{"id":43966,"date":"2026-08-25T20:15:48","date_gmt":"2026-08-25T19:15:48","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=43966"},"modified":"2026-08-25T20:16:11","modified_gmt":"2026-08-25T19:16:11","slug":"endurminning-johannes-nielse","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=43966","title":{"rendered":"Endurminning J\u00f3hannes Nielsen"},"content":{"rendered":"\n<p class=\"wp-block-paragraph\">STUTT ENDURMINNING N\u00da J\u00d3HANNES NIELSEN \u2013 JOHANNES VI\u00d0 KV\u00cdGGJA ER FARIN UM S\u00ddN<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 kom m\u00e6r \u00f3gvuliga d\u00e1tt vi\u00f0, t\u00e1 eg hoyrdi at vinma\u00f0urin J\u00f3hannes ikki var millum okur meira.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kona Johannes &#8211; Kaja og hann v\u00f3ru \u00ed fr\u00edt\u00ed\u00f0arb\u00fdli teirra \u00ed V\u00edkarbyrgi, har hann \u2013 stillisligur sum hann var \u2013<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&nbsp;svav inn \u00ed \u00e6vinleikan \u00e1 n\u00e1tt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">J\u00f3hannus og eg hava kenst fr\u00e1 \u00f3vita av. P\u00e1pin, Hans Jacob, Kv\u00edggjab\u00f3ndin, var syskinabarn m\u00edtt, sonur Tummas \u00e1 Gaddi og omman Olevina f. Gaard. Mamman Borglyn var eisini syskinabarn m\u00edtt, d\u00f3ttir Sunnevu Maria Hansen \u00far Geilini og abbin Johannes Hansen, G\u00e1sadal nevndur. Johannes sj\u00e1lvur t\u00f3k vi\u00f0 og r\u00f8kti Kv\u00edggjafesti\u00f0 eftir p\u00e1pan \u00ed fleiri \u00e1r, til systursonurin Hans Jacob &nbsp;fyri n\u00f8krum \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani t\u00f3k vi\u00f0.&nbsp; Fedrarnir hj\u00e1 J\u00f3hannes v\u00f3ru \u00f8ll kend og sera dugnalig innan sang og t\u00f3nleik, \u00f3iva\u00f0 arva\u00f0 fr\u00e1 G\u00e1sadal abbanum, ein misikalskur virituosur av teimum bestu. Hv\u00f8r kendi ikki beiggja Johannes, Tumman Nielsen \u2013 vi\u00f0 Kv\u00edggja \u2013 altsp\u00e6landi vi\u00f0stovnari og t\u00f3nleikandi kraftin i Faroe-Boys. Sj\u00e1lvur var J\u00f3hannes fr\u00e1 byrjan ein tann berandi \u00ed Sumbirk\u00f3rinum, saman vi\u00f0 millum onnur systrini S\u00f3lvu og manni hennara Fr\u00f3\u00f0a \u2013 t\u00f3nleika\u00farm\u00e6linginum og lei\u00f0ara av k\u00f3rinum. Har vi\u00f0 Kv\u00edggja var t\u00f3nleikur og sangur ein list.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kaja, kona Johannes er av Lisberg-\u00e6ttini \u00far Famjin og \u00far \u00farvalsh\u00fasi undan Hamri hvat vi\u00f0v\u00edkur yrking, t\u00f3nleiki, sangi og ikki minst bestu skiparar \u00ed Dansistovuni i kv\u00e6\u00f0abygdini Sumba. Ein mongd av bygdayrkingum er komin \u00far hondum fr\u00e1 br\u00f8\u00f0runum \u2013 Lisberg\u00b4arunum \u2013 og ikki minni sangur og t\u00f3nlist&nbsp; fr\u00e1 somu dugnaligu Lisberg-\u00e6ttini \u00ed F\u00f8royum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg sp\u00e6ldi f\u00f3tb\u00f3lt vi\u00f0 HB meistardeildini \u00ed n\u00f3gv \u00e1r \u2013 eisini m\u00f3ti VB vi\u00f0 Johannes \u00e1 li\u00f0num. Ta\u00f0 einu fer\u00f0ina sp\u00e6lt var \u00e1 Ei\u00f0inum var vinstri bakkurin hj\u00e1 HB ein Dani, hann var skj\u00f3tur, men l\u00e6ttur at fara umkoll t\u00e1 Johannes og hann stoytti saman. \u00cd h\u00e1lvleikinum komu danin og venjarin hj\u00e1 HB \u2013 Johan Nielsen \u2013 kendur sum Melli \u2013 og spurdi um eg ikki kundi skifta vi\u00f0 danan, sum var gulur og bl\u00e1ur um bein og bul av samanstoytum vi\u00f0 Johannes, so okur b\u00fdttu pl\u00e1ss. H\u00f8vdu sp\u00e6lt 10-15 minuttir av seinna h\u00e1lvleiki \u2013 sirm og v\u00e1tt var \u00ed ve\u00f0rinum \u2013 t\u00e1 stoytti Johannes og eg saman heilt \u00fati vi\u00f0 s\u00ed\u00f0ulinjuna og t\u00e1 hv\u00f8rkin vildi dv\u00edna, enda\u00f0u b\u00e1\u00f0ir \u00ed rennuni runt um v\u00f8llin \u2013 dr\u00edvvatir og skitnir. HB-sp\u00e6lararnir f\u00f3ru vi\u00f0 fer\u00f0 \u00e1 Tv\u00f8royri at n\u00e1a Smyril nor\u00f0ur til Havnar \u2013 eg og Johannes f\u00f3ru \u00ed sama bili til Sumbiar, har fyrst var fari\u00f0 \u00ed ba\u00f0 og s\u00ed\u00f0ani at f\u00e1a s\u00e6r ein g\u00f3\u00f0an bita \u2013 vinskapurin var tann sami, h\u00f3ast kv\u00f8ldi\u00f0 gekk vi\u00f0 skemti um dagsins dyst.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg var sp\u00e6landi venjari hj\u00e1 VB kappingar\u00e1ri\u00f0 1974, har Johannes var ein av lyklasp\u00e6larunum. Ikki l\u00edti\u00f0 stoltur var Johannes, t\u00e1 hann bleiv \u00fattikin til Landsli\u00f0i\u00f0 m\u00f3ti \u00cdslandi \u00ed Gundadali \u00ed gitna VB-\u00e1rinum 1974 \u2013 og ikki minni stoltur av, at saman vi\u00f0 honum v\u00f3ru 4 landsli\u00f0sleikarar uppvaksnir vi\u00f0 f\u00f3tb\u00f3lti \u00e1 Krossinum og \u00ed Billh\u00fast\u00fani \u00ed l\u00edttlu heimbygdini Sumba \u2013 Ottar Poulsen, m\u00e1lverji, Daniel Jacob Thomsen, mi\u00f0verji, Johannes Nielsen, framherji \u2013 allir sp\u00e6larar \u00ed VB &#8211; og Jacob Thomsen, mi\u00f0verji \u00far B-36. Allir f\u00fdra v\u00f3ru teir antin abbasynir ella langabbasynir hj\u00e1 &#8211; vi\u00f0 hargaskaldinum Poul F\u00b4sa or\u00f0um \u2013 reystmenni og undangongumanninum D\u00e1njal (Thomsen) \u00ed La\u00f0angar\u00f0i og Ommu og Langommuni hj\u00e1 \u00f8llum f\u00fdra, &nbsp;Elsubu Thomsen, f. Hammersh\u00f8i \u00far Hamrabyrgi \u00ed V\u00edkarbyrgi, har Johannes hev\u00f0i s\u00edn seinasta sv\u00f8vnin \u00e1 fold.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">At Johannes var av mergja\u00f0ari \u00e6tt var s\u00f8guliga bori\u00f0 fram av Eivind syskinabarninum. T\u00e1 hoyggji\u00f0 kom \u00ed hoyggjh\u00fasi\u00f0 vi\u00f0 Kv\u00edggja fra n\u00e6rumhv\u00f8rvinum v\u00f3ru n\u00fdtt hoyberabond longri enn vanlig, t\u00e1 st\u00f3r r\u00fagva av turrum hoyggi f\u00f3r \u00ed byr\u00f0ina hj\u00e1 Hans Jacob. Gamli Kv\u00edggjab\u00f3ndin hev\u00f0i fr\u00e1 gamlari t\u00ed\u00f0 n\u00f3g miki\u00f0 vi\u00f0 einari hur\u00f0 \u00ed eysturs\u00ed\u00f0uni \u00e1 hoyggh\u00fasinum \u2013 men hann var noyddur at seta tv\u00e6r hur\u00f0ar \u00ed fyri at f\u00e1a byr\u00f0arnr hj\u00e1 Hans Jacob inn \u00ed hoyggjh\u00fasi\u00f0 \u2013 ella loysa hoybyr\u00f0ina uttanfyri og bera hoyggi\u00f0 til h\u00f8lis i hoyggjh\u00fasinum. Veit ikki \u2013 Eivind kundi til t\u00ed\u00f0ir taka til \u2013 t\u00f3 eg minnist at okur 2-3 \u00f3vitar tr\u00fdsti undir hoybyrdina t\u00e1 Hans Jacob skuldi fara undir. S\u00e1 \u00fat sum ein einsam\u00f8ll S\u00e1ta f\u00f3r oman eftir v\u00f8llinum \u2013 \u00ed g\u00f3\u00f0ari fr\u00e1st\u00f8\u00f0u fra steinunum hj\u00e1 Barbaru, sum s\u00f8guliga var kend fyri at duga meira enn at meta seg \u2013 \u00ed hvussu so er var Hans Jacob tr\u00fagvur m\u00f3ti s\u00f8gnini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Johannes var \u00ed fleiri \u00e1r arbei\u00f0sforma\u00f0ur hj\u00e1 Sumbiar Kommunu, st\u00f3\u00f0 fyri framstigi og n\u00fdger\u00f0 \u00ed s\u00f3knini \u2013 millum anna\u00f0 stoyping av n\u00fdggju bakkaverjuni i Sumba, har Atlantshavi\u00f0 \u00ed \u00e1ravis hev\u00f0i m\u00e1a\u00f0 burtur av brimpl\u00e1ssinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg vil vi\u00f0 hesum f\u00e1t\u00e6ku or\u00f0um l\u00fdsa fri\u00f0 yvir minni\u00f0 um Johannes Nielsen \u2013 Johannes vi\u00f0 Kv\u00edggja \u2013 og v\u00f3ni at sakni hj\u00e1 Kaju og Bergur sum t\u00ed\u00f0in l\u00ed\u00f0ur gevur tykur ein linna og minnast Johannes sum tann trygga klettin hann var \u00ed l\u00edvi tykra. Gott at hava familju og avvar\u00f0andi, sum kunnu hj\u00e1lpa t\u00e1 sl\u00edkt \u00f3vanta og \u00f3skiljandi kemur yvir okur, sum syrgjandi og or\u00f0aleys sita eftir. Eg vil eisini v\u00edsa m\u00edna samkenslu vi\u00f0 familjuni og st\u00f3ra vinarskaranum sum mist hava.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Takk fyri alt Johannes og hv\u00edl \u00ed fri\u00f0i g\u00f3\u00f0i vinur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Daniel Jacob Thomsen.<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>STUTT ENDURMINNING N\u00da J\u00d3HANNES NIELSEN \u2013 JOHANNES VI\u00d0 KV\u00cdGGJA ER FARIN UM S\u00ddN Ta\u00f0 kom m\u00e6r \u00f3gvuliga d\u00e1tt vi\u00f0, t\u00e1 eg hoyrdi at vinma\u00f0urin J\u00f3hannes ikki var millum okur meira. Kona Johannes &#8211; Kaja og hann v\u00f3ru \u00ed fr\u00edt\u00ed\u00f0arb\u00fdli teirra \u00ed V\u00edkarbyrgi, har hann \u2013 stillisligur sum hann var \u2013 &nbsp;svav inn \u00ed \u00e6vinleikan \u00e1 [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":43967,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[3],"tags":[],"class_list":["post-43966","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-lesarin-skrivar"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-09-01 23:48:22","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/43966","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=43966"}],"version-history":[{"count":2,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/43966\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":43969,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/43966\/revisions\/43969"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/43967"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=43966"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=43966"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=43966"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}