{"id":42961,"date":"2026-05-18T18:24:08","date_gmt":"2026-05-18T17:24:08","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=42961"},"modified":"2026-05-18T18:24:08","modified_gmt":"2026-05-18T17:24:08","slug":"pall-leo-og-kitty-muller-heidrad","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=42961","title":{"rendered":"P\u00e1ll Leo og Kitty M\u00faller hei\u00f0ra\u00f0"},"content":{"rendered":"\n
Les r\u00f8\u00f0una, sum Ulla B\u00e6rentsen, forkvinna \u00ed kirkjur\u00e1\u00f0num \u00ed V\u00e1gi helt fyri P\u00e1ll Leo og Kitty M\u00faller, sum v\u00f3ru hei\u00f0ra\u00f0 vi\u00f0  “Den Kongelige fortjenstmedalje” fyri tr\u00fagva t\u00e6nastu sum kirkjut\u00e6narar \u00ed V\u00e1gs kirkju:<\/p>\n\n\n\n
“Hjartaliga v\u00e6lkomin \u00f8ll til hesa st\u00f3ru h\u00e1t\u00ed\u00f0arl\u00f8tu, eisini J\u00f3gvan, bispur, at t\u00fa kundi koma su\u00f0ur og ver\u00f0a vi\u00f0, n\u00fa P\u00e1ll Leo og Kitty M\u00faller fingu kongaligu t\u00e6nastumedaljuna. <\/p>\n\n\n\n
Vit koma beint \u00far eini vakrari og r\u00f8randi gudst\u00e6nastu \u00ed V\u00e1gs kirkju, har Patrick prestur og bispur hava sett or\u00f0 \u00e1 t\u00e6nastuna og tr\u00fafesti tykkara. Og \u00ed dag eru ta\u00f0 tit b\u00e6\u00f0i, Kitty og P\u00e1ll, sum eru \u00ed mi\u00f0deplinum.
Kirkjan er meira enn bygningur. Hon er sta\u00f0i\u00f0, har menniskju ver\u00f0a doypt, fermd, gift og fylgd til gravar. Men eingin kirkja stendur av s\u00e6r sj\u00e1lvari. Hon stendur eisini, t\u00ed tr\u00faf\u00f8st menniskju hava t\u00e6nt henni \u00e1r eftir \u00e1r.<\/p>\n\n\n\n
G\u00f3\u00f0u tit b\u00e6\u00f0i!
Ta\u00f0 er ikki ofta at nakar n\u00e6r at f\u00e1a hesa kongaligu \u201cmedalju\u201d, t\u00ed fortreytin er, at ein skal hava t\u00e6nt sama arbei\u00f0spl\u00e1ssi \u00ed minst 40 \u00e1r, og tit hava t\u00e6nt kirkjuni longur enn ta\u00f0, so ta\u00f0 hava tit b\u00e6\u00f0i so sanniliga uppibori\u00f0 at ver\u00f0a hei\u00f0ra\u00f0i fyri. <\/p>\n\n\n\n
Eg kom \u00ed kirkjur\u00e1\u00f0i\u00f0 fyrstu fer\u00f0 \u00ed 2008. Eg havi t\u00edskil samstarva\u00f0 vi\u00f0 b\u00e6\u00f0i Kitty og P\u00e1ll, og eg m\u00e1 siga, at tey hava r\u00f8kt s\u00ednar uppg\u00e1vur til fulnar. <\/p>\n\n\n\n
Kitty hevur hildi\u00f0 alt \u00ed kirkjuni so sera v\u00e6l. Hon hevur hildi\u00f0 altarbor\u00f0i\u00f0 so vakurt, ein kann bara sita og nj\u00f3ta og s\u00edggja v\u00e6lpussa\u00f0u messingstakarnar, tann hv\u00edta v\u00e6lst\u00edva\u00f0a og strokna altard\u00fakin, og allar hinar uppg\u00e1vurnar, sum eru frammi \u00ed k\u00f3r. Eisini hevur hon hildi\u00f0 alla kirkjuna so reina og f\u00edna, og ta\u00f0 er eitt st\u00f3rt arbei\u00f0i og n\u00f3gv er um at fara.<\/p>\n\n\n\n
Onkunt\u00ed\u00f0 havi eg veri\u00f0 \u00e1 hur\u00f0ini \u00ed kirkjuni og \u00e6tla at sett meg vi\u00f0 urguna eina l\u00f8tu, men so havi eg hoyrt dusts\u00fagvaran. T\u00e1 hevur Kitty veri\u00f0 og vaska\u00f0, so eg havi bara smoygt meg avsta\u00f0 aftur.<\/p>\n\n\n\n
Ikki at gloyma –  kirkjan hevur eitt st\u00f3rt loft, har b\u00e6\u00f0i k\u00f8kur og stova eru, og alt hetta hevur Kitty havt um hendi at halda reint.
Eg m\u00e1 siga ta\u00f0, at hennara partur liggur ikki eftir. Hon hevur r\u00f8kt s\u00edtt starv so v\u00e6l, gingi\u00f0 h\u00f8gt upp\u00ed s\u00ednar uppg\u00e1vur og ein skal eisini hugsa, at hetta eru meiri enn 40 \u00e1r \u00ed sama starvi. Ta\u00f0 er eingin, sum veit, hvussu n\u00f3gvir t\u00edmar og dagar liggja aftanfyri hetta starvi\u00f0 \u00f8ll hesi \u00e1rini. – Kitty\u2026 eingin kirkja, uttan kirkjut\u00e6nara! <\/p>\n\n\n\n
K\u00e6ra Kitty, vit \u00f8ll siga t\u00e6r st\u00f3ra t\u00f8kk fyri t\u00edn gerning \u00ed kirkjuni, takk – og Gu\u00f0s signing.<\/p>\n\n\n\n
P\u00e1ll hevur havt fleiri uppg\u00e1vur \u00ed kirkjuni. Hann hevur siti\u00f0 \u00ed kirkjur\u00e1\u00f0num \u00f8ll hesi \u00e1rini, havt ymiskar uppg\u00e1vur, eitt n\u00fa veri\u00f0 kassameistari, tiltaksklokkari \u00ed eitt mannaminni, gartnari og annars vi\u00f0l\u00edkahildi\u00f0 kirkjuna so sera v\u00e6l. Ta\u00f0 hevur veri\u00f0 ein fragd at s\u00edggja, hvussu n\u00e6rlagdur hann hevur veri\u00f0.
Ta\u00f0 eru ikki n\u00f3gvir dagar \u00ed \u00e1rinum, ein koyrir framvi\u00f0 kirkjuni, at ikki P\u00e1ll gongur \u00ed gar\u00f0inum vi\u00f0 sl\u00e1imaskinu, spaka, r\u00edvu ella stendur hann ovast \u00ed einum stiga, undir kirkjuvegginum og m\u00e1lar. <\/p>\n\n\n\n
Runnarnir framvi\u00f0 vegginum – a\u00f0ru hv\u00f8rja fer\u00f0 Fuchsia og Potentilla  –  eru so v\u00e6lkliptir og vakrir, j\u00fa P\u00e1ll hevur gr\u00f8nar fingrar.<\/p>\n\n\n\n
Kirkjan stendur fyri st\u00f3rari umv\u00e6ling og hetta hevur P\u00e1ll veri\u00f0 vi\u00f0 til at seta \u00ed verk.
P\u00e1ll er l\u00e6rdur bankama\u00f0ur og hevur hann havt roknskapin hj\u00e1 kirkjuni. Ta\u00f0 hevur veri\u00f0 ein st\u00f3r uppg\u00e1va og er fari\u00f0 vi\u00f0 n\u00f3gvari t\u00ed\u00f0, men P\u00e1ll hevur alt\u00ed\u00f0 veri\u00f0 punktligur og samvitskufullur, so roknskapurin er alt\u00ed\u00f0 komin inn, – \u00e1\u00f0renn \u00e1settu t\u00ed\u00f0.<\/p>\n\n\n\n
Ein skal hugsa at P\u00e1ll l\u00e6rdi, \u00e1\u00f0renn n\u00fdggju t\u00f8knina, men ta\u00f0 hevur ikki hildi\u00f0 honum aftur \u00ed at f\u00e1a sett roknskapin upp.<\/p>\n\n\n\n
P\u00e1ll hevur ansa\u00f0 eftir hitanum \u00ed kirkjuni til \u00f8ll tilt\u00f8k, sum hava veri\u00f0 og at teleslyngurnar eru l\u00f8ddar til hv\u00f8rja handling \u00ed kirkjuni. Hetta gongur hann h\u00f8gt upp\u00ed. <\/p>\n\n\n\n
G\u00f3\u00f0i P\u00e1ll, vit siga t\u00e6r t\u00f8kk fyri t\u00edn gerning \u00ed kirkjuni – takk og Gu\u00f0s signing.<\/p>\n\n\n\n
G\u00f3\u00f0u Kitty og P\u00e1ll.
Les r\u00f8\u00f0una, sum Ulla B\u00e6rentsen, forkvinna \u00ed kirkjur\u00e1\u00f0num \u00ed V\u00e1gi helt fyri P\u00e1ll Leo og Kitty M\u00faller, sum v\u00f3ru hei\u00f0ra\u00f0 vi\u00f0  “Den Kongelige fortjenstmedalje” fyri tr\u00fagva t\u00e6nastu sum kirkjut\u00e6narar \u00ed V\u00e1gs kirkju: “Hjartaliga v\u00e6lkomin \u00f8ll til hesa st\u00f3ru h\u00e1t\u00ed\u00f0arl\u00f8tu, eisini J\u00f3gvan, bispur, at t\u00fa kundi koma su\u00f0ur og ver\u00f0a vi\u00f0, n\u00fa P\u00e1ll Leo og Kitty […]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":42962,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[1],"tags":[],"class_list":["post-42961","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-tidindi"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-05-25 19:44:15","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/42961","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=42961"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/42961\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":42964,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/42961\/revisions\/42964"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/42962"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=42961"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=42961"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=42961"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}