{"id":42676,"date":"2026-04-13T18:09:19","date_gmt":"2026-04-13T17:09:19","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=42676"},"modified":"2026-04-13T18:09:20","modified_gmt":"2026-04-13T17:09:20","slug":"tydningurin-av-fakfelogum-vidurkendur","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=42676","title":{"rendered":"T\u00fddningurin av fakfel\u00f8gum vi\u00f0urkendur"},"content":{"rendered":"\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00fa samgonguskjali\u00f0 er alment, er gle\u00f0iligt at s\u00edggja, at samgongan vil virka fyri, at fleiri velja st\u00f8rv \u00ed umsorganar- og r\u00f8ktar\u00f8kinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd einum samfelag, har vit gerast eldri og eldri, er t\u00f8rvurin \u00e1 politikarum, i\u00f0 taka \u00e1byrgd, \u00e1trokandi. T\u00ed v\u00f3na vit, at rundu or\u00f0ingarnar \u00ed samgonguskjalinum ver\u00f0a veksla\u00f0ar til konkretar ger\u00f0ir.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er serliga hugaligt, at fakfel\u00f8gini tykjast at vera eitt fokus\u00f8ki og ver\u00f0a nevnd \u00ed fleiri umf\u00f8rum, eitt n\u00fa vi\u00f0 lyftum um tr\u00edpartasamstarv, sum hevur veri\u00f0 eitt \u00edt\u00f8kiligt ynski fr\u00e1 okkum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit fegnast somulei\u00f0is, at fleiri av okkara ynskjum \u00e1\u00f0renn vali\u00f0, eru vor\u00f0in partur av samgonguskjalinum.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e1 vit \u00e1 heilsu- og umsorganar\u00f8kinum ynskja eina stytta arbei\u00f0sviku, so er ta\u00f0 ikki bara t\u00f3m or\u00f0. Sum er, ver\u00f0ur hv\u00edlit\u00ed\u00f0in ikki hildin av fullt\u00ed\u00f0arstarvsf\u00f3lki \u00ed einari vaktarskipan. Hetta hevur vi\u00f0 s\u00e6r, at okkara limir noy\u00f0ast at arbei\u00f0a ni\u00f0ursetta t\u00ed\u00f0, har avlei\u00f0ingin er, at tey forvinna minni til l\u00edvsins uppihald.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00ed v\u00f3na vit, at heldur runda or\u00f0ingin: &#8220;\u00cd samr\u00e1\u00f0ingum vi\u00f0 fakfel\u00f8g eiga vit at ver\u00f0a opin fyri m\u00f8guleikanum at stytta arbei\u00f0svikuna.&#8221; ver\u00f0ur til veruligar broytingar. Hv\u00f8rki limir okkara ella land og kommuna sum arbei\u00f0sgevarar kunnu liva vi\u00f0, at hv\u00edl\u00edti\u00f0in ikki kann haldast. T\u00ed er stytta arbei\u00f0svikan ney\u00f0ug.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fyri at tryggja t\u00e6nastustigi\u00f0 og starvsf\u00f3lkatrivna\u00f0in, ver\u00f0ur mi\u00f0a\u00f0 eftir st\u00f8rri eindum innan fyri ta\u00f0 almenna.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eitt minstamark eigur at vera sett \u00e1 tali\u00f0 \u00e1 starvsf\u00f3lkum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta fegnast vit um, t\u00ed hetta er \u00ed tr\u00e1\u00f0 vi\u00f0 kunnger\u00f0ina um s\u00e1larliga arbei\u00f0sumhv\u00f8rvi\u00f0, sum sigur naka\u00f0 um t\u00ed\u00f0artr\u00fdst og arbei\u00f0sbyr\u00f0u.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er alney\u00f0ugt at tryggja eina vakt, b\u00e6\u00f0i vi\u00f0 fakligum f\u00f8rleikum og t\u00ed\u00f0, sum er ney\u00f0ugt, fyri at veita eina professionella r\u00f8kt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00a7 13. Arbei\u00f0i\u00f0 skal \u00ed \u00f8llum li\u00f0um ver\u00f0a lagt til r\u00e6ttis, skipa\u00f0 og \u00fatint solei\u00f0is, at ta\u00f0 er trygdarliga og heilsuliga fult forsvarligt b\u00e6\u00f0i yvir styttri og longri t\u00ed\u00f0, vi\u00f0 atliti at st\u00f3rari arbei\u00f0sbyr\u00f0u og t\u00ed\u00f0artr\u00fdsti.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit hava leingi havt ynski um ein meira smidligan arbei\u00f0smarkna\u00f0, har okkara limir hava m\u00f8guleika at arbei\u00f0a fulla t\u00ed\u00f0. Ta\u00f0 er t\u00ed gle\u00f0iligt at ta\u00f0 ver\u00f0ur nevnt, at f\u00f3lk \u00ed st\u00f8rri mun skulu hava m\u00f8guleika at fara upp \u00ed arbei\u00f0st\u00ed\u00f0.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er eisini hugaligt, at samgongan \u00e6tlar, at lata skattafr\u00e1dr\u00e1tt ella endurgjald fyri limaskap \u00ed fakfelag. Hetta taka vit sum eina politiska vi\u00f0urkenning av t\u00fddninginum, i\u00f0 fakfel\u00f8g hava \u00ed f\u00f8royska samfelagnum og arbei\u00f0smarkna\u00f0inum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fyri at tryggja, at l\u00f8nargj\u00f3gvin ikki veksur, skulu vit mi\u00f0a eftir, at samr\u00e1\u00f0ast \u00ed kr\u00f3num heldur enn \u00ed prosentum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hendan or\u00f0ingin er heldur \u00f3\u00edt\u00f8kilig, og v\u00f3na vit, at samgongan setur \u00fat \u00ed korti\u00f0 beinanvegin, hv\u00f8nn samr\u00e1\u00f0ingarleist fakfel\u00f8gini skulu n\u00fdta, og her skj\u00f3ti eg upp, at vit \u00f8ll fara at samr\u00e1\u00f0ast \u00ed kr\u00f3num, n\u00f8kur \u00e1r frameftir, fyri at l\u00f8nargj\u00f3gvin ikki heldur \u00e1fram at veksa \u00f3ney\u00f0uga n\u00f3gv.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg fari at ynskja n\u00fdggju samgonguni hepna hond og bl\u00ed\u00f0an byr, vi\u00f0 v\u00f3n um gott samstarv vi\u00f0 okkum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Mary Antonsd\u00f3ttir, forkvinna<br>Heilsuhj\u00e1lparafelag F\u00f8roya<\/strong><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>N\u00fa samgonguskjali\u00f0 er alment, er gle\u00f0iligt at s\u00edggja, at samgongan vil virka fyri, at fleiri velja st\u00f8rv \u00ed umsorganar- og r\u00f8ktar\u00f8kinum. \u00cd einum samfelag, har vit gerast eldri og eldri, er t\u00f8rvurin \u00e1 politikarum, i\u00f0 taka \u00e1byrgd, \u00e1trokandi. T\u00ed v\u00f3na vit, at rundu or\u00f0ingarnar \u00ed samgonguskjalinum ver\u00f0a veksla\u00f0ar til konkretar ger\u00f0ir. Ta\u00f0 er serliga hugaligt, [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":42677,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[3],"tags":[],"class_list":["post-42676","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-lesarin-skrivar"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-07-31 05:44:43","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/42676","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=42676"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/42676\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":42678,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/42676\/revisions\/42678"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/42677"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=42676"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=42676"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=42676"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}