{"id":43149,"date":"2026-06-02T07:22:00","date_gmt":"2026-06-02T06:22:00","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=43149"},"modified":"2026-06-01T20:23:17","modified_gmt":"2026-06-01T19:23:17","slug":"nyggj-app-hjalpir-taer-at-leggja-av","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=43149","title":{"rendered":"N\u00fdggj app hj\u00e1lpir t\u00e6r at leggja av"},"content":{"rendered":"\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Vilt t\u00fa fegin leggja av at roykja ella br\u00faka nikotin? Vi\u00f0 n\u00fdggju appini,&nbsp;<em>Legg av<\/em>, ver\u00f0ur ta\u00f0 eitt sindur l\u00e6ttari at sleppa ringa vananum. \u00cd gj\u00e1r, 31. mai, var altj\u00f3\u00f0a royk- og nikotinfr\u00edur dagur, og \u00ed hesum sambandi leggja Heilsust\u00fdri\u00f0 og Krabbameinsfelagi\u00f0 n\u00fa fram n\u00fdggja app, sum skal eggja og stu\u00f0la f\u00f3lki \u00ed at leggja av.<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00f8l fyri royking og nikotinn\u00fdtslu \u00ed F\u00f8royum v\u00edsa eina \u00f3hepna gongd. F\u00f3lkaheilsukanningin&nbsp;<em>Hvussu hevur t\u00fa ta\u00f0?<\/em>&nbsp;fr\u00e1 2023 v\u00edsir, at 18 % av f\u00f8royingum roykja dagliga, og ta\u00f0 er ein n\u00f3gv st\u00f8rri partur enn \u00ed hinum Nor\u00f0urlondunum. Samstundis eru innflutningst\u00f8lini fyri sn\u00fas- og nikotinposar fleirfalda\u00f0 eftir f\u00e1um \u00e1rum. T\u00f8l fr\u00e1 somu kanning v\u00edsa t\u00f3 eisini, at f\u00f3lk fegin vilja leggja av, t\u00ed heili 85 % av teimum, sum roykja dagliga, siga seg vilja gevast.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u2013 Royking er tann einstaka ors\u00f8kin, sum hevur st\u00f8rst negativa \u00e1virkan \u00e1 heilsuna hj\u00e1 f\u00f3lki, men eisini nikotin kann hava \u00e1lvarsligar avlei\u00f0ingar \u00e1 eitt n\u00fa hjarta\u00e6\u00f0ralagi\u00f0, fruktb\u00e6ri\u00f0, n\u00fdruni og s\u00e1larheilsuna. St\u00f3ra n\u00fdtslan av sn\u00fasi millum ung er ein sera vandamikil gongd, t\u00ed ungi heilin er \u00f3gvuliga vi\u00f0kv\u00e6mur fyri \u00e1virkanini av nikotini, sigur Noomi O. Gregersen, stj\u00f3ri \u00ed Heilsust\u00fdrinum. Hon fegnast t\u00ed um, at n\u00fdggja appin n\u00fa er t\u00f8k, og v\u00f3nar, at hon kann hj\u00e1lpa teimum mongu, sum vilja leggja av.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Durita Tausen, forkvinna \u00ed Krabbameinsfelagnum, tekur undir vi\u00f0 henni:<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211;&nbsp;Appin er eitt ambo\u00f0, sum kann hj\u00e1lpa f\u00f3lki l\u00e6tt og skipa\u00f0 at leggja av. Ta\u00f0 er trupult at gevast, men vi\u00f0 r\u00f8ttum stu\u00f0li&nbsp;og g\u00f3\u00f0um ambo\u00f0um er lei\u00f0in n\u00f3gv l\u00e6ttari. Hetta er eitt gott stig \u00e1 lei\u00f0ini at f\u00e1a betri heilsu og sunnari gerandisdag, og vit v\u00f3na, at n\u00f3gv fara at f\u00e1a gagn av hesum n\u00fdggja m\u00f8guleikanum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Appin stu\u00f0lar t\u00e6r allan vegin<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Gransking v\u00edsir, at ta\u00f0 er l\u00e6ttari at leggja av at roykja og br\u00faka nikotin, um t\u00fa f\u00e6rt serk\u00f8na hj\u00e1lp. N\u00fdggja appin er ment saman vi\u00f0 serfr\u00f8\u00f0ingum innan fyribyrging og er laga\u00f0 til t\u00f8rvin hj\u00e1 t\u00ed einstaka.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><em>Legg av&nbsp;<\/em>er br\u00fakaravinalig og hj\u00e1lpir \u00e1 \u00f8llum stigum \u00ed royki- og nikotinste\u00f0ginum vi\u00f0 mi\u00f0v\u00edsum samskifti og veglei\u00f0ing.&nbsp;Appin hevur tvey spor \u2013 eitt til roykjarar og eitt til nikotinbr\u00fakarar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vi\u00f0 appini f\u00e6rt t\u00fa millum anna\u00f0:<\/p>\n\n\n\n<ul class=\"wp-block-list\">\n<li>Daglig bo\u00f0 vi\u00f0 stu\u00f0li og motivati\u00f3n fyrstu t\u00ed\u00f0ina.<\/li>\n\n\n\n<li>Var\u00f0ar \u00e1 vegnum, sum v\u00edsa t\u00edni framstig og halda teg \u00ed gongd.<\/li>\n\n\n\n<li>Vitan um \u00e1virkan \u00e1 kropp og sinn, so t\u00fa skilir, hvat hendir.<\/li>\n\n\n\n<li>R\u00e1\u00f0 og hj\u00e1lp, t\u00e1 t\u00fa f\u00e6rt avbj\u00f3\u00f0ingum ella hevur ein truplan dag.<\/li>\n\n\n\n<li>Yvirlit yvir t\u00ednar sparingar, so t\u00fa s\u00e6rt, hvussu n\u00f3gv, t\u00fa hevur vunni\u00f0 \u2013 b\u00e6\u00f0i f\u00edggjarliga og heilsuliga.<\/li>\n<\/ul>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er Kr\u00e6ftens Bek\u00e6mpelse \u00ed Danmark, sum upprunaliga hevur ment v\u00e6leydna\u00f0u appina saman vi\u00f0 serfr\u00f8\u00f0ingum. Heilsust\u00fdri\u00f0 hevur sta\u00f0i\u00f0 fyri at t\u00fd\u00f0a og laga tilfari\u00f0 til f\u00f8roysk vi\u00f0urskifti.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Appin er t\u00f8k \u00e1&nbsp;<a href=\"http:\/\/www.leggav.fo\/\" target=\"_blank\" rel=\"noreferrer noopener\">www.leggav.fo<\/a><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Heilsust\u00fdri\u00f0 og Krabbameinsfelagi\u00f0<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Vilt t\u00fa fegin leggja av at roykja ella br\u00faka nikotin? Vi\u00f0 n\u00fdggju appini,&nbsp;Legg av, ver\u00f0ur ta\u00f0 eitt sindur l\u00e6ttari at sleppa ringa vananum. \u00cd gj\u00e1r, 31. mai, var altj\u00f3\u00f0a royk- og nikotinfr\u00edur dagur, og \u00ed hesum sambandi leggja Heilsust\u00fdri\u00f0 og Krabbameinsfelagi\u00f0 n\u00fa fram n\u00fdggja app, sum skal eggja og stu\u00f0la f\u00f3lki \u00ed at leggja av. [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":43150,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[1],"tags":[],"class_list":["post-43149","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-tidindi"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-06-09 08:32:11","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/43149","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=43149"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/43149\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":43151,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/43149\/revisions\/43151"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/43150"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=43149"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=43149"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=43149"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}