{"id":42276,"date":"2026-03-11T06:56:31","date_gmt":"2026-03-11T06:56:31","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=42276"},"modified":"2026-03-11T06:56:32","modified_gmt":"2026-03-11T06:56:32","slug":"100-fermetra-ibud-i-havn-fyri-25-mio-kr-soleidis-loysa-vit-tad","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=42276","title":{"rendered":"100 FERMETRA \u00cdB\u00da\u00d0 \u00cd HAVN FYRI 2,5 MI\u00d3. KR. \u2013 Solei\u00f0is loysa vit ta\u00f0"},"content":{"rendered":"\n<p>\u00cd dag er ta\u00f0 gerandiskostur, at \u00edb\u00fa\u00f0ir \u00ed Havn ver\u00f0a seldar fyri 4 \u2013 5 mi\u00f3. kr. \u2013 og t\u00e1 er skj\u00f3tt at enda vi\u00f0 einum l\u00e1nsgjaldi \u00e1 15 \u2013 18.000 kr. um m\u00e1na\u00f0in, og t\u00e1 eru allar a\u00f0rar \u00fatrei\u00f0slur \u00ed gerandisdegnum ikki goldnar.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00d8ll vita, at hetta er p\u00fara \u00f3m\u00f8guligt fyri n\u00f3gvar familjur \u00ed F\u00f8royum \u00ed dag.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p>Vit hoyra n\u00f3gv um, at ta\u00f0 er d\u00fdrt at byggja, men ta\u00f0 eru eisini nakrar fyrit\u00f8kur kring landi\u00f0, sum byggja n\u00fdggjar hampiliga st\u00f3rar \u00edb\u00fa\u00f0ir, sum ver\u00f0a seldar fyri ein r\u00edmiligan kostna, solei\u00f0is at t\u00fa hevur r\u00e1\u00f0 at rinda l\u00e1nsgjaldi\u00f0 vi\u00f0 einari vanligari innt\u00f8ku.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd V\u00e1gi ber til at byggja \u00edb\u00fa\u00f0ir \u00e1 100 fermetrar, sum ver\u00f0a seldar fyri 1,8 mi\u00f3. kr. Um somu \u00edb\u00fa\u00f0ir v\u00f3r\u00f0u bygdar \u00ed Havn og grundstykki\u00f0 kosta\u00f0i t.d. 0,7 mi\u00f3. kr. meiri pr. \u00edb\u00fa\u00f0, so hev\u00f0i talan framvegis veri\u00f0 um eina \u00edb\u00fa\u00f0 fyri 2,5 mi\u00f3. kr. Ein pr\u00edsur, sum mann als ikki s\u00e6r \u00e1 n\u00fdggjum \u00edb\u00fa\u00f0um \u00ed Havn \u00ed dag.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image size-full\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" width=\"902\" height=\"637\" src=\"https:\/\/sudurras.fo\/wp-content\/uploads\/2026\/03\/image.jpeg\" alt=\"\" class=\"wp-image-42277\" srcset=\"https:\/\/sudurras.fo\/wp-content\/uploads\/2026\/03\/image.jpeg 902w, https:\/\/sudurras.fo\/wp-content\/uploads\/2026\/03\/image-300x212.jpeg 300w, https:\/\/sudurras.fo\/wp-content\/uploads\/2026\/03\/image-768x542.jpeg 768w\" sizes=\"auto, (max-width: 902px) 100vw, 902px\" \/><\/figure>\n\n\n\n<p><strong><em>Hvussu ber ta\u00f0 til at summi kunnu byggja so b\u00edliga?&nbsp;<\/em><\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>Ta\u00f0 er ivaleyst ein spurningur, fleiri sita vi\u00f0.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p>Eisini eg, og t\u00ed havi eg veri\u00f0 hj\u00e1 fleiri st\u00f3rum og sm\u00e1um fyrit\u00f8kum og sett teimum spurningin. Ber ta\u00f0 til at byggja eina \u00edb\u00fa\u00f0 fyri ein fermetrapr\u00eds, sum f\u00f3lk hava r\u00e1\u00f0 til? Ein fermetrapr\u00eds, sum ger, at tey kunnu selja eina \u00edb\u00fa\u00f0 \u00e1 100 fermetrar fyri 2.5 mi\u00f3. kr.?<\/p>\n\n\n\n<p>Svari\u00f0 eg f\u00e1i flest allasta\u00f0ni er ja. Og ta\u00f0 er ta\u00f0 vit s\u00edggja \u00ed V\u00e1gi.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p>Men ors\u00f8kin til, at ta\u00f0 ikki ver\u00f0ur gj\u00f8rt, er t\u00ed eftirspurningurin er so st\u00f3rur kring landi\u00f0 og serliga \u00ed Havn. Ta\u00f0 merkir, at h\u00f3ast \u00edb\u00fa\u00f0ir ver\u00f0a bygdar \u00ed Havn fyri ein tilsvarandi b\u00edligan penga fyri hv\u00f8nn fermetur, men s\u00f8lupr\u00edsurin fer til himmals, t\u00ed \u00edb\u00fa\u00f0arney\u00f0in er st\u00f3r, og harvi\u00f0 eftirspurningurin \u00f3tr\u00faliga h\u00f8gur. Ta\u00f0 merkir, at ein vanlig familja ella ein stakur pers\u00f3nur, skal av vi\u00f0 4-5 mi\u00f3. kr.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p>Ta\u00f0 er sj\u00e1lvsagt gott, at vinnul\u00edvi\u00f0 tjenar pengar. Men eg haldi b\u00fasta\u00f0arney\u00f0in, sum framvegis ikki er loyst, h\u00f3ast vit hava tosa\u00f0 um ta\u00f0 \u00ed \u00e1rav\u00eds, krevur n\u00fdhugsan.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p><\/p>\n\n\n\n<p><strong><em>Loysnin er m\u00e1lr\u00e6tta\u00f0 byggi\u00e6tlan&nbsp;<\/em><\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>Loysnin er, at land og kommunur og byggifyrit\u00f8kur \u00ed felag taka \u00e1byrgd.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p>Ein partur sn\u00fdr seg um at land og kommunur tilvelja fyrit\u00f8kur, sum byggja b\u00edligari. T\u00fa skalt hava fyrimun og fram\u00edhj\u00e1r\u00e6tt sum fyrit\u00f8ka, um t\u00fa kanst levera ein pr\u00eds, sum f\u00f3lk kunnu rinda.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p>Annar partur fevnir um, at kommunur seta grundstykkir av, sum <em>bara<\/em> kunnu fara til fyrit\u00f8kur, sum binda seg til at byggja b\u00edligar b\u00fasta\u00f0ir.<\/p>\n\n\n\n<p>Tri\u00f0ji partur er, at landi\u00f0 skal tilvelja fyrit\u00f8kur, sum byggja b\u00edligari, t\u00e1 lestrarb\u00fasta\u00f0ir ver\u00f0a bygdar.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p>Fj\u00f3r\u00f0i partur er kanska ikki naka\u00f0 ein politikari skal blanda seg \u00ed. Men kortini fari eg at nevna ta\u00f0 &#8211; at ta\u00f0 ver\u00f0a gj\u00f8rdir s\u00f8lus\u00e1ttm\u00e1lar millum hesar fyrit\u00f8kur, og tey sum keypa, sum vi\u00f0f\u00f8ra, at keyparin ikki bara kann selja hesar b\u00edligu \u00edb\u00fa\u00f0ir v\u00ed\u00f0ari til okurspr\u00eds. (Ta\u00f0 ber eisini til).<\/p>\n\n\n\n<p><\/p>\n\n\n\n<p><strong><em>\u201cHatta fer ongant\u00ed\u00f0 at bera til\u201d<\/em><\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>Sj\u00e1lvur havi eg roynt ta\u00f0 \u00ed verki, at f\u00e1a st\u00f3rar byggiverk\u00e6tlanir fyri ein pr\u00eds, sum fleiri s\u00f8gdu, ikki bar til.<\/p>\n\n\n\n<p>T\u00e1 vit f\u00f3ru undir at byggja P\u00e1ls H\u00f8ll og arbeiddi vi\u00f0 einum byggikostna\u00f0i \u00e1 umlei\u00f0 20 mi\u00f3. kr., sum svara\u00f0i til ein pr\u00eds \u00e1 9.000 kr. fermeturin, s\u00f8gdu n\u00f3gv, at \u201chetta fer ongant\u00ed\u00f0 at bera til\u201d, t\u00ed ein svimjihylur eigur at kosta umlei\u00f0 35.000 kr. fermeturin. Altso n\u00e6stan f\u00fdra fer\u00f0ir so n\u00f3gv, sum vit \u00e6lta\u00f0u.<\/p>\n\n\n\n<p>T\u00e1 P\u00e1ls H\u00f8ll var li\u00f0ug, kosta\u00f0u teir 2.250 fermetrarnir umlei\u00f0 22,5 mi\u00f3. kr. (vi\u00f0 byggirentum) og var byggikostna\u00f0urin sostatt umlei\u00f0 10.000 kr. fermeturin.<\/p>\n\n\n\n<p>So sj\u00e1lvandi ber ta\u00f0 eisini til at byggja b\u00edligari b\u00fasta\u00f0ir kring landi\u00f0. Ta\u00f0 krevur bara at hugsa loysnir. Fyri teg, meg og F\u00f8royar<\/p>\n\n\n\n<p><strong><em>VIt eru longu byrja. Meira um ta\u00f0 fyrsta dagin.<\/em><\/strong><\/p>\n\n\n\n<p><\/p>\n\n\n\n<p>Dennis Holm<br>Valevni fyri Tj\u00f3\u00f0veldi<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>\u00cd dag er ta\u00f0 gerandiskostur, at \u00edb\u00fa\u00f0ir \u00ed Havn ver\u00f0a seldar fyri 4 \u2013 5 mi\u00f3. kr. \u2013 og t\u00e1 er skj\u00f3tt at enda vi\u00f0 einum l\u00e1nsgjaldi \u00e1 15 \u2013 18.000 kr. um m\u00e1na\u00f0in, og t\u00e1 eru allar a\u00f0rar \u00fatrei\u00f0slur \u00ed gerandisdegnum ikki goldnar. \u00d8ll vita, at hetta er p\u00fara \u00f3m\u00f8guligt fyri n\u00f3gvar familjur \u00ed [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":42260,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[108],"tags":[],"class_list":["post-42276","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-logtingsval26"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-05-03 02:58:50","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/42276","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=42276"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/42276\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":42278,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/42276\/revisions\/42278"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/42260"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=42276"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=42276"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=42276"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}