{"id":44383,"date":"2026-10-12T10:18:40","date_gmt":"2026-10-12T09:18:40","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=44383"},"modified":"2026-10-12T10:35:38","modified_gmt":"2026-10-12T09:35:38","slug":"44383","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=44383","title":{"rendered":"Kommunul\u00e6knafelagi\u00f0: Hv\u00f8r hevur \u00e1byrgdina?"},"content":{"rendered":"\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00fa f\u00edggjarl\u00f3garuppskoti\u00f0 fyri 2027 skal vi\u00f0gerast \u00ed L\u00f8gtinginum, hoyra vit um n\u00f3gv \u00f8ki \u00ed heilsuverkinum, sum hava t\u00f8rv \u00e1 fleiri pengum. Ta\u00f0 skilja vit v\u00e6l. T\u00f8rvurin er st\u00f3rur, og pengarnir eru ikki \u00f3avmarka\u00f0ir.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kommunul\u00e6knafelagi\u00f0 vil kortini gera vart vi\u00f0 eitt \u00f8ki, sum l\u00e6ttliga hv\u00f8rvur millum allar einst\u00f8ku j\u00e1ttanirnar: Vit hava t\u00f8rv \u00e1 l\u00e6knafakligari lei\u00f0slu av kommunul\u00e6kna\u00f8kinum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Heilsutrygd umsitur kommunul\u00e6knaskipanina og L\u00e6knavaktina. Kortini hevur Heilsutrygd ongan l\u00e6knafakligan stj\u00f3ra.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta hevur Kommunul\u00e6knafelagi\u00f0 gj\u00f8rt vart vi\u00f0 \u00ed fleiri \u00e1r, og Heilsum\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0 hevur eisini arbeitt vi\u00f0 \u00e6tlanum um at seta ein l\u00e6knafakligan stj\u00f3ra. Men starvi\u00f0 er framvegis ikki sett, og vit s\u00edggja ikki, at ta\u00f0 ver\u00f0ur ra\u00f0fest \u00ed f\u00edggjarl\u00f3garuppskotinum fyri 2027.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">*Hv\u00ed hevur ta\u00f0 t\u00fddning?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 kann lj\u00f3\u00f0a sum enn eitt ynski um eitt n\u00fdtt stj\u00f3rastarv. Men fyri okkum sn\u00fdr hetta seg um naka\u00f0 anna\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00e1 ein st\u00f3rur og grundleggjandi partur av heilsuverkinum skal rekast og mennast, er ney\u00f0ugt, at l\u00e6knafaklig vitan er vi\u00f0, har avger\u00f0irnar ver\u00f0a tiknar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eitt d\u00f8mi er L\u00e6knavaktin. Hv\u00f8rjar f\u00f8rleikar skulu l\u00e6knar hava fyri at taka vakt einsamallir? Hvussu tryggja vit g\u00f3\u00f0a introdukti\u00f3n? Hv\u00f8r fylgir vi\u00f0 fakligu g\u00f3\u00f0skuni, og hv\u00f8r tekur s\u00e6r av trupulleikum, t\u00e1 teir koma?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eitt anna\u00f0 \u00edt\u00f8kiligt d\u00f8mi eru t\u00e6r kommunul\u00e6knavi\u00f0talurnar, sum \u00ed longri t\u00ed\u00f0arskei\u00f0 ver\u00f0a manna\u00f0ar vi\u00f0 skiftandi avloysarum. T\u00e1 eingin fastur kommunul\u00e6kni er kn\u00fdttur at vi\u00f0taluni, manglar tann nat\u00farliga l\u00e6knafakliga lei\u00f0slan \u00ed gerandisdegnum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hv\u00f8r tryggjar t\u00e1, at innanh\u00fdsis mannagongdir og instruksir ver\u00f0a dagf\u00f8rdar? Hv\u00f8r fylgir skipa\u00f0 vi\u00f0 g\u00f3\u00f0skuni? Og hv\u00f8r hevur \u00e1byrgd av at f\u00e1a fatur \u00e1 fakligum trupulleikum og f\u00e1a teir r\u00e6tta\u00f0ar?<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta eru ikki bara fyrisitingarligir spurningar. Hetta sn\u00fdr seg um g\u00f3\u00f0sku og sj\u00faklingatrygd.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eftirlit fr\u00e1 myndugleikum er t\u00fddningarmiki\u00f0, men eftirlit kann ikki koma \u00ed sta\u00f0in fyri dagliga l\u00e6knafakliga lei\u00f0slu og g\u00f3\u00f0skutrygging. Eftirliti\u00f0 eigur at vera trygdarneti\u00f0 \u2013 ikki sj\u00e1lv skipanin fyri fakliga lei\u00f0slu.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">*Fleiri uppg\u00e1vur krevja sterkari fakliga lei\u00f0slu<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Samstundis er \u00e6tlanin, at fleiri heilsut\u00e6nastur skulu veitast n\u00e6rri borgaranum. Ta\u00f0 gevur g\u00f3\u00f0a meining, men ta\u00f0 ger t\u00f8rvin \u00e1 l\u00e6knafakligari lei\u00f0slu uppaftur st\u00f8rri.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 krevur l\u00e6knafakliga vitan at meta um, hvat trygt kann flytast \u00far sj\u00fakrah\u00fasverkinum, hv\u00f8rjar f\u00f8rleikar skulu fylgja vi\u00f0, og hvussu sj\u00faklingagongdirnar skulu hanga saman.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 sama er galdandi fyri rekruttering. Ta\u00f0 er ikki n\u00f3g miki\u00f0 bara at f\u00e1a eitt kommunul\u00e6knastarv manna\u00f0. Arbei\u00f0sumst\u00f8\u00f0ur og fakligir karmar skulu vera solei\u00f0is, at vit f\u00e1a skikka\u00f0ar l\u00e6knar til F\u00f8roya \u2013 og megna at halda upp \u00e1 teir.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Manglandi l\u00e6knafaklig lei\u00f0sla kann hava vi\u00f0 s\u00e6r, at ein loysn, sum s\u00e6r skilag\u00f3\u00f0 \u00fat \u00e1 papp\u00edrinum, ikki riggar \u00ed kliniska gerandisdegnum. Avger\u00f0ir um starvssetanir, arbei\u00f0streytir, vaktarskipanir og n\u00fdggjar uppg\u00e1vur hava allar eina l\u00e6knafakliga s\u00ed\u00f0u.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ein l\u00e6knafaklig lei\u00f0sla \u00ed Heilsutrygd hev\u00f0i tryggja\u00f0, at fakligheitin ver\u00f0ur partur av avger\u00f0ini fr\u00e1 byrjan heldur enn naka\u00f0, sum ver\u00f0ur spurt um aftan\u00e1.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">*G\u00f3\u00f0 lei\u00f0sla kann eisini spara pengar<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta sn\u00fdr seg t\u00ed ikki bara um at br\u00faka meira pengar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ein v\u00e6l skipa\u00f0 primera heilsut\u00e6nasta kann loysa n\u00f3gv hj\u00e1 kommunul\u00e6knanum, \u00e1\u00f0renn t\u00f8rvur ver\u00f0ur \u00e1 sj\u00fakrah\u00fasinum. G\u00f3\u00f0ar sj\u00faklingagongdir kunnu minka um dupultarbei\u00f0i og \u00f3ney\u00f0ugar kanningar. R\u00f8tt rekruttering og g\u00f3\u00f0ir fakligir karmar kunnu minka um t\u00f8rvin \u00e1 d\u00fdrum og skiftandi avloysarum. Og g\u00f3\u00f0 faklig lei\u00f0sla kann tryggja, at n\u00fdggjar uppg\u00e1vur ver\u00f0a lagdar har, sum t\u00e6r kunnu loysast b\u00e6\u00f0i trygt og skilagott.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 kann gerast d\u00fdrt ikki at hava fakligheitina vi\u00f0, t\u00e1 avger\u00f0ir ver\u00f0a tiknar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kommunul\u00e6knafelagi\u00f0 hevur fulla vir\u00f0ing fyri, at n\u00f3gv ynski eru um f\u00edgging \u00e1 heilsu\u00f8kinum, og at politiskar ra\u00f0festingar eru ney\u00f0ugar. Vit bi\u00f0ja ikki um, at eitt anna\u00f0 heilsu\u00f8ki skal missa fyri at geva okkum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Men n\u00fa f\u00edggjarl\u00f3gin fyri 2027 skal vi\u00f0gerast, vilja vit minna \u00e1, at eitt v\u00e6lvirkandi heilsuverk ikki bara krevur fleiri vi\u00f0ger\u00f0ir og fleiri starvsf\u00f3lk. Ta\u00f0 krevur eisini fakliga lei\u00f0slu og eina grei\u00f0a \u00e6tlan fyri, hvussu tilfeingi\u00f0 ver\u00f0ur br\u00fakt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00ed heldur Kommunul\u00e6knafelag F\u00f8roya, at l\u00e6knafaklig lei\u00f0sla \u00ed Heilsutrygd eigur at vera partur av vi\u00f0ger\u00f0ini av f\u00edggjarl\u00f3gini fyri 2027.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kommunul\u00e6knafelag F\u00f8roya<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>N\u00fa f\u00edggjarl\u00f3garuppskoti\u00f0 fyri 2027 skal vi\u00f0gerast \u00ed L\u00f8gtinginum, hoyra vit um n\u00f3gv \u00f8ki \u00ed heilsuverkinum, sum hava t\u00f8rv \u00e1 fleiri pengum. Ta\u00f0 skilja vit v\u00e6l. T\u00f8rvurin er st\u00f3rur, og pengarnir eru ikki \u00f3avmarka\u00f0ir. Kommunul\u00e6knafelagi\u00f0 vil kortini gera vart vi\u00f0 eitt \u00f8ki, sum l\u00e6ttliga hv\u00f8rvur millum allar einst\u00f8ku j\u00e1ttanirnar: Vit hava t\u00f8rv \u00e1 l\u00e6knafakligari lei\u00f0slu av [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":3,"featured_media":44384,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[1],"tags":[],"class_list":["post-44383","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-tidindi"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-10-19 12:07:35","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/44383","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/3"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=44383"}],"version-history":[{"count":3,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/44383\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":44387,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/44383\/revisions\/44387"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/44384"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=44383"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=44383"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=44383"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}