{"id":42457,"date":"2026-03-23T09:21:39","date_gmt":"2026-03-23T09:21:39","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=42457"},"modified":"2026-03-23T09:21:40","modified_gmt":"2026-03-23T09:21:40","slug":"bugva-folk-i-hesti-og-a-kirkju","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=42457","title":{"rendered":"B\u00fagva f\u00f3lk \u00ed Hesti og \u00e1 Kirkju?"},"content":{"rendered":"\n<p>\u00cd umlei\u00f0 2\u00bd \u00e1r var eg landsst\u00fdrisma\u00f0ur \u00ed Fiskivinnu- og Samfer\u00f0slum\u00e1lum. Sum oyggjab\u00fagvi, eg b\u00fagvi sj\u00e1lvur \u00ed Su\u00f0uroynni, so eri eg fullgrei\u00f0ur um avbj\u00f3\u00f0ingarnar, sum f\u00f3lk \u00e1 sm\u00e6rri oyggjum okkara hava, t\u00e1 ta\u00f0 kemur til samfer\u00f0slu.<\/p>\n\n\n\n<p>Ov f\u00e1ir t\u00farar, fer\u00f0a\u00e6tlanin passar ikki, manglar \u00e1 havnal\u00f8gum, avbj\u00f3\u00f0andi vi\u00f0 farmi vi\u00f0 b\u00e1ti og tyrlu og so framvegis. Alt avbj\u00f3\u00f0ingar, sum hava t\u00fddning fyri at ta\u00f0 er liviligt \u00e1 \u00fatoyggj.<\/p>\n\n\n\n<p>Skulu avbj\u00f3\u00f0ingarnar \u00e1 \u00fatoyggj loysast, so krevst ta\u00f0, at man vitjar tey, tosar vi\u00f0 tey \u2013 og tekur teirra \u00e1heitanir og ynskir vi\u00f0 s\u00e6r \u00e1 lei\u00f0ini, t\u00e1 loysnir skulu finnast.<\/p>\n\n\n\n<p>Hetta kenna su\u00f0uroyingar eisini til, t\u00ed gj\u00f8rdi eg eisini beinanvegin av, at fara rundfer\u00f0 og hava fundir vi\u00f0 f\u00f3lk \u00e1 \u00fatoyggj, solei\u00f0is at or\u00f0 kundu setast \u00e1 avbj\u00f3\u00f0ingarnar \u2013 sum j\u00fa eru ymiskar fr\u00e1 oyggja til oyggj \u2013 og loysnir kundu finnast.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd <strong>Hesti<\/strong> var st\u00f3ri trupulleikin, at fer\u00f0a\u00e6tlanin gj\u00f8rdi ta\u00f0 \u00f3gj\u00f8rligt at b\u00fagva \u00ed Hesti og arbei\u00f0a \u00ed mi\u00f0sta\u00f0ar\u00f8kinum. Hetta var ein av fyrstu avbj\u00f3\u00f0ingunum, sum eg fekk \u00e1 bor\u00f0i\u00f0 stutt eftir \u00e1rsskifti\u00f0 2023. H\u00f8vu\u00f0sm\u00e1li\u00f0 gj\u00f8rdist t\u00ed, at f\u00e1a eina g\u00f3\u00f0a n\u00fdggja Hest-lei\u00f0, t\u00e1 Sandoyartunnilin lat upp. Hetta vann eisini \u00e1 m\u00e1l \u00ed politiskari telving og horna-t\u00f8kum, og \u00ed dag er Hestlei\u00f0in g\u00f3\u00f0, vi\u00f0 v\u00e6l fleiri t\u00farum og eisini vi\u00f0 einari fer\u00f0a\u00e6tlan, har ta\u00f0 ber til at b\u00fagva \u00ed Hesti og arbei\u00f0a \u00ed mi\u00f0sta\u00f0ar\u00f8kinum.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd <strong>Sk\u00fagvi<\/strong> v\u00edstu tey \u00e1 avbj\u00f3\u00f0ingina vi\u00f0 at ta\u00f0 var trupult hj\u00e1 f\u00f3lki at koma \u00ed land og umbor\u00f0 \u00e1 Sildberan. Har fingu vit gj\u00f8rt eina betri landgongd.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd <strong>St\u00f3ra D\u00edmun<\/strong> var avbj\u00f3\u00f0ing kn\u00fdtt at tyrlufl\u00fagvingini og b\u00edleggingarskipan. Ta\u00f0 fingu vit saman vi\u00f0 SSL eisini b\u00f8tt um.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd <strong>N\u00f3lsoy<\/strong> er st\u00f3ri trupulleikin fer\u00f0a\u00e6tlanin og t\u00faratali\u00f0, har ta\u00f0 er ov langt \u00edmillum seinnaparts og kv\u00f8ldt\u00fararnar. M\u00e1li\u00f0 var at f\u00e1a ein t\u00far inn afturat. SSL v\u00edsti \u00e1, at hetta f\u00f3r at kosta 1 mi\u00f3. kr. \u2013 hana fingu vit \u00e1 F\u00edggjarl\u00f3gina, men so stakk trupulleikin vi\u00f0 hv\u00edlut\u00ed\u00f0 seg upp. Loysnin fyri N\u00f3lsoynna er t\u00ed ein manning afturat, so at siglast kann meiri.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd <strong>Kalsoynni<\/strong> og \u00ed <strong>Mykinesi<\/strong> v\u00edstu tey \u00e1 avbj\u00f3\u00f0ingar vi\u00f0 b\u00edleggingarskipanunum. Ein avbj\u00f3\u00f0ing, sum vit eisini fingu b\u00f8tt um \u00ed g\u00f3\u00f0um samstarvi vi\u00f0 SSL. Onnur avbj\u00f3\u00f0ing \u00ed <strong>Kalsoynni<\/strong> var, at onki b\u00ed\u00f0ir\u00fam var til fer\u00f0af\u00f3lk \u00e1 keiini \u00ed Sy\u00f0radali \u2013 og ta\u00f0 fingu vit eisini loyst.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd <strong>Sv\u00ednoy<\/strong> v\u00edstu tey \u00e1 ynski um n\u00fdggj havnavi\u00f0urskifti, so ta\u00f0 bleiv meiri st\u00f8\u00f0ug sigling og eisini styttri at sigla.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd <strong>Fugloy<\/strong> l\u00f3tu tey sum heilt sera v\u00e6l at farlei\u00f0ini, men h\u00f8vdu eitt ynski um samstarv vi\u00f0 SSL um l\u00edtlan buss millum bygdirnar, t\u00e1 ta\u00f0 var ney\u00f0ugt at flyta fer\u00f0af\u00f3lk millum Hattarv\u00edk og Kirkju, t\u00e1 \u00ed ve\u00f0url\u00edkindini for\u00f0a\u00f0u fyri at ta\u00f0 bar til at sigla \u00e1 b\u00e6\u00f0i st\u00f8\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>Ikki minst, so fevndi ein partur av rundfer\u00f0ini til \u00fatoyggjar um at umr\u00f8\u00f0a n\u00fdggju skipini, sum skulu sm\u00ed\u00f0ast til Kalsoyar- og N\u00f3lsoyarlei\u00f0ina, og til Sv\u00ednoyar, Fugloyar og Hestlei\u00f0ina. Gongst sum \u00e6tla\u00f0, so ver\u00f0ur fast samband til Sk\u00favoyar um eini 10 \u00e1r ella so.<\/p>\n\n\n\n<p>Rundfer\u00f0in til \u00fatoyggjar var ein sera jalig uppliving. V\u00e6l m\u00f3ttikin allasta\u00f0ni, st\u00f3rur bl\u00ed\u00f0skapur og hjartar\u00fam \u2013 og eg royndi eisini at seta fokus \u00e1 at f\u00e1a loyst t\u00e6r avbj\u00f3\u00f0ingar, sum v\u00edstar v\u00f3ru \u00e1.<\/p>\n\n\n\n<p>Sumt fingu vit loyst, men sj\u00e1lvsagt er n\u00f3gv eftir at loysa. Og eg gle\u00f0i meg at vitja okkara v\u00f8kru oyggjar aftur \u00ed summar.<\/p>\n\n\n\n<p>Dennis Holm<br>Tj\u00f3\u00f0veldi<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image size-large\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" width=\"1024\" height=\"614\" src=\"https:\/\/sudurras.fo\/wp-content\/uploads\/2026\/03\/Dennis_1200x720_vi\u251c\u2591_logo-1024x614.jpg\" alt=\"\" class=\"wp-image-42299\" srcset=\"https:\/\/sudurras.fo\/wp-content\/uploads\/2026\/03\/Dennis_1200x720_vi\u251c\u2591_logo-1024x614.jpg 1024w, https:\/\/sudurras.fo\/wp-content\/uploads\/2026\/03\/Dennis_1200x720_vi\u251c\u2591_logo-300x180.jpg 300w, https:\/\/sudurras.fo\/wp-content\/uploads\/2026\/03\/Dennis_1200x720_vi\u251c\u2591_logo-768x461.jpg 768w, https:\/\/sudurras.fo\/wp-content\/uploads\/2026\/03\/Dennis_1200x720_vi\u251c\u2591_logo.jpg 1200w\" sizes=\"auto, (max-width: 1024px) 100vw, 1024px\" \/><\/figure>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>\u00cd umlei\u00f0 2\u00bd \u00e1r var eg landsst\u00fdrisma\u00f0ur \u00ed Fiskivinnu- og Samfer\u00f0slum\u00e1lum. Sum oyggjab\u00fagvi, eg b\u00fagvi sj\u00e1lvur \u00ed Su\u00f0uroynni, so eri eg fullgrei\u00f0ur um avbj\u00f3\u00f0ingarnar, sum f\u00f3lk \u00e1 sm\u00e6rri oyggjum okkara hava, t\u00e1 ta\u00f0 kemur til samfer\u00f0slu. Ov f\u00e1ir t\u00farar, fer\u00f0a\u00e6tlanin passar ikki, manglar \u00e1 havnal\u00f8gum, avbj\u00f3\u00f0andi vi\u00f0 farmi vi\u00f0 b\u00e1ti og tyrlu og so framvegis. [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":42458,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[108],"tags":[],"class_list":["post-42457","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-logtingsval26"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-05-17 02:11:08","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/42457","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=42457"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/42457\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":42459,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/42457\/revisions\/42459"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/42458"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=42457"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=42457"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=42457"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}