{"id":44205,"date":"2026-09-21T17:00:00","date_gmt":"2026-09-21T16:00:00","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=44205"},"modified":"2026-09-21T15:48:23","modified_gmt":"2026-09-21T14:48:23","slug":"nyggj-farmaleid-umvegis-vags-havn","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=44205","title":{"rendered":"N\u00fdggj farmalei\u00f0 umvegis V\u00e1gs havn"},"content":{"rendered":"\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd dag byrjar Samskip n\u00fdggja regluliga farmasigling millum F\u00f8royar og Skotlandi. Siglt ver\u00f0ur tv\u00e6r fer\u00f0ir um vikuna \u00far Runav\u00edk, umvegis V\u00e1g og v\u00ed\u00f0ari til Scrabster. Skipi\u00f0 kemur \u00e1 V\u00e1g um midn\u00e1ttarleiti\u00f0 og hesa fyrstu fer\u00f0ina ver\u00f0ur ta\u00f0 skipi\u00f0 Silver Pearl.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00fdggja farlei\u00f0in er eitt t\u00fd\u00f0andi stig fyri V\u00e1gs havn og fyri vinnul\u00edvi\u00f0 \u00ed V\u00e1gi og Su\u00f0uroynni sum heild. Vi\u00f0 f\u00f8stum farmasambandi f\u00e1a fyrit\u00f8kur \u00ed oynni betri og skj\u00f3tari atgongd til bretska markna\u00f0in og v\u00ed\u00f0ari \u00fat \u00ed heim. Sambandi\u00f0 millum Su\u00f0uroynna og Skotland hevur havt s\u00f8guligan st\u00f3ran t\u00fddning fyri vinnuliga virksemi\u00f0 \u00ed oynni, og t\u00ed er ta\u00f0 gle\u00f0iligt, at eitt fast sj\u00f3vegis samband n\u00fa aftur ver\u00f0ur skipa\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Siglt ver\u00f0ur tv\u00e6r fer\u00f0ir um vikuna<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Samskip fer at reka n\u00fdggju lei\u00f0ina vi\u00f0 farmaskipinum MV Silver Arctic. \u00c6tlanin er at sigla tv\u00e6r fer\u00f0ir um vikuna inn \u00e1 V\u00e1g, og ein t\u00fd\u00f0andi partur av grundarlagnum undir farlei\u00f0ini er \u00fatflutningurin av f\u00f8royskum laksi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Samskip og FarCargo, flutningsfelagi\u00f0 hj\u00e1 Bakkafrost, hava gj\u00f8rt eina langt\u00ed\u00f0aravtalu um flutning \u00e1 lei\u00f0ini. Avtalan er vi\u00f0 til at tryggja grundarlagi\u00f0 undir regluligu siglingini. H\u00f3ast laksaflutningurin er ein t\u00fd\u00f0andi partur av grundarlagnum, ver\u00f0ur farmalei\u00f0in eisini opin fyri a\u00f0rar kundar. F\u00f8royskar og bretskar fyrit\u00f8kur f\u00e1a sostatt m\u00f8guleika at flyta farm b\u00e6\u00f0i \u00far F\u00f8royum til Bretlands og \u00far Bretlandi aftur til F\u00f8roya.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Farlei\u00f0in vil hava vi\u00f0 s\u00e6r, at framlei\u00f0slufyrit\u00f8kur kunnu tillaga framlei\u00f0sluna skynsamari og eftir fer\u00f0a\u00e6tlanini hj\u00e1 MV Silver Arctic, t\u00e1 flutningur n\u00fa ver\u00f0ur \u00far V\u00e1gi, heldur enn vi\u00f0 Smyrli fyri so v\u00ed\u00f0ari. Ta\u00f0 ver\u00f0ur eisini v\u00e6nta\u00f0, at st\u00f3ru mongdirnar av farmi, sum n\u00fa fara um keikantin \u00ed V\u00e1gi, vil hava jaliga \u00e1virkan \u00e1 su\u00f0uroyarlei\u00f0ina. Ta\u00f0 er nevniliga kent, at Smyril \u00ed st\u00f3ran mun flytir n\u00f3gvan farm millum Su\u00f0uroynna og Havnina og at hesin flutningur hevur neiliga \u00e1virkan \u00e1 fer\u00f0af\u00f3lkini umbor\u00f0, serliga t\u00e1 seinkingar eru \u00ed fr\u00e1fer\u00f0um ella t\u00e1 Smyril ikki hevur pl\u00e1ss fyri allar bilarnar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>N\u00fdggir m\u00f8guleikar fyri vinnul\u00edvi\u00f0<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Scrabster liggur v\u00e6l fyri \u00ed nor\u00f0ara parti av Skotlandi og hevur gott samband v\u00ed\u00f0ari til markna\u00f0ir og flutningsmi\u00f0st\u00f8\u00f0ir \u00ed Bretlandi. Samskip hevur saman vi\u00f0 lokalum veitarum fyrireika\u00f0 eina samla\u00f0a logistikkloysn vi\u00f0 lossing, umskipan og v\u00ed\u00f0ari flutningi \u00ed Bretlandi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fyri V\u00e1gs havn er n\u00fdggja farlei\u00f0in eisini ein t\u00fd\u00f0andi li\u00f0ur \u00ed arbei\u00f0inum at menna havnina og skapa meira virksemi \u00e1 havnalagnum.<\/p>\n\n\n\n<blockquote class=\"wp-block-quote is-layout-flow wp-block-quote-is-layout-flow\">\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00fdggja farlei\u00f0in er eitt t\u00fd\u00f0andi stig fyri V\u00e1gs havn, lokala vinnul\u00edvi\u00f0, ja fyri vinnul\u00edvi\u00f0 \u00ed F\u00f8royum. Vi\u00f0 f\u00f8stum farmasambandi f\u00e1a fyrit\u00f8kur \u00ed F\u00f8royum&nbsp;betri og skj\u00f3tari atgongd til bretska markna\u00f0in og v\u00ed\u00f0ari \u00fat \u00ed heim, sigur Marin H. G\u00e5rdlykke, forkvinna \u00ed havna- og vinnunevndini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">At Samskip velur V\u00e1gs havn sum basa \u00ed Su\u00f0uroynni er ein vi\u00f0urkenning av teimum m\u00f8guleikum, sum V\u00e1gs havn hevur, og okur gle\u00f0a okum til samstarvi\u00f0, t\u00ed hetta kann gerast eitt t\u00fddningarmiki\u00f0 stig \u00ed&nbsp; v\u00ed\u00f0ari menningini av V\u00e1gs havn. Sigur Bjarni Johansen, borgarstj\u00f3ri.<\/p>\n<\/blockquote>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">V\u00e1gs havn hevur eitt 5.000 fermetra st\u00f3rt havnalag \u00e1 nor\u00f0urs\u00ed\u00f0uni av V\u00e1gsfir\u00f0i vi\u00f0 atl\u00f8gubryggju, eisini ro-ro, og fleiri atl\u00f8gupl\u00e1ssum. Havnin er ISPS-g\u00f3\u00f0kend og veitir havnat\u00e6nastur alt samd\u00f8gni\u00f0.<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>\u00cd dag byrjar Samskip n\u00fdggja regluliga farmasigling millum F\u00f8royar og Skotlandi. Siglt ver\u00f0ur tv\u00e6r fer\u00f0ir um vikuna \u00far Runav\u00edk, umvegis V\u00e1g og v\u00ed\u00f0ari til Scrabster. Skipi\u00f0 kemur \u00e1 V\u00e1g um midn\u00e1ttarleiti\u00f0 og hesa fyrstu fer\u00f0ina ver\u00f0ur ta\u00f0 skipi\u00f0 Silver Pearl. N\u00fdggja farlei\u00f0in er eitt t\u00fd\u00f0andi stig fyri V\u00e1gs havn og fyri vinnul\u00edvi\u00f0 \u00ed V\u00e1gi og [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":22,"featured_media":44206,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[41],"tags":[],"class_list":["post-44205","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-tidindaskriv"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-09-29 20:37:33","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/44205","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/22"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=44205"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/44205\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":44207,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/44205\/revisions\/44207"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/44206"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=44205"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=44205"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=44205"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}