{"id":44653,"date":"2026-11-15T09:39:13","date_gmt":"2026-11-15T09:39:13","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=44653"},"modified":"2026-11-15T09:39:14","modified_gmt":"2026-11-15T09:39:14","slug":"nokur-ord-um-skyldmannin-allan-enghamar","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=44653","title":{"rendered":"N\u00f8kur or\u00f0 um skyldmannin Allan Enghamar"},"content":{"rendered":"\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00edverri hendi ta\u00f0 syrgiliga, at okur mistu Allan Enghamar, sum anda\u00f0ist br\u00e1dliga mikudagin 14. oktober 2026 av einari arbei\u00f0svanlukku \u00ed V\u00e1gi. Hann gj\u00f8rdist bert 40 \u00e1ra gamal.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta skelka\u00f0i sj\u00e1lvsagt okur \u00f8ll \u00ed bygdini, og ikki minst var ta\u00f0 ein st\u00f3rur skelkur og ein syrgilig st\u00f8\u00f0a fyri familjuna \u2013 serliga fyri damuna Elisabeth, og ikki minst fyri b\u00f8rnini og Edith.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg havi ikki or\u00f0 fyri, hvussu st\u00f3rur missur og skelkur hetta er fyri Elisabeth, sum Allan m\u00f8tti fyri n\u00f8krum \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Allan og Elisabeth h\u00f8vdu st\u00f3rar \u00e6tlanir fyri framt\u00ed\u00f0ina. T\u00edverri vildi lagna teirra ta\u00f0 \u00f8rv\u00edsi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Allan var ein sera fyrikomandi pers\u00f3nur. Hann var arbei\u00f0ssamur, og \u2013 ikki at gloyma \u2013 var hann eisini ein sera skemtingarsamur ma\u00f0ur.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hann hev\u00f0i alt\u00ed\u00f0 onkra g\u00f3\u00f0a vi\u00f0merking. Hinvegin visti ein alt\u00ed\u00f0, hvar ein hev\u00f0i hann, og hann seg\u00f0i tingini, sum tey v\u00f3ru, um ta\u00f0 skuldi til.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Allan var ein fram\u00far g\u00f3\u00f0ur seljari og handilsma\u00f0ur. Hetta merktu okur eisini \u00ed V\u00e1gi, har hann saman vi\u00f0 Edith rak matv\u00f8ruhandilin Torgi\u00f0 \u00ed V\u00e1gi \u00ed n\u00f8kur \u00e1r.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hann var sera hj\u00e1lpsamur, og ta\u00f0 l\u00e1 v\u00e6l fyri hj\u00e1 teimum b\u00e1\u00f0um at reka handil. Tey v\u00f3ru r\u00f8sk, fyrikomandi og bl\u00ed\u00f0 at keypa fr\u00e1.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Um ein vildi hava v\u00f8runa heim til h\u00fasar, ja so koyrdi Allan gle\u00f0iliga v\u00f8runa \u00fat, til st\u00f3ra gle\u00f0i fyri kundarnar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg skal eisini nevna, at d\u00f3ttir m\u00edn Lea og sonurin David arbeiddu ta\u00f0 eina summari\u00f0 \u00e1 Torginum \u00ed V\u00e1gi. Har d\u00e1mdi teimum v\u00e6l at vera.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Takk fyri ta\u00f0, g\u00f3\u00f0i Allan og Edith.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Seinastu \u00e1rini arbeiddi Allan hj\u00e1 Bygma Su\u00f0uroy \u00ed V\u00e1gi.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Har l\u00e1 eisini sera v\u00e6l fyri hj\u00e1 honum. Hann var avhildin og hev\u00f0i ta\u00f0 \u00e1litisstarvi\u00f0 at vera lei\u00f0ari \u00e1 Bygma Su\u00f0uroy.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eftir at Allan var fluttur til V\u00e1gs at b\u00fagva \u00ed 2016, kom hann skj\u00f3tt inn \u00ed felagsl\u00edvi\u00f0 \u00ed bygdini.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Allan fall v\u00e6l til \u00ed V\u00e1gi, var sera avhildin millum v\u00e1gbingar og fann s\u00e6r skj\u00f3tt n\u00fdggjar vinir.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hann fann s\u00e6r Edith, og tey fingu saman tv\u00e6r gentur, Bjarmu og Onnu Sof\u00edu, sum b\u00e1\u00f0ar eru uppkalla\u00f0ar eftir ommunum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Allan var eisini sera virkin innan \u00edtr\u00f3ttin, og hann kom beinavegin at gera s\u00edna \u00e1virkan galdandi, serliga innan f\u00f3tb\u00f3ltin.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hann var j\u00fa virkin \u00ed HB, eins og p\u00e1pi hansara Birgir var \u00e1 s\u00edni t\u00ed\u00f0. Allan var sera virkin \u00ed HB, \u00e1\u00f0renn hann flutti su\u00f0ur til V\u00e1gs.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Birgir, p\u00e1pi Allan, doy\u00f0i eisini \u00ed einari fer\u00f0sluvanlukku, bert 58 \u00e1ra gamal.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Allan t\u00f3k uppaftur g\u00f3\u00f0a leistin innan f\u00f3tb\u00f3ltin \u00ed V\u00e1gi.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hann var sera virkin innan FC Su\u00f0uroy, har hann var leikari, venjari, hj\u00e1lparf\u00f3lk, \u00e1sko\u00f0ari og ein g\u00f3\u00f0ur stu\u00f0ul.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">B\u00e6\u00f0i FC Su\u00f0uroy og HB (Havnar B\u00f3ltfelag) hava eisini skriva\u00f0 v\u00f8kur or\u00f0 um Allan \u00ed minningarteksti.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hinvegin eru hann og systkini alt\u00ed\u00f0 komin n\u00f3gv til V\u00e1gs, t\u00ed har v\u00f3ru b\u00e6\u00f0i Edmund abbin, Olivia omman og n\u00f3gv onnur familja at vitja.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00edverri eru fleiri av teimum n\u00e6rmastu \u00ed \u00e6ttini hj\u00e1 Allan farin alt ov t\u00ed\u00f0liga, og fleiri eisini upp \u00e1 ein syrgiligan m\u00e1ta.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00c1 sama syrgiliga m\u00e1ta doy\u00f0i Virgar, sum var gubbi at m\u00e6r og mammubeiggi at Allan, av vanlukku umbor\u00f0 \u00e1 Smyrli \u00ed 1975, bert 24 \u00e1ra gamal.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ikki at gloyma, at umframt at missa Virgar, sum bert bleiv 24 \u00e1r, f\u00f3ru synirnir hj\u00e1 Edmund og Oliviu allir alt ov ungir: Sn\u00e6bj\u00f8rn bleiv 43 \u00e1r, William 45 \u00e1r og Fr\u00ed\u00e1lvur 61 \u00e1r.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta merkti so sanniliga Edmund og Oliviu sera meint. Tey v\u00f3ru b\u00e6\u00f0i \u00e1 l\u00edvi, t\u00e1 Virgar og William f\u00f3ru, og Edmund abbabeiggi upplivdi eisini at missa tri\u00f0ja sonin, Sn\u00e6bj\u00f8rn, \u00ed 1987.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 rakti eisini meint, t\u00e1 J\u00f3annes, sonur Sn\u00e6bj\u00f8rn, var tikin fr\u00e1 okur fyri f\u00e1um \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani; honum untist bert at bl\u00edva 53 \u00e1ra gamal.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">N\u00fa f\u00f3r Allan eisini \u2013 alt ov ungur. \u00d8ll bygdin ste\u00f0ga\u00f0i upp, t\u00e1 i\u00f0 ta\u00f0 fr\u00e6ttist um hesa syrgiligu vanlukku.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Hetta er sera hart hj\u00e1 tykkum n\u00e6rmastu, og sj\u00e1lvsagt rakti ta\u00f0 eisini V\u00e1gsbygd meint.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Takk fyri teg, g\u00f3\u00f0i Allan, og takk fyri t\u00e6r vitjanir, har t\u00fa ofta kom \u00e1 g\u00e1tt til okur og heilsa\u00f0i upp \u00e1 okur \u00f8ll Vesturi \u00ed B\u00f8.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Samkenslu til tykkum \u00f8ll, sum sita eftir \u00ed hesari sv\u00e1ru t\u00ed\u00f0.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eg hugsi n\u00f3gv um tykkum \u00f8ll, n\u00fa Allan eisini f\u00f3r fr\u00e1 hesum heimi \u00e1 ein sera syrgiligan m\u00e1ta.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><em>&#8221; Alt ov t\u00ed\u00f0liga tagna\u00f0u t\u00edni fet,<\/em><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><em>mi\u00f0depilin \u00ed einum l\u00edvi, i\u00f0 enn var ungt.&nbsp;<\/em><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><em>Fj\u00f8ruti \u00e1r er alt ov stutt ein t\u00ed\u00f0,<\/em><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><em>og saknurin \u00ed familjuni vigar tungt.<\/em><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><em>Aftur hevur lagna rakt vi\u00f0 \u00f3skiljandi megi, og lati\u00f0 eftir seg eitt t\u00f3mr\u00fam, eingi or\u00f0 kunnu fylla \u00fat.<\/em><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><em>Men \u00ed teimum b\u00e1\u00f0um sm\u00e1u hj\u00f8rtunum, t\u00fa l\u00e6t eftir teg,<\/em><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><em>livir t\u00edn hiti, t\u00edtt sm\u00edl og t\u00edtt bo\u00f0.<\/em><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><em>Tey skulu vaksa upp vi\u00f0 s\u00f8gum um p\u00e1pa s\u00edn, um k\u00e6rleikan, i\u00f0 aldri doyr.<\/em><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><em>H\u00f3ast myrkri\u00f0 kennist \u00f3endaligt j\u00fast n\u00fa, vil s\u00f3lin finna lei\u00f0 \u00edgj\u00f8gnum sorgarinnar sl\u00f8r.<\/em><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><em>Okur bera minnini um Allan t\u00e6tt at okkara br\u00f3sti, og sl\u00e1a ein verjandi ring um tey, i\u00f0 standa eftir.<\/em><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><em>T\u00ed \u00ed eygunum \u00e1 b\u00f8rnunum b\u00fdr framt\u00ed\u00f0arinnar lj\u00f3s, og v\u00f3nin um bl\u00ed\u00f0ari og lj\u00f3sari dagar.&#8221;<\/em><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><em>Hv\u00edl \u00ed fri\u00f0i g\u00f3\u00f0i skyldma\u00f0urin<\/em><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><em>Guds signing til tykkum \u00f8ll sum eftir sita og styrkir tykkara framt\u00ed\u00f0 \u00ed sorgini.<\/em><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><em>Levi M\u00f8rk<\/em><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>T\u00edverri hendi ta\u00f0 syrgiliga, at okur mistu Allan Enghamar, sum anda\u00f0ist br\u00e1dliga mikudagin 14. oktober 2026 av einari arbei\u00f0svanlukku \u00ed V\u00e1gi. Hann gj\u00f8rdist bert 40 \u00e1ra gamal. Hetta skelka\u00f0i sj\u00e1lvsagt okur \u00f8ll \u00ed bygdini, og ikki minst var ta\u00f0 ein st\u00f3rur skelkur og ein syrgilig st\u00f8\u00f0a fyri familjuna \u2013 serliga fyri damuna Elisabeth, og ikki [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":3,"featured_media":44654,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[3],"tags":[],"class_list":["post-44653","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-lesarin-skrivar"],"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/44653","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/3"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=44653"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/44653\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":44655,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/44653\/revisions\/44655"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/44654"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=44653"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=44653"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=44653"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}