{"id":43685,"date":"2026-07-21T21:21:13","date_gmt":"2026-07-21T20:21:13","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=43685"},"modified":"2026-07-21T21:21:14","modified_gmt":"2026-07-21T20:21:14","slug":"elframleidslan-1-halvar-2026","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=43685","title":{"rendered":"Elframlei\u00f0slan 1. h\u00e1lv\u00e1r 2026"},"content":{"rendered":"\n<p class=\"wp-block-paragraph\">SEV: <strong>Gr\u00f8n framlei\u00f0sla vaks munandi \u00ed fyrru h\u00e1lvu av 2026, men \u00f8ktur elorkut\u00f8rvur gav framvegis eina meirn\u00fdtslu av olju.<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eln\u00fdtsla og&nbsp;framlei\u00f0sla av streymi veksur framhaldandi, og gr\u00f8ni parturin \u00f8kist, men oljun\u00fdtslan minkar ikki. Megin\u00f8ki\u00f0 gongur r\u00e6tta vegin vi\u00f0 h\u00e6gri gr\u00f8num parti og bert l\u00edtlari \u00f8king \u00ed termiskari framlei\u00f0slu. Su\u00f0uroy er hinvegin meira avbj\u00f3\u00f0andi \u00ed hesum t\u00ed\u00f0arskei\u00f0num, t\u00ed framlei\u00f0sluv\u00f8ksturin har \u00ed st\u00f3ran mun hevur kravt meira termiska framlei\u00f0slu, t.e. olju.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd fyrru h\u00e1lvu av 2026 var gr\u00f8ni parturin av samla\u00f0u framlei\u00f0sluni 54% \u00ed mun til 52% \u00ed 2025. Samla\u00f0a elframlei\u00f0slan \u00ed F\u00f8royum sm\u00e1ar 266 GWt, samanbori\u00f0 vi\u00f0 g\u00f3\u00f0ar 249 GWt sama t\u00ed\u00f0arskei\u00f0 \u00ed 2025. Hetta svarar til ein v\u00f8kstur \u00e1 g\u00f3\u00f0ar 16 GWt ella 6,5%. Gr\u00f8n framlei\u00f0sla vaks \u00far 130 GWt upp \u00ed sm\u00e1ar 143 GWt, svarandi til ein v\u00f8kstur \u00e1 sl\u00f8k 10%,<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vindorkan var st\u00f8rsta gr\u00f8na orkukeldan vi\u00f0 83 GWt, me\u00f0an vatnorka gav sm\u00e1ar 55 GWt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">H\u00f3ast elframlei\u00f0slan \u00far bur\u00f0ardyggum orkukeldum \u00f8ktist munandi fyrra h\u00e1lv\u00e1r, \u00f8ktist termiska framlei\u00f0slan eisini \u00far 119,5 GWt \u00ed 2025 til g\u00f3\u00f0ar 123 GWt \u00ed 2026. Hetta er ein h\u00e6kking \u00e1 3,7 GWt, sum svarar til eina meirn\u00fdtslu \u00e1 umlei\u00f0 770 tons av olju. Talan er sostatt ikki um eina samla\u00f0a oljusparing \u00ed fyrru h\u00e1lvu av 2026, men gr\u00f8ni v\u00f8ksturin hevur t\u00f3 avmarka\u00f0 t\u00f8rvin \u00e1 termiskari framlei\u00f0slu munandi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd megin\u00f8kinum \u00f8ktist elframlei\u00f0slan vi\u00f0 5,5%, og gr\u00f8ni parturin h\u00e6kka\u00f0i \u00far 52% til 54%. Har t\u00f3k serliga vindorka og biogass ein st\u00f8rri part av framlei\u00f0sluv\u00f8kstrinum. \u00cd Su\u00f0uroy var v\u00f8ksturin lutfalsliga st\u00f8rri; 20,7%, men har vaks termiska framlei\u00f0slan eisini munandi, og gr\u00f8ni parturin l\u00e6kka\u00f0i \u00far g\u00f3\u00f0um 49% til g\u00f3\u00f0 47%. Hetta v\u00edsir, at Su\u00f0uroy \u00ed fyrru h\u00e1lvu av 2026 hev\u00f0i ein sterkari framlei\u00f0sluv\u00f8kstur, men eisini st\u00f8rri \u00f8ktan t\u00f8rv \u00e1 termiskari framlei\u00f0slu.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Gongdin v\u00edsir samstundis, hvussu t\u00fddningarmiki\u00f0 ta\u00f0 er, at \u00e6tla\u00f0u \u00fatbyggingarnar vi\u00f0 vindorku ver\u00f0a framdar. H\u00f3ast gr\u00f8n framlei\u00f0sla vaks \u00ed fyrru h\u00e1lvu av 2026, vaks termiska framlei\u00f0slan eisini, og oljun\u00fdtslan minka\u00f0i t\u00ed ikki samla\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u201d<em>Serliga hevur ta\u00f0 st\u00f3ran t\u00fddning fyri megin\u00f8ki\u00f0, at n\u00fdggj vindorka kemur inn \u00e1 skipanina, herundir \u00e6tla\u00f0a vindmyllulundin \u00e1 Sandi. Eisini \u00ed Su\u00f0uroy er sj\u00f3n fyri s\u00f8gn, at m\u00f8guleikar eru fyri at \u00f8kja framlei\u00f0sluna \u00far vindi vi\u00f0 fleiri vindmyllum. Ver\u00f0a hesar \u00fatbyggingarnar ikki framdar, ver\u00f0ur truplari at r\u00f8kka m\u00e1linum um at minka oljun\u00fdtsluna og \u00f8kja partin av gr\u00f8nari orku \u00ed f\u00f8roysku elframlei\u00f0sluni<\/em>\u201d, sigur Heri Mortensen, deildarstj\u00f3ri fyri framlei\u00f0sluna hj\u00e1 Sev.<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>SEV: Gr\u00f8n framlei\u00f0sla vaks munandi \u00ed fyrru h\u00e1lvu av 2026, men \u00f8ktur elorkut\u00f8rvur gav framvegis eina meirn\u00fdtslu av olju. Eln\u00fdtsla og&nbsp;framlei\u00f0sla av streymi veksur framhaldandi, og gr\u00f8ni parturin \u00f8kist, men oljun\u00fdtslan minkar ikki. Megin\u00f8ki\u00f0 gongur r\u00e6tta vegin vi\u00f0 h\u00e6gri gr\u00f8num parti og bert l\u00edtlari \u00f8king \u00ed termiskari framlei\u00f0slu. Su\u00f0uroy er hinvegin meira avbj\u00f3\u00f0andi \u00ed hesum [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":18800,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[1],"tags":[],"class_list":["post-43685","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-tidindi"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-07-29 00:05:31","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/43685","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=43685"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/43685\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":43686,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/43685\/revisions\/43686"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/18800"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=43685"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=43685"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=43685"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}