{"id":43796,"date":"2026-08-03T16:30:14","date_gmt":"2026-08-03T15:30:14","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=43796"},"modified":"2026-08-03T16:30:15","modified_gmt":"2026-08-03T15:30:15","slug":"tad-tykist-sum-um-at-tad-altid-er-okkurt-annad-sum-er-viktigari-fyri-folkaflokkin-enn-foroyar","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=43796","title":{"rendered":"Ta\u00f0 tykist sum um, at ta\u00f0 alt\u00ed\u00f0 er okkurt anna\u00f0, sum er viktigari fyri f\u00f3lkaflokkin enn F\u00f8royar!"},"content":{"rendered":"\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Harra forma\u00f0ur!<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er alt\u00ed\u00f0 spennandi at hoyra fr\u00e1grei\u00f0ing l\u00f8gmans \u00e1 \u00f3lavs\u00f8ku. \u00cd \u00e1r er onki undantak, serliga t\u00ed vit n\u00fa hava n\u00fdggja samgongu, og ta\u00f0 mangan av samgonguni hevur veri\u00f0 f\u00f8rt fram, at \u00e1 \u00f3lavs\u00f8ku vita vit n\u00e6rri um \u00e1v\u00eds vi\u00f0urskifti, n\u00fa val og samgonga so at siga bleiv skipa\u00f0 \u00ed \u00f3t\u00ed\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00c1 \u00f3lavs\u00f8ku skal l\u00f8gma\u00f0ur grei\u00f0a fr\u00e1 st\u00f8\u00f0uni \u00ed landinum og stinga \u00fat \u00ed korti\u00f0 k\u00f3sina fyri komandi t\u00ed\u00f0ina.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Um st\u00f8\u00f0una \u00ed okkara fantastiska landi er sj\u00e1lvsagt n\u00f3gv gott at siga. Arbei\u00f0i er til allar hendur, og flestu f\u00f3lk og vinnul\u00edv hava ta\u00f0 gott. T\u00f3 eru ta\u00f0 n\u00f8kur, sum str\u00ed\u00f0ast, og tey skulu sj\u00e1lvsagt hava okkara fulla uppmerksemi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Allar samgongur byggja \u00ed \u00e1v\u00edsan mun \u00e1 her\u00f0arnar \u00e1 undanfarnum samgongum. T\u00ed gle\u00f0ir ta\u00f0 eisini okkum \u00ed Tj\u00f3\u00f0veldi, at fleiri av teimum m\u00e1lum, sum vit v\u00f3ru vi\u00f0 at fyrireika og arbei\u00f0a fyri eru \u00e1 skr\u00e1 \u00ed hesi samgonguni. Vit kunnu taka m\u00e1li\u00f0 um eftirl\u00f8narvi\u00f0b\u00f3t til fyrit\u00ed\u00f0arpensj\u00f3nistar, sum Eirikur \u00ed J\u00e1kupsstovu hev\u00f0i gj\u00f8rt kl\u00e1rt, og uppskoti\u00f0 um tilhaldssta\u00f0 til R\u00d3WT, sum hann eisini hev\u00f0i fyrireika\u00f0 og funni\u00f0 f\u00edgging til. Tvey g\u00f3\u00f0 m\u00e1l fyri okkara samfelag og sum v\u00edsa, at vit skulu taka hond um tey, sum hava ta\u00f0 tungt anna\u00f0hv\u00f8rt f\u00edggjarliga ella sosialt\/sinnisliga.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd Tj\u00f3\u00f0veldi sakna vit annars sosialpolitisk \u00e1t\u00f8k. Vit sakna at hoyra, hvat man vil gera fyri tey, sum hava ta\u00f0 allar truplast f\u00edggjarliga. \u00c1\u00f0renn summarste\u00f0gin var st\u00f3rt fokus \u00e1, at avt\u00f8kan av MVG \u00e1 brennievni var hj\u00e1lpin til tey, og at vit m\u00e1ttu s\u00edggja til \u00e1 \u00f3lavs\u00f8ku, um st\u00f8\u00f0an ikki bleiv betri. Um ikki m\u00e1tti ein hj\u00e1lparpakki koma og onnur \u00e1t\u00f8k. Hetta er alt samalt fr\u00e1bo\u00f0a\u00f0 fr\u00e1 javna\u00f0arumbo\u00f0um \u00e1 tingsins r\u00f8\u00f0arapalli. Hvar eru \u00e1t\u00f8kini spyrja vit? Og vit vita, at mong seta henda sama spurning.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e1 i\u00f0 MVG fr\u00edt\u00f8kan bleiv sett \u00ed verk, kosta\u00f0i bensini 13.33 kr liturin. N\u00fa kostar liturin 14.44. Altso 1.11 kr d\u00fdrari, enn t\u00e1 i\u00f0 MVG bleiv avtiki\u00f0. So her hongur als ikki saman. Tj\u00f3\u00f0veldi f\u00f8rdi t\u00e1 fram og aftur n\u00fa, at r\u00e6ttast var at m\u00e1lr\u00e6tta innsatsin og hj\u00e1lpa teimum, sum eru f\u00edggjarliga sperd. Teimum hv\u00f8rs oljurokning tekur grundarlagi\u00f0 undan h\u00fasarhaldinum. Teimum hv\u00f8rs oljurokning nokk er vaksin vi\u00f0 600-800-1000 kr um m\u00e1na\u00f0in. T\u00ed leggja vit uppskoti\u00f0 um orku\u00edskoyti fram aftur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Og enn skilja vit ikki, hvussu samgongan fekk seg til at nokta okkum at f\u00e1a m\u00e1li\u00f0 lagt fram \u00e1\u00f0renn summarste\u00f0gin. Ta\u00f0 kann v\u00e6l vera, man gj\u00f8rdi ta\u00f0 fyri at gera seg inn \u00e1 andst\u00f8\u00f0una, men pr\u00edsin hava tey vi\u00f0 l\u00e6gstu innt\u00f8kunum goldi\u00f0. Tey hava onki fingi\u00f0. 20 mi\u00f3 eru br\u00faktar til allar bileigarar, f\u00f8royingar og fer\u00f0af\u00f3lk, t\u00ed hetta hevur veri\u00f0 \u00ed bestu fer\u00f0at\u00ed\u00f0. Ta\u00f0 er l\u00edti\u00f0 at ivast \u00ed, at fer\u00f0af\u00f3lkini hava veri\u00f0 gla\u00f0 um hetta \u00e1tak, sum samgongan gav teimum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 eru fleiri \u00f8ki, sum eru sera fr\u00e1verandi \u00ed fr\u00e1grei\u00f0ing l\u00f8gmans. So fr\u00e1verandi at ta\u00f0 veruliga undrar. Eg kann nevna, hvar eru \u00e1t\u00f8kini, sum skulu hj\u00e1lpa teimum, sum bara hava f\u00f3lkapensj\u00f3n og samhaldsfasta at liva av?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hv\u00f8r er \u00e6tlanin \u00e1 mentanar\u00f8kinum? (list, t\u00f3nleikur, sj\u00f3nleikur, b\u00f3kmentir <a href=\"https:\/\/l.facebook.com\/l.php?u=http%3A%2F%2Fo.s.fr%2F%3Ffbclid%3DIwcGRvZgVleHRuA2FlbQIxMABicmlkETFJS2xJNkh6MEZtZURtQ1M3c3J0YwZhcHBfaWQQMjIyMDM5MTc4ODIwMDg5MgABHjFnUiz8GTxv1TZBUG8A25OEHXeWUTw_hPw_zuMkjqNfeeOz1M5sqYl3ase9_aem_aiv1fPjTf0PNeoSTrHgIbQ&amp;h=AUC-DhGvwKKDiZxtlbClVmEMHMrtbnQouaxPeB3EVVaeJPw4z_rZoeU4xRV3qNdG8QXio6lI-n5WG9bzq3-wj_udk9j_3Jvul7QmkNfz8s77u079sAN9sKzFV_rSLEtJsEdwK2WZhAk-ZMZH&amp;__tn__=-UK-R&amp;c[0]=AUC-pg7kP0Y01ii9DWUSPIWAvEQFC1R8rhXuOBo9IrRaZ22tdomoc6vYeUvA0SmyuF-7hJOp_yVDzJPzzFeVMTjImRgU_r3BAORIuqZm_EWWAYEC5tP0U0jdnuflvTa-NcclAa2HdrUEyvEztOe9jiGb9egO_ipxXloBHTr4S_m1iJFtRLQ58_rpqz93cjI\" rel=\"noreferrer noopener\" target=\"_blank\">o.s.fr.<\/a>)<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hv\u00f8r er \u00e6tlanin \u00e1 heilsu\u00f8kinum? (krabbameins\u00e1t\u00f8k, vaksnapsyk.)<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hv\u00f8r er \u00e6tlanin \u00e1 almanna\u00f8kinum? Orku\u00f8kinum?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hvar er su\u00f0uroyartunnilin og samfer\u00f0slan sum heild? (Tj\u00f8rnuv\u00edk, SSL <a href=\"https:\/\/l.facebook.com\/l.php?u=http%3A%2F%2Fo.s.fr%2F%3Ffbclid%3DIwcGRvZgVleHRuA2FlbQIxMABicmlkETFJS2xJNkh6MEZtZURtQ1M3c3J0YwZhcHBfaWQQMjIyMDM5MTc4ODIwMDg5MgABHh_jcCpuFhRGvbhtFz3KfKjq_t3uplQlB4kcfBuAUV7clFwTK23pEs9gUfBE_aem_1b2pupjuSDnzAXcA-a_A1g&amp;h=AUC-DhGvwKKDiZxtlbClVmEMHMrtbnQouaxPeB3EVVaeJPw4z_rZoeU4xRV3qNdG8QXio6lI-n5WG9bzq3-wj_udk9j_3Jvul7QmkNfz8s77u079sAN9sKzFV_rSLEtJsEdwK2WZhAk-ZMZH&amp;__tn__=-UK-R&amp;c[0]=AUC-pg7kP0Y01ii9DWUSPIWAvEQFC1R8rhXuOBo9IrRaZ22tdomoc6vYeUvA0SmyuF-7hJOp_yVDzJPzzFeVMTjImRgU_r3BAORIuqZm_EWWAYEC5tP0U0jdnuflvTa-NcclAa2HdrUEyvEztOe9jiGb9egO_ipxXloBHTr4S_m1iJFtRLQ58_rpqz93cjI\" rel=\"noreferrer noopener\" target=\"_blank\">o.s.fr.<\/a>)<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ja, hvar er politiska k\u00f3sin?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hvar er tj\u00f3\u00f0skapark\u00f3sin (blokkurin, yvirt\u00f8kur, samr\u00e1\u00f0ingar <a href=\"https:\/\/l.facebook.com\/l.php?u=http%3A%2F%2Fo.s.fr%2F%3Ffbclid%3DIwcGRvZgVleHRuA2FlbQIxMABicmlkETFJS2xJNkh6MEZtZURtQ1M3c3J0YwZhcHBfaWQQMjIyMDM5MTc4ODIwMDg5MgABHkhwnsCCVAIQrL9RJnZziwoglLYE5R8jTjkIwDOzpM9-WcsRpfXZRrkE9h-I_aem_THoNnmMyCs1oe5H6xvOWBQ&amp;h=AUC-DhGvwKKDiZxtlbClVmEMHMrtbnQouaxPeB3EVVaeJPw4z_rZoeU4xRV3qNdG8QXio6lI-n5WG9bzq3-wj_udk9j_3Jvul7QmkNfz8s77u079sAN9sKzFV_rSLEtJsEdwK2WZhAk-ZMZH&amp;__tn__=-UK-R&amp;c[0]=AUC-pg7kP0Y01ii9DWUSPIWAvEQFC1R8rhXuOBo9IrRaZ22tdomoc6vYeUvA0SmyuF-7hJOp_yVDzJPzzFeVMTjImRgU_r3BAORIuqZm_EWWAYEC5tP0U0jdnuflvTa-NcclAa2HdrUEyvEztOe9jiGb9egO_ipxXloBHTr4S_m1iJFtRLQ58_rpqz93cjI\" rel=\"noreferrer noopener\" target=\"_blank\">o.s.fr.<\/a>)<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">At f\u00e1a ung at st\u00f8\u00f0ast, seta b\u00fagv og \u00fatb\u00fagva seg \u00ed F\u00f8royum var eitt h\u00f8vu\u00f0sevni til vali\u00f0. Vit fegnast um at kampus\u00e6tlanin heldur fram, og at dentur eisini er lagdur \u00e1 yrkis\u00fatb\u00fagvingar\u00f8ki\u00f0. Vit v\u00edstu sj\u00e1lv til vali\u00f0 eisini \u00e1 \u00e6tlanina, sum ein b\u00f3lkur \u00e1 Setrinum saman vi\u00f0 \u00f8\u00f0rum hev\u00f0i um at byggja lestrarb\u00fasta\u00f0ir. Ta\u00f0 fall ikki \u00ed g\u00f3\u00f0a j\u00f8r\u00f0 hj\u00e1 \u00f8llum, at vit v\u00edstu \u00e1 \u00edt\u00f8kiligu \u00e6tlanina \u00ed valstr\u00ed\u00f0num, men n\u00fa s\u00edggja vit, at samgongan \u00e6tlar s\u00e6r at arbei\u00f0a vi\u00f0 m\u00e1linum. Ta\u00f0 gle\u00f0ast vit um, t\u00ed ta\u00f0 er veruliga alney\u00f0ugt at f\u00e1a bygt lestrar- og l\u00e6rlingab\u00fasta\u00f0ir. Men m\u00e1li\u00f0 sigur okkum kanska okkurt um, hvussu vit fara vit n\u00fdggjum hugskotum og teimum, sum koma vi\u00f0 teimum. Lat ta\u00f0 fara.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit gle\u00f0ast um, at tey, sum fara undir v\u00ed\u00f0ari lestur um nakrar dagar n\u00fa f\u00e1a 1000 kr meira um m\u00e1na\u00f0in \u00ed lestrarstu\u00f0li og fegnast veruliga um, at vit fingu ta\u00f0 framt \u00ed undanfarnu samgongu.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 eru n\u00f3gv \u00e1t\u00f8k, sum blivu nevnd \u00ed fr\u00e1grei\u00f0ing l\u00f8gmans, sum skulu f\u00edggjast. F\u00edggingina hava vit ikki s\u00e6\u00f0 enn, men vit s\u00edggja, at MVG afturbering skal vera av b\u00fasta\u00f0arbygging, barnakekkur skal latast, m\u00f3trokningafr\u00eda upph\u00e6ddin hj\u00e1 pensj\u00f3nistum h\u00e6kkast, lesandi skulu forvinna meira uttan skatt, f\u00f8royingar, sum arbei\u00f0a uttanlands skulu hava st\u00f8rri fr\u00e1dr\u00e1ttir <a href=\"https:\/\/l.facebook.com\/l.php?u=http%3A%2F%2Fo.s.fr%2F%3Ffbclid%3DIwcGRvZgVleHRuA2FlbQIxMABicmlkETFJS2xJNkh6MEZtZURtQ1M3c3J0YwZhcHBfaWQQMjIyMDM5MTc4ODIwMDg5MgABHlUolf3ne3K8yYfze7VTB6o8XN1RgsEYXM58QYVKX5XQMve6xQlrc6KGRKAb_aem_QyK85na6eLMdEX7Ht2iHpg&amp;h=AUC-DhGvwKKDiZxtlbClVmEMHMrtbnQouaxPeB3EVVaeJPw4z_rZoeU4xRV3qNdG8QXio6lI-n5WG9bzq3-wj_udk9j_3Jvul7QmkNfz8s77u079sAN9sKzFV_rSLEtJsEdwK2WZhAk-ZMZH&amp;__tn__=-UK-R&amp;c[0]=AUC-pg7kP0Y01ii9DWUSPIWAvEQFC1R8rhXuOBo9IrRaZ22tdomoc6vYeUvA0SmyuF-7hJOp_yVDzJPzzFeVMTjImRgU_r3BAORIuqZm_EWWAYEC5tP0U0jdnuflvTa-NcclAa2HdrUEyvEztOe9jiGb9egO_ipxXloBHTr4S_m1iJFtRLQ58_rpqz93cjI\" rel=\"noreferrer noopener\" target=\"_blank\">o.s.fr.<\/a> Her skulu n\u00f3gvir pengar finnast.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00f8royar eru ikki einsamallar \u00ed heiminum, men ein partur av heiminum. Onki var \u00ed l\u00f8gmansfr\u00e1grei\u00f0ingini um F\u00f8roya st\u00f8\u00f0u \u00ed heiminum. Ta\u00f0 undrar st\u00f3rliga. Onki um uttanr\u00edkispolitikkin.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men \u00ed gj\u00e1r fr\u00e6ttu vit gj\u00f8gnum DR, at avtala var gj\u00f8rd vi\u00f0 danir um \u00f8kt samstarv \u00e1 verju\u00f8kinum, sum innibar m.a. at herna\u00f0arliga hj\u00e1veran hj\u00e1 d\u00f8num skuldi \u00f8kjast \u00ed F\u00f8royum vi\u00f0 t.d. patruljering av F-35 herna\u00f0arflogf\u00f8rum. Vit eru mong, sum blivu kl\u00f8kk, og sum undrast \u00e1, at avtala er gj\u00f8rd uttan um l\u00f8gtingsins uttanlandsnevnd. Kunnu B\u00e1r\u00f0ur Nielsen ella l\u00f8gma\u00f0ur grei\u00f0a n\u00e6rri fr\u00e1 hesum, og hvat avtalan inniber?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00f8royska tj\u00f3\u00f0in hevur neyvan veri\u00f0 betur fyri enn n\u00fa. Ta\u00f0 er gott. T\u00f3 so vita vit, at langt\u00ed\u00f0aravbj\u00f3\u00f0ingar eru \u00ed b\u00faskapinum. Enn fr\u00e6ttist onki um nakra n\u00fdskipan at b\u00f8ta um st\u00f8\u00f0una. Seinasta bygna\u00f0arbroyting, vit hava fr\u00e6tt um, er, at byggideildin \u00e1 LV er avtikin ella petta\u00f0 sundur og flutt \u00fat \u00e1 stj\u00f3rnarr\u00e1\u00f0ini. Altso ekspertisan er \u00ed prinsippinum spjadd og deild \u00fat \u00e1 sjey eindir. Sjey heldur enn eina sterka faklig eind. Ta\u00f0 m\u00e1 bl\u00edva d\u00fdrari og verri. L\u00edti\u00f0 n\u00fdskipanarligt \u00ed hesum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">St\u00f8rsta og t\u00fddningarmesta n\u00fdskipanin er t\u00f3 yvirh\u00f8vur ikki nevnd. Ikki eitt or\u00f0 um tj\u00f3\u00f0arsemjuna, og hvussu vit koma v\u00ed\u00f0ari vi\u00f0 semjuni at skipa okkum sum stat, at f\u00e1a teir limaskapir okkum t\u00f8rvar og fult r\u00e6\u00f0i \u00e1 uttanr\u00edkispolitikkinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Mu\u00f0ur m\u00e6lir, ta\u00f0 hjarta er fult av. Eftir r\u00f8\u00f0uni at d\u00f8ma er l\u00f8gma\u00f0ur blivin reinur sambandsma\u00f0ur. Ta\u00f0 tykist sum um, at ta\u00f0 alt\u00ed\u00f0 er okkurt anna\u00f0, sum er viktigari fyri f\u00f3lkaflokkin enn F\u00f8royar!<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit vita, at okkara vinnuliv m\u00e1 f\u00e1a betri markana\u00f0aratgongd. Ta\u00f0 krevur broyting \u00ed r\u00edkisr\u00e6ttarligu st\u00f8\u00f0uni. Vit vita, F\u00f8royum t\u00f8rvar altj\u00f3\u00f0a limanskapir. Ta\u00f0 krevur broyting \u00ed r\u00edkisr\u00e6ttarligu st\u00f8\u00f0uni. Vit vita, vit eru fult f\u00f8r fyri at umbo\u00f0a okkum sj\u00e1lv, og at ta\u00f0 krevur broyting \u00ed r\u00edkisr\u00e6ttarligu st\u00f8\u00f0uni. Vit vita, at ta\u00f0 er best fyri F\u00f8royar, at vit r\u00e1\u00f0a okkum sj\u00e1lvum, og at ta\u00f0 krevur broyting \u00ed r\u00edkisr\u00e6ttarligu st\u00f8\u00f0uni. Hv\u00f8rjum b\u00ed\u00f0a vit eftir, n\u00fa vit hava so brei\u00f0a semju \u00ed F\u00f8royum? Og hvussu leingi \u00e6tla vit, at \u00f8ll onnur skulu broyta s\u00edni vi\u00f0urskifti, so vit kunnu koma upp \u00ed part, t\u00e1 i\u00f0 vit vita, avger\u00f0in liggur \u00ed okkara egnu hondum? N\u00e6r \u00e6tlar man at v\u00edsa landi og f\u00f3lki \u00e1lit og taka fulla \u00e1byrgd av landinum og f\u00e1a teir sessir vi\u00f0 bor\u00f0i\u00f0, har allar avger\u00f0ir okkara vegna ver\u00f0a tiknar. \u00c6tla vit framvegis at f\u00e1a ein st\u00f3l uttast vi\u00f0 hur\u00f0ina, um vit yvirh\u00f8vur sleppa innum? \u00c6tla vit framvegis ikki at hava atkv\u00f8\u00f0ur\u00e6tt, men allern\u00e5digst talur\u00e6tt okkara vegna? T\u00ed solei\u00f0is er st\u00f8\u00f0an \u00ed fleiri f\u00f8rum \u00ed dag. Og \u00e6tla vit ikki, at okkara \u00edtr\u00f3ttarf\u00f3lk skulu umbo\u00f0a F\u00f8royar undir Merkinum til OL?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Nei, her m\u00e1 okkurt henda. L\u00f8gma\u00f0ur skal vita, hann hevur fullan stu\u00f0ul fr\u00e1 okkum at skapa fr\u00e6lsu tj\u00f3\u00f0ina. Beinir Johannesen hevur m\u00f8guleika at skriva s\u00f8gu sum fyrsti l\u00f8gma\u00f0ur \u00ed fr\u00e6lsu F\u00f8royum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">V\u00e6lsigna\u00f0u lati\u00f0 ikki ta\u00f0 henda, sum eg havi kensluna av. At A er blivin ein sambandsflokkur, at C er blivin borgarligur, og at B situr vi\u00f0 \u00f8llum kortunum \u00ed l\u00f8tuni.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 ver\u00f0ur ikki gott fyri okkum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Samanumtiki\u00f0 so gle\u00f0ast vit um ta\u00f0 sum er gott, men vit sakna visj\u00f3nir og k\u00f3s \u00e1 fleiri \u00f8kjum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit sakna :<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; eina tj\u00f3\u00f0skapar k\u00f3s<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; eina sosiala k\u00f3s<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; eina mentanarliga k\u00f3s<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211; og eina heilsupolitiska k\u00f3s.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit eru til rei\u00f0ar at geva okkara \u00edkast til \u00f8ll hesi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Takk fyri<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Siri\u00f0 Stenberg, forkvinna<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Harra forma\u00f0ur! Ta\u00f0 er alt\u00ed\u00f0 spennandi at hoyra fr\u00e1grei\u00f0ing l\u00f8gmans \u00e1 \u00f3lavs\u00f8ku. \u00cd \u00e1r er onki undantak, serliga t\u00ed vit n\u00fa hava n\u00fdggja samgongu, og ta\u00f0 mangan av samgonguni hevur veri\u00f0 f\u00f8rt fram, at \u00e1 \u00f3lavs\u00f8ku vita vit n\u00e6rri um \u00e1v\u00eds vi\u00f0urskifti, n\u00fa val og samgonga so at siga bleiv skipa\u00f0 \u00ed \u00f3t\u00ed\u00f0. \u00c1 \u00f3lavs\u00f8ku [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":43797,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[40],"tags":[],"class_list":["post-43796","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-politikkur"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-08-10 18:40:00","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/43796","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=43796"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/43796\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":43798,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/43796\/revisions\/43798"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/43797"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=43796"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=43796"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=43796"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}