{"id":42484,"date":"2026-03-25T11:50:05","date_gmt":"2026-03-25T11:50:05","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=42484"},"modified":"2026-03-25T11:50:06","modified_gmt":"2026-03-25T11:50:06","slug":"suduroyartunnilin-treiskni-ahaldni-og-arbeidssemi-gevur-urslit","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=42484","title":{"rendered":"Su\u00f0uroyartunnilin \u2013 treiskni, \u00e1haldni og arbei\u00f0ssemi gevur \u00farslit"},"content":{"rendered":"\n<p>T\u00e1 eitt av st\u00f8rstu m\u00e1lunum \u00ed n\u00fdggjari t\u00ed\u00f0 skal f\u00e1ast \u00e1 skr\u00e1, l\u00fdsast, gj\u00f8gnumarbei\u00f0ast og f\u00e1ast heilt \u00e1 m\u00e1l, so krevst treiskni, \u00e1haldni og arbei\u00f0ssemi fyri at n\u00e1a \u00farslit.<\/p>\n\n\n\n<p>Su\u00f0uroyartunnilin hevur t\u00f8rv \u00e1 einar sterkari r\u00f8dd \u00ed L\u00f8gtinginum, t\u00e1 endaliga avger\u00f0in skal takast um 1-2 \u00e1r. Eg bj\u00f3\u00f0i meg fram at bl\u00edva vi\u00f0 at str\u00ed\u00f0ast fyri t\u00ed.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p><\/p>\n\n\n\n<p><strong>11 \u00e1r vi\u00f0 Su\u00f0uroyartunlinum<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>Fyrstu fer\u00f0 eg av \u00e1lvara tosa\u00f0i um Su\u00f0uroyartunnilin var \u00ed <strong>2015<\/strong>, t\u00e1 tosa\u00f0i vi\u00f0 ein g\u00f3\u00f0an vinmann, sum arbeiddi \u00ed undirsj\u00f3vartunli \u00ed Norra, og spurdi um ta\u00f0 bar til at gera ein tunnil til Su\u00f0uroyar. Dagin eftir m\u00f8ttust okur til eitt kaffipr\u00e1t \u00e1 skrivstovuni hj\u00e1 m\u00e6r \u2013 og byrja\u00f0u at tosa um, hvussu Su\u00f0uroyartunnilin kundi koma \u00e1 breddan.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd sept. \u00ed <strong>2017 <\/strong>skipa\u00f0u okur fyri fyrsta almenna fundinum um Su\u00f0uroyartunnilin \u00ed Sk\u00faladeplinum \u00ed Su\u00f0uroy. \u00c1 skr\u00e1nni v\u00f3ru framl\u00f8gur og or\u00f0askifti\u00f0. M.a. hev\u00f0i eg framl\u00f8gu um demografisku avbj\u00f3\u00f0ingarnar \u00ed Su\u00f0uroynni. Armgar\u00f0 Steinh\u00f3lm og Fr\u00ed\u00f0rikur Heinesen fr\u00e1 Landsverki h\u00f8vdu framl\u00f8gu um linjuf\u00f8ring og atkn\u00fdttar verk\u00e6tlanir.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd <strong>2019 <\/strong>skipa\u00f0u okur aftur fyri almennan fund um Su\u00f0uroyartunnilin. T\u00e1 hev\u00f0i eg eisini framl\u00f8gu um st\u00f8\u00f0una \u00ed Su\u00f0uroynni. Kristian St\u00f3rhamar hev\u00f0i framl\u00f8gu um tunnilsger\u00f0 og Teitur Samuelsen hev\u00f0i eisini framl\u00f8gu um linjuf\u00f8ring og f\u00edggjarliga partin.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00c1 hesum fundinum seint \u00ed <strong>2019 <\/strong>skipa\u00f0u okur eisini ein \u00e1huga-arbei\u00f0sb\u00f3lk, sum f\u00f3r til verka at l\u00fdsa ymisk vi\u00f0urskifti kring Su\u00f0uroyartunnilin. R\u00fani Joensen og undirrita\u00f0u v\u00f3ru \u00e1 fundarfer\u00f0 \u00ed Havn \u00ed januar og februar, men arbei\u00f0i\u00f0 ste\u00f0ga\u00f0i upp um mi\u00f0jan mars \u00ed 2020, t\u00e1 korona rakti heimin.<\/p>\n\n\n\n<p>Vi\u00f0 l\u00f8gtingsvali\u00f0 \u00ed des. var Su\u00f0uroyartunnilin eisini eitt av st\u00f3rum evnunum til vali\u00f0. Eg fekk tykkara \u00e1lit til l\u00f8gtingsvali\u00f0 og havi s\u00ed\u00f0ani str\u00ed\u00f0ist fyri at koma hartil, at okur n\u00fa kunnu n\u00e6rkast at fyrsta skoti\u00f0 ver\u00f0ur lati\u00f0 \u00ed Su\u00f0uroyartunlinum.<\/p>\n\n\n\n<p>Ta\u00f0 \u00fatloysti n\u00e6stan eina samgongukreppu, t\u00e1 eg fyrsta dagin sum landsst\u00fdrisma\u00f0ur seg\u00f0i, at fyrsta skoti\u00f0 \u00ed Su\u00f0uroyartunlinum skal skj\u00f3tast innan 2 \u00e1r.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p>Ja, onkunt\u00ed\u00f0 eri eg kanska eitt sindur br\u00e1\u00f0ur, men Su\u00f0uroyartunnilin hevur eisini st\u00f3ran t\u00fddning fyri meg og okkum \u00ed Su\u00f0uroynni.<\/p>\n\n\n\n<p>S\u00ed\u00f0an t\u00ed\u00f0liga \u00e1 v\u00e1ri <strong>2023 <\/strong>hevur m\u00e1li\u00f0 um Su\u00f0uroyartunnilin veri\u00f0 vi\u00f0gj\u00f8rt, greina\u00f0 og l\u00fdst av PF Su\u00f0uroyartunlinum, L\u00f8gmansskrivstovuni og \u00f8\u00f0rum. Eg havi veri\u00f0 partur av politiska fylgib\u00f3lkinum \u2013 og hava fylt m\u00e1linum neyvt fr\u00e1 fyrsta degi.<\/p>\n\n\n\n<p>Eg havi eisini br\u00fakt n\u00f3gva t\u00ed\u00f0 og orku \u00ed almenna r\u00faminum til at grei\u00f0a fr\u00e1 samanhangum kring Su\u00f0uroyartunnilin og svara, t\u00e1 spurnartekin og ivam\u00e1l eru tikin upp. Og havi eisini havt fleiri framl\u00f8gur og luttiki\u00f0 \u00e1 kjakfundum um Su\u00f0uroyartunnilin, t\u00ed ta\u00f0 hevur t\u00fddning at hetta m\u00e1li\u00f0 ver\u00f0ur l\u00fdst og vi\u00f0gj\u00f8rt so v\u00e6l sum tilber. Ta\u00f0 skal til, skulu okur n\u00e1a \u00e1 m\u00e1l og fara undir at bora Su\u00f0uroyartunnilin \u00ed komandi valskei\u00f0i.<\/p>\n\n\n\n<p>Su\u00f0uroyartunnilin hevur t\u00f8rv \u00e1 einar sterkari r\u00f8dd \u00ed L\u00f8gtinginum. Ta\u00f0 er alney\u00f0ugt, t\u00e1 i\u00f0 avger\u00f0 skal takast um tunnilin um eini 1-2 \u00e1r.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p>Eg bj\u00f3\u00f0i meg fram at bl\u00edva vi\u00f0 at str\u00ed\u00f0ast fyri t\u00ed.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p><\/p>\n\n\n\n<p><strong>Dennis Holm<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>Tj\u00f3\u00f0veldi<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>T\u00e1 eitt av st\u00f8rstu m\u00e1lunum \u00ed n\u00fdggjari t\u00ed\u00f0 skal f\u00e1ast \u00e1 skr\u00e1, l\u00fdsast, gj\u00f8gnumarbei\u00f0ast og f\u00e1ast heilt \u00e1 m\u00e1l, so krevst treiskni, \u00e1haldni og arbei\u00f0ssemi fyri at n\u00e1a \u00farslit. Su\u00f0uroyartunnilin hevur t\u00f8rv \u00e1 einar sterkari r\u00f8dd \u00ed L\u00f8gtinginum, t\u00e1 endaliga avger\u00f0in skal takast um 1-2 \u00e1r. Eg bj\u00f3\u00f0i meg fram at bl\u00edva vi\u00f0 at str\u00ed\u00f0ast [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":32740,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[108],"tags":[],"class_list":["post-42484","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-logtingsval26"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-05-17 01:26:51","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/42484","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=42484"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/42484\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":42485,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/42484\/revisions\/42485"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/32740"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=42484"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=42484"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=42484"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}