{"id":44027,"date":"2026-09-01T07:52:03","date_gmt":"2026-09-01T06:52:03","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=44027"},"modified":"2026-09-01T07:52:04","modified_gmt":"2026-09-01T06:52:04","slug":"til-minnis-um-urmaelingin-a-sjogvi-og-landi-olaf-olsen","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=44027","title":{"rendered":"Til minnis um \u00farm\u00e6lingin \u00e1 sj\u00f3gvi og landi, Olaf Olsen"},"content":{"rendered":"\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Fr\u00edggjadagin b\u00f3rust bo\u00f0ini um, at Olaf Olsen, fyrrverandi l\u00f8gtings- og landsst\u00fdrisma\u00f0ur fyri F\u00f3lkaflokkin og fj\u00f8lg\u00e1va\u00f0ur, st\u00f3rvirkin vinnul\u00edvsma\u00f0ur, er farin foldum fr\u00e1, 91 \u00e1ra gamal.<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Olaf var stillf\u00f8rur ma\u00f0ur. Hann var kendur fyri s\u00edtt r\u00f3liga og s\u00e1ttliga lyndi og hev\u00f0i ikki fyri ney\u00f0ini at br\u00faka st\u00f3r or\u00f0 ella gera n\u00f3gvan h\u00e1va um seg. Men aftan fyri stillf\u00f8ra huglagi\u00f0 og atbur\u00f0in var ein ma\u00f0ur vi\u00f0 n\u00f3gvari vitan, tilviti, dr\u00fagvum royndum \u00e1 sj\u00f3gvi og landi og grei\u00f0um hugsj\u00f3num.<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Hann var v\u00e6l lisin, fylgdi v\u00e6l vi\u00f0 og var\u00f0veitti s\u00edn st\u00f3ra \u00e1huga fyri tr\u00faar- og vinnul\u00edvi og samfelagsvi\u00f0urskiftum til ta\u00f0 seinasta.<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8211;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Olaf var\u00f0 borin \u00ed heim \u00ed S\u00f8ldarfir\u00f0i \u00ed 1935. Foreldrini v\u00f3ru ha\u00f0ani, Agnas og J\u00e1kup Olsen, vanliga nevndur Jakku \u00ed S\u00f8ldarfir\u00f0i. Tey b\u00e6\u00f0i fingu 8 b\u00f8rn, 2 dreingir og 6 systrar, men yngsta, Rosa, doy\u00f0i bert eina viku gomul. P\u00e1pi Olaf, Jakku, eigur fleiri av kendu sangunum \u00ed Sangb\u00f3k Guds F\u00f3lks.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Korini v\u00f3ru trong, og familjan flutti ikki inn \u00ed egin h\u00fas fyrr enn \u00ed 1948. T\u00e1 var Olaf 12 \u00e1ra gamal.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Trongu korini settu s\u00edni spor \u00ed Olaf b\u00e6\u00f0i so og so. Longu sum bla\u00f0ungur var hann raskur at arbei\u00f0a. Hann gj\u00f8rdi nyttu sum sl\u00f3ttuma\u00f0ur, fl\u00f3rs\u00f3pari, k\u00f8stskumpari, fjallma\u00f0ur, torvberi o.t. hj\u00e1 trimum skyldmonnum, sum v\u00f3ru b\u00f8ndur, og fekk nakrar f\u00e1ar kr\u00f3nur afturfyri, sum hann gav m\u00f3\u00f0ur s\u00edni.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eitt fast arbei\u00f0i um veturin var, t\u00e1 s\u00f8ldfir\u00f0ingar rudda\u00f0u kava vi\u00f0 skuplu av vegnum ni\u00f0an \u00edm\u00f3ti g\u00f8tumonnum, til teir m\u00f8ttust uppi \u00e1 G\u00f8tuei\u00f0i, so koyrandi var vi\u00f0 f\u00f3lki og farmi millum S\u00f8ldarfj\u00f8r\u00f0 (Toftir) og Fuglafj\u00f8r\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Olaf hugsa\u00f0i longu t\u00e1, hvussu \u00f3ney\u00f0uga str\u00e6vi\u00f0 ta\u00f0 var at endurtaka og arbei\u00f0a vi\u00f0 hond solei\u00f0is dag um dag, til ta\u00f0 var kava\u00f0, foki\u00f0 og fanna\u00f0 aftur\u00edaftur morgunin eftir. Solei\u00f0is hugsar, venist og mennist ein komandi \u00edbirtari, sl\u00f3\u00f0ari og at enda vinnul\u00edvsma\u00f0ur sum Olaf.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">&#8212;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sj\u00f3l\u00edvi\u00f0 og fiskivinnan v\u00f3ru ein t\u00fd\u00f0andi partur av l\u00edvinum hj\u00e1 Olafi. Sum ungur f\u00f3r hann fyrst sum kokkur og 5. ma\u00f0ur vi\u00f0 sandb\u00e1ti hj\u00e1 D\u00e1njal J\u00e1kupi Jacobsen. So fr\u00e6gt l\u00e6rdi Olaf at kokkast, at Alfred \u00ed Grund ba\u00f0 hann vi\u00f0 sum mess \u00e1 trolaranum T\u00f3rhalli. Hann sigldi vi\u00f0 honum tveir t\u00farar, \u00ed 5 m\u00e1na\u00f0ir tilsamans.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">1952-54 var Olaf vi\u00f0 Atlantfarinum, t\u00e1 st\u00f3r skonart, vi\u00f0 l\u00ednu til saltfisk\u00ed Gr\u00f8nlandi og \u00ed 1954 \u00e1 sild nor\u00f0anfyri vi\u00f0 g\u00f8rnum. \u00cd 1950-\u00e1runum var aftur ring kreppa, so 100-tals f\u00f8royingar sigldu vi\u00f0 \u00edslendskum trolarum. Olaf f\u00f3r sj\u00e1lvur vi\u00f0 Gudmundi Juni og Thorkelli M\u00e1na \u00ed 1955-57. Har l\u00e6rdi hann seg \u00edslendskt til l\u00edtar. Sum b\u00e1tsma\u00f0ur og 2. bestima\u00f0ur l\u00e6rdi hann fiskiskap vi\u00f0 troli. At ri\u00f0a (trol)net h\u00f8vdu J\u00f3an Jakku abbabeiggin og Jakku p\u00e1pin l\u00e6rt hann. Ta\u00f0 kom v\u00e6l vi\u00f0 undir \u00cdslandi og skuldi gerast st\u00f3rur partur av l\u00edvi Olafs sum vinnul\u00edvsmanni \u00ed Fuglafir\u00f0i og \u00ed Havn \u00e1 trolvirkinum V\u00f3nini og \u00ed Runav\u00edk \u00e1 Beta.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd \u00cdslandi spardi hann 3.000 kr saman hv\u00f8rt \u00e1r til Sj\u00f3mannask\u00falan. Summari\u00f0 1958 var hann vi\u00f0 Kaj \u00ed Hvannasundi \u00e1 Sk\u00e1labergi. Aftur 3.000 kr har.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e1 Olaf f\u00f3r til Havnar at l\u00e6ra til skipara og st\u00fdrimann hitti hann eisini gentuna, Honnu Sundstein. \u00cd 1962 giftust tey b\u00e6\u00f0i, b\u00fasettust vi\u00f0 eystara arm \u00e1 Sk\u00e1lafj\u00f8r\u00f0inum og fingu \u00e1rini 1963 \u2013 1973 f\u00fdra b\u00f8rn: Malina, Ragnar, Ester og Honnu. \u00d8ll giftust og b\u00fasettust \u00ed S\u00f8ldarfir\u00f0i og fingu b\u00f8rn her.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eftir st\u00fdrimanspr\u00f3gv \u00ed Havn sigldi Olaf sum yvirma\u00f0ur hj\u00e1 DFDS. So f\u00f3r hann til Marstal og t\u00f3k pr\u00f3gv sum skipsf\u00f8rari \u00ed 1965. \u00cd 1967 f\u00f3r Olaf \u00e1 Danmarks Tekniske Institut til v\u00ed\u00f0ari \u00fatb\u00fagving, sum gav honum kjans sum l\u00e6rari \u00e1 Sj\u00f3mannask\u00falanum. Men starv \u00e1 sk\u00falabeinki var heldur f\u00e1ligt hj\u00e1 einum pressara sum Olafi Olsen.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd 1969 keyptu Olaf, t\u00e1 33 \u00e1ra gamal, o.a. \u00eddna\u00f0artrolaran V\u00f3nina, sum eigararnir allir sigldu vi\u00f0 fyrstu t\u00ed\u00f0ina. Hetta gj\u00f8rdist byrjanin til eitt langt og virki\u00f0 l\u00edv \u00ed f\u00f8royskum vinnul\u00edvi. Olaf, J\u00e1kup Oluf \u00e1 Lakjuni o.a. fingu bo\u00f0i\u00f0 og keyptu eitt l\u00edti\u00f0 netavirki \u00ed einum kjallara (City) \u00ed Fuglafir\u00f0i og s\u00ed\u00f0an \u00fatger\u00f0ina \u00e1 trolvirkinum hj\u00e1 Poul Hansen, stj\u00f3ra \u00e1 Kimbil, i\u00f0 reiddi \u00fat og helt t\u00edl \u00e1 Bacalao.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Trolvirki\u00f0 V\u00f3nin flutti til Fuglafjar\u00f0ar, og var Olaf \u00ed mong \u00e1r stj\u00f3ri \u00ed felagnum, i\u00f0 st\u00f3\u00f0 hansara hjarta so n\u00e6r. Virki\u00f0 er \u00fatbygt fleiri fer\u00f0ir og gj\u00f8rdist eitt altj\u00f3\u00f0a felag, i\u00f0 seldi sni\u00f0givin trol til ymsar vei\u00f0ur og veitti trolt\u00e6nastur innan- sum uttanlands.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Um 1970 keypti Skipafelagi\u00f0 F\u00f8royar teir sonevndu 10 \u2019kubatrolararnar\u2019. Teir v\u00f3ru bygdir \u00ed Eysturt\u00fdsklandi sum sosialhj\u00e1lp til kommunistiska Kuba. Men har t\u00edmdi eingin at sigla ella fiska. So Oddur Niclasen, stj\u00f3ri \u00e1 Skipafelagnum og Kn\u00fat Nols\u00f8e, maskinmeistari, gj\u00f8rdu av at keypa hesi \u00f3br\u00faktu skip fyri 1 mi\u00f3. Kr. stykki\u00f0. Carl Vilhelm Weihe o.a. bu\u00f0u Olafi at leggja eina \u00e6tlan til at seta hesar 10 trolarararnar i stand til fiskiskap vi\u00f0 F\u00f8royar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Henda royndin eydna\u00f0ist, og skipini v\u00f3r\u00f0u rikin \u00far Runav\u00edk vi\u00f0 Olafi sum stj\u00f3ra \u00e1 n\u00fdstovna\u00f0a felagnum Beta. Ta\u00f0 var vi\u00f0 til at menna ein t\u00fd\u00f0andi part av f\u00f8roysku fiskivinnuni, ikki minst (par)troling eftir upsa.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Serliga gj\u00f8rdist Olaf t\u00e6tt kn\u00fdttur at Beta og kubatrolarunum, sum hava fiska\u00f0 og landa\u00f0 100-t\u00fasundtals tons fyri \u00f3taldar milli\u00f3nir kr\u00f3nur av hesum fiskaslag. Tey fyrstu \u00e1rini landa\u00f0u kubatrolararnir mest til Handils- og Frystivirki\u00f0, flakavirki\u00f0 \u00ed Fuglafir\u00f0i, sum Olaf eisini var stj\u00f3ri \u00e1. Eisini \u00ed t\u00ed virkinum var Olaf vi\u00f0 til at skapa \u00edalt 100-tals arbei\u00f0spl\u00e1ss \u00ed fleiri \u00e1ra-10.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Olaf og J\u00f3gvan I. Olsen, tingmannur og rei\u00f0ari \u00e1 Toftum, t\u00f3ku stig til at stovna og byggja h\u00f8li \u00e1 kei\u00f8kinum \u00e1 Toftum til F\u00f8roya Fiskamarkna\u00f0, i\u00f0 hevur havt risa t\u00fddning fyri ein opnan markna\u00f0 fyri allan tann fisk, i\u00f0 f\u00f8royskir fiskimenn h\u00f8vdu ynski um at selja til besta pr\u00eds. Hann hevur virka\u00f0 miki\u00f0 v\u00e6l og er n\u00fa ryggurin \u00ed einum v\u00e6l virkandi og fr\u00edum keyps- og s\u00f8lusk\u00e1la av fiski fr\u00e1 f\u00f8royskum skipum til f\u00f8roysk framlei\u00f0sluvirki.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eisini t\u00f3ku Olaf o.a. stig til at stovna og byggja eina Kassami\u00f0stj\u00f8\u00f0, so g\u00f3\u00f0 \u00edl\u00f8t kundu vera til keyps og leigu hj\u00e1 f\u00f8royskum skipum, i\u00f0 \u00e1 tann h\u00e1tt fingu g\u00f3\u00f0skubetri fisk landa\u00f0an.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hesin kunnleikin og hesar royndirnar t\u00f3k Olaf vi\u00f0 s\u00e6r inn \u00ed politiska arbei\u00f0i\u00f0, og \u00ed 1980 var\u00f0 hann valdur \u00e1 F\u00f8roya L\u00f8gting fyri F\u00f3lkaflokkin \u00ed Eysturoy. Har sat hann \u00ed 14 \u00e1r, fram til 1994. \u00cd tveimum umf\u00f8rum var\u00f0 honum liti\u00f0 upp \u00ed hendur at r\u00f8kja landsst\u00fdrissess. Fyrra skei\u00f0i\u00f0 hev\u00f0i hann \u00e1byrgdina av fiskivinnu- og handilsm\u00e1lum, og seinna skei\u00f0i\u00f0 umsat hann \u00eddna\u00f0ar-, heilsu- og landb\u00fana\u00f0arm\u00e1l. Hann r\u00f8kti eisini sessin sum varal\u00f8gma\u00f0ur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Olaf hev\u00f0i politiskan rygg og dirvi til at skerja dj\u00fapt \u00e1 teimum m\u00e1ls\u00f8kjum, hann umsat, t\u00e1 ta\u00f0 galt at r\u00e6tta ein viknandi f\u00f8royska b\u00faskapin vi\u00f0 fiskaloysi \u00ed 1990-\u00e1runum inn til n\u00fdggjar avbj\u00f3\u00f0ingar vi\u00f0<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men Olaf var meira enn vinnul\u00edvsma\u00f0ur og politikari.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Tr\u00fagvin hev\u00f0i st\u00f3ran t\u00fddning \u00ed hansara l\u00edvi. Fr\u00e1 ungum \u00e1rum hev\u00f0i hann s\u00edna gongd \u00ed samkomul\u00edvinum, fyrst \u00ed Elim \u00ed S\u00f8ldarfir\u00f0i og seinni \u00ed Ber\u00f8a \u00ed Saltangar\u00e1, har hann sat \u00ed elstar\u00e1\u00f0num i mong \u00e1r.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Olaf hevur t\u00fdtt til f\u00f8royskt fleiri b\u00f8kur um tr\u00faarkappar, i\u00f0 hava \u00e1virka\u00f0 hann og mong onnur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">H\u00f3ast Olaf fyri mongum \u00e1rum s\u00ed\u00f0an gavst \u00ed politikki, hvarv samfelags\u00e1hugin ongant\u00ed\u00f0. Hann helt fram at lesa, skriva og taka lut \u00ed or\u00f0askiftinum. Hann hev\u00f0i \u00e1huga fyri t\u00ed, sum hendi rundan um seg, og hev\u00f0i framvegis n\u00f3gv at bera v\u00ed\u00f0ari av s\u00ednum royndum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eisini s\u00f8guna og virki \u00e1 sj\u00f3gvi og landi helt hann fast um. \u00cd n\u00f3gv \u00e1r savna\u00f0i og var\u00f0veitti hann eitt st\u00f3rt skjalatilfar um f\u00f8roysku fiskivinnuna og virksemi\u00f0 hj\u00e1 Beta. Vi\u00f0 hesum syrgdi hann fyri, at ein partur av f\u00f8royskari vinnus\u00f8gu ikki f\u00f3r \u00ed gloymskuna, men kundi var\u00f0veitast fyri eftirt\u00ed\u00f0ina, um nakar fiski- ella havfr\u00f8\u00f0ingur tekur seg saman til at arbei\u00f0a vi\u00f0 hesum r\u00fagvis- og vir\u00f0ismikla tilfari, ta\u00f0 einasta av s\u00ednum slagi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00fa Olaf er farin og sameindur vi\u00f0 s\u00edni k\u00e6ru og vinir \u00ed \u00e6vinleikanum, stendur eftir hann eitt langt og virki\u00f0 l\u00edv og eitt st\u00f3rt \u00edkast til f\u00f8royska samfelagi\u00f0farnu 3\/4-\u00f8ldina.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vit \u00ed F\u00f3lkaflokkinum minnast Olaf vi\u00f0 vir\u00f0ing og takksemi. Vit takka honum fyri hansara risa arbei\u00f0i fyri f\u00f8royskum vinnul\u00edvi og fyri tr\u00fafesti m\u00f3ti flokkinum og fyri politiska arbei\u00f0i\u00f0 og avrikini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Tankar okkara eru hj\u00e1 familjuni og \u00f8llum teimum, i\u00f0 st\u00f3\u00f0u Olafi n\u00e6r.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Fri\u00f0ur veri vi\u00f0 minninum um Olaf Olsen.<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>F\u00f3lkaflokkurin<\/strong><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Fr\u00edggjadagin b\u00f3rust bo\u00f0ini um, at Olaf Olsen, fyrrverandi l\u00f8gtings- og landsst\u00fdrisma\u00f0ur fyri F\u00f3lkaflokkin og fj\u00f8lg\u00e1va\u00f0ur, st\u00f3rvirkin vinnul\u00edvsma\u00f0ur, er farin foldum fr\u00e1, 91 \u00e1ra gamal. Olaf var stillf\u00f8rur ma\u00f0ur. Hann var kendur fyri s\u00edtt r\u00f3liga og s\u00e1ttliga lyndi og hev\u00f0i ikki fyri ney\u00f0ini at br\u00faka st\u00f3r or\u00f0 ella gera n\u00f3gvan h\u00e1va um seg. Men aftan fyri [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":44028,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[3],"tags":[],"class_list":["post-44027","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-lesarin-skrivar"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-09-08 09:24:55","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/44027","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=44027"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/44027\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":44029,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/44027\/revisions\/44029"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/44028"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=44027"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=44027"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=44027"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}