{"id":43873,"date":"2026-08-13T20:57:36","date_gmt":"2026-08-13T19:57:36","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=43873"},"modified":"2026-08-13T20:57:37","modified_gmt":"2026-08-13T19:57:37","slug":"vinnulivsmadurin-og-slodbrotarin-mikli-heri-hjelm-i-vagi-farin","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=43873","title":{"rendered":"Vinnul\u00edvsma\u00f0urin og sl\u00f3\u00f0br\u00f3tarin mikli, Heri Hjelm, \u00ed V\u00e1gi, farin"},"content":{"rendered":"\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Heri Hjelm var 84 \u00e1r, n\u00fa hann ikki orka\u00f0i meira. Hann doy\u00f0i f\u00f8\u00f0ingardagin hj\u00e1 Evu konu s\u00ednari. Tey fingu 5 b\u00f8rn, 4 gentir og ein drong.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Heri var av g\u00f3\u00f0um bergi brotin. Mamman var Helene Hjelm. Abbin var ein av teimum fyrstu f\u00f8royingunum, um ikki tann allar fyrsti, sum hev\u00f0i merki\u00f0 \u00ed h\u00fanar h\u00e1tt, t\u00e1 i\u00f0 teir f\u00f3ru \u00fat av Tv\u00f8royri og til sj\u00f3s eftir kr\u00edggi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">P\u00e1pin Arnold Hjelm var av ikki minni g\u00f3\u00f0um f\u00f3lki, og var skipari og \u00farm\u00e6lingur at f\u00e1a fisk.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hann f\u00f8rdi skip hj\u00e1 m.a. Tummas vi\u00f0 Kr\u00e1ir, sum \u00e1tti n\u00f3gv skip og seinni eisini l\u00ednub\u00e1tarnar Tummas vi\u00f0 Kr\u00e1ir og \u00d3la Horn. Listam\u00e1larin William Smith fortaldi m\u00e6r, at t\u00e1 hann m\u00e1la\u00f0i sluppir, so var ta\u00f0 alt\u00ed\u00f0 sluppin Maria hj\u00e1 Tummas vi\u00f0 Kr\u00e1ir, sum hann br\u00fakti sum fyrimynd, t\u00ed hon var tann vakrasta av \u00f8llum skipunum \u00e1 fj\u00f8r\u00f0inum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Seinni, t\u00e1 l\u00ednub\u00e1tarnir komu, f\u00f3r Arnold,p\u00e1pi Hera, at f\u00f8ra Tummas vi\u00f0 Kr\u00e1ir, sum var ein av teimum st\u00f8rstu l\u00ednub\u00e1tunum, um ikki tann allar st\u00f8rsti. Ta\u00f0 l\u00e1 v\u00e6l fyri hj\u00e1 Arnold at f\u00e1a fisk, ein sannur rokskipari.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Heri var sl\u00f3\u00f0br\u00f3tari, men sum ikki alt\u00ed\u00f0, so skal ofta ikki so n\u00f3gv til, at eitt bogabrot, t\u00e1 illa vil til, f\u00e6r korth\u00fasi\u00f0 at rapa.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sj\u00e1lvt um Heri royndi \u00ed fiskivinnuni &#8211; b\u00e6\u00f0ii \u00ed teirri heimligu og ikki minst \u00ed teirri fjaru, eitt n\u00fa \u00ed Gr\u00f8nlandi vi\u00f0 st\u00f3rum skipum, so var ta\u00f0 \u00ed alingini, at hann gj\u00f8rdist kendur. Okur minnast t\u00f3 ta\u00f0 flotta skipi\u00f0 Umanaq.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Heri tordi at taka st\u00f3r t\u00f8k, og ta\u00f0 gj\u00f8rdi hann eisini. Hann var m\u00edn besti vinma\u00f0ur, eins og kona hansara Eva, fermeningur m\u00edn, var besta vinkona hj\u00e1 Marnu, konu m\u00ednari fr\u00e1 barnsbeini av ( omma m\u00edn og omma Evu v\u00f3ru systkinab\u00f8rn ). Heri og eg v\u00f3ru eisini \u00ed familju.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 var av t\u00ed kenda og n\u00f3gv umtala\u00f0a Mi\u00f0ger\u00f0arslagnum fr\u00e1 J\u00e1kupi b\u00f3nda \u00e1 Ovara Mi\u00f0ger\u00f0i til Agrar, yvir Hov og so til V\u00e1gs.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eva var abbad\u00f3ttir Dias Godtfred, stovnara av br\u00f8\u00f0rasamkomuni \u00ed V\u00e1gi, og vit v\u00f3ru kirkjuf\u00f3lk, h\u00f3ast ta\u00f0, so fall ongant\u00ed\u00f0 eitt \u00f8vugt or\u00f0 okkara millum hesum vi\u00f0v\u00edkijandi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Heri og eg v\u00f3ru eisini vi\u00f0, t\u00e1 Ben Eli stovna\u00f0i mansk\u00f3ri\u00f0 hj\u00e1 Frelsunnarherinum, Or\u00f0i\u00f0 \u00e1 Bor\u00f0i\u00f0, og ta\u00f0 var ein fr\u00f8\u00f0i at hoyra Hera seta seg til klaveri\u00f0, ein meistari at sp\u00e6la, og ta\u00f0 var l\u00edka miki\u00f0 vi\u00f0 ella uttan n\u00f3tar. S\u00e1mal tann n\u00fdggi lei\u00f0arin hj\u00e1 Frelsunnarherinum hev\u00f0i eisini n\u00f8kur g\u00f3\u00f0 or\u00f0 um Hera til jar\u00f0arfer\u00f0ina<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Heri var ein av teimum stillu \u00ed samfelagnum, hann gj\u00f8rdi ikki n\u00f3gvan h\u00e1va av s\u00e6r, men t\u00fa visti alt\u00ed\u00f0, hvar t\u00fa hev\u00f0i hann.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sey\u00f0\u00fcrin kn\u00fdtti okkum eisini saman \u00ed felagshaganum Toftahaga, har mong l\u00f8tan var g\u00f3\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Enn n\u00fdta vit r\u00e6ttina hj\u00e1 t\u00ed kenda undangongumanninum \u00ed Toftahaga. Regin \u00ed Toftum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd \u00f3dnarve\u00f0rinum vi\u00f0 Roynduni Fr\u00ed\u00f0u seg\u00f0i Regin \u00ed Toftum: \u00bc eigi eg av allari v\u00e1gsbygd, n\u00fa vildi eg bert \u00e1tt so miki\u00f0, sum f\u00f3tur m\u00edn kundi sta\u00f0i \u00e1.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eftir at vit v\u00f3ru flutt nor\u00f0ur til Havnar f\u00fdrdi Eva ikki fyri at koma nor\u00f0ur at vitja okkum \u00e1 Janusarg\u00f8tu 46. Eva og Marna v\u00f3ru vinkonur fr\u00e1 barnsbeini av og gingu \u00ed sama flokki \u00ed V\u00e1gs sk\u00fala.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eli hj\u00e1 Diasi, mammubeiggi Evu, var fyrsti ma\u00f0ur, sum byrja\u00f0i at ala s\u00edl og laks. Hetta gj\u00f8rdi hann \u00ed Gr\u00f8nadali \u00ed Hovi. Eftir hann t\u00f3k Heri Hjelm vi\u00f0 eisini \u00ed Gr\u00f8nadali \u00ed Hovi, men n\u00fdtti ikki hyljar, sum Eli, hann f\u00f3r, sum allir a\u00f0rir alarar, og setti smolt \u00e1 sj\u00f3gv, hann royndi, men ta\u00f0gekk long t\u00ed\u00f0, \u00e1\u00f0renn smolti\u00f0 f\u00f3r at eta. Hann fann so upp\u00e1 r\u00e1\u00f0 og s\u00f8kti um at f\u00e1a loyvi til at seta smolt ni\u00f0an \u00e1 Hovsv\u00f8tnini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Heri hev\u00f0i sera st\u00f3ra klekist\u00f8\u00f0 og n\u00f3gv onnur h\u00fas \u00ed Gr\u00f8nadali, men ta\u00f0, sum gj\u00f8rdi Hera til sl\u00f3\u00f0br\u00f3tara var, at hann m\u00e1tti finna ein m\u00e1ta at f\u00e1a smoltini at eta skj\u00f3tari, eftir at tey v\u00f3ru komin \u00fat av klekist\u00f8\u00f0ini og \u00e1 sj\u00f3gv, ofta gekk ein heilur m\u00e1na\u00f0ur, til tey f\u00f3ru at eta \u00e1 sj\u00f3num.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Heri gj\u00f8rdi so eina roynd uppi \u00e1 v\u00f8tnunum, har kundu tey so l\u00e6ra at ganga \u00ed n\u00f3tum vi\u00f0 sm\u00e1um meskum og eisini eta. Hetta eydna\u00f0ist. Slotti\u00f0 var vunni\u00f0, og t\u00e1 so smolti\u00f0 f\u00f3r \u00e1 sj\u00f3gv, \u00f3tu tey sama dagin.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Heri Hjelm gj\u00f8rdi eisini royktan laks og var \u00ed \u00e1v\u00edsum f\u00f8ri eisini s\u00edn egni s\u00f8luma\u00f0ur. Alt gongur til eina t\u00ed\u00f0, inntil bogabroti\u00f0 mikla\u00f0, sum her, ste\u00f0ga\u00f0i \u00f8llum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sj\u00e1lvt um vit ikki s\u00f3ust so n\u00f3gv ta seinastu t\u00ed\u00f0ina, t\u00ed vit v\u00f3ru flutt til Havnar, so vistu vit alt\u00ed\u00f0, hvar vit h\u00f8vdu hv\u00f8nn annan.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00fa er so einki strev og str\u00ed\u00f0 meira, og t\u00fa Heri hevur fingi\u00f0 fri\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg vil hervi\u00f0 v\u00edsa m\u00ecna samkenslu vi\u00f0 tykkum \u00f8llum, sum mist hava.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Takk fyri alt Heri, og hv\u00edl \u00ed fri\u00f0i, g\u00f3\u00f0i vinur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">J\u00e1kup Olsen<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Heri Hjelm var 84 \u00e1r, n\u00fa hann ikki orka\u00f0i meira. Hann doy\u00f0i f\u00f8\u00f0ingardagin hj\u00e1 Evu konu s\u00ednari. Tey fingu 5 b\u00f8rn, 4 gentir og ein drong. Heri var av g\u00f3\u00f0um bergi brotin. Mamman var Helene Hjelm. Abbin var ein av teimum fyrstu f\u00f8royingunum, um ikki tann allar fyrsti, sum hev\u00f0i merki\u00f0 \u00ed h\u00fanar h\u00e1tt, t\u00e1 [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":43874,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[3],"tags":[],"class_list":["post-43873","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-lesarin-skrivar"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-08-20 21:58:26","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/43873","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=43873"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/43873\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":43875,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/43873\/revisions\/43875"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/43874"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=43873"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=43873"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=43873"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}