{"id":42869,"date":"2026-05-04T18:30:07","date_gmt":"2026-05-04T17:30:07","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=42869"},"modified":"2026-05-04T18:30:08","modified_gmt":"2026-05-04T17:30:08","slug":"nyggj-kanning-fer-i-gongd-nu-ber-til-at-kanna-seg-fyri-diabetes-2","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=42869","title":{"rendered":"N\u00fdggj kanning fer \u00ed gongd &#8211; n\u00fa ber til at kanna seg fyri Diabetes 2"},"content":{"rendered":"\n<p><strong>Heilsugranskingareindin:&nbsp;<\/strong>\u00cd hesum d\u00f8gum f\u00e1a \u00f8ll \u00ed F\u00f8royum, sum eru 40 \u00e1r og eldri, eina innbj\u00f3\u00f0ing \u00ed M\u00ednBoks um at luttaka \u00ed eini kanning, har endam\u00e1li\u00f0 er at finna \u00f8ll, sum hava diabetes 2 \u00ed F\u00f8royum.<\/p>\n\n\n\n<p>Kanningin er skj\u00f3t og einf\u00f8ld. Vi\u00f0 einum bl\u00f3\u00f0dropa \u00far fingrinum ver\u00f0ur langt\u00ed\u00f0arbl\u00f3\u00f0sukri\u00f0, tvs. HbA1c, m\u00e1ta\u00f0. HbA1c sigur okkum, hvussu h\u00f8gt bl\u00f3\u00f0sukri\u00f0 hevur veri\u00f0 \u00ed mi\u00f0al teir s\u00ed\u00f0stu 3 m\u00e1na\u00f0irnar. Umframt hetta ver\u00f0a einfaldar kliniskar kanningar framdar, so sum h\u00e6dd, vekt, mi\u00f0ju- og mjadnam\u00e1t. Kanningin tekur umlei\u00f0 5 minuttir, og luttakarin f\u00e6r \u00farsliti\u00f0 av kanningini at vita \u00e1 sta\u00f0num. \u00darsliti\u00f0 kann antin vera: normalt, \u00e1vegis diabetes (pr\u00e6diabetes), ella geva \u00e1bending um diabetes 2. Endalig sta\u00f0festing av diabetes 2 krevur tv\u00e6r HbA1c-m\u00e1tingar og fer fram \u00ed samstarv vi\u00f0 kommunul\u00e6knan.<\/p>\n\n\n\n<p>Vit hava flytbaran kanningar\u00fatb\u00fana\u00f0 og fara at fyriskipa\u00f0 kanningarmi\u00f0st\u00f8\u00f0ir runt allar F\u00f8royar, eitt n\u00fa \u00e1 l\u00e6knami\u00f0st\u00f8\u00f0um, arbei\u00f0spl\u00e1ssum, \u00edtr\u00f3ttar\u00e1t\u00f8kum og \u00f8\u00f0rum tilt\u00f8kum, har n\u00f3gv f\u00f3lk savnast. Eisini ver\u00f0ur m\u00f8guleiki at b\u00edleggja s\u00e6r t\u00ed\u00f0 at koma til kanningar \u00ed Sigmundarg\u00f8tu 5 \u00ed T\u00f3rshavn. Til ber at fylgja vi\u00f0 \u00e1 okkara Facebook s\u00ed\u00f0u &#8211; Finn \u00f8ll vi\u00f0 Diabetes 2 \u00ed F\u00f8royum &#8211; og \u00ed almennum l\u00fdsingum, n\u00e6r og hvar m\u00f8guleiki ver\u00f0ur at koma til kanningar.<\/p>\n\n\n\n<p>Teir fyrstu 400 luttakararnir, sum hava eitt langt\u00ed\u00f0arbl\u00f3\u00f0sukur, sum gevur \u00e1bending um diabetes 2, f\u00e1a bj\u00f3\u00f0a\u00f0 at hava ein glukosum\u00e1tara \u00e1 \u00ed 14 dagar. M\u00e1tarin gevur luttakaranum h\u00f8vi til at fylgja vi\u00f0 bl\u00f3\u00f0sukrinum og f\u00e1a innlit \u00ed, hvussu bl\u00f3\u00f0sukri\u00f0 broytist gj\u00f8gnum dagin, og hvussu m.a. matur og r\u00f8rsla \u00e1virka bl\u00f3\u00f0sukri\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p>Steno Mi\u00f0st\u00f8\u00f0in og Heilsugranskingareindin \u00ed Sj\u00fakrah\u00fasverkinum standa fyri verk\u00e6tlanini \u00ed t\u00f8ttum samstarvi vi\u00f0 Fr\u00f3\u00f0skaparsetri\u00f0 og Diabetesfelagi\u00f0. Luttakandi granskarar eru Herborg L\u00edggjasard\u00f3ttir Johannesen, yvirl\u00e6kni \u00e1 Steno Mi\u00f0st\u00f8\u00f0ini, Maria Skaalum Petersen, professari, og P\u00e1l Weihe, professari \u00e1 Heilsugranskingareindini, Magni Mohr, professari \u00e1 Deildini fyri Heilsu- og Sj\u00fakrar\u00f8ktarv\u00edsindi, Fr\u00f3\u00f0skaparsetur F\u00f8roya, og Jan Rasmussen og J\u00f3hanna Petersen, yvirl\u00e6knar \u00e1 Medisinska deplinum \u00e1 Landssj\u00fakrah\u00fasinum. B\u00e1ra Randrup Joensen, l\u00e6kni og PhD lesandi, stendur fyri dagliga arbei\u00f0inum saman vi\u00f0 granskingarhj\u00e1lparum.<\/p>\n\n\n\n<p>Verk\u00e6tlanin er stu\u00f0la\u00f0 av Sj\u00fakrakassagrunninum, Steno gransking, Diabetesfelagnum og familjuni S\u00f3lrun og Poul Michelsen. Abbott stu\u00f0lar vi\u00f0 kanningar\u00fatb\u00fana\u00f0i, men hava onga \u00e1virkan \u00e1 kanningina.<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Heilsugranskingareindin:&nbsp;\u00cd hesum d\u00f8gum f\u00e1a \u00f8ll \u00ed F\u00f8royum, sum eru 40 \u00e1r og eldri, eina innbj\u00f3\u00f0ing \u00ed M\u00ednBoks um at luttaka \u00ed eini kanning, har endam\u00e1li\u00f0 er at finna \u00f8ll, sum hava diabetes 2 \u00ed F\u00f8royum. Kanningin er skj\u00f3t og einf\u00f8ld. Vi\u00f0 einum bl\u00f3\u00f0dropa \u00far fingrinum ver\u00f0ur langt\u00ed\u00f0arbl\u00f3\u00f0sukri\u00f0, tvs. HbA1c, m\u00e1ta\u00f0. HbA1c sigur okkum, hvussu h\u00f8gt [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":24,"featured_media":32521,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[1],"tags":[],"class_list":["post-42869","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-tidindi"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-05-11 21:53:58","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/42869","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/24"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=42869"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/42869\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":42870,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/42869\/revisions\/42870"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/32521"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=42869"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=42869"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=42869"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}