{"id":42855,"date":"2026-05-01T15:08:40","date_gmt":"2026-05-01T14:08:40","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=42855"},"modified":"2026-05-01T15:08:40","modified_gmt":"2026-05-01T14:08:40","slug":"godur-rakstur-og-kappingarforir-karmar-tryggja-framtidar-virdisskapan","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=42855","title":{"rendered":"G\u00f3\u00f0ur rakstur og kappingarf\u00f8rir karmar tryggja framt\u00ed\u00f0ar vir\u00f0isskapan"},"content":{"rendered":"\n<p>Bakkafrost: <strong>G\u00f3\u00f0ur rakstur, g\u00f3\u00f0 l\u00edvfr\u00f8\u00f0i og bur\u00f0ardygg framlei\u00f0sla eru grundarlagi\u00f0 undir varandi vir\u00f0isskapan hj\u00e1 Bakkafrost \u2013 eisini \u00ed einum krevjandi markna\u00f0i. Hetta var h\u00f8vu\u00f0sbo\u00f0skapurin hj\u00e1 nevndarformanninum, R\u00fana M. Hansen, \u00e1 a\u00f0alfundinum hj\u00e1 Bakkafrost \u00ed dag.<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>\u00c1 a\u00f0alfundinum leg\u00f0i nevndarforma\u00f0urin dent \u00e1 t\u00fddningin at menna felagi\u00f0 \u00e1 ein skipa\u00f0an og bur\u00f0ardyggan h\u00e1tt. Fimm-\u00e1ra \u00e6tlanirnar, sum Bakkafrost hevur arbeitt eftir s\u00ed\u00f0ani 2013, hava veri\u00f0 ein hornasteinur \u00ed hesum arbei\u00f0i. T\u00e6r hava skapt gj\u00f8gnumskygni fyri b\u00e6\u00f0i samfelag og partaeigarar, og t\u00e6r v\u00edsa greitt, hv\u00f8rjar \u00edl\u00f8gur eru ney\u00f0ugar fyri at menna felagi\u00f0 framyvir.<\/p>\n\n\n\n<p>Bakkafrost arbei\u00f0ir \u00ed l\u00f8tuni vi\u00f0 einari langt\u00ed\u00f0ar \u00edl\u00f8gu\u00e6tlan upp \u00e1 5 milliardir kr\u00f3nur fyri t\u00ed\u00f0arskei\u00f0i\u00f0 2026\u20132030. Allar \u00edl\u00f8gur hava sama endam\u00e1l: at brynja felagi\u00f0 til framt\u00ed\u00f0ina vi\u00f0 at minka um l\u00edvfr\u00f8\u00f0iliga v\u00e1\u00f0an og gera Bakkafrost enn meira kappingarf\u00f8rt.<\/p>\n\n\n\n<p>Ta\u00f0 er umr\u00e1\u00f0andi at undirstrika, at Bakkafrost kappast \u00e1 einum altj\u00f3\u00f0a palli. At vit standa okkum v\u00e6l \u00ed hesari kappingini merkir, at st\u00f8rri vir\u00f0ir ver\u00f0a skapt b\u00e6\u00f0i til felagi\u00f0 og til samfelagi\u00f0 rundan um okkum. Vit, sum hava \u00e1byrgd av felagnum, mugu gera okkara \u00edtarsta fyri at hava eina so munag\u00f3\u00f0a og bur\u00f0ardygga framlei\u00f0slu sum gj\u00f8rligt. Okkara dugnaligu starvsf\u00f3lk eru tey, sum gera hetta m\u00f8guligt hv\u00f8nn dag. Samstundis mugu politikarar mi\u00f0ja \u00edm\u00f3ti at tryggja kappingarf\u00f8rar karmar fyri vinnuna. Miseydnast eitt av hesum, tapir samfelagi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>T\u00e1 i\u00f0 kjarnuvir\u00f0ini hj\u00e1 Bakkafrost ver\u00f0a umr\u00f8dd, ver\u00f0ur st\u00f3rur dentur lagdur \u00e1 at v\u00edsa \u00e1byrgd. Hetta merkir eisini at hugsa fram \u00ed t\u00ed\u00f0ina \u00e1 b\u00e6\u00f0i b\u00faskaparligum, sosialum og umhv\u00f8rvisligum \u00f8kjum.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>F\u00edggjarliga \u00farsliti\u00f0 fyri 2025<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>\u00c1ri\u00f0 2025 var merkt av st\u00f3rum sveiggjum \u00ed markna\u00f0inum. Altj\u00f3\u00f0a laksa\u00fatbo\u00f0i\u00f0 vaks meira enn v\u00e6nta\u00f0, serliga \u00ed Norra og Kili, sum hev\u00f0i vi\u00f0 s\u00e6r eitt tr\u00fdst \u00e1 laksapr\u00edsirnar, serliga fyrra h\u00e1lv\u00e1ri\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>Samla\u00f0i umsetningurin hj\u00e1 felagnum var 7,0 milliardir kr\u00f3nur, og rakstrar\u00farsliti\u00f0 var 888 milli\u00f3nir kr\u00f3nur. \u00darsliti\u00f0 eftir skatt gj\u00f8rdist 524 milli\u00f3nir kr\u00f3nur. H\u00f3ast \u00farsliti\u00f0 er l\u00e6gri enn \u00e1ri\u00f0 fyri, skal ta\u00f0 s\u00edggjast \u00ed lj\u00f3sinum av teimum l\u00e6gru mi\u00f0alpr\u00edsunum \u00e1 laksi.<\/p>\n\n\n\n<p>Rakstrarliga v\u00f3ru \u00farslitini sera g\u00f3\u00f0 \u00ed F\u00f8royum, har felagi\u00f0 hev\u00f0i metg\u00f3\u00f0 l\u00edvfr\u00f8\u00f0ilig \u00farslit. \u00cd Skotlandi s\u00f3u vit eisini t\u00fd\u00f0andi framstig \u00ed gongdini m\u00f3ti st\u00f8rri smolti og betri framlei\u00f0slu.<\/p>\n\n\n\n<p><strong><em>Hetta sta\u00f0festir, at g\u00f3\u00f0ur rakstur, g\u00f3\u00f0 l\u00edvfr\u00f8\u00f0i og bur\u00f0ardygg framlei\u00f0sla eru grundarlagi\u00f0 \u2013 eisini t\u00e1 markna\u00f0arumst\u00f8\u00f0urnar eru krevjandi.&#8221;<\/em><\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>Nevndarforma\u00f0urin takka\u00f0i til seinast, vegna alla nevndina, lei\u00f0slu, starvsf\u00f3lkum og partaeigarum fyri stu\u00f0ulin \u00ed 2025.<\/p>\n\n\n\n<p>A\u00f0alfundarfr\u00e1s\u00f8gn er at finna \u00e1 heimas\u00ed\u00f0u felagsins,&nbsp;<a href=\"http:\/\/www.bakkafrost.com\/\" target=\"_blank\" rel=\"noreferrer noopener\">www.bakkafrost.com<\/a><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Bakkafrost: G\u00f3\u00f0ur rakstur, g\u00f3\u00f0 l\u00edvfr\u00f8\u00f0i og bur\u00f0ardygg framlei\u00f0sla eru grundarlagi\u00f0 undir varandi vir\u00f0isskapan hj\u00e1 Bakkafrost \u2013 eisini \u00ed einum krevjandi markna\u00f0i. Hetta var h\u00f8vu\u00f0sbo\u00f0skapurin hj\u00e1 nevndarformanninum, R\u00fana M. Hansen, \u00e1 a\u00f0alfundinum hj\u00e1 Bakkafrost \u00ed dag. \u00c1 a\u00f0alfundinum leg\u00f0i nevndarforma\u00f0urin dent \u00e1 t\u00fddningin at menna felagi\u00f0 \u00e1 ein skipa\u00f0an og bur\u00f0ardyggan h\u00e1tt. Fimm-\u00e1ra \u00e6tlanirnar, sum Bakkafrost [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":6362,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[1],"tags":[],"class_list":["post-42855","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-tidindi"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-05-08 15:59:07","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/42855","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=42855"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/42855\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":42856,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/42855\/revisions\/42856"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/6362"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=42855"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=42855"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=42855"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}