ar av siglingini.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; \u00cd Norra ver\u00f0a l\u00f8nir og s\u00f8mdir hildnar ni\u00f0ri, t\u00ed flutningsfel\u00f8gini vilja hava st\u00f8rri avlop og millum anna\u00f0 l\u00f8na lei\u00f0slunum vi\u00f0 milli\u00f3naupph\u00e6ddum \u00ed bonussum aftur fyri, at t\u00e6r vi\u00f0 einum pennastroki kuta t\u00farar burtur \u00ed fer\u00f0a\u00e6tlanunum. \u00cd F\u00f8royum ger mann naka\u00f0 ta\u00f0 sama, einasti munur er, at her letur mann bara \u00e1haldandi l\u00f8nir og s\u00f8mdir dragna, t\u00ed politiska skipanin konsekvent noktar at betala ta\u00f0, sum ta\u00f0 veruliga kostar at reka strandfarasigling \u00e1 einum tryggum og \u00e1l\u00edtandi grundarlagi, sigur forma\u00f0urin \u00ed Maskinmeistarafelagnum.<\/p>\n\n\n\n<p>Arnfinn Bech leggur t\u00f3 dent \u00e1, at hetta als ikki skal skiljast solei\u00f0is, at hann hev\u00f0i hildi\u00f0 ta\u00f0 veri\u00f0 betri, um strandfarasiglingin bleiv privatisera\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; Nei, t\u00ed har er Norra j\u00fa eitt r\u00e6\u00f0andi d\u00f8mi um, hvat so hendir. \u00c1 borgarafundinum um Su\u00f0uroyartunnilin, sum var \u00ed Salt \u00ed seinastu viku, hoyrdi eg gaman \u00ed Ruth Vang, landsst\u00fdriskvinnu \u00ed f\u00edggjarm\u00e1lum, bera fram j\u00fast ta\u00f0 sj\u00f3narmi\u00f0i\u00f0, at st\u00f3\u00f0 ta\u00f0 til hana, so bleiv \u00f8ll strandfarasiglingin privatisera\u00f0. Men hesum taka vit \u00ed Maskinmeistarafelagnum absolutt ikki undir vi\u00f0, sigur hann.<\/p>\n\n\n\n<p><a href=\"https:\/\/www.mf.fo\/uploads\/tinymce\/fb62568a3ee8250ce5db4340bb546939d49e4886.jpg\"><\/a><em><\/em><em>&#8211; Her letur mann bara \u00e1haldandi l\u00f8nir og s\u00f8mdir dragna, t\u00ed politiska skipanin konsekvent noktar at betala ta\u00f0, sum ta\u00f0 veruliga kostar at reka strandfarasigling \u00e1 einum tryggum og \u00e1l\u00edtandi grundarlagi, sigur forma\u00f0urin \u00ed Maskinmeistarafelagnum, sigur Arnfinn Bech, forma\u00f0ur \u00ed Maskinmeistarafelagnum<\/em><\/p>\n\n\n\n<p><strong>Bussf\u00f8rarar tjena meira<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>Hinvegin heldur hann ta\u00f0 vera alney\u00f0ugt at gera okkurt munagott vi\u00f0 l\u00f8narlagi\u00f0, um strandfarasiglingini skal ver\u00f0a l\u00edv laga\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd Norsk Sj\u00f8offisersforbund v\u00edsa tey \u00e1, at ein \u00f3fakl\u00e6rdur \u00ed norsku alivinnuni f\u00e6r meira \u00ed l\u00f8n enn skiparin \u00e1 einari ferju \u00ed almennari rutusigling, og \u00e1 sama h\u00e1tt v\u00edsir Arnfinn Bech \u00e1, at ein bussf\u00f8rari hj\u00e1 Busslei\u00f0ini \u00ed Havn tjenar meira enn maskinmeistarar \u00ed starvi hj\u00e1 landinum ella \u00ed kommunalum starvi \u00ed F\u00f8royum.<\/p>\n\n\n\n<p>&#8211; Hetta gongur slett ikki longur, okkara limir, sum hava eina fantastiska \u00fatb\u00fagving, finna seg ikki \u00ed t\u00ed og leita s\u00e6r ha\u00f0ar, har teirra f\u00f8rleikar og dugnasemi ver\u00f0a vird, og l\u00f8nin er samsvarandi. \u00cd \u00f8llum samr\u00e1\u00f0ingunum, sum vit hava havt vi\u00f0 almennu arbei\u00f0sgevararnar, s\u00ed\u00f0an eg bleiv forma\u00f0ur \u00ed Maskinmeistarafelagnum, hava vit roynt at f\u00e1a politisku skipanina at skilja \u00e1lvaran \u00ed hesum \u2013 at t\u00fd\u00f0andi samfelagst\u00e6nastur og veitingar eru \u00ed vanda fyri at ste\u00f0ga upp vegna trot \u00e1 maskinmeistarum, t\u00ed mann ikki vil rinda ta l\u00f8n, teir hava uppibori\u00f0. Ta\u00f0 er ikki minst galdandi fyri fer\u00f0af\u00f3lkaflutningin hj\u00e1 Strandfer\u00f0sluni, og vandin \u00f8kist dag um dag, sigur Arnfinn Bech.<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Tali\u00f0 av avl\u00fdsingum \u00e1 norku strandfararutunum meira enn f\u00fdrafalda\u00f0ist \u00ed fj\u00f8r, og h\u00f8vu\u00f0sors\u00f8kin er manningartrot, t\u00ed l\u00f8nirnar eru ov l\u00e1gar og arbei\u00f0ss\u00f8mdirnar ov v\u00e1naligar. Hetta kann skj\u00f3tt eisini gerast st\u00f8\u00f0an \u00ed F\u00f8royum, um politikararnir ikki vakna, sigur forma\u00f0urin \u00ed Maskinmeistarafelagnum &#8211; Eg veit, at ta\u00f0 onkunt\u00ed\u00f0 hevur veri\u00f0 um reppi\u00f0, at Strandfer\u00f0slan hevur veri\u00f0 noydd [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":42063,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[1],"tags":[],"class_list":["post-42062","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-tidindi"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-04-18 22:04:45","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/42062","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=42062"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/42062\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":42064,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/42062\/revisions\/42064"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/42063"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=42062"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=42062"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=42062"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}