{"id":44680,"date":"2026-11-19T10:10:58","date_gmt":"2026-11-19T10:10:58","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=44680"},"modified":"2026-11-19T10:10:59","modified_gmt":"2026-11-19T10:10:59","slug":"barnafamf-fo-familjufyrisitingin-vid-nyggjari-heimasidu-til-born","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=44680","title":{"rendered":"Barnafamf.fo: Familjufyrisitingin vi\u00f0 n\u00fdggjari heimas\u00ed\u00f0u til b\u00f8rn"},"content":{"rendered":"\n<p class=\"wp-block-paragraph\">F<em>amiljufyrisitingin hevur gj\u00f8rt eina n\u00fdggja og barnavinarliga heimas\u00ed\u00f0u, sum er \u00e6tla\u00f0 b\u00f8rnum og ungum, sum hava foreldur, sum ikki liva saman. Endam\u00e1li\u00f0 vi\u00f0 heimas\u00ed\u00f0uni er at gera ta\u00f0 l\u00e6tt hj\u00e1 b\u00f8rnum at nema s\u00e6r kunning og hj\u00e1lp, umframt at skilja hv\u00f8rji r\u00e6ttindi tey hava, um foreldur teirra til d\u00f8mis eru \u00f3samd um b\u00fasta\u00f0, samveru ella foreldramyndugleika.<\/em><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er ein sannroynd, at ta\u00f0 eru n\u00f3gv foreldur, sum ikki liva saman, sum str\u00ed\u00f0ast vi\u00f0 at finna stevi\u00f0 um felags b\u00f8rn s\u00edni. Ta\u00f0 kann vera, at foreldur ikki eru samd um, hv\u00f8r samveruskipan h\u00f3skar seg best, ella foreldur ikki eru samd um, hvar b\u00fasta\u00f0urin hj\u00e1 barninum skal vera. \u00cd n\u00f3gvum av hesum f\u00f8rum leita foreldur s\u00e6r hj\u00e1lp fr\u00e1 Familjufyrisitingini, sum vi\u00f0gj\u00f8rdi fleiri enn 100 b\u00fasta\u00f0ar- og samverum\u00e1l \u00ed 2025.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 merkir eisini, at ta\u00f0 eru n\u00f3gv b\u00f8rn, hv\u00f8rs foreldur eru kn\u00fdtt at Familjufyrisitingini onkursvegna. Og hesi b\u00f8rn skulu kanska til barnasamr\u00f8\u00f0u \u00ed Familjufyrisitingini, ella tey hava hoyrt foreldrini pr\u00e1ta um Familjufyrisitingina ella hugt\u00f8k sum samveru, b\u00fasta\u00f0 ella foreldramyndugleika. Men hv\u00f8r er Familjufyrisitingin, og hvat merkir samvera, b\u00fasta\u00f0ur og foreldramyndugleika? &nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00c1 barnavinarligu heimas\u00ed\u00f0uni hj\u00e1 Familjufyrisitingini kunnu b\u00f8rn l\u00e6tt finna fram kunning um, hvat ta\u00f0 merkir, t\u00e1 foreldur tosa um samveru ella b\u00fasta\u00f0, umframt hv\u00f8rji r\u00e6ttindi b\u00f8rn hava \u00ed hesum st\u00f8\u00f0um. Tey kunnu eisini lesa meira um, hvussu ein barnasamr\u00f8\u00f0a gongur fyri seg, og hv\u00ed barnasamr\u00f8\u00f0ur vera hildnar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Barni\u00f0 hevur r\u00e6ttin at taka stigi\u00f0<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">T\u00ed ta\u00f0 eru ikki bara foreldur, sum kunnu venda s\u00e6r til Familjufyrisitingina fyri at f\u00e1a hj\u00e1lp. Vi\u00f0 n\u00fdggju og barnavinarligu heimas\u00ed\u00f0uni vil Familjufyrisitingin eisini varpa lj\u00f3s \u00e1 og kunna b\u00f8rn um r\u00e6ttin hj\u00e1 b\u00f8rnum at taka stigi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vi\u00f0 foreldramyndugleikal\u00f3gini, sum fekk gildi tann 1. januar 2023, var ein sokalla\u00f0ur initiativr\u00e6ttur l\u00f3garfestur. Ta\u00f0 vil siga, at b\u00f8rn, sum eru eldri enn 10 \u00e1r, kunnu venda s\u00e6r til Familjufyrisitingina og bi\u00f0ja um, at Familjufyrisitingin kallar foreldrini hj\u00e1 barninum \u00e1 fund um eitt n\u00fa foreldramyndugleika, b\u00fasta\u00f0 ella samveru. Hetta r\u00f3pa vit r\u00e6ttin hj\u00e1 barninum at taka stigi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Um b\u00f8rnini eitt n\u00fa eru \u00f3n\u00f8gd um samveruskipanina, sum foreldur hava avtala\u00f0, ella um tey ynskja at b\u00fagva hj\u00e1 hinum foreldrinum, kunnu tey taka stigi\u00f0 og seta seg \u00ed samband vi\u00f0 Familjufyrisitingina. Familjufyrisitingin kann ikki lova b\u00f8rnunum, at samveruskipanin ella b\u00fasta\u00f0urin ver\u00f0ur broyttur. Men Familjufyrisitingin kann lova, at barni\u00f0 ver\u00f0ur hoyrt, og at foreldrini vera kunna\u00f0 um, hvussu barni\u00f0 hevur ta\u00f0. Og ta\u00f0 kann mangan hj\u00e1lpa b\u00e6\u00f0i foreldrum og b\u00f8rnum \u00ed st\u00f8\u00f0uni.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00c1 barnafamf.fo kunnu b\u00f8rn (og vaksin) lesa meira um, hv\u00f8rji r\u00e6ttindi b\u00f8rn hava, og hvussu b\u00f8rnini kunnu vera hoyrd \u00ed sambandi vi\u00f0 t\u00e6r avtalur, sum foreldrini gera um b\u00f8rnini.<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image is-resized\"><img decoding=\"async\" src=\"https:\/\/surl.fo:2096\/cpsess6047510275\/3rdparty\/roundcube\/?_task=mail&amp;_action=get&amp;_mbox=INBOX&amp;_uid=362&amp;_token=r5dmD2KtkpbeLkjgA5SUpAEn1TFWbuOw&amp;_part=1.3&amp;_embed=1&amp;_mimeclass=image\" alt=\"\" style=\"aspect-ratio:1.5025;width:601px;height:auto\"\/><\/figure>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><em>Mynd: Veingir, 2025<\/em><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>T\u00e1 b\u00f8rn str\u00ed\u00f0ast: Samr\u00f8\u00f0ub\u00f3lkar og r\u00e1\u00f0geving<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Barnavinarliga heimas\u00ed\u00f0an hj\u00e1 Familjufyrisitingini er eisini \u00e6tla\u00f0 b\u00f8rnum, sum str\u00ed\u00f0ast vi\u00f0, at foreldrini eru farin ella eru \u00ed fer\u00f0 vi\u00f0 at fara hv\u00f8r til s\u00edtt.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Samb\u00e6rt t\u00f8lum hj\u00e1 Hagstovuni b\u00fa\u00f0u 3.226 b\u00f8rn anna\u00f0hv\u00f8rt hj\u00e1 mammu ella p\u00e1pa s\u00ednum vi\u00f0 \u00e1rsbyrjan \u00ed \u00e1r. Og vit vita, at t\u00e1 foreldur eru farin ella eru \u00ed fer\u00f0 vi\u00f0 at fara hv\u00f8r til s\u00edtt, kann ta\u00f0 \u00e1virka b\u00f8rnini. Ta\u00f0 er ikki \u00f3kent, at hesi b\u00f8rn kenna seg einsam\u00f8ll \u00ed st\u00f8\u00f0uni, h\u00f3ast tey, sum t\u00f8lini v\u00edsa, als ikki eru einsam\u00f8ll.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00c1 barnafamf.fo kunnu b\u00f8rn skj\u00f3tt og einfalt finna r\u00f8ttu hj\u00e1lpina, um tey hava hesa hj\u00e1lp fyri ney\u00f0ini. Og tey kunnu lesa um ymsu tilbo\u00f0ini, sum Familjufyrisitingin bj\u00f3\u00f0ar b\u00f8rnum og ungum, hv\u00f8rs foreldur ikki liva saman.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Ein barnaheimas\u00ed\u00f0a til familjuna og til fakf\u00f3lk<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">H\u00f3ast heimas\u00ed\u00f0an fyrst og fremst er \u00e6tla\u00f0 b\u00f8rnum, so er ta\u00f0 eisini hent hj\u00e1 foreldrum og fakf\u00f3lkum at nema s\u00e6r vitan um, hv\u00f8rji r\u00e6ttindi b\u00f8rn hava, og hv\u00f8rji tilbo\u00f0 Familjufyrisitingin kann bj\u00f3\u00f0a b\u00f8rnum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Familjufyrisitingin v\u00f3nar, at heimas\u00ed\u00f0an kann veita kunning, veglei\u00f0ing og ikki minst hj\u00e1lp til tey mongu b\u00f8rnini \u00ed F\u00f8royum, sum str\u00ed\u00f0ast, t\u00ed at foreldrini ikki liva saman.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Eisini hevur Familjufyrisitingin gj\u00f8rt ein faldara vi\u00f0 kunning. Eftir \u00e6tlan vera faldarar at finna \u00e1 sk\u00falum og stovnum kring landi\u00f0.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vitja n\u00fdggju heimas\u00ed\u00f0u okkara barnafamf.fo og kunna teg n\u00e6rri um r\u00e6ttindini hj\u00e1 b\u00f8rnum, hv\u00f8rs foreldur ikki liva saman, og um tey mongu tilbo\u00f0, sum Familjufyrisitingin bj\u00f3\u00f0ar hesum b\u00f8rnum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vilt t\u00fa hava meira kunning um, hv\u00f8rji tilbo\u00f0 Familjufyrisitingin hevur til foreldur, sum ikki liva saman, ber sj\u00e1lvandi enn til at kunna seg n\u00e6rri um hetta \u00e1 famf.fo.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Til ber at vitja barnaheimas\u00ed\u00f0una \u00e1 <a href=\"http:\/\/www.barnafamf.fo\/\" target=\"_blank\" rel=\"noopener\">www.barnafamf.fo<\/a>, ella vi\u00f0 at klikkja \u00e1 kn\u00f8ttin \u201cTil b\u00f8rn og ung\u201d ni\u00f0ast til h\u00f8gru \u00e1 heimas\u00ed\u00f0uni hj\u00e1 Familjufyrisitingini <a href=\"http:\/\/www.famf.fo\/\" target=\"_blank\" rel=\"noopener\">www.famf.fo<\/a>.<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vilt t\u00fa hava n\u00fdggjastu kunning og t\u00ed\u00f0indi fr\u00e1 Familjufyrisitingini, kanst t\u00fa melda teg til t\u00ed\u00f0indabr\u00e6v ni\u00f0ast \u00e1 heimas\u00ed\u00f0u okkara <strong><a href=\"http:\/\/www.famf.fo\/\" target=\"_blank\" rel=\"noopener\">www.famf.fo<\/a><\/strong>.<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Familjufyrisitingin hevur gj\u00f8rt eina n\u00fdggja og barnavinarliga heimas\u00ed\u00f0u, sum er \u00e6tla\u00f0 b\u00f8rnum og ungum, sum hava foreldur, sum ikki liva saman. Endam\u00e1li\u00f0 vi\u00f0 heimas\u00ed\u00f0uni er at gera ta\u00f0 l\u00e6tt hj\u00e1 b\u00f8rnum at nema s\u00e6r kunning og hj\u00e1lp, umframt at skilja hv\u00f8rji r\u00e6ttindi tey hava, um foreldur teirra til d\u00f8mis eru \u00f3samd um b\u00fasta\u00f0, samveru ella [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":3,"featured_media":44681,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[1],"tags":[],"class_list":["post-44680","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-tidindi"],"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/44680","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/3"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=44680"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/44680\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":44682,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/44680\/revisions\/44682"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/44681"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=44680"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=44680"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=44680"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}