{"id":44727,"date":"2026-11-23T20:18:03","date_gmt":"2026-11-23T20:18:03","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=44727"},"modified":"2026-11-23T20:18:04","modified_gmt":"2026-11-23T20:18:04","slug":"kommunurnar-taka-undir-vid-aheitan-um-haegri-samsyning-til-fosturforeldur","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=44727","title":{"rendered":"Kommunurnar taka undir vi\u00f0 \u00e1heitan um h\u00e6gri sams\u00fdning til fosturforeldur"},"content":{"rendered":"\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kommunufelagi\u00f0 tekur undir vi\u00f0 \u00e1heitanini fr\u00e1 79 fosturforeldrum, send \u00f8llum borgarstj\u00f3rum 08. november, um at h\u00e6kka sams\u00fdningina til fosturforeldur.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00cd \u00e1heitanini v\u00edsa fosturforeldrini \u00e1, at sams\u00fdningin st\u00f3\u00f0 \u00ed sta\u00f0 \u00e1rini 2015 til 2021, og at javningarnar seinastu \u00e1rini ikki hava veri\u00f0 n\u00f3g st\u00f3rar til at viga upp \u00edm\u00f3ti pr\u00edsv\u00f8kstri og vanligu l\u00f8narmenningini. Samb\u00e6rt fosturforeldrunum merkir hetta, at tey \u00ed 2027 kunnu f\u00e1a millum 25.000 og 88.000 kr\u00f3nur minni \u00ed \u00e1rligari sams\u00fdning, enn um sams\u00fdningin hev\u00f0i fylgt l\u00f8narmenningini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kommunufelagi\u00f0 tekur undir vi\u00f0, at t\u00f8rvur er \u00e1 at dagf\u00f8ra sams\u00fdningina. Fosturforeldur \u00e1taka s\u00e6r eina st\u00f3ra og t\u00fddningarmikla uppg\u00e1vu fyri samfelagi\u00f0, og ta\u00f0 er avgerandi, at karmarnir um hesa uppg\u00e1vu eru n\u00f8ktandi.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Dagf\u00f8ringin er mett at kosta kommununum g\u00f3\u00f0ar 5 mi\u00f3. kr. \u00e1rliga.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>T\u00f8rvur \u00e1 fleiri fosturforeldrum<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ein av st\u00f8rstu avbj\u00f3\u00f0ingunum \u00ed Fosturforeldraskipanini er at f\u00e1a n\u00fdggj fosturforeldur og var\u00f0veita tey, sum longu eru \u00ed skipanini.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Fosturforeldrini v\u00edsa \u00ed \u00e1heitanini \u00e1, at aftur\u00farsiglda sams\u00fdningin ger ta\u00f0 trupult at f\u00e1a familjur at \u00e1taka s\u00e6r uppg\u00e1vuna. Hetta hevur eisini avlei\u00f0ingar fyri barnaverndart\u00e6nasturnar, sum kunnu standa \u00ed teirri st\u00f8\u00f0u, at b\u00f8rn hava t\u00f8rv \u00e1 fosturheimi, men at eingin h\u00f3skandi fosturfamilja er t\u00f8k.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Samb\u00e6rt \u00e1heitanini eru 80 prosent av teimum 102 b\u00f8rnunum, sum eru sett heiman, \u00ed fosturfamiljum, me\u00f0an 20 prosent eru \u00e1 barnaverndarstovni. Fosturforeldur hava sostatt ein avgerandi leiklut \u00ed barnaverndararbei\u00f0inum.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Kommunufelagi\u00f0 heitir \u00e1 Landsst\u00fdri\u00f0 um at bera skj\u00f3tt at<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kommunufelagi\u00f0 heldur, at ta\u00f0 er umr\u00e1\u00f0andi at tryggja, at Fosturforeldraskipanin eisini \u00ed framt\u00ed\u00f0ini kann veita b\u00f8rnum, sum ikki kunnu b\u00fagva heima, tryggar og st\u00f8\u00f0ugar karmar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">H\u00f3ast Mentam\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0 arbei\u00f0ir vi\u00f0 at endursko\u00f0a Fosturforeldraskipanina, metir Kommunufelagi\u00f0, at ta\u00f0 ikki er ney\u00f0ugt at b\u00ed\u00f0a eftir hesum arbei\u00f0inum vi\u00f0 at dagf\u00f8ra sams\u00fdningina.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kommunufelagi\u00f0 hevur t\u00ed heitt \u00e1 Mentam\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0 um at leggja l\u00f3garuppskot fyri L\u00f8gtingi\u00f0, so sams\u00fdningin til fosturforeldur kann h\u00e6kka skj\u00f3tast gj\u00f8rligt, helst vi\u00f0 virkna\u00f0i fr\u00e1 1. januar 2027.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Vi\u00f0 hesum tekur Kommunufelagi\u00f0 undir vi\u00f0 ynskinum hj\u00e1 fosturforeldrunum um, at teirra t\u00fddningarmikla arbei\u00f0i ver\u00f0ur betur vi\u00f0urkent, og at f\u00edggjarligu treytirnar ver\u00f0a dagf\u00f8rdar.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Kommunufelagi\u00f0<\/strong><\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Kommunufelagi\u00f0 tekur undir vi\u00f0 \u00e1heitanini fr\u00e1 79 fosturforeldrum, send \u00f8llum borgarstj\u00f3rum 08. november, um at h\u00e6kka sams\u00fdningina til fosturforeldur. \u00cd \u00e1heitanini v\u00edsa fosturforeldrini \u00e1, at sams\u00fdningin st\u00f3\u00f0 \u00ed sta\u00f0 \u00e1rini 2015 til 2021, og at javningarnar seinastu \u00e1rini ikki hava veri\u00f0 n\u00f3g st\u00f3rar til at viga upp \u00edm\u00f3ti pr\u00edsv\u00f8kstri og vanligu l\u00f8narmenningini. Samb\u00e6rt fosturforeldrunum merkir [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":3,"featured_media":12992,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[1],"tags":[],"class_list":["post-44727","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-tidindi"],"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/44727","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/3"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=44727"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/44727\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":44728,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/44727\/revisions\/44728"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/12992"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=44727"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=44727"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=44727"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}