Námsfrøðiliga yrkið fyri hóttafalli!

Lesarin skrivar

Fyri fólk uttanfyri námsfrøðiliga øki kann núverandi ósemja tykjast trupul at skilja.

Tað, at allir partar vrakaðu semingsuppskotið, og at semingsmaðurin sigur, at har er einki at arbeiða við, vísir, at støðan er fast løst og partarnir standa langt frá hvørjum øðrum.
Fyri námsfrøðiliga yrkið eru hesar lønarsamráðingar rættiliga avgerandi, kanska altavgerandi.
Námsfrøðiliga yrkið stendur tí við einum vegamóti!
Framtíðin fyri námsfrøðiliga yrkið verður helst avgjørd út frá úrslitinum av hesum samráðingum.

Hendan støðan snýr seg um nógv meira enn bara lønarhækking og betri sømdir, hetta snýr seg stutt sagt um námsfrøði sum yrkisøki.
Vit hava áður gjørt vart við, at tørvurin á námsfrøðingum er risastórur.
Bara á dagstovnaøkinum mangla uml. 500 námsfrøðingar, bara fyri at uppfylla minstakravið í Dagstovnalógini.

Hetta er ein stórur trupulleiki og ávirkar góðskuna á tí tilboði, sum kommunurnar kunnu bjóða sínum borgarum.
Seinastu árini er áhugin fyri at søkja inn á Námsvísindaligu deild á Setrinum støðugt minkandi, eitt nú vóru bara 40 umsøkjarar til 35 pláss í 2017.
Samstundis eru framvegis nógv, ið eitt nú velja at lesa til lærara, hóast arbeiðsloysið har er stórt, men har eru bæði lønarviðurskifti og eftirløn munandi betri.

Um vit hyggja at øðrum yrkisbólkum, sum líkjast okkara, har ein kann arbeiða við menniskjum og gera mun í lívinum hjá øðrum, so eru tey frammanfyri okkum, bæði viðvíkjandi arbeiðsumstøðum, lønum og eftirlønum.
Tvs. um ein umsøkjari ivast millum tvær javnsettar útbúgvingar, so eru sannlíkindini størri, at lønarlagið kemur at avgera, hvørja útbúgving ein velur.
Ein støðug tilgongd av nýggjum fólkum er avgerandi fyri, at námsfrøðiliga yrkið áhaldandi kann mennast. Um henda tilgongdin steðgar, er vandin, at námsfrøðiliga yrkið doyr.

Endin verður, at vit standa eftir við innihaldstómum dagstovnum.
Tey, sum veruliga eru fyri missi í hesum, eru børnini. Tey koma ikki at fáa tað tilboð, teimum tørvar, og møguleikan fyri avbjóðingum, sum ger, at tey í síðsta enda verða stimbrað og ment, sum tey skulu.
Men størsti taparin í hesum stríðnum verður tað føroyska samfelagið.

Tað er tí av alstórum týdningi, at vit øll standa saman og stuðla Føroya Pedagogfelag í hesum stríðnum, so vit eisini í framtíðini kunna kalla okkum eitt framkomið samfelag.

Tað skal tí vera okkara vón, at bæði lands- og kommunalpolitikar síggja álvaran í hesum, og VELJA at raðfesta námsfrøðiliga yrkið!

Dagstovnaráðið hjá Føroya Pedagogfelag

Facebook viðmerkingar