{"id":43624,"date":"2026-07-13T16:44:36","date_gmt":"2026-07-13T15:44:36","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=43624"},"modified":"2026-07-13T16:45:32","modified_gmt":"2026-07-13T15:45:32","slug":"suduroyartunnilin-ein-neydugur-lidur-i-at-venda-gongdini-i-folkatalinum-i-suduroynni","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=43624","title":{"rendered":"Su\u00f0uroyartunnilin ein ney\u00f0ugur li\u00f0ur \u00ed at venda gongdini \u00ed f\u00f3lkatalinum \u00ed Su\u00f0uroynni"},"content":{"rendered":"\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Seinastu \u00e1rini hevur Hagstova F\u00f8roya m\u00e1na\u00f0 fyri m\u00e1na\u00f0 greitt okkum fr\u00e1 hvussu f\u00f3lkatali\u00f0 \u00ed F\u00f8royum er vaksi\u00f0. Lj\u00f3s hevur m.a. veri\u00f0 varpa\u00f0 \u00e1 hvussu f\u00f3lkatali\u00f0 \u00ed \u00f8kjum, sum n\u00fa eru kn\u00fdtt saman vi\u00f0 megin\u00f8ki\u00f0 vi\u00f0 undirsj\u00f3vartunlum, skilja seg burtur\u00far r\u00fagvuni og seta met fyri f\u00f3lkav\u00f8kstri.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hagstovan hevur hinvegin eisini v\u00edst \u00e1, at einasta \u00f8ki\u00f0 sum hevur f\u00f3lkaminking, og har ta\u00f0 framvegis b\u00fagva r\u00e6ttiliga n\u00f3gv f\u00f3lk \u00ed f\u00f8royskum h\u00f8pi, er \u00ed Su\u00f0uroynni, har f\u00f3lkatali\u00f0 n\u00fa er fari\u00f0 ni\u00f0ur um 4.500.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fyri 20 \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani b\u00fa\u00f0u ta\u00f0 fleiri enn 5.000 f\u00f3lk \u00ed Su\u00f0uroynni. Seinastu fimm \u00e1rini er f\u00f3lkatali\u00f0 \u00ed Su\u00f0uroynni minka\u00f0 vi\u00f0 \u00fatvi\u00f0 4%.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Ein \u201cgame changer\u201d skal til<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ver\u00f0ur gj\u00f8rd ein framrokning av f\u00f3lkatalinum \u00ed Su\u00f0uroynni grunda\u00f0 \u00e1 gongdina seinastu 20 \u00e1rini, so eru \u00fatlitini ikki serliga hugalig. Ein framskriving av f\u00f3lkatalinum \u00ed Sandoynni hev\u00f0i heldur ikki veri\u00f0 hugalig, um hon var\u00f0 gj\u00f8rd \u00e1\u00f0renn Sandoyartunnilin \u2013 og uttan at taka inn \u00ed myndina at ta\u00f0 \u00ed desember \u00ed 2023 bleiv koyrandi undir Skopunarfj\u00f8r\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Og j\u00fast fasta sambandi\u00f0 undir Skopunarfj\u00f8r\u00f0 var ein \u201cgame changer\u201d, ein broyting, sum kollvelti gongdina \u00ed Sandoynni og hevur f\u00f8rt vi\u00f0 s\u00e6r, at Sandoyggin n\u00fa er vor\u00f0i\u00f0 eitt vakstrar\u00f8ki\u00f0 eftir \u00e1rat\u00edggju vi\u00f0 f\u00f3lkaminking.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 skal eisini ein \u201cgame changer\u201d til at broyta gongdini \u00ed f\u00f3lkatalinum \u00ed Su\u00f0uroynni.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>D\u00f8pur framskriving av f\u00f3lkatalinum \u00ed Su\u00f0uroynni<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e1 ein framskriving ver\u00f0ur gj\u00f8rd av f\u00f3lkatalinum, so ver\u00f0ur hetta m.a. grunda\u00f0 \u00e1 s\u00f8guligu gongdina \u00ed f\u00f3lkatalinum, \u00e1 broytingar \u00ed aldursb\u00fdtinum, \u00e1 til- og fr\u00e1flyting og \u00e1 talinum \u00e1 f\u00f8ddum og dey\u00f0um.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Framskrivingin \u00ed hesari greinini er gj\u00f8rd \u00fat fr\u00e1 gongdina seinastu 20 \u00e1rini \u2013 sum so er framskriva\u00f0 komandi 10 \u00e1rini, fram til 2036 \u2013 og er gj\u00f8rd \u00fat fr\u00e1 Cohort-Component leistinum og rokna\u00f0 \u00ed vitl\u00edki.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ver\u00f0ur gongdin, sum hon hevur veri\u00f0 seinastu \u00e1rini, so er sannl\u00edkt, at f\u00f3lkatali\u00f0 \u00ed Su\u00f0uroynni heldur \u00e1fram at minka n\u00e6stu 10 \u00e1rini og helst fer at n\u00e6rkast 4.100 f\u00f3lkum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Millum h\u00f8vu\u00f0sors\u00f8kirnar til hesa gongdina er, at n\u00f3gv ung \u00ed Su\u00f0uroynni flyta til Havnar ella av landinum eftir loknan mi\u00f0n\u00e1mssk\u00fala fyri at nema s\u00e6r f\u00f8rleikagevandi \u00fatb\u00fagving. Bara ein partur av teimum flytur aftur til Su\u00f0uroynna og hetta hevur eina beinlei\u00f0is \u00e1virkan \u00e1 tali\u00f0 av kvinnum \u00ed bur\u00f0arf\u00f8rum aldri, og av somu ors\u00f8k \u00e1 tali\u00f0 av b\u00f8rnum, sum ver\u00f0a f\u00f8dd \u00ed Su\u00f0uroynni.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta er eisini ein av kjarnunum \u00ed demografisku gongdini, sum hevur neiliga \u00e1virkan \u00e1 f\u00f3lkatali\u00f0 \u00ed Su\u00f0uroynni.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>F\u00e6rri sk\u00falab\u00f8rn<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Modellin ger eisini metingar av ymiskum b\u00f3lkum av \u00e1rgangum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ein sj\u00f3nlig avlei\u00f0ing av gongdini vi\u00f0 at ta\u00f0 ver\u00f0a alsamt f\u00e6rri b\u00f8rn f\u00f8dd \u00ed Su\u00f0uroynni er, at tali\u00f0 av n\u00e6mingum \u00ed f\u00f3lkask\u00falanum \u00ed 2036 ver\u00f0ur munandi l\u00e6gri enn ta\u00f0 er \u00ed dag. \u00cd dag eru ta\u00f0 umlei\u00f0 600 b\u00f8rn \u00ed aldrinum 7 til 16 \u00e1r \u00ed Su\u00f0uroynni. Samb\u00e6rt framskrivingini ver\u00f0a ta\u00f0 umlei\u00f0 475 b\u00f8rn \u00ed f\u00f3lkask\u00falaaldri um 10 \u00e1r.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">L\u00edti\u00f0 er at ivast \u00ed, at hetta fer at f\u00e1a \u00e1virkan \u00e1 f\u00f3lkask\u00falarnar \u00ed Su\u00f0uroynni, solei\u00f0is sum vit kenna teir \u00ed dag.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Arbei\u00f0sstyrkin minkar n\u00f3gv<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Tali\u00f0 av f\u00f3lki \u00ed arbei\u00f0sf\u00f8rum aldri, sum vanliga ver\u00f0ur rokna\u00f0 at ver\u00f0a 16 til 66 \u00e1r, minkar r\u00e6ttiliga n\u00f3gv \u00ed Su\u00f0uroynni komandi 10 \u00e1rini. Framrokningin v\u00edsir, at ta\u00f0 ver\u00f0a umlei\u00f0 280 f\u00f3lk f\u00e6rri \u00ed arbei\u00f0sf\u00f8rum aldri \u00ed Su\u00f0uroynni \u00ed 2036, enn ta\u00f0 eru \u00ed dag.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Millum ors\u00f8kirnar eru, at teir st\u00f3ru \u00e1rgangirnar flyta upp \u00ed pensj\u00f3nsaldur, samstundis sum tilgongdin av ungum er avmarka\u00f0 orsaka av fr\u00e1flyting.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Spurningurin er so hv\u00f8rja \u00e1virkan hetta fer at f\u00e1a \u00e1 t\u00f8rvin \u00e1 arbei\u00f0sf\u00f3lki til b\u00e6\u00f0i privat og almenn arbei\u00f0spl\u00e1ss \u00ed Su\u00f0uroynni komandi 10 \u00e1rini?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>V\u00e6l fleiri, sum eru 80 \u00e1r og eldri<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">H\u00f3ast samla\u00f0a tali\u00f0 av pensj\u00f3nistum \u00ed framrokningini ikki veksur n\u00f3gv komandi 10 \u00e1rini, so eru st\u00f3rar broytingar \u00ed aldursb\u00f3lkunum. B\u00f3lkurin av teimum, sum eru 80 \u00e1r og eldri veksur vi\u00f0 \u00fatvi\u00f0 30%. \u00dar umlei\u00f0 300 upp \u00ed umlei\u00f0 385 f\u00f3lk, sum eru 80 \u00e1r og eldri. Hetta fer sannl\u00edkt at seta st\u00f8rri kr\u00f8v til skipan av eldrat\u00e6nastum og helst eisini fleiri r\u00f8ktarheimspl\u00e1ss \u00ed Su\u00f0uroynni.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>L\u00edti\u00f0 hugalig t\u00f8l, men vit kenna loysnina<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00f8lini \u00ed framskrivingini av f\u00f3lkatalinum \u00ed Su\u00f0uroynni eru l\u00edti\u00f0 hugalig. Jaligi parturin er, at vit kenna loysnina, sum skal til fyri at broyta gongdini, so vit eru ikki \u00ed einari st\u00f8\u00f0u vi\u00f0 avmakt og hj\u00e1lparloysi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Inntil fyri stuttum var gongdin \u00ed Su\u00f0uroynni og \u00ed Sandoynni samb\u00e6rilig hvat vi\u00f0v\u00edkur f\u00f3lkatalinum. B\u00e6\u00f0i \u00f8kini vi\u00f0 minkandi f\u00f3lkatali og avbj\u00f3\u00f0andi gongd \u00ed aldurs- og kynsb\u00fdtinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vi\u00f0 Sandoyartunlinum er hetta t\u00f3 broytt \u00ed Sandoynni.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Framrokningin av f\u00f3lkatalinum \u00ed Su\u00f0uroynni bendir \u00e1, at uttan st\u00f3rar broytingar ver\u00f0ur avbj\u00f3\u00f0andi at venda gongdini \u2013 og l\u00edti\u00f0 er at ivast \u00ed, at Su\u00f0uroyartunnilin er ein ney\u00f0ugur li\u00f0ur \u00ed at venda gongdini \u00ed f\u00f3lkatalinum \u00ed Su\u00f0uroynni.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><em>Dennis Holm<\/em><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Seinastu \u00e1rini hevur Hagstova F\u00f8roya m\u00e1na\u00f0 fyri m\u00e1na\u00f0 greitt okkum fr\u00e1 hvussu f\u00f3lkatali\u00f0 \u00ed F\u00f8royum er vaksi\u00f0. Lj\u00f3s hevur m.a. veri\u00f0 varpa\u00f0 \u00e1 hvussu f\u00f3lkatali\u00f0 \u00ed \u00f8kjum, sum n\u00fa eru kn\u00fdtt saman vi\u00f0 megin\u00f8ki\u00f0 vi\u00f0 undirsj\u00f3vartunlum, skilja seg burtur\u00far r\u00fagvuni og seta met fyri f\u00f3lkav\u00f8kstri. Hagstovan hevur hinvegin eisini v\u00edst \u00e1, at einasta \u00f8ki\u00f0 sum [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":43625,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[3,105],"tags":[],"class_list":["post-43624","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-lesarin-skrivar","category-suduroyartunnil"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-07-22 04:00:46","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/43624","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=43624"}],"version-history":[{"count":2,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/43624\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":43627,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/43624\/revisions\/43627"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/43625"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=43624"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=43624"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=43624"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}