{"id":43709,"date":"2026-07-25T19:39:06","date_gmt":"2026-07-25T18:39:06","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=43709"},"modified":"2026-07-25T19:39:07","modified_gmt":"2026-07-25T18:39:07","slug":"fiskidagar-umsitingaraetlanin-skerjingar-i-2024-hvat-vendur-nidur-og-hvat-vendur-upp","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=43709","title":{"rendered":"Fiskidagar \u2013 umsitingar\u00e6tlanin \u2013 skerjingar \u00ed 2024 &#8211; hvat vendur ni\u00f0ur og hvat vendur upp?"},"content":{"rendered":"\n<p class=\"wp-block-paragraph\">M\u00e1nadagin 21. juli 2026 skriva\u00f0i Su\u00f0urstreymoyar \u00datr\u00f3\u00f0rarfelag grein um gongdina \u00ed fiskid\u00f8gunum, \u00e1rligar skerjingar og fr\u00e1viki\u00f0 fr\u00e1 5-% regluni \u00ed 2024.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Greinin gevur ta fatan, at undirrita\u00f0i, sum landsst\u00fdrisma\u00f0ur \u00ed 2024, breyt 5 %-regluna \u2013 eina reglu \u00ed umsitingar\u00e6tlanini fyri tosk, h\u00fdsu og upsa um, at fiskidagatali\u00f0 ikki kundi vaksa ella minka meira enn 5 % \u00ed mun til \u00e1ri\u00f0 frammanundan.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eftirfylgjandi er hetta upp\u00e1hald endurtiki\u00f0 ymsasta\u00f0ni, eisini \u00ed samr\u00f8\u00f0u vi\u00f0 l\u00f8gmann \u00ed Nor\u00f0l\u00fdsinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">H\u00f8vdu politikarar og mi\u00f0lar sett seg inn \u00ed m\u00e1li\u00f0, so h\u00f8vdu tey vor\u00f0i\u00f0 varug vi\u00f0 hvat vendir upp og hvat vendir ni\u00f0ur \u00ed m\u00e1linum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Umsitingar\u00e6tlanin eftirmett \u00ed 2024 og v\u00ed\u00f0ka\u00f0<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Umsitingar\u00e6tlanin fyri tosk, h\u00fdsu og upsa var\u00f0 sett \u00ed gildi\u00f0 \u00ed 2021 og skuldi eftirmetast tri\u00f0ja hv\u00f8rt \u00e1r, tvs. fyrstu fer\u00f0 \u00ed 2024.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00c1 vetri 2024 var\u00f0 umsitingar\u00e6tlanin t\u00ed eftirmett \u2013 eitt arbei\u00f0i\u00f0, sum var\u00f0 fyriskipa\u00f0 av Fiskim\u00e1lar\u00e1\u00f0num \u00ed samstarvi vi\u00f0 Havstovuna, og vinnan lutt\u00f3k eisini \u00ed hesum arbei\u00f0inum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ein tillaging var\u00f0 t\u00e1 gj\u00f8rd \u00ed umsitingar\u00e6tlanini, solei\u00f0is at hon \u2013 eins og vit kenna ta\u00f0 fr\u00e1 umsitingar\u00e6tlanum fyri a\u00f0rar fiskastovnar \u2013 fekk eina vei\u00f0ireglu, sum var \u00ed tveimum: eina langt\u00ed\u00f0arvei\u00f0ireglu og eina endurbyggingar\u00e6tlan.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Langt\u00ed\u00f0arvei\u00f0ireglan var eins og fyrr +\/- 5% \u00ed mun til fiskidagatali\u00f0 \u00e1ri\u00f0 frammanundan.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Endurbyggingar\u00e6tlanin f\u00f8rdi vi\u00f0 s\u00e6r, at eitt n\u00fdtt ni\u00f0ara vandamark var\u00f0 sett inn fyri g\u00fdtingarstovnarnar. \u00cdt\u00f8kiliga merkir ta\u00f0, at um ein ella fleiri av g\u00fdtingarstovnunum eru mettir at vera minni enn \u00e1v\u00edsa st\u00f8dd (\u00e1setta vandamarki\u00f0), skulu serlig verjutilt\u00f8k setast \u00ed verk fyri at verja stovnin, og dagatali\u00f0 skerjast vi\u00f0 meiri enn teimum fimm prosentunum, sum eru \u00ed langt\u00ed\u00f0arvei\u00f0iregluni.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e1 Havstovan kom vi\u00f0 tilm\u00e6linum um fiskidagar fyri 2024, so var\u00f0 eisini v\u00edst \u00e1 ringu st\u00f8\u00f0una hj\u00e1 toskinum \u00e1 landsgrunnium. Vi\u00f0 st\u00f8\u00f0i \u00ed endursko\u00f0a\u00f0u vei\u00f0iregluni \u2013 um at serlig verjutilt\u00f8k skuldi setast \u00ed verk, t\u00e1 g\u00fdtingarstovnurin var ni\u00f0an fyri \u00e1sett vandamark \u2013 &nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp;&nbsp; v\u00f3r\u00f0u fiskidagarnir hj\u00e1 b\u00f3lki 3-5 skerdir vi\u00f0 20 prosentum og fiskidagarnir hj\u00e1 b\u00f3lki 2 vi\u00f0 10 prosentum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Skerjingarnar \u00ed fiskid\u00f8gunum \u00ed 2024 v\u00f3r\u00f0u sostatt gj\u00f8rdir \u00ed tr\u00e1\u00f0 vi\u00f0 umsitingar\u00e6tlanina, sum \u2013 eins og avtala\u00f0 \u00ed 2021 \u2013 var\u00f0 eftirmett \u00ed 2024.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Vil nakar ska\u00f0a fiskivinnuna?<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kjaki\u00f0 seinastu dagarnar um skerjingarnar av fiskid\u00f8gum hevur n\u00e6stan givi\u00f0 ta fatan, at skerjingarnar hava veri\u00f0 ein pers\u00f3nlig herfer\u00f0, sum hevur havt til endam\u00e1ls at revsa og ska\u00f0a fiskivinnuna, at for\u00f0a b\u00e1tum og skipum \u00ed at fara til fiskiskap, og ennt\u00e1 at leggja skip.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sum fiskivinnutj\u00f3\u00f0, har fiskiskapur, virking av fiskav\u00f8rum og \u00fatflutningur av fiski eru t\u00fd\u00f0andi grundarlag undir f\u00f8royska b\u00faskapinum, setir hetta eisini kr\u00f8v til umsitingina av fiskastovnunum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ein partur av umsitingin av fiskastovnunum fevnir um at \u00e1seta fiskidagar, og hevur hetta seinastu \u00e1rini veri\u00f0 gj\u00f8rt \u00ed tr\u00e1\u00f0 vi\u00f0 umsitingar\u00e6tlanina fyri tosk, h\u00fdsu og upsa og \u00ed tr\u00e1\u00f0 tilm\u00e6lini fr\u00e1 Havstovuni.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Spurningurin er so, um tilm\u00e6lini fr\u00e1 Havstovuni er einasti og absolutti sannleikin? Tann spurningin kann man alt\u00ed\u00f0 seta. Men vit hava valt eina skipan, sum er grunda\u00f0 \u00e1 gransking, v\u00edsindaligar kanningar og tilm\u00e6lini fr\u00e1 Havstovuni.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e1 tilm\u00e6lini v\u00edsa \u00e1, at ringu st\u00f8\u00f0una hj\u00e1 t.d. toskastovninum, so f\u00f8rir hetta samb\u00e6rt umsitingar\u00e6tlanini vi\u00f0 s\u00e6r skerjingar \u00ed fiskidagatalinum \u2013 ikki fyri at ska\u00f0a fiskivinnuna, men fyri at verja fiskastovnarnir.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta smakkar kanska ikki \u00f8llum v\u00e6l.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men ta\u00f0 er okkara felags \u00e1byrgd&nbsp; at tryggja skynsama gagnn\u00fdtslu av tilfeinginum \u00ed sj\u00f3num kring F\u00f8royar, solei\u00f0is at komandi \u00e6ttarli\u00f0 eisini hava m\u00f8guleika at skapa vir\u00f0ir burtur\u00far okkara felags tilfeingi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ynskir man politiskt naka\u00f0 anna\u00f0, so er ta\u00f0 bara at siga ta\u00f0 og fremja ta\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><em>Dennis Holm<\/em><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>M\u00e1nadagin 21. juli 2026 skriva\u00f0i Su\u00f0urstreymoyar \u00datr\u00f3\u00f0rarfelag grein um gongdina \u00ed fiskid\u00f8gunum, \u00e1rligar skerjingar og fr\u00e1viki\u00f0 fr\u00e1 5-% regluni \u00ed 2024. Greinin gevur ta fatan, at undirrita\u00f0i, sum landsst\u00fdrisma\u00f0ur \u00ed 2024, breyt 5 %-regluna \u2013 eina reglu \u00ed umsitingar\u00e6tlanini fyri tosk, h\u00fdsu og upsa um, at fiskidagatali\u00f0 ikki kundi vaksa ella minka meira enn 5 [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":8995,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[3],"tags":[],"class_list":["post-43709","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-lesarin-skrivar"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-08-01 21:39:28","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/43709","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=43709"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/43709\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":43710,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/43709\/revisions\/43710"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/8995"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=43709"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=43709"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=43709"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}