{"id":42912,"date":"2026-05-09T16:28:05","date_gmt":"2026-05-09T15:28:05","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=42912"},"modified":"2026-05-09T16:28:06","modified_gmt":"2026-05-09T15:28:06","slug":"vags-skuli-arsins-vedurlagsvirdislon","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=42912","title":{"rendered":"V\u00e1gs sk\u00fali \u00e1rsins Ve\u00f0urlagsvir\u00f0isl\u00f8n"},"content":{"rendered":"\n<p><strong>Sk\u00falabla\u00f0i\u00f0<\/strong>: V\u00e1gs sk\u00fali hevur arbeitt vi\u00f0 at styrkja fatanina hj\u00e1 n\u00e6mingunum av plastd\u00e1lking og bur\u00f0ardygd gj\u00f8gnum praktiska, kannandi og skapandi undirv\u00edsing. Hetta er gj\u00f8rt vi\u00f0 st\u00f8\u00f0i \u00ed n\u00e6rumhv\u00f8rvinum \u00ed V\u00e1gi, so n\u00e6mingarnir f\u00e1a innlit \u00ed, hvat teir sj\u00e1lvir kunnu gera fyri at gera mun.<\/p>\n\n\n\n<p>Sjeynda Ve\u00f0urlagsvir\u00f0isl\u00f8nin hj\u00e1 F\u00f8roya L\u00e6rarafelag fer til V\u00e1gs sk\u00fala. Hon var handa\u00f0 fyri l\u00f8tu s\u00ed\u00f0an \u00e1 a\u00f0alfundinum hj\u00e1 F\u00f8roya L\u00e6rarafelag, sum er \u00e1 Hotel F\u00f8royum \u00ed Havn.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p>Verk\u00e6tlanin, sum V\u00e1gs sk\u00fali hevur veri\u00f0 \u00ed holt vi\u00f0, er eitt tv\u00f8rfakligt skei\u00f0 fr\u00e1 januar til juni \u00ed l\u00e6rugreinini handaverki og list \u00ed s\u00e6tta flokki. \u00cdbl\u00e1stur hava tey fingi\u00f0 fr\u00e1 eitt n\u00fa hentleikum \u00ed Fab Lab.<\/p>\n\n\n\n<p>N\u00e6mingarnir hava arbeitt \u00ed b\u00f3lkum vi\u00f0 ymiskum evnum, m.a. plasti \u00ed n\u00e1tt\u00faruni, plasti og kl\u00e6dna\u00f0i, sl\u00f8g av plasti, fakta um plast, og hvat vit sj\u00e1lv kunnu gera. \u00cd hesum sambandi hava tey eitt n\u00fa arbeitt vi\u00f0 undirv\u00edsingartilfari og filmum, vitja\u00f0 fyrit\u00f8kur, so sum Kirva og Var\u00f0an Pelagic, gj\u00f8rt plansjur og stop motion-filmar, endurn\u00fdtt pl\u00e1st fr\u00e1 3D-prentarum til n\u00fdggjar lutir og so sni\u00f0givi\u00f0 og framleitt klistrimerki til ruskb\u00fdti og sett skipan \u00ed verk \u00ed sk\u00falunum vi\u00f0 ruskspannum, so rusk og plast kann ver\u00f0a skilt.<\/p>\n\n\n\n<p>Haraftrat hava n\u00e6mingarnir rudda\u00f0 \u00f8ki og fram vi\u00f0 sj\u00f3varm\u00e1lanum \u00ed V\u00e1gi, har tey hava savna\u00f0, flokka\u00f0 og greina\u00f0 rusk fyri at kanna plastd\u00e1lking \u00ed n\u00e6rumhv\u00f8rvinum.<\/p>\n\n\n\n<p>Tey \u00e6tla at halda fram vi\u00f0 verk\u00e6tlanini og menna hana v\u00ed\u00f0ari vi\u00f0 at seta \u00e1 stovn eitt pop-up recycling lab sum part av bl\u00e1a og gr\u00f8na \u00fatb\u00fagvingarfokusinum hj\u00e1 sk\u00falanum. Her fara n\u00e6mingarnir at arbei\u00f0a v\u00ed\u00f0ari vi\u00f0 at endurn\u00fdta plast, sum tey finna \u00ed n\u00e6rumhv\u00f8rvinum. \u00cd hesum sambandi fara tey at flokka og fyrireika innsavna\u00f0 plast, royna seg vi\u00f0 endurn\u00fdtslu \u00ed samstarvi vi\u00f0 Fab Lab, framlei\u00f0a n\u00fdggja lutir \u00far endurn\u00fdttum plasti, arbei\u00f0a n\u00fdskapandi vi\u00f0 at finna loysnir \u00e1 plasttrupulleikum og mi\u00f0la arbei\u00f0i\u00f0 til sk\u00fala og lokalsamfelag.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00c6tlanin er eisini at skipa fyri eini repair-caf\u00e9, mi\u00f0la ta\u00f0, tey gera, \u00ed barnabla\u00f0num Strok og hava framl\u00f8gur fyri foreldrum og n\u00e6mingum.<\/p>\n\n\n\n<p>T\u00e1 i\u00f0 talan er um l\u00e6ri\u00farslit og t\u00fddning ver\u00f0ur sagt, at verk\u00e6tlanin gevur n\u00e6mingunum praktiskar royndir vi\u00f0 bur\u00f0ardygd og styrkir fatanina hj\u00e1 n\u00e6mingunum av samanhanginum millum n\u00fdtslu, rusk og umhv\u00f8rvi. Tey menna f\u00f8rleikar innan n\u00fdhugsan, sni\u00f0geving og t\u00f8kni og f\u00e1a eina sterkari \u00e1byrgdarkenslu fyri egnum n\u00e6rumhv\u00f8rvi. Vi\u00f0 at arbei\u00f0a vi\u00f0 \u00edt\u00f8kiligum, lokalum avbj\u00f3\u00f0ingum ver\u00f0ur l\u00e6ringin vi\u00f0komandi og handlingsr\u00e6tta\u00f0, og verk\u00e6tlanin skapar \u00e1huga b\u00e6\u00f0i \u00ed flokkinum og \u00ed lokalsamfelagnum.<\/p>\n\n\n\n<p>Verk\u00e6tlanin sameinir vitan, praksiss og n\u00fdskapan og gevur n\u00e6mingunum m\u00f8guleika at fara fr\u00e1 fatan til handling \u00ed arbei\u00f0inum vi\u00f0 eini t\u00fd\u00f0andi umhv\u00f8rvisavbj\u00f3\u00f0ing.&nbsp;Stu\u00f0ul til v\u00ed\u00f0ari menning fer at styrkja hetta arbei\u00f0i\u00f0 enn meira.<\/p>\n\n\n\n<p>Hjartaliga til lukku vi\u00f0 vir\u00f0isl\u00f8nini!<\/p>\n\n\n\n<p>Myndir: \u00d3lavur Frederiksen<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Sk\u00falabla\u00f0i\u00f0: V\u00e1gs sk\u00fali hevur arbeitt vi\u00f0 at styrkja fatanina hj\u00e1 n\u00e6mingunum av plastd\u00e1lking og bur\u00f0ardygd gj\u00f8gnum praktiska, kannandi og skapandi undirv\u00edsing. Hetta er gj\u00f8rt vi\u00f0 st\u00f8\u00f0i \u00ed n\u00e6rumhv\u00f8rvinum \u00ed V\u00e1gi, so n\u00e6mingarnir f\u00e1a innlit \u00ed, hvat teir sj\u00e1lvir kunnu gera fyri at gera mun. Sjeynda Ve\u00f0urlagsvir\u00f0isl\u00f8nin hj\u00e1 F\u00f8roya L\u00e6rarafelag fer til V\u00e1gs sk\u00fala. Hon var [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":42913,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[1],"tags":[],"class_list":["post-42912","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-tidindi"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-05-16 18:03:13","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/42912","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=42912"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/42912\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":42914,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/42912\/revisions\/42914"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/42913"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=42912"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=42912"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=42912"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}