{"id":44128,"date":"2026-09-14T11:11:30","date_gmt":"2026-09-14T10:11:30","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=44128"},"modified":"2026-09-14T11:11:30","modified_gmt":"2026-09-14T10:11:30","slug":"14-september-logmadur-hevur-ta-breidu-semjuna-at-fremja","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=44128","title":{"rendered":"14 september \u2013 L\u00f8gma\u00f0ur hevur ta brei\u00f0u semjuna at fremja"},"content":{"rendered":"\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fyri okkum tj\u00f3\u00f0skaparf\u00f3lk er 14. september ein dagur at ste\u00f0ga \u00e1 og grunda yvir b\u00e6\u00f0i, hvat ta\u00f0 var, sum hendi \u00e1 f\u00f3lkaatkv\u00f8\u00f0uni \u00ed 1946, og ein \u00e1minning um, at vit enn ikki hava fult r\u00e6\u00f0i \u00e1 okkara landi. Dagurin er eisini til at seta fer\u00f0 \u00e1 seinastu fetini m\u00f3ti fr\u00e6lsa, f\u00f8royska statinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er \u00f3tr\u00faligt at hugsa s\u00e6r til, at F\u00f8roya f\u00f3lk \u00ed 1946 atkv\u00f8ddu fyri loysing, og at eitt demokratiskt val \u00ed F\u00f8royum bleiv \u00f3gilda\u00f0 av d\u00f8num. Kongur sendi tingi\u00f0 til h\u00fas. \u00cd dag eru ta\u00f0 80 \u00e1r, s\u00ed\u00f0an hetta hendi. 80 \u00e1r er ikki longri enn, at hetta er t\u00e1 i\u00f0 ommur og abbar m\u00ednir v\u00f3ru \u00ed bestu \u00e1rum og kundu atkv\u00f8\u00f0a. Hvat h\u00f8vdu vit sagt \u00ed dag, um f\u00f3lkar\u00e6\u00f0i okkara solei\u00f0is bleiv sk\u00fagva\u00f0 til viks, og f\u00f8royski f\u00f3lkaviljin ikki bleiv virdur? Ta\u00f0 h\u00f8vdu vit aldri g\u00f3\u00f0tiki\u00f0, og ta\u00f0 skulu vit heldur ikki! Hetta sigur okkum naka\u00f0 um, hvussu langt danir v\u00f3ru &#8211; kanska eru &#8211; tilrei\u00f0ar at fara fyri at halda fast upp \u00e1 F\u00f8royar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00edbetur hava vit \u00f8ll \u00e1rini havt eina tj\u00f3\u00f0skaparr\u00f8rslu, sum st\u00fatt og st\u00f8\u00f0ugt hevur barst fyri at vinna okkum sj\u00e1lvr\u00e6\u00f0i og solei\u00f0is bygt land.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Vegurin n\u00fa er tj\u00f3\u00f0arsemjan<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd s\u00f8guligu tj\u00f3\u00f0arsemjuni eru flokkarnir komnir til eina felags ni\u00f0urst\u00f8\u00f0u um, at F\u00f8royar og Danmark skulu skipast sum javnsett lond. Ikki sum n\u00fa, har Danmark er yvir og F\u00f8royar eru undir.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fyri at gera hetta krevst, at F\u00f8royar ver\u00f0a skipa\u00f0ar sum ein statur ella sum eitt sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ugt land, sum vit eisini siga.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Somulei\u00f0is inniber tj\u00f3\u00f0arsemjan, at F\u00f8royar f\u00e1a fult r\u00e6\u00f0i \u00e1 uttanr\u00edkispolitikkinum og f\u00e1a teir altj\u00f3\u00f0a limaskapir, okkum t\u00f8rvar. Hetta eru grunds\u00falurnar \u00ed tj\u00f3\u00f0arsemjuni, sum F\u00f3lkaflokkurin, Javna\u00f0arflokkurin, Tj\u00f3\u00f0veldi, Frams\u00f3kn og Mi\u00f0flokkurin standa saman um og n\u00fa eisini Sj\u00e1lvst\u00fdri.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Heimurin er samansettur av sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ugum londum &#8211; statum. Ta\u00f0 eru statir, sum hava ein sess vi\u00f0 bor\u00f0i\u00f0, har avger\u00f0irnar ver\u00f0a tiknar. F\u00e1a vit ikki ein sess vi\u00f0 bor\u00f0i\u00f0, fara avger\u00f0ir framvegis at ver\u00f0a tiknar uttan um okkum \u00e1 fleiri \u00f8kjum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg havi mangan \u00ed politiska l\u00edvinum uppliva\u00f0 kensluna av at vera sett uttanfyri og kensluna av, at vit skulu umbo\u00f0ast antin gj\u00f8gnum onnur ella hava f\u00f3lk vi\u00f0 okkum \u00e1 fundir. Solei\u00f0is r\u00e1\u00f0a vit ikki \u00ed egnum landi, l\u00edvi og egnum vi\u00f0urskiftum. Hetta gerst serliga sj\u00f3nligt \u00ed st\u00f8\u00f0um, har Merki\u00f0 ikki sleppur at veittra fr\u00edtt millum heimsins fl\u00f8gg.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 sn\u00fdr seg um, hv\u00f8r hevur avger\u00f0arr\u00e6ttin yvir F\u00f8royum, og hv\u00f8r hevur avgerandi or\u00f0i\u00f0 okkara vegna. Sj\u00e1lvsagt vilja vit, at f\u00f8royingar r\u00e1\u00f0a \u00ed og yvir F\u00f8royum. Hetta er okkara land, og vit r\u00f8kja best okkara \u00e1hugam\u00e1l sj\u00e1lvi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hv\u00ed er ney\u00f0ugt at gerast eitt sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ugt land, kann onkur kanska spyrja?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ors\u00f8kirnar eru so mangar. Vit hava gj\u00f8gnum \u00e1rini yvirtiki\u00f0 eina r\u00f8\u00f0 av m\u00e1ls\u00f8kjum og samstundis minka\u00f0 blokkin. Ta\u00f0 er trupult at gera fleiri yvirt\u00f8kur, t\u00ed t\u00e6r flestu, sum eru eftir, eru kn\u00fdttar at suverenitetinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 gerst alsamt truplari at agera sum hj\u00e1land. St\u00f3rveldini r\u00e6\u00f0a og spja\u00f0a. Vanligar reglur eru settar til viks, og tosa\u00f0 ver\u00f0ur p\u00fara opi\u00f0 um at taka onnur lond, t\u00ed man s\u00e6r eitt vir\u00f0i \u00ed teimum fyri seg sj\u00e1lv og neyvan fyri tey, sum b\u00fagva \u00ed landinum. Sl\u00edk st\u00f3rm\u00e1l vi\u00f0gera statir, t\u00ed statir verja hv\u00f8rjar a\u00f0rar og tosa so at siga bert vi\u00f0 statir. Hj\u00e1londini kunnu vera tikin vi\u00f0 upp \u00e1 r\u00e1\u00f0 og hoyrd, men veruliga samr\u00e1\u00f0ingin fer fram gj\u00f8gnum statin.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Samstarv er ein treyt \u00ed heiminum. Ta\u00f0 sn\u00fdr seg ikki um at vera sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ugt land og s\u00ed\u00f0an lata seg aftur um seg sj\u00e1lvt, men um at lata upp fyri samstarvi vi\u00f0 heimin. Sum n\u00fa er gongur okkara samstarv einans gj\u00f8gnum eina kanal \u00ed Danmark.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Sum ein lutfalsliga l\u00edtil markna\u00f0ur hava vit t\u00f8rv \u00e1 g\u00f3\u00f0um handilsavtalum. Eisini har er st\u00f3rur partur av for\u00f0anini, at vit ikki eru sj\u00e1lvst\u00f8\u00f0ugt land. Vit hava t.d. roynt at f\u00e1a limaskap \u00ed EFTA, men ta\u00f0 hevur ikki eydnast. Vit s\u00edggja eisini, hvussu n\u00f3gv \u00e1r og hvussu st\u00f3rt arbei\u00f0i vit skuldu leggja \u00ed bara at f\u00e1a loyvi at s\u00f8kja limaskapin \u00ed WTO. Og hvat vi\u00f0 IOC limaskapi? \u00c6tla vit, at f\u00f8roysku \u00edtr\u00f3ttaf\u00f3lkini ikki skulu sleppa til OL undir Merkinum?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hesi r\u00edkisr\u00e6ttarligu bond eru A, C, D, E, F og H samd um at loysa. Tann s\u00f8guliga l\u00f8tan er n\u00fa. L\u00f8gma\u00f0ur hevur v\u00edst \u00e1, at brei\u00f0ar semjur eru vegurin fram. Tj\u00f3\u00f0arsemjan er ein brei\u00f0 semja, so n\u00fa er at f\u00e1a hana framda \u00ed verki.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Tj\u00f3\u00f0veldi fer gj\u00f8gnum vikuna at skipa fyri eini r\u00f8\u00f0 av tilt\u00f8kum, og at deila ymiskt tilfar, so vit eisini kunnu uppl\u00fdsa um, hvat hendi \u00e1 f\u00f3lkaatkv\u00f8\u00f0uni og v\u00edsa \u00e1, hv\u00f8r okkara k\u00f3s er m\u00f3ti fr\u00e6lsu F\u00f8royum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vi\u00f0 fr\u00e6lsiskv\u00f8\u00f0u Siri\u00f0 Stenberg, forkvinna \u00ed Tj\u00f3\u00f0veldi<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Fyri okkum tj\u00f3\u00f0skaparf\u00f3lk er 14. september ein dagur at ste\u00f0ga \u00e1 og grunda yvir b\u00e6\u00f0i, hvat ta\u00f0 var, sum hendi \u00e1 f\u00f3lkaatkv\u00f8\u00f0uni \u00ed 1946, og ein \u00e1minning um, at vit enn ikki hava fult r\u00e6\u00f0i \u00e1 okkara landi. Dagurin er eisini til at seta fer\u00f0 \u00e1 seinastu fetini m\u00f3ti fr\u00e6lsa, f\u00f8royska statinum. Ta\u00f0 er \u00f3tr\u00faligt [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":44129,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[40],"tags":[],"class_list":["post-44128","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-politikkur"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-09-21 12:56:12","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/44128","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=44128"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/44128\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":44130,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/44128\/revisions\/44130"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/44129"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=44128"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=44128"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=44128"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}