{"id":42149,"date":"2026-02-28T15:47:16","date_gmt":"2026-02-28T15:47:16","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=42149"},"modified":"2026-02-28T15:50:28","modified_gmt":"2026-02-28T15:50:28","slug":"eirikur-svarar-dennis-um-burdardygga-ferdavinnu","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=42149","title":{"rendered":"Eirikur svarar Dennis um bur\u00f0ardygga fer\u00f0avinnu"},"content":{"rendered":"\n<p><strong>Svar fr\u00e1 Eiriki \u00ed J\u00e1kupsstovu, landsst\u00fdrismanni, upp \u00e1 \u00a7 52a-fyrispurning nr. 52-094\/2025 fr\u00e1 Dennis Holm, l\u00f8gtingsmanni, um bur\u00f0ardygga fer\u00f0avinnu<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p><em>Spurningarnir v\u00f3ru solj\u00f3\u00f0andi:<\/em><\/p>\n\n\n\n<ol class=\"wp-block-list\">\n<li><em>N\u00e6r ver\u00f0ur kunningin til \u00fatlendsk fer\u00f0af\u00f3lk kl\u00e1r?<\/em><\/li>\n\n\n\n<li><em>Hvussu er \u00e6tlanin at skipa hesa kunning<\/em><\/li>\n<\/ol>\n\n\n\n<p><strong>Vi\u00f0merkingar<\/strong>:<\/p>\n\n\n\n<p>Fer\u00f0avinnan hevur seinastu \u00e1rini veri\u00f0 \u00ed st\u00f8\u00f0ugum v\u00f8kstri,eftir at ta\u00f0 fyri \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani var\u00f0 gj\u00f8rt eitt tilvita\u00f0 val at satsa upp \u00e1 fer\u00f0a-og upplivingarvinnuna, har n\u00e1tt\u00faran er h\u00f8vu\u00f0sfer\u00f0am\u00e1li\u00f0 og ta\u00f0, sum skal draga \u00fatlendsk fer\u00f0af\u00f3lk til landi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd mai 2024 var\u00f0 l\u00f3gin um bur\u00f0ardygga fer\u00f0avinnu samtykt \u00ed L\u00f8gtinginum. Vi\u00f0 l\u00f3gini v\u00f3r\u00f0u karmarnir kring fer\u00f0avinnuna skipa\u00f0ir av n\u00fdggjum. Hetta var eisini tiltrongt, ikki minst \u00ed samband vi\u00f0 regulering av gongd \u00ed haga, har undanfarna l\u00f3gin var fr\u00e1 1937.<\/p>\n\n\n\n<p>Endam\u00e1li\u00f0 vi\u00f0 l\u00f3gini er at skapa karmar fyri fer\u00f0avinnuna og tey, sum reka landb\u00fana\u00f0, umframt geva kommununum saman vi\u00f0 b\u00f3ndum og heimaf\u00f3lki heimild at skipa fer\u00f0avinnuvirksemi \u00ed fer\u00f0avinnu\u00e6tlanum. L\u00f3gin \u00e1setur, at ta\u00f0 fyri f\u00f8royingar er fr\u00edtt at ganga \u00ed haga. Fyri \u00fatlendsk fer\u00f0af\u00f3lk er eisini fr\u00edtt at ganga \u00e1 bygdag\u00f8tum, \u00e1 \u00fatvaldum hagag\u00f8tum og fram vi\u00f0 strondini \u2013hetta \u00ed mun til \u00e1setingarnar \u00ed lokalu fer\u00f0avinnu\u00e6tlanunum.<\/p>\n\n\n\n<p>T\u00e1 l\u00f3gin var til vi\u00f0ger\u00f0ar \u00ed L\u00f8gtinginum,fevndi ein partur av vi\u00f0ger\u00f0ini um, at \u00fatlendsk fer\u00f0af\u00f3lk m\u00e1ttu f\u00e1a kunning um,hvussu vi\u00f0urskiftini eru skipa\u00f0i vi\u00f0v\u00edkjandi gongd \u00ed haga \u00ed F\u00f8royum, solei\u00f0is at tey v\u00f3ru uppl\u00fdst um,hvussu tey skulu fyrihalda seg, t\u00e1 fari\u00f0 ver\u00f0ur \u00fat \u00ed f\u00f8roysku n\u00e1tt\u00faruna.Sl\u00edk kunning er ikki \u00f3kend a\u00f0rasta\u00f0ni, har fer\u00f0af\u00f3lk antin \u00ed flogfarinum, \u00e1 flogv\u00f8llinum, ella \u00ed summum f\u00f8rum \u00ed kunningartilfari saman vi\u00f0 b\u00edleggingini av fer\u00f0ini f\u00e1a kunning um,hv\u00f8rjar reglur eru galdandi fyri fer\u00f0af\u00f3lk \u00e1 n\u00e1tt\u00faru-og umhv\u00f8rvis\u00f8kinum. <\/p>\n\n\n\n<p>So v\u00edtt undirrita\u00f0i veit, er hendan kunningin til fer\u00f0af\u00f3lk, sum vitja F\u00f8royar, ikki gj\u00f8rd enn. Seinasta summar v\u00f3ru ta\u00f0 eisini n\u00f8kur d\u00f8mi \u00ed Su\u00f0uroynni um,at fer\u00f0af\u00f3lk ikki vistu um \u00e1setingarnar \u00ed l\u00f3gini um bur\u00f0ardygga fer\u00f0avinnu \u2013og at tey t\u00ed av somu ors\u00f8k gingu \u00fat \u00ed n\u00e1tt\u00faruna t.d. uttan at taka h\u00e6dd fyri,at tey gingu gj\u00f8gnum sl\u00e1tturj\u00f8r\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00c1 L\u00f8gtingi,18. februar 2026<br>Dennis Holm<\/p>\n\n\n\n<p><strong>Svar fr\u00e1 Eiriki \u00ed J\u00e1kupsstovu, landsst\u00fdrismanni, upp \u00e1 \u00a7 52a-fyrispurning nr. 52-094\/2025 fr\u00e1 Dennis Holm, l\u00f8gtingsmanni, um bur\u00f0ardygga fer\u00f0avinnu<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p><em>Svara\u00f0 ver\u00f0ur undir einum:<\/em><\/p>\n\n\n\n<p>Visit Faroe Islands hevur n\u00f3gv kunningartilfar um at fer\u00f0ast trygt \u00ed n\u00e1tt\u00faruni, um at hava fyrilit fyri fugla- og dj\u00f3ral\u00edvi og um at halda seg til g\u00f8tur og merktar farlei\u00f0ir, m.a. st\u00f3ra faldaran <em>Faroe Islands \u2013 Tourist Guide 2026<\/em> og gongufaldaran <em>Hiking in the Faroe Islands<\/em>.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00c1 heimas\u00ed\u00f0uni hj\u00e1 Visit Faroe Islands er somulei\u00f0is n\u00f3gv kunning, og kunningin um trygd o.a. \u00ed sambandi vi\u00f0 gongd \u00ed n\u00e1tt\u00faruni er sera sj\u00f3nlig. Harumframt er st\u00f3rt yvirlit yvir gongulei\u00f0ir kring landi\u00f0, i\u00f0 fer\u00f0af\u00f3lk kunnu br\u00faka, umframt at Visit Faroe Islands br\u00fakar sosialar mi\u00f0lar at f\u00e1a bo\u00f0skapin um r\u00e6ttan atbur\u00f0 \u00fat. \u00d8ll kunningin er stu\u00f0la\u00f0 vi\u00f0 umfatandi skelting og lei\u00f0beining kring alt landi\u00f0, har greitt ver\u00f0ur v\u00edst \u00e1, hvar gongulei\u00f0irnar eru og hv\u00f8rji atlit skulu takast.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd n\u00e6stum fer Visit Faroe Islands eisini at almannakunngera eitt kunningar\u00e1tak, sum vi\u00f0 sera&nbsp; sj\u00f3nligum skeltum \u00e1 flogv\u00f8llinum og \u00e1 \u00f8\u00f0rum almennum st\u00f8\u00f0um skal v\u00edsa f\u00f3lki \u00e1 r\u00e6ttan atbur\u00f0 \u00ed n\u00e1tt\u00faruni og a\u00f0rasta\u00f0ni.<\/p>\n\n\n\n<p>N\u00f3gvar kommunur, sum hava sent Tilfeingis- og vinnum\u00e1lar\u00e1\u00f0num s\u00ednar fer\u00f0avinnu\u00e6tlanir, hava har sagt fr\u00e1, at t\u00e6r fara at gera \u00e1t\u00f8k fyri at betra kunningina og bo\u00f0ini til fer\u00f0af\u00f3lkini, har ta\u00f0 er ney\u00f0ugt. Um so er, at ta\u00f0 \u00ed st\u00f8\u00f0um ikki tykist vera greitt fyri fer\u00f0af\u00f3lkum, hv\u00f8rjar reglur eru galdandi, eru Visit Faroe Islands f\u00fas at veita r\u00e1\u00f0geving um h\u00f3skandi skelting.<\/p>\n\n\n\n<p>Fer\u00f0af\u00f3lk kunnu t\u00f3 ikki frammanundan vita, um atgongdin til ein \u00e1v\u00edsan haga er avmarka\u00f0, orsaka\u00f0 av rakstri ella \u00f8\u00f0rum landb\u00fana\u00f0arvirksemi akkur\u00e1t t\u00e1 tey h\u00f8vdu \u00e6tla\u00f0 s\u00e6r at fari\u00f0 \u00ed hagan. T\u00ed er best, um tey, i\u00f0 var\u00f0a av haganum, eisini seta upp skelti vi\u00f0 portri\u00f0 og m\u00f8guliga seta f\u00f3lk at ansa eftir, um tey v\u00e6nta, at f\u00f3lk kunnu koma at \u00f3r\u00f3gva.<\/p>\n\n\n\n<p>Tilfeingis- og vinnum\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0, 27. februar 2026<\/p>\n\n\n\n<p><strong>Eirikur \u00ed J\u00e1kupsstovu<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>landsst\u00fdrisma\u00f0ur<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Svar fr\u00e1 Eiriki \u00ed J\u00e1kupsstovu, landsst\u00fdrismanni, upp \u00e1 \u00a7 52a-fyrispurning nr. 52-094\/2025 fr\u00e1 Dennis Holm, l\u00f8gtingsmanni, um bur\u00f0ardygga fer\u00f0avinnu Spurningarnir v\u00f3ru solj\u00f3\u00f0andi: Vi\u00f0merkingar: Fer\u00f0avinnan hevur seinastu \u00e1rini veri\u00f0 \u00ed st\u00f8\u00f0ugum v\u00f8kstri,eftir at ta\u00f0 fyri \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani var\u00f0 gj\u00f8rt eitt tilvita\u00f0 val at satsa upp \u00e1 fer\u00f0a-og upplivingarvinnuna, har n\u00e1tt\u00faran er h\u00f8vu\u00f0sfer\u00f0am\u00e1li\u00f0 og ta\u00f0, sum skal [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":42150,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[1],"tags":[],"class_list":["post-42149","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-tidindi"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-04-25 09:46:41","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/42149","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=42149"}],"version-history":[{"count":2,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/42149\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":42153,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/42149\/revisions\/42153"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/42150"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=42149"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=42149"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=42149"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}