{"id":43799,"date":"2026-08-03T17:53:07","date_gmt":"2026-08-03T16:53:07","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=43799"},"modified":"2026-08-03T17:53:08","modified_gmt":"2026-08-03T16:53:08","slug":"er-umsitingaraetlanin-fyri-tosk-bara-fjas","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=43799","title":{"rendered":"Er umsitingar\u00e6tlanin fyri tosk bara fjas?"},"content":{"rendered":"\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Seinastu n\u00f3gvu \u00e1rini hava vit \u00ed fleiri umf\u00f8rum hoyrt um, at \u00f8kir kring landi\u00f0 av s\u00ednum eintingum hava ste\u00f0ga\u00f0 fleyging eftir lunda, h\u00f3ast ta\u00f0 samb\u00e6rt l\u00f3g \u00ed \u00e1v\u00eds t\u00ed\u00f0arskei\u00f0 er loyvi at fleyga lunda.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hesar lokalu umsitingar\u00e6tlaninar, sum v\u00edkja fr\u00e1 vanligu skipanini, hava til endam\u00e1ls at verja lundastovnin og for\u00f0a fyri, at lundin \u00ed n\u00e6rumhv\u00f8rvinum hv\u00f8rvur heilt og ein aldagomul si\u00f0venja vi\u00f0 at fleyga lunda av somu ors\u00f8k doyr \u00fat.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ste\u00f0gingin ella avmarking \u00ed at fleyga lunda er ikki gj\u00f8rd fyri at gera seg inn \u00e1 vei\u00f0imenn ella \u00e1 h\u00faskini \u00ed n\u00e6rumhv\u00f8rvinum, men fyri at seta \u00ed verk serlig \u00e1t\u00f8k at verja lundastovnin, t\u00e1 hann hevur ta\u00f0 trupult, solei\u00f0is at stovnurin kann ver\u00f0a gagnn\u00fdttur eisini \u00ed framt\u00ed\u00f0ini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Sum vi\u00f0 lundanum, solei\u00f0is eisini vi\u00f0 fiskastovnum<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Umsitingar\u00e6tlanin fyri ymisku fiskastovnarnir \u00e1 okkara lei\u00f0um \u2013 fyri til d\u00f8mis fer\u00f0andi stovnar av makreli, sild og svartkjafti og fyri tosk, h\u00fdsu og upsa undir F\u00f8royum \u2013 hava neyvt somu endam\u00e1l: Ta\u00f0 sn\u00fdr seg um at verja stovnarnir fyri ovurvei\u00f0i og at tryggja, at stovnarnir kunnu ver\u00f0a gagnn\u00fdttir \u00e1r um \u00e1r, b\u00e6\u00f0i av okkum og av komandi \u00e6ttarli\u00f0um.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Umsitingar\u00e6tlanir eru tv\u00edla\u00f0a\u00f0ar skipanir<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Flest allar umsitingar\u00e6tlanir fyri fiskastovnar eru tv\u00edla\u00f0a\u00f0ar skipanir vi\u00f0 einari langt\u00ed\u00f0arvei\u00f0ireglu og vi\u00f0 einari endurbyggingar\u00e6tlan.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Langt\u00ed\u00f0arvei\u00f0ireglan \u00e1setur hvussu vei\u00f0an kann veksa ella minka undir vanligum umst\u00f8\u00f0um, t\u00e1 stovnurin er bur\u00f0ardyggur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Endurbyggingar\u00e6tlanin ver\u00f0ur hinvegin br\u00fakt \u00ed \u00f3vanligum st\u00f8\u00f0um, t\u00e1 stovnurin ikki er bur\u00f0ardyggur. T\u00e1 er ta\u00f0 ney\u00f0ugt vi\u00f0 serligum \u00e1t\u00f8kum, fyri at f\u00e1a stovnin \u00e1 beint aftur (j\u00fast sum vi\u00f0 lundanum).<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Skipanir vi\u00f0 endurbyggingar\u00e6tlan eru kendar fr\u00e1 fleiri fiskasl\u00f8gum og hava eisini veri\u00f0 br\u00faktar \u00e1 okkara lei\u00f0um seinastu \u00e1rini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Til d\u00f8mis var\u00f0 tilm\u00e6li\u00f0 hj\u00e1 ICES fyri nor\u00f0havssild \u00ed 2024 ein l\u00e6kking \u00e1 24%, sum er naka\u00f0 meiri enn \u00e1sett er \u00ed vanligu vei\u00f0iregluni. Ors\u00f8kin var, at g\u00fdtingarstovnurin var farin ni\u00f0urum marki\u00f0 fyri n\u00e6r stovnurin er bur\u00f0ardyggur, t\u00ed m\u00e1ttu serlig \u00e1t\u00f8k til fyri at f\u00e1a stovnin \u00e1 beint aftur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Endurbyggingar\u00e6tlan inn \u00ed 2024<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e1 umsitingar\u00e6tlanin var\u00f0 gj\u00f8rd fyri tosk, h\u00fdsu og upsa undir F\u00f8royum \u00ed 2021, so var endurbyggingar\u00e6tlanin ikki vi\u00f0, men bara langt\u00ed\u00f0arvei\u00f0ireglan (helst t\u00ed semja ikki fekst um endurbyggingar\u00e6tlanina).<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e1 skipanin var\u00f0 eftirmett \u00ed 2024, var\u00f0 roynt at f\u00e1a semju um at f\u00e1a inn endurbyggingar\u00e6tlanin, sum \u2013 eins og vi\u00f0 sildastovninum \u2013 skal f\u00e1a virkna t\u00e1 g\u00fdtingarstovnurin er ni\u00f0anfyri eitt \u00e1sett vandamark.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men h\u00f3ast talan er um skipan, sum hevur til endam\u00e1ls at verja stovnarnir, so var \u00ed arbei\u00f0sb\u00f3lkinum ikki semja um at f\u00e1a endurbyggingar\u00e6tlan inn \u00ed umsitingar\u00e6tlanina.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Umsitingin \u00ed Fiskim\u00e1lar\u00e1\u00f0num og Havstovan h\u00f8vdu t\u00f3 eitt greitt tilm\u00e6li\u00f0 um at leggja skipan vi\u00f0 endurbyggingar\u00e6tlan afturat langt\u00ed\u00f0arvei\u00f0iregluni. Sum landsst\u00fdrisma\u00f0ur valdi eg at fylgja hesum tilm\u00e6linum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hv\u00ed? \u2013 J\u00fa, t\u00ed ta\u00f0 er okkara felags skylda at tryggja bur\u00f0ardygga gagnn\u00fdtslu av fiskastovnunum, fyri okkara egnu skuld og til frama fyri komandi \u00e6ttarli\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Er umsitingar\u00e6tlanin bara fjas?<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Seinastu vikurnar hevur \u00e1v\u00edst kjak veri\u00f0 um tillagingina, sum var\u00f0 gj\u00f8rd \u00ed umsitingar\u00e6tlanini \u00ed 2024.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F\u00f8rt hevur veri\u00f0 fram, at \u00f3r\u00e6ttur er gj\u00f8rdur \u00edm\u00f3ti vinnuni, b\u00e6\u00f0i \u00edm\u00f3ti \u00e1v\u00edsum skipum og \u00edm\u00f3ti \u00e1v\u00edsum b\u00f3lkum \u00ed fiskidagaskipanini. F\u00f8rt ver\u00f0ur eisini fram, at skerdu dagarnir skulu innaftur \u00ed skipanina, solei\u00f0is at \u00f3r\u00e6tturin kann r\u00e6ttast uppaftur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e1 n\u00f3lsoyingar ella sk\u00favingar hava sett \u00ed verk avmarkingar og ste\u00f0ga fleygingin eftir lunda, so er ta\u00f0 fyri at verja lundastovninum \u00edm\u00f3ti ovurvei\u00f0i. M\u00f8guliga v\u00f3ru ta\u00f0 n\u00f8kur, sum hildu hetta ver\u00f0a ke\u00f0iligt og \u00f3r\u00e6ttv\u00edst, men tey flestu skilja t\u00f3 at endam\u00e1li\u00f0 er at verja lundastovnin.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Summi halda at umsitingar\u00e6tlanin er bara fjas og hava hug at geva leyst, eins og ta\u00f0 var\u00f0 gj\u00f8rt \u00e1 F\u00f8roya Banka fyrst \u00ed 2000\u00e1runum. Ta\u00f0 s\u00f8guna vi\u00f0 ovurvei\u00f0i kenna vit \u00f8ll. Eftir \u00fat vi\u00f0 15 \u00e1r \u2013 fr\u00e1 2008 til 2023 \u2013 bar aftur til at skipa vinnuliga vei\u00f0i \u00e1 F\u00f8roya Banka.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">H\u00f3ast ta\u00f0 kann kennast ke\u00f0iligt og \u00f3r\u00e6ttv\u00edst, so hevur politiska skipanin \u00ed F\u00f8royum skyldu at tryggja skynsama gagnn\u00fdtslu av felags tilfeingi okkara \u00ed sj\u00f3num kring F\u00f8royar, solei\u00f0is at vit og komandi \u00e6ttarli\u00f0 hava m\u00f8guleika at skapa so st\u00f3r vir\u00f0ir sum gj\u00f8rligt burtur\u00far okkara felags tilfeingi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Alt anna\u00f0 er \u00e1byrgdarleyst.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Dennis Holm<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Seinastu n\u00f3gvu \u00e1rini hava vit \u00ed fleiri umf\u00f8rum hoyrt um, at \u00f8kir kring landi\u00f0 av s\u00ednum eintingum hava ste\u00f0ga\u00f0 fleyging eftir lunda, h\u00f3ast ta\u00f0 samb\u00e6rt l\u00f3g \u00ed \u00e1v\u00eds t\u00ed\u00f0arskei\u00f0 er loyvi at fleyga lunda. Hesar lokalu umsitingar\u00e6tlaninar, sum v\u00edkja fr\u00e1 vanligu skipanini, hava til endam\u00e1ls at verja lundastovnin og for\u00f0a fyri, at lundin \u00ed n\u00e6rumhv\u00f8rvinum [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":3,"featured_media":33143,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[3],"tags":[],"class_list":["post-43799","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-lesarin-skrivar"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-08-10 20:08:53","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/43799","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/3"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=43799"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/43799\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":43800,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/43799\/revisions\/43800"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/33143"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=43799"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=43799"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=43799"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}