{"id":43975,"date":"2026-08-26T10:00:21","date_gmt":"2026-08-26T09:00:21","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=43975"},"modified":"2026-08-26T10:00:22","modified_gmt":"2026-08-26T09:00:22","slug":"okkum-torvar-eina-0-hugsjon-ta-id-tad-kemur-til-kynslig-brotsverk","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=43975","title":{"rendered":"Okkum t\u00f8rvar eina 0-hugsj\u00f3n t\u00e1 i\u00f0 ta\u00f0 kemur til kynslig brotsverk!"},"content":{"rendered":"\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Har\u00f0skapur hevur mong andlit. Eitt ta\u00f0 andstyggiligasta andliti\u00f0 er kynsligur har\u00f0skapur, ella kynslig brotsverk, sum vit eiga at kalla ta\u00f0. Oftast tosa vit um hetta slagi\u00f0 av har\u00f0skapi m\u00f3ti b\u00f8rnum, men ta\u00f0 kann eisini vera m\u00f3ti vaksnum. Allasta\u00f0ni, har ein valds\u00f3javni er, kann kynsligur \u00e1gangur fara fram.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00c6ttarli\u00f0 eftir \u00e6ttarli\u00f0 hava liva\u00f0 vi\u00f0 lemjandi avlei\u00f0ingunum av kynsligu brotsverkunum, og ta\u00f0 hevur veri\u00f0 b\u00e6\u00f0i tabu\u00b4isera\u00f0 og stigmatiserandi, so f\u00e1 hava sett or\u00f0 \u00e1 ta\u00f0. Ta\u00f0 hevur veri\u00f0 partur av l\u00edvs- og l\u00ed\u00f0ingars\u00f8gu hj\u00e1 so mongum \u00e6ttarli\u00f0um, at vit kunnu tosa um ein lagnufelagsskap.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit s\u00edggja \u00ed hagt\u00f8lum hj\u00e1 Barnaverndarstovuni, at umlei\u00f0 30 m\u00e1l eru \u00e1rliga, sum beinlei\u00f0is eru kn\u00fdtt at kynsligum \u00e1gangi m\u00f3ti b\u00f8rnum. Vit s\u00edggja eisini, at tali\u00f0 av melda\u00f0um ney\u00f0t\u00f8kum veksur. Tali\u00f0 \u00e1 kvinnum, sum venda s\u00e6r til Kvinnuh\u00fasi\u00f0, veksur. Fr\u00e1bo\u00f0anir til KRIS vaksa. L\u00f8greglan f\u00e6r alsamt fleiri m\u00e1l um barnapornografiskt tilfar. Og solei\u00f0is peika \u00f8ll barometur m\u00f3ti, at vit veruliga hava vi\u00f0 eina samfelagsavbj\u00f3\u00f0ing at gera. Hinvegin er ta\u00f0 trupult at meta um, hv\u00f8rt tali\u00f0 reelt veksur ella um ta\u00f0 heldur er \u00fattrykk fyri, at f\u00f3lk siga fr\u00e1. Tey seta or\u00f0 \u00e1, s\u00f8kja s\u00e6r hj\u00e1lp, melda o.s.fr.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit eiga at stremba eftir at hava eina 0-hugsj\u00f3n \u00e1 \u00f8kinum. Ta\u00f0 er eitt h\u00f8gt m\u00e1l at seta s\u00e6r, men eitt ney\u00f0ugt m\u00e1l. Avlei\u00f0ingarnar av kynsligum brotsverkum eru so miki\u00f0 \u00e1lvarsamar og ver\u00f0a bornar tv\u00f8rtur um \u00e6ttarli\u00f0. Ta\u00f0 darvar ikki bara tann einstaka, men alla familjuna og heil \u00e6ttarli\u00f0. Ringar upplivingar \u00ed barna\u00e1runum kunnu vara \u00ed generati\u00f3nir.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Or\u00f0 skapa eisini ein veruleika. Sj\u00e1lv f\u00fdlist eg \u00e1 or\u00f0ingarnar, sum ver\u00f0a n\u00fdttar, t\u00e1 i\u00f0 vit umr\u00f8\u00f0a kynsligan \u00e1gang. Eg minnist fr\u00e1 t\u00e1 i\u00f0 eg byrja\u00f0i at skriva um hetta fyri n\u00f3gvum \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani, at eg br\u00fakti or\u00f0ingina si\u00f0amisbrot. Ta\u00f0 er alt ov veikt, seg\u00f0i onkur vi\u00f0 meg, og ta\u00f0 er p\u00fara r\u00e6tt. Kynsligur \u00e1gangur er nokk eisini ov veikt. Kynsligur har\u00f0skapur er r\u00e6ttari og r\u00e6ttast er at siga kynslig brotsverk &#8211; t\u00ed brotsverk er ta\u00f0. \u00d3l\u00f3gligt og eitt brotsverk.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg ilskist eisini inn \u00e1 or\u00f0ingar \u00ed mi\u00f0lunum sum, at \u201cp\u00e1pi d\u00f8mdur fyri samlegu vi\u00f0 d\u00f3ttrina\u201d. Ein p\u00e1pi kann ikki hava samlegu vi\u00f0 d\u00f3ttrina. Ta\u00f0 er ney\u00f0t\u00f8ka og eitt kynsligt brotsverk.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Or\u00f0i\u00f0 barnaporno ver\u00f0ur eisini javnan br\u00fakt. Barnaporno? Hesi b\u00e6\u00f0i or\u00f0ini h\u00f3ska als ikki saman. Tosa vit ikki um talgild kynslig brotsverk m\u00f3ti b\u00f8rnum? Kynslig misn\u00fdtsla? Nei, ta\u00f0 eitur kynslig brotsverk!<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kynslig brotsverk kunnu henda allasta\u00f0ni. Og tey henda allasta\u00f0ni. Eisini har b\u00f8rn, og vaksin, eiga at kenna seg tryggast. Heima, hj\u00e1 n\u00e6stringum, vinum, \u00ed grannal\u00f8gum, samkomum, felagsskapum, arbei\u00f0spl\u00e1ssum og so framvegis. T\u00ed m\u00e1 uppl\u00fdsing og fyribyrging fara fram \u00e1 \u00f8llum m\u00f3tum. Og ta\u00f0 sum eisini er \u00f3hugnaligt er, at ta\u00f0 mangan eru f\u00f3lk, sum vit aldrin kundu \u00edmynda\u00f0 okkum, sum fremja brotsverkini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit hava t\u00f8rv \u00e1 eini dagf\u00f8rdari \u00e6tlan fyri, hvussu vit n\u00e1a eini 0- hugsj\u00f3n. T\u00ed leggur andst\u00f8\u00f0an n\u00fa \u00ed felag uppskot fram um hetta.<br>Vi\u00f0ger\u00f0in ver\u00f0ur \u00ed morgin.<br>Okkara v\u00f3n er, at l\u00f8gtingi\u00f0 stendur saman um hetta t\u00fddningarmikla m\u00e1l.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><a href=\"https:\/\/www.logting.fo\/mal\/mal\/?id=11567\">https:\/\/www.logting.fo\/mal\/mal\/?id=11567<\/a><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Siri\u00f0 SStenberg <\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Har\u00f0skapur hevur mong andlit. Eitt ta\u00f0 andstyggiligasta andliti\u00f0 er kynsligur har\u00f0skapur, ella kynslig brotsverk, sum vit eiga at kalla ta\u00f0. Oftast tosa vit um hetta slagi\u00f0 av har\u00f0skapi m\u00f3ti b\u00f8rnum, men ta\u00f0 kann eisini vera m\u00f3ti vaksnum. Allasta\u00f0ni, har ein valds\u00f3javni er, kann kynsligur \u00e1gangur fara fram. \u00c6ttarli\u00f0 eftir \u00e6ttarli\u00f0 hava liva\u00f0 vi\u00f0 lemjandi avlei\u00f0ingunum [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":42248,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[40],"tags":[],"class_list":["post-43975","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-politikkur"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-09-02 13:18:38","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/43975","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=43975"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/43975\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":43976,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/43975\/revisions\/43976"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/42248"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=43975"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=43975"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=43975"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}