{"id":44759,"date":"2026-11-27T09:08:36","date_gmt":"2026-11-27T09:08:36","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=44759"},"modified":"2026-11-27T09:08:37","modified_gmt":"2026-11-27T09:08:37","slug":"nyggj-heilsumidstod-i-suduroynni","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=44759","title":{"rendered":"N\u00fdggj heilsumi\u00f0st\u00f8\u00f0 \u00ed Su\u00f0uroynni"},"content":{"rendered":"\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Heilsu- og orkum\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0: <\/strong>Landsst\u00fdriskvinnan \u00ed heilsu- og orkum\u00e1lum hevur avgj\u00f8rt, at ein felags heilsumi\u00f0st\u00f8\u00f0 fyri Su\u00f0uroynna ver\u00f0ur sta\u00f0sett \u00e1 Tv\u00f8royri. Eftir \u00e6tlan stendur heilsumi\u00f0st\u00f8\u00f0in kl\u00e1r \u00ed 2029.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Heilsumi\u00f0st\u00f8\u00f0in fer at skapa betri og meira st\u00f8\u00f0ugar karmar um heilsut\u00e6nasturnar \u00ed Su\u00f0uroynni og eitt sterkari fakligt umhv\u00f8rvi fyri kommunul\u00e6knar og onnur heilsustarvsf\u00f3lk.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Kommunul\u00e6knar og l\u00e6knar undir \u00fatb\u00fagving hava \u00ed longri t\u00ed\u00f0 v\u00edst \u00e1, at tey ynskja eina n\u00fdggja felags l\u00e6knami\u00f0st\u00f8\u00f0 fyri alla oynna, solei\u00f0is at l\u00e6knarnir kunnu arbei\u00f0a undir sama taki. Samstundis hevur Heilsutrygd v\u00edst \u00e1, at skipanin vi\u00f0 tveimum sta\u00f0setingum ger ta\u00f0 truplari at f\u00e1a kommunul\u00e6knar \u00ed f\u00f8st st\u00f8rv \u00ed Su\u00f0uroynni.<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><em>&#8220;Vit skulu tryggja, at su\u00f0uroyingar hava g\u00f3\u00f0a og st\u00f8\u00f0uga kommunul\u00e6knat\u00e6nastu. Ta\u00f0 krevur, at vit eisini skapa g\u00f3\u00f0ar fakligar og arbei\u00f0sligar umst\u00f8\u00f0ur fyri l\u00e6knarnar. M\u00e1li\u00f0 er ikki bara at byggja ein bygning, men at skapa eitt sterkt heilsufakligt umhv\u00f8rvi, sum kann tryggja heilsut\u00e6nastur \u00ed Su\u00f0uroynni langt inn \u00ed framt\u00ed\u00f0ina,\u201d sigur Ey\u00f0dis Hartmann Niclasen, landsst\u00fdriskvinna \u00ed heilsu- og orkum\u00e1lum.&nbsp;<\/em><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Ein heilsumi\u00f0st\u00f8\u00f0 fyri alla Su\u00f0uroynna&nbsp;<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 er brei\u00f0 semja millum kommunust\u00fdri, l\u00e6knar, onnur heilsustarvsf\u00f3lk og flestu luttakarar \u00e1 verkstovum um, at r\u00e6ttast er at hava eina felags heilsumi\u00f0st\u00f8\u00f0 fyri Su\u00f0uroynna.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Ta\u00f0 hevur ikki eydnast kommunum at koma vi\u00f0 einum felags tilm\u00e6li um, hvar heilsumi\u00f0st\u00f8\u00f0in skal sta\u00f0setast. Me\u00f0an kommunurnar \u00ed nor\u00f0aru helvt hava m\u00e6lt til at byggja n\u00fdggja heilsumi\u00f0st\u00f8\u00f0 \u00e1 Tv\u00f8royri, hava kommunurnar \u00ed sunnaru helvt m\u00e6lt til at \u00fatbyggja og n\u00fat\u00edmansgera verandi heilsumi\u00f0st\u00f8\u00f0 \u00ed V\u00e1gi. B\u00e1\u00f0ar loysnir hava fyrimunir og vansar.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Valda sta\u00f0setingin hevur tann fyrimun, at b\u00e6\u00f0i Su\u00f0uroyar Sj\u00fakrah\u00fas og Su\u00f0uroyar Apotek eru \u00e1 Tv\u00f8royri. N\u00e6rleikin til sj\u00fakrah\u00fasi\u00f0 gevur m\u00f8guleika fyri fakligum samstarvi og synergi. Eins og tey, i\u00f0 fara \u00ed heilsumi\u00f0st\u00f8\u00f0ina kunnu heinta heiliv\u00e1g \u00e1 apotekinum um somu lei\u00f0.&nbsp;&nbsp;&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">\u00c6tlanin er at byggja ein n\u00fdggjan bygning, sum ver\u00f0ur innr\u00e6tta\u00f0ur til endam\u00e1li\u00f0 og kann tillagast framt\u00ed\u00f0ar heilsut\u00e6nastum og m\u00f8guligari \u00fatbygging.&nbsp;<\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><em>\u201cEg havi fulla vir\u00f0ing fyri, at ta\u00f0 eru ymisk sj\u00f3narmi\u00f0 um sta\u00f0setingina. B\u00e1\u00f0ar loysnir hava fyrimunir, men at enda er ney\u00f0ugt at taka ta avger\u00f0, i\u00f0 er best fyri su\u00f0uroyingar og skapar bestu fortreytirnar fyri, at vit eisini frameftir kunnu f\u00e1a kommunul\u00e6knar og onnur heilsustarvsf\u00f3lk at arbei\u00f0a og st\u00f8\u00f0ast \u00ed Su\u00f0uroynni,\u201d sigur Ey\u00f0dis Hartmann Niclasen.&nbsp;<\/em><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\"><strong>Heilsut\u00e6nasturnar halda fram, me\u00f0an bygt ver\u00f0ur&nbsp;<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p class=\"wp-block-paragraph\">Verandi heilsut\u00e6nastur halda fram sum \u00e1\u00f0ur, me\u00f0an n\u00fdggja heilsumi\u00f0st\u00f8\u00f0in ver\u00f0ur fyrireika\u00f0 og bygd.<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Heilsu- og orkum\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0: Landsst\u00fdriskvinnan \u00ed heilsu- og orkum\u00e1lum hevur avgj\u00f8rt, at ein felags heilsumi\u00f0st\u00f8\u00f0 fyri Su\u00f0uroynna ver\u00f0ur sta\u00f0sett \u00e1 Tv\u00f8royri. Eftir \u00e6tlan stendur heilsumi\u00f0st\u00f8\u00f0in kl\u00e1r \u00ed 2029. Heilsumi\u00f0st\u00f8\u00f0in fer at skapa betri og meira st\u00f8\u00f0ugar karmar um heilsut\u00e6nasturnar \u00ed Su\u00f0uroynni og eitt sterkari fakligt umhv\u00f8rvi fyri kommunul\u00e6knar og onnur heilsustarvsf\u00f3lk. Kommunul\u00e6knar og l\u00e6knar undir \u00fatb\u00fagving [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":3,"featured_media":44760,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[1],"tags":[],"class_list":["post-44759","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-tidindi"],"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/44759","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/3"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=44759"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/44759\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":44761,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/44759\/revisions\/44761"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/44760"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=44759"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=44759"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=44759"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}